Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-17, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. februar 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 32 - 17. februar 2004 Nr. 32 - 17. februar 2004 11 Nú meðan svørt skíggj hóast á føroyska búskapar- himmalinum, tendrast okkurt ljósið. Fyribils avtala er gjørd millum nøkur oljufeløg og eitt borifelag um at bora tveir brunnar skamt frá føroyska markinum í summar. Hetta eru góð tíðindi, tó at man ikki skal selja skinnið, fyrr enn bjørnin er skotin. At tveir brunnar verða boraðir í okkara grannalag skal sjálvandi ikki takast sum eitt endaliga gott úrslit her og nú. Tí vit kenna ikki úrslitið fyrr enn báðir brunnarnir eru boraðir í summar. Men bara tað at virksemi verður aftur í økinum millum Føroyar og Hetland er av alstórum týdningi fyri at halda momentum – fyri at hava tingini gangandi. Teir báðir brunnarnir eru í bretskum øki, men jarðfrøði kennir ikki til politisk mørk. Eitt ella tvey fund fara sjálvandi at gagna Bretlandi, men tey fara so sanniliga eisini óbeinleiðis at ganga okkum og okkara royundum at finna olju á landgrunninum. Brunnarnir verða boraðir heilt tætt upp at markinum, í einum øki, har føroyskir myndugleikar hava í hyggju at bjóða teigar út til leiting í eini komandi útbjóðing seinni í ár. Tað áhugaverda við hesum boringum er eisini tann sann- roynd, at her er talan um eitt lutvíst nýtt og ókent øki, sum liggur rættiliga fitt frá verandi oljukeldunum Foinaven og Schiehallion bretsku megin markið og "Gullhorninum" okkara megin. Man kann siga, at her er møguliga talan um eitt nýtt leitiøki og vónandi verður tað so, at vit um eitt gott hálvt ár kunnu seta navn á tað "nýggja" umráðið sum "Gulløkið fyri norðan". Annað av boriøkjunum í summar hevur tilknýti til Cambobrunnin, sum varð boraður nakað herfyri við góðum úrsliti eftir øllum at døma. Men av tí at einki er komið út alment um brunnin, verða tað so bara gitingar. Tað ljóðar tó, at talan er um eitt fund. Nú skal tað so møguliga bara staðfestast, hvussu stórt tað er. Hin brunnurin skal borast á 61 stigum og skilst millum oljufólk, at tað, sum farið verður eftir í undirgrundini, sær sera áhugavert út. Talan er í hvussu er um annað slag av "play" tvs. boristað enn tað, sum farið er eftir í "Gull- horninum" fyri sunnan seinastu árini. Talan er so eisini um øki, har nógv hevur verið gitt um møguleikar fyri at gera stór gassfund. Eitt slíkt hevði so eisini skundað undir eina útbygging av gassframleiðslu á Atlantsmótinum. Hesi seinastu góðu tíðindini um nýggjar oljuboringar á Atlantsmótinum koma helst sera væl við hjá okkara oljumyndugleikum, sum enn ikki hava fingið "heilt fast undir fótum", hvat framtíðar bygnaðinum viðvíkur. Vón- andi kunnu hesi tíðindini vera medvirkandi til at geva teimum bjartskygni og trúgv uppá framtíðina, sum kanska hava lyndi til at raðfesta oljuleitingina við Føroyar minni, nú eftir naggatódnina, sum hevur verið og er. Sjálvandi eiga vit at vera realistisk, tí tað at tveir brunnar skulu borast, merkir ikki automatiskt, at tú hevur funnið olju og gass. Men tað merkir kortini, at gongd er í og at olju- feløgini hava