týsdagur 17. februar 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 32 - 17. februar 2004
Nr. 32 - 17. februar 2004
3
Lági dollarin kostar nógv
Oljufeløgini, sum arbeiða í danska partinum av Norð-
sjónum, framleiða umleið 400.000 tunnur um sam-
døgrið. Tað er á leið tað, sum framleiðast kann. Har-
afturat er oljuprísurin góður. Um vikuskiftið fór hann
upp um 30 dollarar fyri tunnuna.
Men alt er ikki so gott kortini, tí hóast tann góða
prísin fæst ov lítið fyri oljuna, og orsøkin er tað lága
virðið á amerikanska dollaranum. Sunudagin var
dollarin verdur 5,82 krónur, og tað er lítið saman-
borið við fyri einum ári síðani, tá ein dollari var verd-
ur 7,11 krónur. Fyri oljufeløgini í danska partinum av
Norðsjónum merkir fallið, at tey nú fáa 70 milliónir
krónur um dagin fyri oljuna. Fyri einum ári síðani var
dagliga virðið 86 milliónir krónur.
Londini í OPEC hava gjørt av at skerja sína fram-
leiðslu eina millión tunnur um dagin til 23,5 milliónir
tunnur, og frá 1. apríl ætla tey at halda prísinum oman
fyri 30 dollarar.
Statoil kanska til Irak
Norska Statoil hevur boðið sær til at hjálpa irakum
við at endurbyggja oljuídnaðin, og sum skilst hevur
felagið fingið eitt positivt svar frá stjórnarráðnum í
Bagdad.
Ætlanin hjá Statoil er at skipa iraksku oljuvinnuna
eftir sama leisti, sum nýttur er í Noregi. Tað fer
millum annað at hava við sær, at teir almennu
myndugleikarnir skulu hava neyvt eftirlit við vinnuni,
men at útlendsk feløg fáa rætt til at leita eftir og
framleiða olju. Sum ein lið í arbeiðinum hava irakar
fingið tilboð um at senda fólk til uppvenjingar í
Noregi.
Tað er kortini ikki hugsandi, at Statoil verður virkið
í Irak fyribils, tí myndugleikarnir í Oslo hava hug at
bíða, til irakar velja sær eina stjórn. Kortini er avtal-
að, at norsk umboð skulu hitta umboð fyri amerik-
onsku orkumyndugleikarnar tann 19. mars at tosa um
eitt komandi samstarv í Irak.
Skulu sendast heimaftur
Sambært blaðnum Sunday Times ætlar stjórnin hjá
Tony Blair, forsætisráðharra at senda umleið 40.000
iraksk flóttafólk heimaftur.
Blaðið veit at siga, at umboð fyri bretska innanrík-
isráðið skulu hava fund við ST og altjóða hjálpar-
felagsskapir um ætlanina, men felagsskapurin
Refugee Action ávarar stjórnina ímóti at senda
flóttafólkini aftur til Irak. Felagsskapurin sigur, at
hvørki amerikanska hersetingarvaldið ella iraksku
myndugleikarnir eru førir fyri at taka ímóti so
nógvum flóttafólkum, soleiðis sum viðurskiftini í
Irak eru.
Umframt teir 40.000 irakararnar, sum Blair-stjórn-
in ætlar at senda heim, eru umelið 20.000 aðrir irakar
í Bretlandi. Sambært Sunday Times ætlar stjórnin, at
teir skulu fara heimaftur sjálvbodnir, tá val hevur
verið í Irak, og landið hevur fingið nýggja stjórn.
Skal takast uppaftur
Eitt av teimum stóru herskipunum frá seinna heims-
bardaga, týski slagkrússarin »Admiral Graf Spee«,
skal nú takast uppaftur. Skipið liggur á botni úti fyri
strondini í Uruguay.
