týsdagur 17. februar 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 32 - 17. februar 2004
Nr. 32 - 17. februar 2004
5
Á ferðavinnumessu í
Reykjavík herfyri,
vístu russar Føroyum
stóran áhuga. Hetta
er sera spennandi og
nýggjur marknaður
fyri okkum, sigur
sølustjórin hjá
Atlantsflogi
FERÐAVINNA
Edvard Joensen
edvard@sosialurin.fo
Fyrr í hesum mánaðinum
var ferðavinnustevna hildin
í Reykjavík, har fleiri før-
oysk ferðavinnufeløg vóru
umboðað. Serliga áhuga-
vert var, at russar og baltar
vístu
Føroyum
stóran
áhuga, sigur Kent Christen-
sen, sølustjóri hjá Atlantic
Airways.
»Mid Atlantic Seminar
and Workshop«, sum stevn-
an nevndist, varð hildin í
Reykjavík við Icelandair
sum fyriskipara. Úr Føroy-
um vóru níggju luttakarar
frá átta ymsum fyritøkum
við.
Kent Christensen, sølu-
stjóri hjá Atlantsflogi sigur,
at serliga áhugin frá russ-
um, baltum og amerikanar-
um var sjónligur á hesi
stevnuni.
– Russiski marknaðurin
er heilt nýggjur fyri okkum,
sigur hann, og teir vístu ser-
liga áhuga fyri føroyskari
mentan. Hetta er spennandi
umráði, sum vit gleða okk-
um nógv til at arbeiða víð-
ari við.
Tað vórðu ongar bein-
leiðis avtalur sum so gjørd-
ar á hesi stevnuni. Keypar-
arnir, sum vóru fleiri enn
500 í tali úr 15 ymiskum
tjóðum, spurdu seg fyri og
fingu tilfar og upplýsingar
um, hvat Føroyar sum
ferðamannaland hava at
bjóða, sigur Kent Christen-
sen. Síðan fara tey so heim
aftur at fortelja sínum
kundum heima hjá sær
sjálvum, hvat tey hava fing-
ið burturúr. Eftir tað er tað
so upp til tann einstaka
ferðamannin at gera av
heima hjá sær sjálvum, um
tilboðini frá føroysku ferða-
vinnuni eru nóg lokkandi
til, at tey hava hug at koma
hendanveg at ferðast.
Hendan stevnan, »Mid
Atlantic Seminar and Work-
shop«, er afturvenandi til-
tak, sum Icelandair í ár
skipaði fyri á tólvta sinni,
greiðir Kent Christensen
frá.
Amerikanarar hava før-
oyingar fyrr verið í sam-
bandi við í ferðavinnuhøpi.
Men tað tykist, sum teir eru
meira og meira hugaðir at
leita hendanveg. Kanska
serliga
eftir
ógvusligu
hendingarnar í USA tann
11. september 2001 eru teir
farnir at leita sær eftir
friðaligari ferðavinnuum-
ráðum.
Baltisku londini eru eins
og Russland eisini nýggj og
spennandi umráði, sigur
Kent Christensen.
Hann sigur, at á stevnuni
í Reykjavík í ár varð eisini
avtala gjørd við Icelandair í
USA um at vera umboð hjá
Atlantic Airways í USA og
marknaðarføra
Føroyar
tann vegin.
Icelandair hevur sína
amerikansku høvuðsstøð í
Baltimore í USA, men
flýgur annars til eini fimm
ella sjey ymisk støð í Am-
erika, sigur Kent Christen-
sen.
Fríggjadagin lat Før-
oya Sparikassi fimm
deildir ymsastaðni í
landinum aftur. Ein
av bygningunum er
longu seldur
TÆNASTA
Edvard Joensen
edvard@sosialurin.fo
Sandavági: Fríggjadagur
tann trettandi var dagurin,
tá Føroya Sparikassi valdi
at lata fimm deildir aftur
ymsastaðni í landinum.
Tað vóru deildirnar í
Skopun, Sandavági, Kví-
vík, Hósvík og á Skála,
sum latnar vórðu aftur
hendan dagin.
Í Sandavági kennist tað
serliga svárt hjá nógvum
fólki, at Sparikassin nú lat
aftur, tí stutt er síðan, at
Føroya Banki í bygdini eis-
ini varð stongdur. So í løt-
uni er eingin peningastovn-
ur í Sandavági, og tey, sum
ørindi hava í slíkum, noyð-
ast til Miðvágs, har næstu
banka- og sparikassadeild-
irnar eru.
Tó hevur Føroya Banki
eina sonevnda brævaloysn,
har fólk kunnu fara á post-
húsið og avgreiða síni
bankaviðurskifti.