tiltrúgv til, at møguleikar eru at finna kol- vetni. At hetta so fellur saman við eini nýggjari útbjóðing hjá okkum og at tað snýr seg um júst øki, sum liggja uppat okkara komandi útbjóðing, kundi ikki verið meira heppið. So møguliga liggur framtíðar oljuleitingin á land- grunninum nú í hondunum á teimum feløgum, sum fara at bora í summar, og tann sannroynd, at talan er um feløg, sum eru og fara at vera virkin á landgrunninum er enn eitt gott tekin. Ein møguligur glotti í tí annars myrku tíð, sum vísir seg fyri partar av vinnuni. DAGSINS MEINING Sosialurin Góð tíðindi VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Anna Rúna Jakobsen So hendi tað aftur. Enn einaferð kravdi ferðslan eitt mannalív. Ein av okkara ungu í besta blóma hevur latið lív. Vit standa eftir spyrjandi og hava valla fatað tað, ið er hent. Vit hava hoyrt tíðindini og sæð myndir, men tað merkir ikki, at vit hava fatað, hvussu stóra sorg ein slík vanlukka hevur við sær. Stutt eftir, at eg hevði hoyrt deyðsboðini, segði onkur, at myndin av bilin- um var at síggja á heima- síðu á alnótini. Hevði ilt við at trúgva tí, men mátti tíverri ásanna, at so var. Seinni um dagin var sama mynd nýtt til forsíðu í Sosialinum. Og so er tað, at eg spyrji meg sjálva. Er hetta rætt at gera? Hvar gongur markið? Hvar er etiska markið? Hvør eigur rættin til hesar myndirnar? Hvat við teimum avvarð- andi? Skulu tey kunna koma í ta støðu, at fjølmiðl- arnir bera teimum deyðs- boðini? Hvat verður tað næsta? Fara vit at síggja illa skadd fólk avmyndað á alnótini? Á middegi dagin eftir hevði Útvarp Føroya stór- tíðindi at bera. Tíðinda- maðurin var so spentur, at her hoyrdist rættiliga, at hann helt seg hava eina stóra týdningarmikla fløkju at greiða. Og so fingu vit frásøgnina um Alarmsen- tralin og spurningar vóru settir við, um røtt manna- gongd varð brúkt henda morgunin. Eg eri eg av tí áskoðan, at tað hevur týdning at seta ljóskastaran á tað, ið fer fram í samfelagnum, bæði í orðum og í myndum. Tað hevur eisini týdning at lýsa evni, ið av onkrari orsøk eru torfør at tosa um. Men hvørt til sína tíð. Eg haldi, at framferðin, ið var nýtt í sambandi við hesa van- lukkuna, var ódámlig. Eg veit, at kappingin um at vera fyrst við tíðindum, er hørð, og í hesari kapping verða myndir eisini nógv brúktar. Eg haldi tó, at í hesi kapping verður mang- an gloymt, at saman við hvørjum deyðsfalli eru liv- andi menniskju við kensl- um. Nógv hevur verið tosað um trupulleikarnar við samskiftinum við Alarm- sentralin, men eg haldi ikki, at Útvarp Føroya er rætta staðið at viðgera slík álvarsmál dagin eftir, at eitt menniskja er deytt. Sjálvandi skal hetta mál- ið við Alarmsentralinum takst upp og greiðast. Frá mær fer ein innilig áheitan um at fáa hetta í rættlag, so vit sleppa undan at hoyra tílík tíðindi sum hesi, ið bert gera ilt verri. Fjølmiðlar og ferðsluvanlukkur Sólvit Simonsen So vóru vit aftur ein dansi- túr í Sumba. Síðan 1973 hava vit verið dansitúrar í Sumba og tað er tað heilt sjáldsama, at man kann siga um túrarnar, at hvør hevur verið betri enn annar. Tú merkir ein sovorðnan hjartaligan blíðskap, sum bara ikki kann skrivast á