Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-17, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. februar 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 32 - 17. februar 2004 Nr. 32 - 17. februar 2004 17 Daewoo Matiz Fyri P/f Trygd selja vit ein Daewoo Matiz se árg. 02 við skaða, hevur koyrt 14.000 km. Bilurin kann síggjast hjá P/F Esmar Simonsen á Kambsdali. Tlf. 444405 ella 218821 Frá Arbeiðara- felagnum »Hæddin« Ársaðalfundur verður leygardagin 28. februar kl. 15.00 í felagshølinum. Skrá sambært lógini. Er aðalfundurin ikki viðtøkuførur, verður eykaaðal- fundur hálvan tíma seinni. Nevndin 10 tons deksbátur 4 snellur, 16 svøvlalínir + bil. Er í góðum standi. Kr. 380.000,- Tlf. 441897/286897 Útbjóðing Vegna Gøtu kommunu verður arbeiðið at gera út- stykking í Syðrugøtu hervið boðið út alment. Arbeiði handlar í høvuðsheitum um at gera 200 m av vegi við tilhoyrandi tekniskum installatiónum. Útbjóðingartilfari kann bíleggjast hjá EM Ráðgev- ing innan hósdagin 19. februar móti veðhaldi kr. 5.000,- sum verður at gjalda inn á konto í Føroya Banka, konto nr. 6460 - 2002657 Lisitatiónin verður í hølunum hjá EM Ráðgeving týsdagin 16. mars 2004 kl. 16.00. Boðini verða tá latin upp, og kunnu teir bjóðandi vera hjástaddir. EM Ráðgeving Sp/F Heiðavegur 15A 1. th. · FO-600 Saltangará Tlf.: 47 77 00 · Fax: 47 77 01 t-postur: emr@kallnet.fo Erogterapeutur/ Fysioterapeutur til Hjálpartólamiðstøðina (HTM) Á HTM er eitt fyribilsstarv sum Ergoterapeutur/Fysioterapeutur leyst at seta beinanvegin. Setanartíðin verður 3 - 6 mánaðar. HTM er deild á Almannastovuni og umsitur hjálpartól, umbyggingar í heiminum og avlamisbilar til fólk, ið bera brek. Í løtuni starvast 14 fólk á HTM. Uppgávurnar hjá HTM umfata m.a. • upplýsing, ráðgeving og leiðbeining til brúkarar, almennar myndugleikar o.o. um hjálpartól og byggi- og bústaðarspurningar • útlán og endurnýtsla av hjálpartólum • viðgerð og støðutakan til umsóknir um sertillagað hjálpartól, bústaðar- broytingar og avlamisbilar. • tvørfakligt samstarv - innan- og uttanhýsis Vit sóknast eftir einum starvsfelaga sum hevur: • útbúgving sum ergoterapeutur / fysioterapeutur • royndir frá líknandi arbeiði er ein fyrimunur • góð samstarvsevnir • telduførleika á brúkarastøði Vit kunnu bjóða: • sjálvstøðugt arbeiði • flextíð • tætt samstarv við starvsfelagarnar • samskifti við viðskiftafólk • fakligt mennandi umhvørvi Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og viðkomandi yrkisfelag. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Palla Mortensen leiðara á HTM tel. 358300. Umsókn við avriti av viðkomandi skjølum og viðmerking um hvørt av starvinum søkt verður um skal sendast til Hjálpartólamiðstøðina Postboks 1049 110 Tórshavn Umsóknarfreist: 23. februar 2004 kl. 14.00. Partabræv til sølu 1 partabræv í Sp/f Niels Paula til sølu fyri hægsta boð. Tlf. 777 211 Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. P/F 2738, P/F Faroe Cold Stores, 900 Vágur. Nevnd: Farin úr nevndini: Johan Jan Albinus Dahl, Dalakrókur 15, 100 Tórshavn. Stjórn: Farin frá sum stjóri: Johan Jan Albinus Dahl, Dalakrókur 15, 100 Tórshavn. Skráseting Føroya tann 12. februar 2004 Kristin Balle _______________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. P/F 3131, P/F Frost, 100 Tórshavn. Viðtøkur broyttar: 03.06.2003 Lækkan av P/F-peningi við kr.250.000.00 til kr.500.000,00 til kurs 152, viðtikið 03.06.2003 er nú gjøgnumførd. Kapitalur: 500.000,00. Skráseting Føroya tann 12. februar 2004 