Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-28, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. oktober 2011síða 42

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 28. oktober 2011 · Nr. 125 42 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Samtak Í Føroyum eru vit heppin, tí vit búgva í einum landi, har munurin ímillum rík og fátæk, ella arbeiðaran, fiskimannin, starvsmannin og stjóran ikki er so ovurhonds stórur, eins og tað er í nógvum øðrum londum. Hetta vísir kanning, sum hagstovan hevur gjørt um fátækraváða eisini heilt greitt.  Lønarmunur er sjálvsagt, og menningin serliga eftir kreppuna í 1990’unum hevur verið, at lønarmunurin økist í hvørjum - bæði í prosentum, men serliga í krónum og oyrum.   Ein flatskattaskipan fer at økja enn meir um munin á fólki, og yvir tíð er hugsandi, at vit fáa eitt stættasamfelag, sum vit kenna tað frá teimum londum, sum hava hesar skipanir. Dømi um hetta eru Baltalondini, Makedónia, Ukraina og Ungarn, bara fyri at nevna nøkur. Lond, sum vit vilja sam­ meta okkum við, hava øll lutfallshækkandi skatta­ skipan, og hetta er ikki av tilvild. Tað er sera skaðiligt fyri eitt samfelag, at inn­ tøku­munurin millum fólk gerst ovurhonds stórur – hetta er ferð eftir ferð vís­indaliga prógvað av bú­ skaparfrøðingum. Tað er ikki líkamikið, hvussu skattaskipanin er saman­sett. Meginreglurnar handan skattaskipanina hava sera stóran týdning fyri teir ymisku lønarbólkarnar. Til ber at hava skattaskipanir sum javna út og sum tekur hædd fyri, at øll ikki hava eins góða inntøku. Ein tílík skattaskipan er lutfallshækkandi (pro­gres­ siv).   Samtak mælir staðiliga frá, at skattaskipanin verð­ ur broytt frá at vera lut­ fallshækkandi til at vera ein flatskattaskipan. Samtak heldur tó, at skatturin eigur at lækkast, men skil má verða á. At skattatrýstið er so stórt í dag kemst av, at kommunuskatturin er so nógv hækkaður seinastu árini. Flatskattaskipan hevur við sær, at millióningarnir í Føroyum fáa stórar skatta­lættar meðan mein­ igi arbeiðsmaðurin, fiski­ maðurin, starvsmaðurin og sjúkrarøktarfrøðingurin ikki fáa nakað serligt burturúr. Er tann flati skatturin 40% við einum botnfrádrátti á 70.000 kr fær persónur sum forvinnur 1 mió kr um árið góðar 10.000 kr um mánaðin í skattalætta, meðan ein arbeiðsmaður, sum forvinnur 235.000 kr um árið fær knappar 500 kr um mánaðin í skattalætta. Forvinnur tú 330.000 kr um árið er skattalættin góðar 1500 kr um mánaðin. Ístaðin fyri at fara til flat­ skattaskipan, sum økir um munin á fólki, skuldi politiska landslagið heldur lagt seg eftir at bøta um verandi skattaskipan, harundir at lækka kommunuskattin. 3.000 fara undir kav í senn Hósdagin 3. Novembur 2011, verður enn ein roynd gjørd í at seta heimsmet í náttarkaving. Hetta verður 7. ári á rað at henda royndin verður framd. Kvøldarkav (vanliga nevnd náttarkav) verða kring allan heimin og n Umleið 3000 kavarar, úr hesum ymsu londunum, fara væntandi undir kav kl. 20:09 hóskvøldið 3. nov. 2011. Tone Svee Dahl (31 ár) úr Fredrikstad í Norrra er stigtakari til royndina eftir heimsmetinum. Hon samskipar royndina hjá teimum ymsu lokalu fyriskiparunum, til hetta serliga tiltakið, sum kring heimin verður rópt "Diver's Night". Endamálið við Diver's Night er at vísa á kavara ítróttina, at savna kavarar og kavarafeløg kring allan heimin og at vísa hvussu spennandi og avbjóðandi hendan ítróttin er; allar árstíðir, allar tíðir á degnum! Diver's Night byrjaði í 2005, tá eitt landsumfatandi náttarkav varð fyriskipað í Norra. 351 kavarar kavaðu samstundis runt alt Norra. Í 2006 øktist luttakaratalið til 898, við luttakandi kavarum úr Norra, Svøríki og Danmark á 93 ymsum støðum. Í 2007 varð náttarkavið hildið í Norra, Svøríki, Danmark, Estlandi, Íslandi og Svaldbard, við tilsamans 1895 kavarum í sjónum á 138 ymsum støðum. Hetta er so fjóra árið at vit í Føroyum luttaka, og er tað Tórshavnar Froskmannafelag, næstelsta froskmannafelag í norðanlondum, ið skipar fyri. Tiltakið er ókeypis og limaskapur er als eingin treyt fyri at luttaka, bert ein hevur hóskandi kavaraprógv og útgerð. Vit vóna at síggja kavarar úr øllum landinum. Kavað verður í Kalbaksfyri eins og vit hava gjørt tey seinastu 2 árini. Møtt verður kl. 19:00, tí øll skulu skrásetast og verða komin undur kav kl. 20:11. Eisini er møguleiki at taka skrásetingarskjal niður frá heimasíðuni hjá Tórshavnar Froskmannafelag og fylla tað út áðrenn. Sum siður er í sambandi við "DiversNight", eru øll sum luttaka og hjálpa til, á sjógvi og landi, við í luttakasti um fleiri góðar vinningar! Eftir kavið eru øll vælkomin í Føroya sjósavn, at fáa sær okkurt heitt at eta og drekka. Møguleiki verður eisini hjá nýggjum limum at tekna seg. Meir fæst at vita um tiltakið á heimasíðu felagsins: www.kaving.fo Eisini ber til at hyggja www.diversnight.com ella seta seg í samband við nevnd felagsins. Flatur skattur økir mismunin Verður ein flatskattaskipan sett í verk í Føroyum fer hetta at økja stórliga um munin millum tey við góðum og minnið góðum inntøkum. Yvir tíð fer hetta at gera, at munurin millum rík og fátæk gerst ovurhonds stórur og hevur hetta sera neiliga ávirkan á samanhangsmegina, og Føroyar gerast eitt grundleggjandi øðrvísi samfelag