pappírið. Vit høvdu sera góða tíð at fyrireika okkum, so einar tólv dagar áðrenn vit fóru bleiv ringt til Strandferðsl- una og spurt, um túrurin hjá Teistanum kl. 19.15 kundi flytast til kl. 20.00 sunnu- kvøld. Ja, fyrst bleiv spurt um- borð á Teistanum og vinar- ligir sum teir altíð eru, svaraðu teir, at tað var onki í vegin fyri frá teirra síðu, og teir vóru við fyri at gera sum best fyri fólkið í Sandoynni. Men av skriv- stovuni hjá Strandferðsluni var svarið, at tað bleiv onki broytt, og skuldu vit koma aftur í Sandoynna, máttu vit sjálv leiga bátin til Skop - unar. Roynt bleiv við illum og góðum, men tað gjørdi alt tað sama. Svarið var liðugt og ferdugt. Hetta meti eg at vera so vánalig service av Strandferðsluni, at tað er ein óbrúkiligur munur á monnunum nú og teimum, sum vóru fyrr. Tað, sum eg veit um, hevur tað verið roynt at gera tað soleiðis fyri ferðafólkið, at tað kann verða møguligt at koma ímillum uppá ein brúkiligan máta. Av tí at vit eru noydd at fara yvir um ánna eftir vatni, altso fyrst um Skop- unarfjørð til Havnar, og so við Smyrli suðurum, kostar ein bilett av Sandi til Sum- biar 190 kr. Vit vóru 35 fólk, so vit betaltu í bilett- um aftur og fram millum 13 og 14 túsund kr. Harafturat máttu vit gjalda 4600 kr. í leigu fyri Teistan um Skop- unarfjørð. Eg royndi eisini at biðja politikarar um hjálp; men har havi eg onki svar fingið enn, tað kemur kanska til næsta val. Tað hevði verið ynskiligt, at fólkið á Strandferðsluni, sum fæst við ferðaætlanina, kundi gjørt sær tann ómak at fingið tíðirnar hjá ferjun- um at passa saman, so man kundi komið aftur t.d. úr Suðuroy sama dag. Tað kundi verið áhuga- vert at vita, hvat nýggi landsstýrismaðurin í sam- ferðslumálum heldur um umstøðurnar at gera ein mentanartúr av Sandoynni til Suðuroyar. Eg eri somuleiðis vitandi um, at B71 seinasta ár mátti gjalda 40.000 kr. í leigu at koma aftur til hús við spæl- arunum, við tað at tíðirnar úr Suðuroynni og Klaksvík ikki passaðu til tíðirnar hjá Teistanum. Ein sumbiartúrur VIÐMERKINGAR Kristin Vestergaard Nú hava vit tað síðstu tíðina dag og dagliga sæð, hvussu muran hjá summum fólk- um veruliga kemur fram í ljósmála, tá tey lukta blóð. Tað er ótrúðligt at man, og ikki ófrættakent, veruliga nýtir alla sína orku, at dríva eina persónliga og politiska hetz móti einkultpersónum, ið bert royna at gera sína borgaraskyldu, men hann er sjálvandi suðuroyingur, og tað skal hann sjálvandi hava at vita. Landsstýrsismaðurin í fiskivinnumálum er sein- asta offrið á hesi eirinda- leysu herferð, men einaferð má hetta halda uppat, og hvat botnar alt hetta í. Jú ein skipasmiðja fór á húsa- gang, sum so nógv onnur virki, ið høvdu stórar trupulleikar at klára seg ta tíðina, men hon var eitt aktiv hjá nógvum ungum sum ongar aðrar møguleik- ar høvdu í bygdini fyri at fáa eina handverkaraút- búgving, og stendur har altso framvegis og lívgar mongum húski. Av monn- um vit kunna nevna sum trúliga hava virkað alt sítt lív, eru m. a. Flemming Mikkelsen, umboð Sam- bandsflokksins í mong ár, Mikkjal hjá Juul, farbróðir Poli, Jákup í Bøkkum, eg kundi nevnt fleiri, ongin er tó gloymdur, teir liva í minninum hjá