Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-17, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. februar 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 32 - 17. februar 2004 Nr. 32 - 17. februar 2004 19 Nú meðan stórir partar av vinnulívin- um liggja í andaleypi kunnu tvær nýggjar boringar við markið koma at skapa nýggja optimismu fyri fram- tíðar oljuvinnu á Atlantsmóti og harvið eisini Føroyum OLJULEITING Jan Müller Norska felagið Smedvig, sum saman við Statoil eigur boriskipið West Navigator, (fyrr West Navion) hevur skrivað undir fyribils avtalu um at bora tveir brunnar skamt frá føroyska markin- um. Annar brunnurin er fyri risastóra oljufelagið Chev- ronTexaco og hin er fyri eitt samtak, har Amerada Hess er fyristøðufelag. Undir- skrivað er "Letter of in- tent", har feløgini hava bundið seg til at leiga hetta heimsins best útgjørda boriskip í 70 dagar frá fyrst í juni í ár fyri 15 mill. doll- arar. Hetta kunnu vit m.a. lesa á heimasíðuni hjá Smedvig. Tað er greitt, at hesar báðar boringarnar koma sera sera væl við hjá øllum teimum, ið vilja síggja framstig í leitingini eftir olju á Atlantsmótinum, sum Føroyar eru ein týðandi partur av. Uttan hesar báðar boringarnar hevði als eing- in boring verið á øllum Atlantsmótinum í ár. Nú fáa vit tveir brunnar, sum báðir liggja heilt tætt upp at føroyska markinum. Annar brunnurin er longur norðuri og har er tað ChevronTexa- co, sum er fyristøðufelag. Stjórin fyri leitingini hjá felagnum segði við Sosialin herfyri, at teir sóu fram til at fara undir at bora og vóru í samráðingum við eitt stórt oljufelag, sum arbeiðir á føroyaøkinum eisini. Nú er helst líkt til, at hetta felagið er farið saman við Chev- ronTexcao og OMV um at bora henda brunnin. Hin brunnurin er tann sokallaði Cambobrunnurin. Hesin var boraður fyri eini tíð síðani og vísir seg at vera eitt fund. Nú verður so ein avmarkingarbrunnur bor- aður fyri at vita, um fundið er lønandi. Tað er Amerada Hess, sum er fyristøðu- felag, men eisini feløg sum Dong eru við í brunninum umframt ChevronTexaco. Tað er greitt, at hesi báðir brunnarnir kunnu koma at hava sera stóra ávirkan á alt økið. Hóast teir verða boraðir í brestkum øki, so liggja teir beint uppat før- oyska markinum og nettup í einum øki, sum føroyingar ætla at bjóða út í 2. rundu seinni í ár. Tvs. at um úr- slitið av boringunum verð- ur positivt kann tað fáa sera stóran týdning fyri áhugan fyri 2. rundu á landgrunn- inum. Og tann sannroynd at teigarnir, sum verða bodnir út í 2. Rundu, liggja nær- hendis boringunum í summar á bretskum øki, er tí eisini av alstórum týdn- ingi fyri framtíðar leiting við Føroyar. Stjórin í Chev- ronTexaco segði við Sosial- in í januar mánað, at teirra boring í bretskum øki nær markinum kundi fáa stóran týdning fyri ætlan teirra at vera við í eini nýggjari rundu við Føroyar. Teir síggja nevniliga økini báðumegin markið sum áhugaverd og vilja gera íløgur her. Nú naggatódn hevur verið í oljuleitingini við Føroyar leingi kunnu hesi tíðindini av álvara fara at seta ljóskastaran aftur á alt økið og geva bæði oljufe- løgum og myndugleikum ta neyðugu optimismuna, sum kanska hevur manglað í eina tíð. Eitt ella tvey fund við markið í summar vilja heilt givið virka sum ein katalysator fyri alla olju- leiting á Atlantsmótinum. Fund ella ikki – so vilja upplýsingarnar frá tveim- um brunnum so tætt upp at markinum og nærhendis komandi útbjóðing á okkara landgrunni, verða sera týðandi sum referanca tvs. at vitanin frá hesum brunnum kann koma væl við, tá farið verður eftir at fyrireika okkara egnu út- bjóðing nærhendsi. Vit skulu eisini