týsdagur 17. februar 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 32 - 17. februar 2004
Nr. 32 - 17. februar 2004
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Í tíðarskeiðnum 13.
mai-8. desember 2003
áttu fimm av starvs-
fólkunum á Bónus á
Glyvrum hvør sítt
barn
Í handlinum eru í dag
tilsamans átta starvsfólk.
Eitt tíðarskeið í fjør vóru
sjey fólk til arbeiðis, harav
fimm vóru við barn, sigur
Fríðbjørg Ljósá, sum er
leiðari á Bónus á Glyvrum.
Bónus á Glyvrum:
Gevur bonus at arbeiða hjá Bónus
Leygardagin 14. februar fór
Hans Jacob Mellemgaard í
Klaksvík um tey sjeyti.
Hann hevur í meiri enn eina
hálva øld verið sjómaður.
Mesta partin av tíðini hevur
hann verið í langfarasigl-
ing.
Hans Jacob er svínoy-
ingur. Foreldrini vóru Ing-
rid og Henry Mellemgaard.
Ingrid var dóttur Ingu og
Símun Júst Jacobsen, og
Henry var sonur Martu og
Jacob uppi á Heygum, sum
svínoyingar nevndu hann.
Ingrid og Henry bygdu
norðuri á Geilaliði, og tey
fingu fimm dreingir. Hans
Jacob var elstur, og hinir
vóru Símun Júst, Jarvin,
Dánial og Árnmar. Símun
Júst býr í Havnini, Dánial í
Keypmannahavn og Árn-
mar á Argjum. Jarvin búði
niðri, men hann doyði í
1968 bert 30 ára gamalur.
Hans Jacob var blaðung-
ur, tá ið hann fór til skips.
Hann var eitt nú við Keld-
uni hjá Jens Klæminti Isak-
sen, sum pápin førdi. Hann
var við trolaranum Nólsoy-
ar Pálli, sum Hansemann
hjá Jens Klæminti førdi,
við Coraliu og Carlton, sum
Jógvan hjá Jóan Jakku á
Viðareiði førdi, og við
Svínoyar Bjarna, sum páp-
in, Henry Mellemgaard,
førdi. Eftir at Hans Jacob í
1953 hevði tikið skipara-
prógv, var hann ofta besti-
maður.
Í 1959 tók Hans Jacob
stýrimansprógv, eftir at
hann hevði gingið upp á
skúla í Klaksvík, og síðani
fór hann út av sigla. Í 1964
leyk hann skipsføraraprógv
í Havnini.
Hans Jacob sigldi í reið-
arínum hjá J. Lauritzen.
Har var hann leingi, og
reiðaríið
legði
støðugt
størri ábyrgd á hann. Í 1967
gjørdist hann yvirstýrimað-
ur, og tá ið hann fall fyri
aldursmarkinum hjá Laur-
itzen og mynstraði av fyri
tíggju árum síðani, hevði
hann í mong ár verið
kapteynur og siglt á mest
sum øllum rutunum hjá
reiðarínum.
Hans Jacob er ættkærur
og trúfastur, og hann er
áhugaverdur at koma í prát
við. Hann hevur upplivað
so nógv tey mongu árini,
hann sigldi á heimshøv-
unum.
Í 1956 giftist Hans Jacob
við Herborg, og tey hava øll
árini búð á Biskupsstøð.
Foreldrini hjá henni vóru
Mattea og Kristian Hansen
ella Lamba Kristian, sum
hann varð nevndur í Klaks-
vík. Kristian var ættaður av
Kinn í Lamba, og Mattea
var úr Uttarstovu í Mikla-
dali.
Herborg og Hans Jacob
eiga seks børn: Kristian
Martin, Henry, Eyðfinn,
Rúni, Ingrid og Maibritt.
Kristian Martin, Henry,
Eyðfinn og Maibritt búgva
í Klaksvík, Rúni býr í
Havnini, og Ingrid býr í
Keypmannahavn.
Tey fyrru árini, tá ið
Hans Jacob var í langfara-
sigling, vóru túrarnir langir.
Hann var fleiri ferðir burt-
uri í meiri enn eitt ár. Tað
hevði við sær, at hann eisini
var fleiri mánaðir heima,
hóast feriutíðin tey fyrru
árini ikki var so long, sum
arbeiðstíðin var. Hugurin til
sjógvin kom eisini til
sjóndar, tá ið hann var
heima. Hann hevði ikki
leingi havt fast undir fótum,
tá ið hann fór at flot við
verfaðirinum og svágrin-
um, og tað kom meiri enn
so fyri, at hann í styttri
skiftum róði út, eitt nú við
Hvíthamri.
Hóast tað eru tíggju ár
síðani, at Hans Jacob varð
pensioneraður, so hevur
hann ikki ligið á løtu síð-
uni. Hann hevur at kalla
alla tíðina hoyrt til útróðr-
arbátin Havsbrún, og hann
er framvegis á Stongunum
og egnir.
Miðskeiðis í sjeyti árun-
um keyptu gøtumenn sam-
an við eitt nú fleiri klaks-
víkingum rækjubátin Kris-
tinu Logos. Hans Jacob var
millum ánararnar. Tá hevði
hann eitt skifti farloyvi frá
Lauritzen, og sum stýri-
maður og skipari á Kristinu
Logos kundi hann stað-
festa, hvussu stórur fram-
burðurin hevði verið í før-
oyska
flotanum,
síðani
hann sum júst fyltur fjúrtan
fyrstu ferð fór til skips við
Kelduni.
