Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-17, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. februar 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 32 - 17. februar 2004 15 14 Nr. 32 - 17. februar 2004 – Enn hava vit ikki avgjørt, hvat vit fara at brúka bygningin til, men møguleikar- nir eru fleiri, sigur Sigurd Simonsen, býráðsformaður í Fuglafjarðar komm- unu KAMBSDALUR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í samband við, at Havnar Timburhandil byggir nýggjan timburhandil á Kambsdali, hevur Fugla- fjarða kommuna yvirtikið verandi timburhandil, sum havnamenn eiga á Kambsdali. Bygningurin er fyrrverandi Snikkara- virkið, sum Havnar Timb- urhandil í sínari tíð keypti. Í fyrstani helt snikkaravirksemi fram, men skjótt varð lagt á annan bógv, soleiðis at hetta gjørdist ein timbur- handil við sølubúð. Virksemið hjá Havnar Timburhandli á Kambs- dali fer at halda fram í gamla bygninginum, til nýggi timburhandilin stendur liðugur og verður tikin í nýtslu. Síðan Fuglafjarðar kommuna yvirtók bygn- ingin, hevur Havnar Timburhandil leigað høl- ini frá kommununi. Hvat hendir við snikk- aravirkinum á Kambsdali, tá ið timburhandilin flytir út, er ikki endaliga avgjørt enn. Meginbókasavn Sigurd Simonsen, bygda- ráðsformaður í Fugla- fjarðar kommunu, sigur, at kommunan enn ikki hevur gjørt av, hvat bygn- ingurin skal nýtast til, men møguleikarnir og tankarnir um nýtslu eru fleiri. – Hetta er ein góður og sterkur bygningur, sum er 850 fermetrar stórur, so greitt er, at hann verður ikki tikin niður. Sigurd sigur, at eitt nú hevur verið frammi at nýta bygningin til megin- bókasavn sambært lógini um bókasøvn. – Hetta var aktuelt, tá ið Annlis sat í landsstýrinum við mentamálum. Vit høvdu positivar fundir við hana, og málið var komið rættiliga langt. Tá ið hon fór frá sum landsstýris- maður, kom stígur í. Sigurd sigur, at í Suður- oy er eitt slíkt meginbóka- savn, sum er knýtt at mið- námsskúlanum. Hann sigur, at sambært lógini, skulu tvey slík bókasøvn verða í Eystur- oy, og tí hevði tað verið náttúrligt, at annað av hesum lá uppat skúlaum- hvørvinum á Kambsdali. Í lógini um bókasøvn, er talan um fólkabóka- søvn, skúlabókasøvn og meginbókasøvn. Sigurd sigur, at eitt meginbókasavn verður høvuðsbókasavn fyri øll hini bókasøvnini í øki- num. – Vit hava nú biðið um fund við Jógvan á Lakj- uni, sum í dag er menta- málaráðharri, og vit vóna, at gongd fer at koma á aftur málið, sigur hann. Skúlaheim Býráðsformaður í Fugla- fjarðar kommunu sigur, at annað, sum hevur verið uppá tal við snikkaravirk- inum á Kambsdali, er, at umbyggja bygningin til skúlaheim – ella heim til gomul. Hann vísir á, at ein kanning, sum er gjørd millum næmingarnar á Kambsdali, vísir, at ein triðingur av næmingunum kundu hugsað sær at búð uppat skúlanum. Sigurd sigur, at Fugla- fjarðar kommuna í fyrstu syfti kundi hugsað sær eitt næmingaheim á Kambs- dali til einar 40 næmingar. – Vit hava havt ein sak- førara at kanna, hvør skal eiga ein slíkan bygning, og niðurstøðan er, at bæði skúlarnir og kommunan eiga at standa aftanfyri eitt slíkt átak, sigur bý- ráðsformaður í Fugla- fjarðar kommunu, Sigurd Simonsen. Sum skilst, fer komm- unan undir øllum umstøð- um at arbeiða við einum skúlaheimi á Kambsdali, og er henda ætlan ikki treytað av, at snikkara- virkið verður tøkt til endamálið. Fleiri møguleikar á Kambsdali Hugsandi er, at snikkaravirkið á Kambsdali antin verður meginbókasavn, skúlaheim ella heim til gomul Mynd: Vilmund Jacobsen Seinasta fríggjadag var samkoma á KJ- Hydraulik á Kambs- dali í samband við, at fyritøkan, sum fyrsti maskinverkstaður í Føroyum, er vorðin góðkend eftir altjóða ISO9001 góðskuskip- anarkrøvum. Tær deildir í fyritøkuni, sum í fyrstu atløgu eru góðkendar, eru sølu- og