Kristin Balle _______________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi smápartafelag: Skrásetingar-nr. Sp/f 3720 Navn: Sp/f AN- Maskinservice. Adressa: Gráasteinsgøta 3, 100 Tórshavn. Kommuna: Tórshavnar Kommuna Stovningardato: 01.01.2004 Viðtøkudato: 01.01.2004 Kapitalur: Kr. 115.000,00 Inngjaldingarháttur: Kr. 115.000,00 til kurs 100. Stovnarai: Allan Norðfoss, Gráasteinsgøta 3, 100 Tórshavn. Stjórn: Allan Norðfoss, Gráasteinsgøta 3, 100 Tórshavn. Tekningarreglur: Felagið verður teknað av stjóranum. Grannskoðari: Grannskoðaravirkið Hermund Jacobsen, J. Paturssonargøta 18, 100 Tórshavn. Roknskaparár: 01.01. - 31.12. Fyrsta roknskaparár: 01.01.2004 - 31.12.2004 Endamál: Endamál felagsins er søla og umvæling av maskinum og annað í hesum sambandi. Felagið er stovnað við umskipan av virki eftir umskipanarlógini. Skráseting Føroya tann 12. februar 2004 Kristin Balle _______________________ Lesið Sosialin Rættuligir rapsdagar vóru í Havn í síðstu viku. Týski verkfrøð- ingurin, Alexander Noack frá Elsbett Technologie GMBH, hevur á fundi greitt frá um rapsbilar og bygt ein annan bil hjá Erlingi Simonsen um til rapsbil RAPSBILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Hósdagin 12. februar var kunnandi fundur á gisting- arhúsinum Bládýpi í Havn um rapsolju sum alternativt brennievni til bilar og onn- ur akfør. Umleið 30 fólk møttu til fundin, har Erling Simon- sen greiddi frá sínum royndum við rapsolju, nú eitt ár er liðið síðan hansara VW Lupo bleiv bygdur um til rapsbil. Síðan greiddi týski verk- frøðingurin, Alexander No- ack, ið starvast hjá fyri- tøkuni Elsbett Technologie GmbH, frá um bilar, ið koyra við raps- ella matolju og um hvørjir bilar kunnu byggjast um, og hvussu hetta veður gjørt. Fyritøkan Elsbett Technologie GmbH bleiv stovnað í 1965, og hava teir patent upp á meira enn 400 ymiskar tekniskar loysnir sum t.d. innspræningar- skipanir til diesel- og bensin bilar og nógvar aðrar umhvørvisvinarligar loysnir. Eisini sett til at umbyggja dieselbilar til rapsbilar. Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður, var ið á fund- inum, og hann segði m.a. at nýggja landsstýrið kemur at gera nógv við orku- og umhvørvismál. Hann nevndi eisini møguleikan fyri at vit t.d. kundu havt lægri toll og avgjøld á umhvørvisvinarligum bil- um, sum gjørt verður í fleiri av grannalondum okkara. Eisini kundu royndir verið gjørdar við umhvørvis- vinarligum bussum, og meira kundi meira gjørt við við t.d. aldu- og vindorku. Bjarni segði, at Erling Simonsen hevði verið ein slóbrótari innan hetta øki. Leygardagin 14. februar tvífaldaðist talið av raps- bilum í Føroyum, tá Alex- ander Noack var liðugur við at byggja ein annan bil hjá Erlingi Simonsen - ein VW Transporter - um til rapsbil. Arbeiðið varð gjørt á Bilasøluni v. Øssur Jo- hannesen í Hoyvík. Talið á rapsbilum tvífaldað Týski verkfrøðingurin, Alexander Noack, h.m. handar her Erlingi Simonsen VW Transportaran eftir umbyggingina til rapsbil. Nú eigur Erling tveir rapsbilar Mynd: Magnus Gunnarsson Bilurin bleiv umbygdur á bilverkstaðnum á Bilasøluni v. Øssur Johannesen í Hoyvík. Á myndini: Jakku Guttesen, verkførari, og Alexander Noack, frá Elsbett Technologie GmbH Mynd: Jens Kristian Vang Fundurin á Bládýpinum var áhugaverdur, nógv fólk møttu og nógvir spurningar vórðu settir Mynd: Magnus Gunnarsson Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, segði at nýggja landsstýrið kemur at gera nógv við umhvørvismál Mynd: Magnus Gunnarsson C M Y K 17 16