Bónus mammur við børnum:
f.v. Mariann Rasmussen við
soninum Dávid R.
Rasmussen, f. 13. mai 2003,
Kristina N. Hansen við
soninum Filip N. Hansen, f.
14. juli 2003, Eyðbritt
Petersen við soninum Sverra
Danielsen, f. 31. august
2003, Jannie Olsen við
dóttrini Randi D. Olsen, f.
20. november 2003, og
Andrea Johansen við
soninum Martin Johansen, f.
8. desember 2003
Mynd: Jens Kristian Vang
Hans Jacob Mellemgaard 70 ár
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Hesar 18 hava lokið út-
búgving sum demenssam-
skiparar og fingu tann 11.
februar 2004 prógv handað
á Hotel Vágum
Ovast frá vinstru: Krist-
bjørg Toftegaard, Jónvør
Christiansen,
Margaret
Johannesen, Kirstin Jensen,
Kristbjørg Petersen, Halldis
Joensen, Arnleyg í Hjøllum
Hentze, Majbrith H. Reyn-
skor, Ester Husgaard, Jo-
hanna I. Olsen.
Niðara rað frá vinstru:
Poula Sørensen, Unna Næs
Petersen, Heidi Hansen,
Erna Háberg, Elin Enni,
Súsanna
Lenvig,
Erna
Olsen, Haldis Jensen
Mynd: Jens Kristian Vang
Í
november
2003
tók
Gretha Petersen, sjúkra-
røktarfrøðingur í Klaksvík,
prógv sum cand. merc. í
fíggjarstýring. Kandidatrit-
gerð hennara snúði seg um
organisasjónsfatan
og
leiðsluáskoðan viðvíkjandi
HS, tað er høvuðsstaðar
sjúkrahúsfelagsskapurin í
Danmark.
Gretha er 45 ára gomul
og starvast í løtuni á Klaks-
víkar Sjúkrahúsi. Hon er
fødd og uppvaksin í Klaks-
vík, dóttir Almu og Mikkjal
Lenus Petersen. Eftir lokn-
an realskúla arbeiddi hon á
flakavirki eina tíð, og í
1978 tók hon prógv á HF í
Klaksvík. Eitt skifti var hon
gongsgenta á Klaksvíkar
Sjúkrahúsi, og í 1978 tók
hon handelsmedhjælper-
eksamen.
Í 1981 fór hon niður á
Københavns Amts Syge-
plejeskole i Glostrup at lesa
til sjúkrasystir og varð hon
útlærd í 1984, og í 1989 tók
hon
Sygeplejefaglig
Diplomeksamen við ser-
grein í leiðslu. Í 1996 tók
hon prógv sum civil-
okonom við Handilshá-
skúlan í Keypmannahavn.
Meðan Gretha hevur lisið
á HHK, hevur hon starvast
sum sjúkrasystir á hjarta-
deplinum á Ríkissjúkra-
húsinum.
Gretha Petersen cand. merc.
Prógv sum dementsamskiparar
Dagurin
17. februar. Finandus, deyður ár 603. Írskur abbati í
kleystrinum Cloneenagh í Írlandi.
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at kæri maður
mín, pápi, verfaðir, abbi og langabbi okkara
Poul Wang
(Pól í Soylgørðum)
fyrrverandi bóndi í Kaldbak og Hoyvík,
doyði leygardagin tann 14. februar, 95 ára gamal.
Jarðarferðin verður týsdagin tann 17. februar
kl. 14.00 úr Vesturkirkjuni.
Elsebeth Christina
Eyðun, Zakarias, Sølvá, Hanus og Mourits
Tey, sum vilja minnast Pól í Soylgørðum, kunnu geva
Kaldbaks kirkju eina gávu.
Leygarkvøldið 14.
februar var skipað
fyri sangløtu á
kafeteria á Vága
Floghavn. Á skránni
var felagssangur,
kvartettsangur,
filmbrot, dramaleikur
og tala. Yngra
kvartettin í Betesda í
Klaksvík og
samkoman Kedron í
Sørvági skipaðu fyri
løtuni
Tá friður hevði lagt seg yvir
Vága Floghavn leygar-
kvøldið, møttu úti við 300
fólk til eina sangløtu, sum
byrjaði kl. 21.00.
Yngra kvartettin í Betes-
da í Klaksvík hevur tikið
fólk við storm, tá tað snýr
seg um góðan andaliga
sang. Í Ítróttarhøllini í
Klaksvík savnaðu teir um-
leið 800 fólk. Eisini hava
sungið í Mentanarhúsinum
í Fuglafirði og í Ebenezer í
Havn.
Nú teir vóru á Vága
Floghavn, møttu úti við 300
fólk. Talan var um eitt
hugnakvøld við nógvum
felagssangi, kvartettin sang
fleiri sangir og ein drama-
leikur bleiv sýndur fram.
Eisini var filmbrot úr
nýggja Jesus-filminum og
tala. Teir sum manna kvart-
ettina eru: Torkil Mørkøre,
Petur Vitalis, Jóhan Páll
Joensen og Jógvan Høj. Við
sær høvdu teir eisini gittar-
og trummuspælarar.
Sangløta á Vága Floghavn
Teir sum manna kvartettina
eru: f.v. Torkil Mørkøre,
Petur Vitalis, Jóhan Páll
Joensen og Jógvan Høj
Mynd: Magnus Gunnarsson
Dramaleikur á Kafeteria á Flogvøllinum
Mynd: Magnus Gunnarsson
C
M
Y
K
13
12