øllum vág- bingum. At persónar byggja parta- felag oman á partafelag er onki annað enn heilt vanlig praksis í Føroyum, og eitt blíva við at trátrongja um, at tað er persónurin men partafelagið, er bert ein vanligur veruleiki. Ein óheftur løgfrøðingur sigur at hetta er vanlig manna- gongd, og sum so ikki nakað at tosa um. Jú tað er rætt at ráðharrin var stjóri á einum virki, ið ikki gekk, men hann kom afturíaftur sum vinnulívsm- aður. Sum stjóri fyri einum virki í Vági, hevur hann verið við til lagt nógvar pengar í hendan partin av oynni, uttan Heygadrang og frystigoymsluna, hevði ofta verið svangligt nógva- staðni, meðan allir hinir so- kallaðu umboðini hjá okk- um suðuroyingum bara lótu standa til. Hvussu nógv arbeiðspláss hava tit skaff- að til sunnara partin av oynni, og hvussu nógv eru farin longur norður á oynna, ella heilt horvin í tykkara tíð? Og so vítt eg veit var hesin persónurin eisini viðvirkandi til at Kollafjord Pelagic ikki fór á heysin, og útlitini eru góð, um rætt verður at- borið. Um tað er nakar sum heldur, at landsstýrismenn og løgtingsumboð allir hava, ella hava havt reinar hendur, so sigur søgan nak- að annað. Hvat við Olaf Olsen og hansara mongu samanfallandi áhugamál- um, vit nevna bara eitt, meskavíddir. Hvat við Finnboga Arge, vit kunna siga biltoll, tað var hansara einasta endamál. Hvat við Tordi og pensiónini. Hvat við Sven Aage, ja tað er vist nokk bara at nevna navnið. Purkhús, sum um- sat fíggjarmál, segði í sínari tíð, aldrin fyrr áttu føroy- ingar so nógvar pengar 250 milliónir, nakrar mánaðir seinni mátti alt landsstýrið sanna, og átaka sær kollek- tiva ábyrgd, tá 3 milliardir í veðhaldsskyldum gjørdist effektivar, hvussu nógvir landsstýrismenn vóru tá beinleiðis innblandaðir, her nýta vit bert orðið, NEPOTISMA. Eg kundi hildið fram við fleiri núsitandi løgtings- monnum og teirra morali á ymiskum økjum, sum reið- arar, partaeigarar, sensorar o.m.a., teir vita alt ov væl sjálvir, hvønn eg meini við, men eg haldi, latið okkum støðga á eitt bil, áðrenn vit detta í sama básin. Mín meining er, lat mannin fáa arbeiðsfrið. At hunddálka hann uttan at kenna til allar faktiskar upplýsingar, og siga at hann er ein av hinum er blóðórætt. Øll sum byrja í einum nýggjum starvi ynskja frið at seta seg inn í sakir tey ikki kenna, tað tekur tíð. Er hann ónýti- ligur syrgir væl løgmaður fyri at hann verður útskiftur sum fleiri undan honum við meiri upp á samvitskuna hava verið fyri, og minst til orðatakið »blaka ikki við gróti, tá tú sjálvur býrt í einum glashúsi«. Malan Tyril Norðragøta Eg eri fyri ikki so langari tíð síðani flutt heim aftur á klettarnar, og tað eri eg sera glað um. Men eitt er, sum hevur gjørt meg sera bilsna, og sum beinleiðis hevur argað. Tað er, tá ið eg havi tendrað fyri Sjónvarpi Før- oya. Eg trúði satt at siga, at Sjónvarp Føroya ár 2004 var komið so mikið langt sum at vísa sínum móður- máli størri virðing, men so er ikki. Tað er nú so, at næstan hvørja ferð, eg havi sett meg niður í ein stól í stovuni og tendrað SVF, renni eg meg í eina danska rødd í onkrari danskari sending, danskari filmrøð ella donskum undirhaldi. Ella ein donsk