minnast til, at onnur av boringunum í summar snýr seg um at staðfesta, um eitt longu gjørt fund er lønandi. Í august ella september í ár fáa vit so at vita, hvat flaggskipið í boriflotanum, West Navigator hevur funn- ið fram til. Verður eitt lønandi oljufund staðfest so tætt við føroyska markið tá, so fer tað uttan iva av álvara at seta Atlantsmótið aftur á altjóða oljukortið. Tvær boringar við markið í summar Pílarnir á kortinum vísa, hvar teir báðir brunnarnir skulu borast í summar. Annar er í í loyvi 204/9 & 10, har feløgini Amerada Hess, ChevronTexaco, Dong og OMV raktu við olju í boring (Cambobrunnurin) nakað herfyri. Talan verður helst um ein avmarkingar- brunn ella møguliga ein nýggjan leitingarbrunn. Hin brunnurin skal borast longur norðari, beint norðan fyri 61 stig, í loyvinum 213/26& 27 West Navigator, sum skal til at bora tveir brunnar skamt frá føroyska markinum í summar Sum væntað gjørdist farna vika óstøðug á altjóða virðisbræva- marknaðunum. Ein av orsøk- unum var økta hallið á ameri- kanska handilsjavnaðnum, ið fekk stóra ávirkan. Eftir at kunngjørt var, at handilsjavna- hallið í desembur øktist úr 38,4 í 42,5 milliardir dollarar, vikn- aði dollarin aftur munandi. 100 dollarar kostaðu farna fríggja- dag 577,96 krónur og hetta er lægsta virði síðani 1996. Sam- stundis var dollarin á lægsta stigi mótvegis evruni nakrantíð. Aðra orsøk til óstøðugu vik- una átti sum væntað tjóðbanka- stjórin í USA Alan Greenspan. Greenspan var í røðu síni miku- dagin 11. januar sum heild bjartur um teirra búskap, men av tí at hann undirstrikaði tol- semið hjá bankanum viðvíkj- andi komandi rentuhækkingini, lækkaðu lánsbrævarentur og partabrøv hækkaðu. Ikki fyrr enn dagur meira neyvt kann set- ast á komandi rentuhækkingina, kann hugsast at dollarin av álv- ara fer at styrkjast aftur. Roknskapirnir kunngjørdir í farnu viku gjørdust misvísir. Inntøkurnar hjá TeliaSonera gjørdust góðar, men m.a. kunn- gerðin um einans at rinda úr 1 krónu í vinningsbýti og ætlanin um at keypa onnur virkir, fingu kursin at lækka. Hóast inntøkurnar hjá Philips gjørdust lægri enn væntað, er raksturin nú lønandi mótvegis 2001 og 2002, sum góvu hall. Philips stjórin er samstundis bjartskygdur, og hetta fekk Philips at hækka kunngerðar- dagin. Teldufyritøkan Dell kundi vísa á góðan roknskap og bjart- ar metingar, meðan roknskapur- in hjá Electrolux gjørdist eitt vónbrot. Hesa vikuna kunn- gerða m.a. Norsk Hydro, Nord- ea, Svenski Handilsbankin og Carlsberg. Roknast kann við, at hendan vikan verður friðarlig sammet við farnu viku, ið var merkt av stórhendingum. Mánadagin 16. var frídagur í USA og avmarkað er við búskaparligum kunngerð- um. Burtursæð frá roknskap- arkunngerðunum verður kunn- gerðin av prírsvøkstrinum í USA fríggjadagin millum áhugaverdastu hendingarnar. Prísvøksturin hevur serliga ávirkan á longru lánsbrøvini og um prísvøksturin verður lágur kunnu long lánsbrøv fara at standa seg væl. Dollarin á lægsta stigi Vika 8, 2004 www.kaupthing.fo Nógv er fyri framman hjá Týr. Føstulávints- konsert í Føroyum, festivalir í Týsklandi og Russlandi, og Týr hevur eisini fingið boðið sín fyrsta heimsumfevnandi license-sáttmála TÓNLEIKUR Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Bólkurin Týr hevur strevast fyri at náa út um landoddar- nar. Væl gekk í Íslandi, har bólkurin byrjaði føroyska bylgju, sum ikki heilt hevur lagt seg enn. Ein bylgja, sum fleiri føroyskir bólkar síðan hava riðið á. Men Týr strevast framvegis og tað gongur væl, frættist í tíð- indaskrivi frá umboðs- kvinnuni hjá Týr. Føstulávintskonsert í VB-húsinum Týr spælir fastalávintskon- sert