týsdagur 17. februar 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 32 - 17. februar 2004
Nr. 32 - 17. februar 2004
9
Hóast fleiri og fleiri
søgur spøkja um for-
tíðina hjá Johan Dahl
sum vinnulívsmanni,
hevur nýggi lands-
stýrismaður við fiski-
vinnumálum ongar
ætlanir um at lata seg
trýsta frá landsstýris-
sessinum. Í viðtalu
við Sosialin greiðir
nýggi landsstýris-
maðurin frá seinastu
14 døgunum, har
hansara fortíð hevur
verið endavend í fjøl-
miðlunum
TUNGUR RÓÐUR
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Tað munnu verða fáir før-
oyingar í hesum døgum,
sum ikki hava varnast
navnið Johan Dahl. Síðan
44 ára gamli vágbingurin
varð tilnevndur landsstýris-
maður við fiskivinnumál-
um fyri 14 døgum síðan,
hevur hann dagliga verið í
andglettinum í fjølmiðlun-
um.
Søgur hava leingi gingið
um illgrunasomu fortíðina
hjá Johan Dahl sum vinnu-
lívsmanni og hesar søgur
hava veruliga fingið bein at
ganga á, eftir at hann varð
tilnevndur landsstýrismað-
ur í nýggju ABC-samgong-
uni.
Føroysku fjølmiðlarnir
hava seinastu tvær vikurnar
kannað fortíðina hjá nýggja
landsstýrismannunum og
sett spurning við um ill-
grunasama fortíðin hjá
Johan Dahl ger hann skikk-
aðan til ein landsstýrissess.
Høvuðspersónurin sjálv-
ur dylir ikki fyri, at seinastu
14 dagarnar hava verið alt
annað enn ein dansur á
rósum fyri seg og sína
familju. Hóast trýstið er
stórt, slær Johan Dahl fast,
at hann hevur ongar ætlanir
at lata seg trýsta úr lands-
stýrissessinum.
Tilrættarløgd herferð
Trýstið frá fjølmiðlunum
kann valla koma óvæntað á
teg ?
Nei, tað kemur ikki óvart
á meg, at mann verður út-
settur fyri ágangi. Eg kenni
tað aftur frá mínum árum
sum vinnulívsmaður, har eg
gjørdi nøkur ting, sum vóru
væl eydnað og onnur sum
vóru minni væl eydnað.
Tað er ikki stuttligt at verða
útsettur fyri einari persón-
ligari herferð, sum eg havi
merkt seinastu 14 dagarnir.
Hetta er kortini ikki tað
ringasta, eg havi prøvað. Eg
fór á heysin í Vági og sjálvt
um mann ikki hoyrdi so
nógv til tað, so merkti
mann, at fólk illgittu aftan
fyri ryggin á einum. Sum
eg síggi tað í løtuni , so er
tað ein væl rættarløgd her-
ferð, sum er skipað í móti
mær.
Frá hvørjum?
Tað veit ikki, tað kann
verða politiskir mótstøðu-
menn ella menn sum ikki
dáma Johan Dahl.
Hugsaði tú henda støða
kundi íkoma, áðrenn tú
tókst við starvinum?
Ja tað gjørdi eg. Eg føli
kortini, at tað sum fyri-
gongur í løtuni er eitt
sindur skitið, men tað má
eg bara taka við, tí hetta er
eisini partur av politiska
spælinum. Tað er so ong-
antíð behagiligt at verða
koyrdur gjøgnum vaski-
maskinuna hjá fjølmiðlun-
um.
Familjan tað harðasta
Síðan Johan Dahl gjørdist
landsstýrismaður hava fjøl-
miðlarnir gjørt vart við
fleiri mál, har spurningur
kann setast við leiklutin hjá
nýggja landsstýrismann-
inum. Tað er millum annað
komið fram í ljósmála, at
felagið hjá Johan Dahl í
Vági, Faroe Coast, skyldar
Vágs kommunu 100.000
krónur.
Dimmalætting og Sjón-
varp Føroya hava eisini víst
á eitt bræv, har Johan Dahl
skýrir sína egnu fyrisiting
fyri at verða ódugnaliga. Av
øðrum málum, sum hava
verið frammi kunnu nevn-
ast Kollafjord Pelagic og
Nautilus, har fjølmiðlarnir
eisini hava sett spurnar-
tekin við leiklutin hjá vág-
binginum.