»Admiral Graf Spee« varstoltleikin hjá týska her-
flotanum, tá seinni heimsbardagi byrjaði, og ta fyrstu
krígstíðina søkti skipið fleiri bretsk skip har suðuri í
Atlantshavinum. Í desember í 1939 sendu bretar fleiri
herskip at leita eftir týska krússaranum og at gera av
við hann. Í einum bardaga varð týska skipið so meint
rakt, at tað mátti leita sær í havn í Uruguay, men tá
myndugleikarnir har eftir trýsti úr Bretlandi kravdu
skipið útaftur, gjørdi skiparin, Hans Langsdorff, av at
søkkja tað. Tríggjar dagar seinni beindi hann fyri sær.
– Skipið var eitt meistaraverk, og Hans Langsdorff,
skipari, var ein heiðurligur maður, sigur Mensun
Bound á Oxford University, sum er ein av monnunum
aftan fyri ætlanina at taka skipið uppaftur.
Myndugleikarnir
halda, at byggifusk
var orsøkin til, at
takið á einari stórari
svimjihøll í Moskva
datt niður leygar-
dagin
VANLUKKA
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Gjáramorgunin
váttaði
borgarstjórin í Moskva,
Jurij Luzjkov, at vanlukkan
seinnapartin leygardagin
hevði kravt 42 mannalív, og
at minst 110 fólk høvdu
fingið skaða. Av teimum,
sum doyðu, vóru minst
seks børn.
Myndugleikarnir sendu
alt fyri eitt stórar kranar og
bjargingarmenn við ser-
vandum hundum at leita
eftir fólki í teirri stóru høll-
ini, men umstøðurnar hjá
teimum neyðstøddu vóru
ikki serliga góðar, tí tað
frysti ímillum 15 og 20 stig
í Moskva leygardagin.
Transvaal Park var tann
størsta og mest nútímans
svimjihøllin í Moskva.
Høllin varð tikin í nýtslku í
2002 og var sera væl um-
tókt sum frítíðarstað. Hild-
ið verður, at eini túsund
fólk mundu vera inni, tá
takið brádliga datt niður.
Russisku
myndugleik-
arnir vístu aftur øllum git-
ingum um, at talan kundi
vera um yvirgang.
Tað var eitt turkiskt fel-
ag, sum bygdi Transvaal
Park, og beint eftir van-
lukkuna vildu myndugleik-
arnir vera við, at talan
mundi vera um byggifusk.
Stjórin í svimjihøllini og
maðurin, sum hevði eftirlit-
ið við byggingini, vóru til
avhoyringar hjá løgregluni í
Moskva sunnudagin. Ill-
gruni er um, at høllin bleiv
ikki bygd eftir teimum regl-
um, sum eru galdandi,
skrivar AP.
Fyrrverandi norski
havrættarráðharrin
Jens Evensen doyði
um vikuskiftið
ANDLÁT
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Jens Evensen var 86 ára
gamal, nú hann doyði.
Sum ráðharri í havrættar-
málum í sjeytiárunum stóð
Jens Evensen fyri teimum
norsku samráðingunum, tá
fiskimarkini vórðu víðkað,
og hann verður av fleiri
mettur sum maðurin, ið út-
vegaði Noregi ræðisrættin
yvir oljuni og gassinum í
norsku undirgrundini.
Í 1985 gjørdist Jens
Evensen fólkarættardómari
í altjóða dómstólinum í
Haag. Tólv ár framman-
undan høvdu myndugleik-
arnir avdúkað, at politiski
skrivari hansara, Arne Tre-
holt, hevði njósnast fyri
Sovjetsamveldið, og Even-
sen stúrdi fyri, at hetta fór
at forða honum í at verða
valdur til dómara í Haag.
Men í ST var hann tann,
sum fekk flestar atkvøður.
Jens Evensen var dómari
í altjóða dómstólinum, til
hann fór frá fyri aldur í
1994.
42 doyðu í svimjihøllini
Jens Evensen deyður
UTTAN ÚR HEIMI
Soleiðis sá Transvaal Park út aftan á vanlukkuna leygardagin
C
M
Y
K
3
2