í VB-húsinum 21. februar, fyriskipað av Vágs Bóltfelag. Týr spældi sein- ast í VB-húsinum í novemb- ur 2003 og hetta var tann konsertin, har áhoyrararnir best kendu tónleikin og øll sungu við. Gott er at spæla í Føroyum og eru Føroyar góður grundvøllur til at fara út í heimin. Arbeiðið hjá Týr at koma út í heim gongur støðugt framá og Týr spælir í Tysk- landi í juli og í Russlandi í september á festivalinum Karelian Faces í Petroza- vodsk, Skandinavisku festi- valinum í Moskva og eisini skipar bookingfelagið Bomba Piter fyri konsert- um í St. Pætursborg. Um- boðið hjá Týr, Sigrid J. Dalsgaard, hevur fingið heiðurin at finna 2 aðrar norðurlenskar bólkar til til- tøkini í Russlandi, tíverri fyri føroyskar tónleikarar, skulu hesir bólkar vera úr øðrum norðanlondum enn Føroyum. Góður stuðul úr Føroyum Norðurlandahúsið hevur longu kunngjørt, at tey stuðla konsertferðini hjá Týr aftur, og er hetta stór hjálp. Vit vilja takka Norð- urlandahúsinum fyri aftur at stuðla Týr. Atlantic Air- ways stuðlar Týr støðugt og eisini stuðla teir komandi føstulávintstiltakinum, hjart- ans tøkk til Atlantic Air- ways. Nógvir ummælarar og fjølmiðlafólk eru ovfarin av, at Týr hevur spælt so nógva staðni og hetta hevur verið gjørligt við góðum stuðli frá føroyskum ment- anarstovnunum og vinnu- lívinum. Heimsumfevnandi licens-avtalu Týr hevur fingið boðið license-avtalu fyri allan heimin frá eysturríkska plátufelagnum Napalm Records. License-avtalan er fyri Eric the Red við møguleika fyri trimum fløgum afturat og tá skal Napalm Records gjalda upptøkuútreiðslurnar fyri næstu fløgurnar. Napalm Records hevur gott fótafesti í metal-heiminum og kann fáa fløgurnar hjá Týr út á heimsmarknaðin. Tó er ikki avgjørt um Týr tekur av hesum boðnum frá Napalm Records, tí tað eru nøkur fíggjarlig øki, sum partar- nir ikki eru samdir um. Hetta er tann fyrsta avtalan av sínum slag, sum Týr hevur fingið í boðið og vit hava tískil eisini hug at vita, hvat onnur feløg kunnu bjóða bólkinum. Væntandi koma nógv metal-plátufeløg til festi- valirnar Headbangers Open Air og RockTown í Týsk- landi í summar og kanska spyrst okkurt burturúr har. Boð um license-avtalu til Eric the Red kemur heldur óvæntað, tí tað er ikki van- ligt at fáa bjóðað license- avtalu, tá fløgan er so nógv ummæld sum Eric the Red er (minst 50 ummælir, øll góð) og tá hon longu hevur fingið útgevarar í license- økinum. Væntandi metir Napalm Records hetta vera eina góða framtíðaríløgu. License-avtalan og kon- sertferðin 2004 er úrslit av dúgligari marknaðirføring av Týr í bløðum, á internet- inum og á útvarpsstøðum. Marknaðarføringini av Týr hevur umboðið Sigrid J. Dalsgaard staðið fyri. Áðrenn Týr fara aftur út í heim, verður føstulávints- konsert 21. februar, fyri- skipað av Vágs Bóltfelag. Vit gleða okkum at spæla suðri í Vági aftur, siga Týr í tíðindaskrivi. SLEIP Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Seinasta fríggjamorgun klokkan 06.00 kom vakt- arskipið, Brimil, á Klaks- vík við línuskipinum, Polarstjørnuni. Polarstjørnan var stødd í ein landnyrðing úr Fugl- oynni, tá ið teir hós- kvøldið í síðstu viku noyddust at biðja um sleip, tí koplingin sveik. Klokkan 21.45 hós- kvøldið stevndi Brimil á leiðina, har Polarstjørnan var, og stívliga 8 tímar seinni vóru skipini bæði á Klaksvík. Sum skilst, hevði Polarstjørnan verið rætti- liga stutt á fiskileið, tá ið teir noyddust at bróta túr- in av. Brimil sleipaði Polarstjørnuna á Klaksvík Seinasta fríggjamorgun kom Brimil á Klaksvík við línu- skipinum, Polarstjørnuni, sum hevði trupulleikar við koplingini Týr í Føroyum og á veg út í heimin C M Y K 19 18