Tað verður tutlað nógv í
krókunum um, at onnur
mál eru á veg, sum kunnu
gerast rættiliga tyngjandi
fyri Johan Dahl.
Væntar tú, at fjølmiðl-
arnar fara at halda á við at
kanna tín persón?
Tað veit eg ikki. Tað er
ringt at siga, hvat fólk vilja
siga um mín persón og tí
má eg bara taka tað, sum
tað kemur. Eg eri ikki bang-
in fyri tí sum kemur framm,
tí eg havi einki at goyma.
Tað, sum higartil hevur
verið frammi, er ein tunn
suppa. Tað kann væl verða,
at tað heldur fram, tí eg veit
ikki, hvat fjølmiðlarnir
ætla, men eg vóni tit verða
meira seriøsur, enn tit
higartil hava verið.
Eg dugi í løtuni ikki at
síggja nakað, sum skal
hótta mína støðu sum
landsstýrismaður í fiski-
vinnumálum. Eg taki altíð
eitt mál á gangin og koma
fleiri, má eg bara viðgerða
tey so hvørt. Eg hopi bara,
at Jóannes Eidesgaard og
samgongan sær virðið í
Johan Dahl sum fiskimála-
ráðharra og standa saman
um meg.
Hvussu nógv skal til,
áðrenn tú sigur, at nú er
nóg mikið?
Eg havi smábørn, sum
duga at lesa og tað er
ómetaliga synd og pínifult
fyri tey at síggja pápa sín á
forsíðuni á bløðunum, har
hann verður svínaðaður til.
Tað er altíð keðiligt, tá tað
gongur út yvir børnini og
familjuna. Persónliga klári
eg tað nokk, tí mín pínigátt
er rímuliga høg og eg havi
eisini verið gjøgnum nógv
ting í mínum lívi. Pressan í
Føroyum hevur eisini fing-
ið ein skitnan vana at illgita
alt tað, sum eitur vinna og
vinnulívsmenn. Tú ert ein
kúllur ella ein hálvur
mafiabossur um tú vinnur
nógvan pengar. Í flestum
øðrum londum eru fólk
errin av fólkum, sum vinna
nógvar pengar. Eg haldi
ikki tað er rætt at pína fólk
bæði mentalt og verbalt,
sum eg havi kent tað sein-
astu dagarnar. Eg veit ikki,
hvat næstu dagarnar hava at
bjóða upp á, men eg ætli at
gera tað arbeiðið, sum eg
eri settur at gera sum lands-
stýrismaður, so má mann
bara taka tað súra við tí
søta. Í løtuni er tað so meira
súrt enn tað er søtt.
Anfinn Kallsberg varð
feldur fyri at siga ósatt um
sína fortíð. Ert tú bangin
fyri, at fjølmiðlarnir fanga
teg í tí sama?
Nei, tað geri eg ikki. Eg
havi higartil ikki sagt nakað
forkert, men tá tú hyggur
15 ár aftur í tíðina, kunnu
tað møguliga verða ting,
sum tú ikki minnist 100%,
men sjálvandi fari eg at
royna at siga sannleikan nú
og eisini frammeftir.
Verður ikki formaður
Eftir miseydnaða løgtings-
valið hjá Sambandsflokk-
inum 20. januar, hava fleiri
røddir verið um, at flokk-
urin hevur stóran tørv á at
bróta upp úr nýggjum og
endurnýggja seg. Dagin
eftir valið tók Lisbeth L.
Petersen avleiðingarnar av
valúrslitinum og fór frá
sum formaður í flokkinum.
Nú nógv tung tøk skulu
takast fyri at endurnýggja
Sambandsflokkin, má tað
kennast svárt, at ein av
landsstýrismonnunum hjá
flokkinum javnan verður
lagdur undir fyri ikki at
hava reint mjøl í posanum.
Er tað tyngjandi fyri
Sambandsflokkin, at Johan
Dahl verður negativt lýstur
í fjølmiðlunum?