innkeyps- deildin, marknaðar- deildin og eykaluta- goymslan ISO-GÓÐKENNING Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo KJ-Hydraulik hevur saman við Sp/f Virkisráðgevingini lagt lunnar undir góðsku- skipanina við góðum stuðli frá oljufelagnum, Agip í Føroyum. Tað er Det Norske Veritas, sum hevur góðkent ISO-skipanina hjá fyritøkuni. Handanin av prógvinum fyri góðkenn- ingina fór fram á samkom- uni hendan fríggjadagin, og tað var Andrass Joensen, sum vegna Det Norske Veritas, handaði stjóranum hjá KJ-Hydraulik, Ólavi Asafson Olsen, viðurkenn- ingina. Út við 60 fólk starvast hjá maskinverkstaðnum, og tað var væl av fólki, sum hendan dagin – aftur við góðum køkum, kaffi og te – vóru samankomin at fylgja handanini og lýða á, hvat tey, sum hava skipað fyri hesi góðkenning, høvdu at siga. Tað var Sofus Gregersen, marknaðarleiðari, sum beyð vælkomin. Síðan hevði stjórin, Ólav- ur, orðið. Hann greiddi frá, hvat KJ-Hydraulik tekst við, og hví fyritøkan fór í holt við at fáa hesa ISO- góðkenningina. Stjórin greiddi frá felagn- um, sum Kári Johannesen, sáli, setti á stovn síðst í sjeytiárunum. – Kári byrjaði spakuliga í kjallaranum heima hjá sær sjálvum. So við og við mentist fyritøkan. Stórur bygningur varð bygdur her úti á Kambsdali – og í dag er fyritøkan leiðandi innan hydraulik á føroyska marknaðinum. Hann segði, at KJ hevur sum mál at gerast uppaftur betri á hesum øki. – Vit royna at røkka hes- um máli við regluliga at hava skeið fyri okkara ar- beiðsfólki, bæði her á virk- inum og uttanlands. Fram- leiðslan fer altíð fram í tøtt- um samstarvi við viðskifta- fólkini, soleiðis at hesi fáa júst ta loysn, tey vilja hava. Framleiðslan fevnir í høvuðsheitum um spøl og hydrauliksyllindarar til ym- iskt virksemi. Vit installera og servisera alt – heilt frá hydraulistum spælskipan- um umborð á stórum trolar- um til smá el-spøl á báta- dráttum. Vit montera kranar og skiftilastir á bilar og servisera stórar og smáar entreprenørmaskinur. Ólavur segði, at fyritøkan leggur størsta dentin á hydrauliskar uppgávur í Føroyum, men arbeitt verð- ur eisini uttanlands. – Føroyski marknaðurin er ikki so stórur, at vit bert kunnu arbeiða við honum. Kortini raðfesta vit føroy- ska marknaðin fremst í søkjanini eftir arbeiðsupp- gávum. Hann segði, at KJ eisini tekur sær av maskintekn- iskum uppgávum, vanlig- um smiðjuarbeiði og tílík- um. – Vit eru út við 60 fólk í arbeiði, og tí skal nógv til at »metta« okkum. Ólavur vísti á, at eftir samanleggingina við Hydro Tech á Eiði, sum nú er latið aftur, virkar KJ eisini sum ein heildarveitari til ali-og smoltvinnuna. – Her hava vit saman við øðrum bygt upp eina lítla smiðju í Rumeniu, ið virkar sum undirveitari hjá okkum av alibesløgum, bátabrúgv- um og øðrum. Hann ásannaði, at ali- vinnan hevur stórar trupul- leikar í løtuni, men við tað, at fyritøkan eisini er veitari í eitt nú Skotlandi og Ís- landi, er alivinnan framveg- is ein rímiligur partur av virkseminum. ISO-góðkenning – At vit vuksu okkum so stórar og bygdu upp eina sterka søludeild, gjørdi, at vit rættiliga tíðliga fóru at hugsa um at fáa eina góð- skuskipan. Endamálið var bæði at lætta um arbeiði hjá okkum og fyri at tryggja viðskiftafólki eina so góða tænastu sum gjørligt. Olju- vinnan var byrjað at spøkja, og vit hoyrdu ferð eftir ferð, at skuldu vit verða við har, var góðskuskipanin eitt krav. Hann vísti á, at tá ið fyrstu boriloyvini vórðu latin oljufeløgunum, skuldu hesi feløg binda seg til at stuðla ymiskum verkætlan- um og øðrum her í Føroy- um. – Okkurt felag avgjørdi at lata pening til Fróðskap- arsetrið, okkurt avgjørdi at stuðla føroyskari mentan, og Agip avgjørdi at stuðla føroyskari vinnu – serliga við atliti til førleikan at ar- beiða í oljuvinnuni. Ólavur segði, at Agip valdi KJ-Hydraulik sum