Men fólk í Sandavági,
sum Sosialurin hevur tosað
við, halda ikki, at tað er
nøkur framtíðarloysn, tí hó-
ast tað enn ikki er váttað,
ganga seiglívað tíðindi um,
at posthúsið í Sandavági
eisini fer at lata aftur, og so
kann tað gera tað sama at
fara at fáa sær eina nýggja
tænastu har, sum tey kortini
missa, halda eitt sigur mót-
fallin sandavágsfólk fyri.
Tey seta nú sítt álit á, at
Norðoya Sparikassi, sum
hevur víst áhuga fyri at lata
upp deild í Sandavági, fer
at gera álvara av hesi ætlan,
verður sagt í Sandavági.
Eisini í Skopun kennist
tað sárt at siga Sparikassa-
num farvæl, siga skopun-
ingar. Har er loysnin nú at
fara Heim á Sand, um ein
skal gera ørindi í tí pen-
ingastovninum.
Føroya Sparikassi hevur
selt bygningi, sum deildin á
Skála helt til í, til Runavík-
ar- og Skála komunur, sum
ætla at brúka hann til
heilsumiðstøð.
Í bygninginum hevur um-
framt Sparikassan eisini
læknin hildið til. Men nú
kommunurnar eiga bygn-
ingin, kann hann allur, sum
hann er, brúkast til heilsu-
miðstøð burturav. Eitt nú er
møguleiki fyri bæði fysio-
terapi, ergoterapi og øðrum
tilboðum av heilsuligum
slagi.
Sum partur av avtaluni
millum kommunurnar og
Føroya Sparikassa er avrátt,
at sjálvtøkan, sum er í
bygninginum,
famvegis
verður standandi.
Føroya Sparikassi tódnar
Ferðavinnan roynir nýggjar marknaðir
Føroysku luttakaranir á ferðavinnustevnuni »Mid Atlantic Seminar and Workshop«, sum varð hildin í Reykjavík í døgunum
fimta til sjeynda februar
Rúni Olsen steingir Føroya Sparikassa í
Sandavági fyri seinastu ferð
Mynd: Edvard Joensen
Sunnukvøldið kom
ein fráboðan til
Sløkkiliðið í Klaksvík,
at eldur var í einum
sethúsum við Kjalar-
vegin
LØGREGLUTÍÐINDI
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík: Um áttatíðina
sunnukvøldið fekk Sløkki-
liðið eina fráboðan um
eldsbruna í einum sethús-
um.
Talan var tó ikki um stór-
an eld, men nógvur royk-
skaði var í húsunum. Eitt
kamar og ein køkur í kjall-
arahæddini fingu nakað av
skaða av eldi eisini.
Ongin býr í húsinum til
dagligt, men eigarin plagar
at vera har av og á.
Løgreglan veit ikki at
siga, hvør orsøkin er til, at
eldurin kyknaði. Kanningar
benda á, at hann kyknaði
inni í einum kamari í kjall-
aranum, men orsøkin er
sum sagt ikki staðfest.
Ánarin hevur onkuntíð
verið aftur í húsinum og
kikað, men tað staðfesti
kanningar hjá løgregluni, at
tað kann ikki vera orsøkin
til eldsbrunan sunnukvøld-
ið.
– Tað letur til, at hetta
verður verandi ein gáta, vit
gera so ikki meira við tað.
Skaðin var avmarkaður, so
ikki verður gjørt meira,
sigur vakthavandi á løg-
reglustøðini í Klaksvík.
Tað var ein ungur drong-
ur, sum stóð og hugdi út í
vindeyganum í húsinum
niðan fyri, sum varnaðist
eldin. Hann bar skjótt at og
boðaði
einum
øðrum
granna frá. Hesin fór niðan
í húsini við eldsløkkjara,
men tá hann lat kjallara-
hurðina upp, var ikki hugs-
ingur um hjá honum at fara
inn.
Sløkkiliðið var tá boð-
sent, og tað gekk ikki long
tíð, so var eldurin sløktur.
Annars sigur løgreglan í
Klaksvík frá einum friðar-
ligum vikuskifti, hóast
nógv fólk var í býnum.
Onkur var tikin upp í bý-
num og inn á støðina at
sova, onkur smávegis húsa-
ófriður hevur eisini verið.
Eldsbruni í Klaksvík
Orsøkin til eldsbrunan sunnukvøldið er ikki staðfest, og vakthavandi væntar, at hon verður
verandi ein gáta
Mynd: Bárður Lydersen
Tveir hundar doyðu
av roykeitran av
einum eldsbruna í
einum sethúsum í
Havn leygarmorg-
unin
LØGREGLUTÍÐINDI
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Leygarmorgunin um átta
tíðina fekk løgreglan í
Havn eina fráboðan um
eldsbruna í einum set-
húsum í vesturbýnum.
