Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-17, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. februar 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 32 - 17. februar 2004 Nr. 32 - 17. februar 2004 7 Á gamla »planloftin- um» á Skála Skipa- smiðju, heldur Aðal- stein Magnusson til við seglvirki sínum, Norðsegl. Tað eru einans tríggir útbúnir seglmakarar í Føroy- um SEGLVIRKI Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo Hevur tú ein bonk, ið treingir til nýtt betrekk, ella hevur tú brúk fyri eini hoppiboyu, so er bara at ringja til Aðalstein Magnusson. Á »planloftinum« á Skála Skipasmiðju, heldur hann til við seglmakara- virki sínum, og tað er nær- um bert hugflogið, ið setir markið fyri, hvat ein segl- makari kann gera. Í løtuni ger hann eitt slag av klipsum fyri MBM. Tey skulu brúkast at heingja spjøldrini í, sum seyðurin verður merktur við. Eftir at hava arbeitt á seglhúsinum í Klaksvík í nógv ár, fór Aðalstein til Danmarkar í seglmakara- læru. Hann varð avlærdur í 2000 og hevur síðani tá arbeitt á Skála, har hann eisini tekur eina hond í á skipasmiðjuni, tá lítið er at gera á seglvirkinum. Seglvirkið á Skála Skeiðið á Húsarhalds- skúla er komið at enda á hesum sinni, og sum vanligt er, endar tað við einari stórari framsýning á skúlanum FRAMSÝNING Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Opið hús og kafé verður á Húsarhaldsskúla Føroya í dag, týsdagin. Næmingar sýna fram allir lutir, sum tey hava gjørt hetta seinasta góða hálva árið, og tað plagar at vera ein avbera spennandi og fjølbroytt framsýning. Næmingarnir hava fingið undirvísing í nógvum handaligum læru- greinum umframt matgerð og reingerð. Undirvíst hev- ur verið í hondarbeiðslæru- greinunum, binding, hekl- ing, tilskering, seyming, silkimáling, brodering, før- oysk bond og ullarbeiði. Og tey hava fingið væl burtur- úr. Saman við framsýningini bjóða næmingarnir eisini ein kaffimunn, sum siður er. Har ber til at fáa onkrar køkur afturvið, sum næm- ingarnir sjálvir hava bakað. Frá Húsarhaldsskúlanum verður sagt, at framsýning- in letur upp klokkan 16 og er opin til klokkan 21. Opið hús á Húsarhaldsskúlanum Framsýning verður á Húsarhaldsskúla Føroya týsdagin 17.02. frá klokkan 16 til 21 Fríggjadagin 21. feb- ruar til mánadagin 23. februar verður »Net-Party« í Hand- ilsskúlanum í havn »NET-PARTY« Andreas Dalsgaard andreasbacon@hotmail.com »Net-party« er ikki nakað vit føroyingar kenna so nógv til, men tað er nakað, sum 2.HHA í Handilsskúl- anum í Havn ætlar at broyta uppá. Tey skulu á náms- ferð, og tað krevur pengar. Man kann selja lutaseðlar... men tað er eitt sindur óintersant halda tey, og eingin tímir ordiliga at selja lutaseðlar. So tey fara at hava eitt »net-party«. Tað er nokk meira áhugavert enn at ganga runt og selja lutaseðlar í hesum regnin- um. Og so fáa tey høvi at nýta tað tey hava lært í handilsskúlanum um marknaðarføring og tílíkt. Og um alt gongur sum tað skal, so fara tey tveyog- tjúgu ungfólkini til Malta síðst í mars. »Ping«, sum tiltakið verður rópt, er skipað so- leiðis, at ein einstakur per- sónur hevur egna teldu við, sum verður íbundin í