eitt av virkjunum, sum olju- felagið vildi menna. – Burtur úr stuðlinum frá Agip hava vit eitt nú havt fólk á málskeiði í Aber- deen, vit hava vitjað bori- pall, og Agip hevur syrgt fyri, at vit fingu samband við potentiellar samstarvs- felagar í oljuvinnuni í Bret- landi. Eisini hava vit luttik- ið á skeiðum í eitt nú pro- jektleiðslu – og haraftrat hevur Agip stuðlað okkum í at gjøgnumføra hesa ISO- KJ-Hydraulik fingið ISO-góðkenning góðkenningina. Og stjórin helt fram: – Okkara hugskot við at fáa gongd á góðskustýring- ina, var, at vit tóku ein »strong« niður ígjøgnum fyritøkuna og sertifiseraðu hann. Hesin strongur var innkeyps-og marknaðar- deildirnar – og higar eru vit nú komnir. Hann segði, at næsta stigið hjá KJ verður at fáa teknisku deildina og fíggj- ardeildina við. Hesar báðar deildirnar eru ikki við í sertifiseringini, men ar- beiða longu nú eftir somu treytum. – Samanumtikið kann eg siga, at hetta hevur verið ein spennandi tíð. Virkis- ráðgevingin hevur verið okkum ein góður ráðgevi, og longu nú síggja vit, at nýggja skipanin fer at verða okkum ein dyggur stuðul í royndum okkara at gerast eitt so væl virkandi virki sum gjørligt. At enda takkaði Ólavur sínum starvsfólkum fyri, at tey hava tikið so væl ímóti tilgongdini til ISO-góð- kenningina. Stórur fyrimunur Næstur at taka orðið var Arnstein Prestá, sum er góðskuleiðari hjá KJ- Hydraulik. – Stutt eftir, at eg byrjaði hjá KJ í november 2001, heitti stjórin, Ólavur, á meg um at gerast góðskuleiðari. Tá ið eg ikki kendi nóg mikið til, hvat góðskustýr- ing merkti, vildi eg ikki taka við hesum starvi bein- anvegin, men vildi umráða meg fyrst. Tosaði við beiggja mín, sum eg visti hevði royndir hesum við- víkjandi. Ráðini, hann gav mær, var, at eg í fyrsta lagi skuldi tryggjar mær, at leiðslan tók fult undir við at fáa góðskustýringina uppá pláss. Tá ið eg skilti, at so- leiðis var, tók eg av og gjørdist góðskuleiðari. Arnstein segði, at hann allan vegin í tilgongdini hevur havt ta kenslu, at uppbakningurin í felagnum hevur verið stórur. Hann vísti eisini á týdn- ingin av, at KJ hevur havt Virkisráðgevingina við í hesum arbeiði. – Teir hava dugað ógvu- liga væl at hjálpt okkum við hesum. Tað lættasta fyri teir hevði ivaleyst verið at latið okkum eina skrædd- araseymaða loysn. Men so- leiðis gjørdu tey ikki. Nú góðkenningin er fingin uppá pláss, dugi eg at síggja, at fingu vit ístaðin skræddaraseymaðu loysn- ina, høvdu vit ikki havt somu føling við tí, ið gjørt er til tess at náa hesum máli. Arnstein segði, at stuðul- in og ráðgevingin, sum KJ hevur fingið frá Agip, hev- ur havt stóran týdning. – Eg meti góðkenning- ina, vit fáa í dag, sum byrj- anina til at gerast uppaftur betur í tí, vit fáast við. Og Arnstein helt fram: – At gerast ISO-sertifi- seraður, sigur nakað um, hvussu vit arbeiða, nevni- liga eftir altjóða góðkend- um mannagongdum. Hetta gevur møguleikar, men hetta hevur eisini ávísar skyldur við sær. Eg rokni við, at góðkenningin kemur bæði okkum sjálvum og okkara viðskiftafólkum til góðar, segði Arnstein Prestá, góðskuleiðari. Símun Hammer, sum umboðaði Virkisráðgeving- ina og Ólavur Gregersen, sum umboðaði Agip, heils- aðu eisini KJ fyri góðkenn- ingina. Andrass Joensen segði nøkur orð, áðrenn sjálv handanin fór fram Mynd: Vilmund Jacobsen Andrass Joensen, sum umboðar Det Norske Veritas, hevur handað stjóranum hjá KJ-Hydraulik, Ólavi A. Olsen, prógvið fyri ISO-góðkenningina Mynd: Vilmund Jacobsen Umboð fyri Virkisráðgevingina, t.v. Símun Hammer, sum segði nøkur orð við handanina Mynd: Vilmund Jacobsen Arnstein Prestá, góðskuleiðari og Sofus Gregersen, marknaðarleiðari Mynd: Vilmund Jacobsen Ólavur A. Olsen og Arnstein Prestá. Aftanfyri síggjast nøkur av starvsfólkunum hjá KJ- Hydraulik Mynd: Vilmund Jacobsen C M Y K 14