rødd, sum talar út yvir ein t.d. enskan BBC-dokumentarfilm ella danskar tekstir til ameri- kanskar filmar, o.s.fr. o.s.fr. Føroyingar hava sín egna samleika, skemtihátt, veru- máta, sína egnu samveru, sítt „egna" land og egið mál. Onkustaðni áttu góð fólk at verið til at gjørt slíkar sendingar á føroysk- um máli og á føroyskan hátt. Hvar tey so búleikast, er ein annar spurningur. Tíverri kann eg bara staðfesta, at umleið 80 pro- sent av tí, sum sent verður í SVF, er danskt, og tá man okkurt spinnandi vera gal- ið. Tað hevði verið óhugs- andi í eitt nú Danmark at havt týskar undirtekstir ella týska talu, tá ið ein sending fer út til fólk. Hví skulu vit tá her heima í Føroyum fáa floymt eitt annað mál yvir okkum, sum ger skaða á tað mál, vit nú eiga? Tað tykist, sum hevur SVF selt sál sína til DR 1 fyri ókeypis tilfar, og tað er skomm. Eg eri sannførd um, at tað rakar tær máls- ligu og andligu røturnar hjá børnum, ungum og goml- um. Eg meti tað tí vera eina alneyðuga uppgávu hjá SVF at senda ALT tilfar á føroyskum. Sjálvandi meir tilfar hiðani úr Føroyum, men gjarna fleiri sendingar úr hinum Norðurlondunum ella fyri tann skuld send- ingar úr øllum heiminum. Men kravið má vera, at tað er á móðurmáli okkara, hvørt tað so er tosað inn ella tekstað. Annars havi eg eina stutta viðmerking til skúl- arnar eisini, at tað er ómetaliga óheppið, at teir tann dag í dag brúka dansk- ar lærubøkur til føroysk børn. Eg veit fyri vist, at á ávísum støðum í Føroyum er tað so galið, at hóast ein lærubók er umsett til før- oyskt, verður hon ikki nýtt, men tann danska ístaðin. Og at í fleiri skúlum byrja næmingar í 1. flokki at læra rokning við donskum lærubókum, og tá ið tey so fáa eitt nú enskt, so læra tey tað um-vegis danskt. Tað er einki at siga til, at tey føroysku børnini og tey ungu ikki duga at stava ella málbera seg á føroyskum, tá ið meginparturin er danskt her heima í Føroy- um. Tað átti at verið ein lóg, sum segði, at alt tilfar í SVF, Útvarpi Føroya, lýs- ingabløðum og skúlum SKAL vera á upprunafør- oyskum ella føroyskað/týtt (Einasta undantakið kundi verið, at tá ið tú skalt læra danskt, enskt ella týskt, so kunnu bøkurnar vera á upprunamálinum, sum lær- ast skal). Eg fari tí at heita á SVF, nýggja Landsstýrið, fyri- tøkur og alt Føroya fólk at hugsa um ta líkasælu sum ræður í Føroyum viðvíkj- andi málinum. Skal rótin og andin stimbrast og styrkjast, má líkasælan skúgvast burt, og kærleiki og umsorgan fyri málinum verða sett í staðin. Hettar er einasti mátin, at málslig dygd og dugni stimbrast. Eg búgvi í Føroyum, tosi føroyskt, lesi føroysk bløð. Men eg vil eisini síggja føroyskt sjónvarp, og hava, at míni børn nýta føroyskar skúlabøkur, tí eg eri før- oyingur, og vit hava valt, at føroyskt er okkara mál. Hinvegin, um vit skulla fóðrast við 80 - 90 pro- sentum av donskum tilfari, fari eg at ivast í, hvørt tað loysir seg at stríðast fyri at varðveita føroyska málið. Hví læra føroyskt, tá skúla- bøkurnar, Sjónvarps-send- ingarnar, lýsingarbløðini osfr. er danskt? Tá kundu vit eins væl avtikið málið og farið aftur til tað danska. (Ikki so frægt sum at eitt ð er á hesum knappaborði, eg