eitt netverk, síðani kanst tú spæla spøl ella tílíkt ímóti øllum, sum eru íbundin til hetta netverkið. Skipað verður síðani fyri kapping- um í ymsu spølunum og vinningar verða so til vinn- ararnar. Kappast verður í vælkenda og vælumtókta Counter strike, har lið verður gjørt við fimm fólk- um, ímóti einum øðrum liði við fimm persónum, Un- real Tournament 2003, har ein spælur sjálvstøðugt ímóti øllum hinum, og síð- ani góði gamli klassikarin Star Craft, sum nokk er best umtókta strategi-spæl sum er. Spælt verður eisini bara fyri stuttleikar. Spøl kunnu vera nevnd sum til dømis, Battlefield 1942 og C&C Generals, og tað, ið ein kemur í tankar um. Aldurs- markið er sett á fjúrtan ár, tí nøkur spøl hava aldurs- mark har umleið. Tey vænta, at 150-200 fólk koma til Ping, og at aldurs- bólkurin verður heilt frá fjúrtan til umleið fimmog- tjúgu, men øll eru vælkom- in. Ping verður bert einaferð fyriskipað av 2.HHA, men Rani Nolsøe, sum er ein av fyriskiparunum, sigur, at hann ætlar at taka yvir aftaná, sum eitt meir ella minni regluligt virksemi. Tiltakið byrjar 21. febru- ar og endar 23. februar, og verður opið allatíðuna, so ein kann koma tá einum listir. Kantina verður á staðnum, so høvi verður at keypa sær okkurt leskiligt, afturvið spennandi spølun- um. Fyrireikararnir bjóða øllum at koma niðan at hava eitt »mega feitt« vikuskifti, har tú kemur at hava hugnaligar løtur sam- an við ungfólki. Høvðus- stuðul er Faroedane, og Litaval hevur eisini stuðlað við vinningum. Stórt »Net-Party« tiltak í Handilsskúlanum Aðalstein seymar síðugardinur til trailarar, sóltjøld til handilsgluggar, loðsleytarar, bjargingarbeltir og mangt annað. Eisini ber til at bíleggja handseymaðar heingikoyggjur frá Norðsegl á Skála Mynd: Maria Olsen Á gamla »planloftinum« á Skála Skipasmiðju, heldur Aðalstein Magnusson til við seglmakaravirki sínum. Tað er nærum bert hugflogið, ið setir markið fyri, hvat ein seglmakari kann gera. Eitt nú hevur Aðalstein seymað hoppiboyur, og hesar eru sterkari enn tær útlendsku, sigst Mynd: Maria Olsen Komandi fríggjakvøld verður ungdóms- diskotek á Platform UNGDÓMUR Tíðindaskriv 7. b í Tórshavnar komm- unuskúla skipar fyri ung- dómsdiskoteki á Platform komandi fríggjakvøld. Fyri at fáa rætta diskoteksum- hvørvi, hevur flokkurin við foreldrabólkinum á odda, leigað Platform. Nú hava tey ungu, sum vanlig viku- skifti ikki sleppa inn í Platform orsakað av aldurs- marki, høvi at koma á eitt rættiligt diskotek. Endamálið er at savna pening til námsferð hjá flokkinum. Farið verður á Hvítusunnu og gongur leið- in til Aberdeen. Hetta er sera mennandi fyri áhugan í enskum hjá flokkinum. Eisini skapar hetta betur samanhald í flokkinum og millum foreldrini Diskotekið byrjar kl 20 og endar kl 23. Atgongu- merki, sum fáast við dyrn- ar, kosta 60 kr. Tey vóna at síggja nógvan ungdóm, og eru øll úr elstu flokkunum í fólkaskúlunum og fram- haldsdeildini vælkomin. Stuttligt hevði eisini verið at sæð ungdóm frá bygdun- um, siga tey. Tiltakið er eitt av fleiri, flokkurin hevur skipað og fer at skipa fyri. Í desember mánaði gjørdu tey m. a. brústsukur, sum tey seldu. Eisini hava tey