Nei tað burdi tað ikki, tí
eg havi lagt kortini á borðið
í flokkinum. Flokkurin for-
taldi mær eisini, hvat eg
kundi vænta sum lands-
stýrismaður. Mann verður
jú útsettur og vendur á
ranguna í hesum starvinum
og eg væntaði eisini, at tað
kundi henda fyri meg. Eg
vóni bara, at tað fellur róð
aftur yvir mín persón og at
eg og Bárður (Nielsen,
blðm) fara at gera eitt gott
arbeiðið sum landsstýris-
menn
fyri
Sambands-
flokkin, sigur Johan Dahl
Sambandsflokkurin skal í
mars mánaði halda sín ár-
liga landsfund, har millum
annað nýggjur formaður í
flokkinum skal veljast.
Fleiri nøvn hava verið
nevnd sum møgulig evni til
formanssessin
Stillar Johan Dahl upp til
formanssessin í Sambands-
flokkinum?
Nei tað geri eg ikki.
Takk fyri seinast
Undir samgongusamráð-
ingum kom fram, at Fólka-
flokkurin var alt annað enn
fegin um, at Javnaðarflokk-
urin og Sambandsflokkurin
sýttu fyri at geva Anfinni
Kallsberg ein landsstýris-
sess. Grundgevingin hjá
Javnaðarflokkinum
og
Sambandsflokkinum var, at
Anfinn Kallsberg var ikki
skikkaður til ein lands-
stýrissess.
Fólkaflokkinum setti tí
spurning við, um ivasama
fortíðin hjá Johan Dahl á
Vágs Skipasmiðju ikki
eisini gjørdi hann óskikk-
aðan til ein landsstýrissess.
Tað helt Johan Dahl ikki,
tí hann varð reinsaður í 80
ára frágreiðingin og í
Skipamálunum. Eftir til-
nevningina av Johan Dahl,
hevur
Fólkaflokkurin
heldur ikki talað at valinum
hjá Sambandsflokkinum.
Hvat varð sagt um tín
persón undir samgongu-
samráðingunum?
Tað sum hendi var, at øði
kom í ávísar persónur, tá
Anfinn
Kallsberg
ikki
slapp í landsstýrið. Mín
persónliga meting er, at var
støðan við Anfinni ikki
uppi
og
vendi,
hevði
diskussiónin
um
mín
persón heldur ikki verið.
Men
tað
vóru
ávísir
persónar í einum ávísum
flokki, sum gingu við einari
grønari bók undir armin-
um(80 ára frágreiðingin,
blðm). Hana havi eg lisið,
so eg var klárur yvir, hvat
var undir uppsigling. Talan
var um eitt takk fyri seinast.
Eg trúgvi ikki tað hevði
nakað um mín persón ella
mína dygdir at gera, men
heldur var talan um taktisk
spæl undir samráðingun-
um. Í dag hava eg og teir
persónar, sum vístu á
frágreiðingina, lagt tað aft-
ur um okkum og sagt at vit
hyggja fram eftir.
Viðgjørdi
Sambands-
flokkurin tína fortíð, tá tit
valdu landsstýrismann við
fiskivinnumálum?
Vit tosaðu leingi og væl
um tingini. Millum annað
varð náttin, tá vit brustu
saman við Fólkaflokkin um
mín persón, umrødd. Vit
diskuteraðu eisini um aðrar
persónar, tí tað er nógv sum
vilja verða landsstýrismenn
og komu til ta støðu, at vit
atkvøddu í málinum. Tað
endaði so við, at eg fekk
fýra atkvøður, Kaj Leo tvær
og Alfred eina. Eg legði tá
alt framm, sum var um mín
persón, tí eg havi onga ætl-
an um at goyma nakað fyri
Sambandsflokkinum, tí tað
gevur púrt onga meining.
Stendur allur flokkurin
aftan fyri teg?
Eg tori ikki at siga, at all-
ur flokkurin stendur aftan
fyri meg, men eg tori at
siga, at øll tingmanningin
stendur aftan fyri meg.
Harðast fyri familjuna
Johan Dahl heldur ikki nakað er komið
fram í fjølmiðlunum um fortíð hansara,
sum kann hótta støðu hansara sum
landsstýrismaður í fiskivinnumálum
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
9
8