skrivi hesar reglur við). Eg fari nú til seinast, at nýta høvi at ynskja nýggja mentamálaráðharranum og skilamanninum, Jógvani á Lakjuni, tillukku við nýggja sessinum. Vónandi sær hann álvaran í hesum máli og ger nakað við tað. Lat landsstýrismannin í fiskivinnumálum fáa arbeiðsfrið Skal føroyska málið avtakast? Zakarias Wang Tað er vanligt, at tað í teimum konstitutiónum (stjórnarskráum, grund- lógum), sum eru gald- andi fyri eitt samfelag, standa reglur um trúgv. Fyri okkum eru í veruleikanum tvær kon- stitutiónir. Tann fyrra er í bjørgvinarsáttmálanum frá 1450, har vit avráða at vit ikki eru eitt sjálv- støðugt ríki, men eins og Danmark eru í einum felagsskapi, sum tekur avgerðir um kríggj og frið. Har verður sagt, at vit, ið innborin eru í okkara ríki, hava ræði á øllum málum. Hin konstitutiónin er frá 1661. Har hava vit nýtt okkara fullveldi til at geva kongi alt vald til at taka avgerðir í øllum málum okkara vegna. Her verður einki sagt um trúarviðurskifti, men greitt er, at kongsins einavald eisini fevnir um hesi mál. Við hesi heimild eru nógvar reglur komnar í gildi hjá okkum. Ber tað so til, at vit fáa ræði á teimum reglum, sum galda fyri trúar- viðurskiftini? Ja, tað ger tað. Fáa vit í lag ein tjóð- fund fyri Grønland og Føroyar, so hevur hesin tjóðfundir alt tað vald, vit hava givið kongi við 1661-konstitutiónini. Tjóðfundurin hevur tí eisini ræði á teimum reglum, sum skulu vera galdandi fyri trúgv í ríki okkara. Heldur ikki er nakað til hindurs fyri, at kong- ur ella teir ráðharrar, sum útinna val hansara, siga at føroyska heima- stýrið sjálvt skal taka sær av hesum reglum uttan nakra uppílegging frá kongsins síðu. Ein konglig kunngerð um at hetta málsøkið er yvir- tikið er nóg mikið. So kunnu løgting og lands- stýri sjálvi finna út av, hvussu reglurnar skulu vera á hesum lóggávu- øki. Tá halda galdandi ásetingar fram, til aðrar eru komnar í staðin fyri. Hetta vil t.d. siga, at tær reglur, sum standa í donsku grundlógini, ið er lýst her sum ein van- lig lóg, ikki hava hægri gildi enn aðrar lógar- reglur sum vit seta í gildi, og kunnu verða avtiknar ella broyttar av føroyskum myndugleik- um, um politiskur vilji er til tess. Heðin M. Klein fyrrv. Løgtingsmaður Tað tykist ikki, sum tú rættiliga skilti tað, eg vildi við míni fyrru rættleiðing. Sum tað positiva menniskja, ið eg haldi, at flestu tjóðveldisfólk av náttúruni eru, royna vit so eina seinastu ferð, sjálvt um útlitini kanska ikki eru tey frægastu. Orsøkin til mína fyrru viðmerking var tann einfalda, at eg royndi at reisa ein prinsippiellan spurning: Tað snýr seg í roynd og veru um, at føroyskir politikarar í 2004 eiga at vera so mikið at sær komnir, at teir halda seg burtur frá tí, sum í poli- tikki og samfelagsmál- um verður nevnt, við einum upprunaliga la- tínskum heiti, at majorisera (nedstem- me, besejre eller tvinge ved stemmeflerhed; udøve »flertalsdikta- tur« - Gyldendals Frem- medordbog 1986). Ja, tá ið samanum kemur, snýr tað seg væl saktans um sjálva rætt- artrygdina í einum sam- felag. Men tað skilir tú kanska heldur ikki?? Konstitutiónir og trúarfrælsi Góði, søti Kristian Magnussen! C M Y K 11 10