savnað og selt fløskur. Umframt til- tøkini hava tey sett pening inn í nøkur ár, tó er enn nakað eftir at koma á mál, og fara tey væntandi at skipa fyri eini tveimum til- tøkum afturat áðrenn farið verður, siga tey í 7. b í Tórshavnar kommunu- skúla. Í Havn ætla tey, at barnaansingartørvuri n skal verða nøktaður fyri kommunuvalið í vetur BARNAANSING Eirikur Lindenskov Í síðstu viku var enn ein dagstovnur reistur í Tórs- havnar kommunu. Býlings- húsið í Maritugøtu skal hýsa 32 barnagarðsbørnum og 12 vøggustovubørnum. Býlingshúsið er 534 bruttofermetrar. Guttesen og Staksberg P/F standa fyri byggingini av býlingshúsinum, ið skal standa klárt hálvan august. Tórshavnar kommuna hevur sett sær fyri at nøkta tørvin á barnaansingar- plássum í hesum valskeið- inum, og Býlingshúsið í Maritugøtu er ein av teimum stovnunum sum verður bygdur í ár. Eisini verða dagstovnar bygdir við Landavegin, Sundsvegin og á Løkjutúni. Býlingshúsið í Maritugøtu er reist Café’in í blómu- handlinum á Áar- vegnum hevur nú tríggjar eigarar CAFÉ Gallarí Jinx, skeinkistað og matstova, sum sein- asta summar læt upp í hølunum hjá blómu- handlinum hjá Trónd Hansen á Áarvegnum í Havn, hevur nú fingið nýggjar eigarar. Tað var Florence á Skipagøtu, sum setti á stovn Gallarí Jinx. Nú hevur hon kortini fingið tveir eigarar afturat sær, teir eru Ian Skylv Hansen og Høgni Hansen. Í november fóru tey á Jinx at savna pening til buss til búfólkið á Eirar- garði 16A. Henda inn- savning hevur givið góðar 7.000 kronur. Av Gallarí Jinx siga tey, at innsavningin held- ur fram eina tíð afturat – og vóna tey at kunna geva búfólkunum eitt gott ískoyti tið keypið av bussinum. Høgni, Ian og Florence eiga nú Jinx TINGFUNDUR Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Í morgin, mikudagin kl 13:30 verður fjórði ting- fundurin hjá nýggja løg- tinginum. Skráin er ikki av teimum drúgvu, ein- ans munnligir fyri- spurningar eru á skránni, umframt framløgu, sum altíð er síðsta punkt á skránni. Munnligir fyrispurn- ingar – sum eru fyri- spurningar, ið tingmenn kunnu seta landsstýris- monnum og løgmanni – skulu verða løgtings- skrivstovuni í hendi í seinasta lagi kl 12 dagin fyri tingfundin. Hóskvøldið skipar fornminnisfelagið fyri kvøldsetu í Bygdarhúsinum FORNMINNI Fornminnisfelagið í Leirvík Hóskvøldið 19. februar kl. 19.30 skipar Fornminnis- felagið í Leirvík fyri kvøld- setu í Bygdarhúsinum í Leirvík. Kvøldsetan verður skip- að á sama hátt sum tær undanfarnu, sum hava verið í Bygdarhúsinum. Talan verður um felagssang, kaffi og nakrir persónar fara at greiða frá ymiskum, bæði viðvíkjandi bygdini og eisini øðrum. M. a. fer landsantikvarur- in, Steffen Stummann Han- sen, at greiða frá og vísa myndir frá útgrevstrinum á Toftanesi. Kommunulækn- in, Gunnar Bjørkmann, fer at hugleiða um ymist, og Hákun Andreasen fer at greiða frá virksemi Forn- minnisfelagsins, og hvørjar ætlanir eru við Gamla skúla. Tiltakið er ókeypis, og vónar Fornminnisfelagið at fólk møta fjølment. Øll eru hjartaliga vælkomin. Munnligir fyri- spurningar á tingi Kvøldseta í Leirvík Gamli skúli í Leirvík Fríggjakvøldið fara tey ungu á Platform C M Y K 7 6