Talan var um eina
grýtu við kjøtsúpan í,
sum var kókað turr á
komfýrinum. Ongin opin
eldur var, men nógvur
roykur.
Fólkini lógu og svóvu í
húsinum, men tey sluppu
út í øllum góðum. Verri
gekk hjá tveimum hund-
um, sum ikki doyðu av
roykeitran.
Løgreglan heldur, at
eldurin kann hava kykn-
að av, at hundarnir, sum
vóru í køkinum um nátt-
ina, hava roynt at komið
sær upp á borðið eftir
kjøti. Í royndum teirra
kunnu teir so vera komn-
ir undir knøttarnar til
plátuna, og so er grýtan
kókað turr. Og hundarnir
doyðu so av roykeitran.
Húsini fingu nakað av
roykskaða.
Hundar
brendu inni
Fríggjadagin um
hálvgum tvey tíðina
hendi eitt lítið
ferðsluóhapp við
Landssjúkrahúsið
LØGREGLUTÍÐINDI
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Ein bilur steðgaði við vestara
gonguteig
við
Lands-
sjúkrahúsið fríggjadagin.
Bilurin bleiv árendur av
einari knallert. Um tað var
tí, at tað var fríggjadagur
tann 13, og klokkan var
13.21, tað er ikki gott at
vita.
Førarin á knallertini gav
sær ikki far um, at bilurin
stóð stillur, so hann rendi
beint í reyvina á bilinum.
Knallertførarin fekk smá-
vegis snuddir av óhapp-
inum, men kundi ganga
sjálvur á skaðastovuna.
Vakthavandi sigur, at ill-
gruni er um, at knallertin
hevði ov nógva ferð, og
løgreglan kannar nú, um
knallertin er lóglig.
Knallert rendi á bil
Ein knallert rendi í reyvina á einum bili, sum stóð stillur við vestara gonguteigin við
Landssjúkrahúsið fríggjadagin
Mynd: Jens K. Vang
Fleiri innbrot hava
verið í Havn um
vikuskiftið. Onki er
stolið, men alt týðir
uppá, at brots-
menninir hava leit-
að eftir onkrum
LØGREGLUTÍÐINDI
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Løgreglan í Havn hevur
fingið fleiri fráboðanir
um innbrot ymsastaðni í
býnum um vikuskiftið.
Sunnudagin komu fýra
fráboðanir. Ein kom frá
kommunuskúlanum, har
onkur hevði verið og
roynt at brotið inn í tað,
sum verður kallað fru
Chorhúsið.
Ein rútur var brotin í
kjallaranum og ein hurð
var eisini brotin upp. Síð-
ani hava brotsmenninir
roynt at sloppið sær upp
á fyrstu hædd, men tað
var so ikki eydnast teim-
um. Onki varð stolið ella
oyðilagt har.
– Í hasum førinum er
so talan um eina inn-
brotsroynd, sigur Berg-
leif Brimvík, leiðari fyri
Kriminalpolitinum.
Ein onnur fráboðan um
innbrot kom eisini frá
einum lærara á Santa
Frans skúlanum. Har var
somuleiðis ein hurð brot-
in upp, og onkur hevði
verið runt á skúlanum.
Hurðar vóru sparkaðar
inn til fleiri høli, og rótað
hevði verið í hølunum.
– Her var heldur onki
tekin um, at nakað var
stolið, men rótaríið kann
týða á, at tað varð leitað
eftir
onkrum,
heldur
Bergleif Brimvík.
Í Santa Josef barna-
garðinum hevur eisini
verið innbrot í vikuskift-
inum. Høvuðsdyrnar vóru
sparkaðar inn og somu-
leiðis hurðarnar inn til
verkstaðin og ítrivshølið.
Men heldur onki var stol-
ið har.
Hetta kann vera eitt
tekin um eina rundferð,
har onki var stolið, men
herverk varð framt.
Ein fráboðan kom um
nátturðatíð sunnukvøldið
um ein tasku, sum var
stolin á Platform. Men
taskan varð funnin aftur
seinni á einum mann-
fólkawc-ið. Onki varð
tikið úr henni.
Mánamorgunin
um
sekstíðina fekk løgreglan
fráboðan um, at ein mað-
ur var í ferð við at bróta
inn á Manhattan. Løg-
reglan fór at staðið og tók
mannin, sum nú situr í
varðhaldi. Hann skuldi
avhoyrast, so skjótt hetta
var møguligt.
Fleiri innbrot
í Havn
C
M
Y
K
5
4