týsdagur 17. februar 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 32 - 17. februar 2004
Nr. 32 - 17. februar 2004
21
– Tey ungu, sum eg
eri verkstaðsleiðari
hjá, brenna veruliga
fyri tónleikinum,
men tey hava alt ov
fáar møguleikar at
mennast, sigur Eivør
Pállsdóttir
UNG Í FØROYUM
Orð: Eydna Skaale
Myndir: Jens Kr. Vang
& Hallur Helmsdal
– Eg haldi, at listastevnan
fyri ung er eitt ógvuliga
gott tiltak, men tað er al-
líkavæl avmarkað, hvussu
nógv nýtt tey kunnu læra
eftir bert hálvum øðrum
degi – óansæð hvussu in-
tenst tú arbeiðir við teim-
um. Meiningin við hesi
stevnuni er tí meira at geva
teimum
ungu
nýggjan
íblástur, so tey kunnu koma
eitt fet víðari við listini, enn
at hava vanliga undirvísing,
greiðir Eivør frá.
Støðið er høgt
Tey ungu eru opin og djørv
og vilja fegin royna nakað
nýtt. Tey súgva til sín av
góðum ráðum og sam-
stundis eru tey sjálvi full í
nýggjum hugskotum. Tey
samstarva væl og eru
sanniliga ikki bangin fyri at
greiða hinum luttakarunum
frá egnum royndum.
– Tað fyrsta vit gjørdu,
var at seta okkum niður og
tosa um, hvat tey vildu og
væntaðu av Ung 2004.
Meiningarnar vóru eitt
sindur ymiskar, so tey
valdu at býta seg í tveir
bólkar og arbeiða við
tveimum projektum.
Annar bólkurin ger rock-
tónleik, meðan hin arbeiðir
meira við fólka-poptón-
leiki. Saman við Eivør
løgdu tey so eina arbeiðs-
ætlan fyri dagarnar. Har er
nógv nýtt á skránni, millum
annað smíða tey egin løg.
– Tey eru veruliga góðir
tónleikarar og støðið er
høgt, sigur Eivør.
Eg mennist eisini
Fyrstu ferð listastevnan fyri
ung var, var í 2001 og tá var
Eivør sjálv ein av luttakar-
unum.
»Eg havi altíð elskað alt,
sum hevur við list og ser-
liga tónleik at gera. Eg helt,
at listastevnan var ein góð-
ur møguleiki at læra okkurt
nýtt og fáa íblástur«, sigur
hon.
Tá var hon tilmeldað
sjónleikaraverkstaðin, og
sjálvt um sjónleikur ikki er
tað hon er kend fyri, so
man hon hava fingið okkurt
burturúr, tá hon nú, 3 ár
seinni, hevur valt at traðka
til sum leiðari av einum
verkstaði.
Hóast hennara leiklutur
hesuferð er at syrgja fyri, at
stevnuluttakararnir fáa sum
mest burturúr, sigur hon
seg eisini hava fingið væl
burturúr tímunum í verk-
staðnum sjálv.
– Eg fái eisini nógvan
nýggjan íblástur av teirra
nógvu hugskotum. Og at
læra frá sær er sera menn-
andi í sær sjálvum, sigur
sangfuglurin úr Gøtu.
Vantandi tilboð
Men hvat leggur ein verk-
staðsleiðari seg eftir at vísa
teimum ungu, tá hetta nú
ikki er vanlig undirvísing?
– Eg royni at birta teim-
um hugin at halda fram
sjálv, eftir at stevnan er lok-
in. Men tað er torført hjá
teimum at mennast, tí til-
boðini til teirra eru alt ov
fá. Tað átti at verið nógv
fleiri tilboð til tey ungu.
Fleiri møguleikar eru at
gera hetta ynski til veru-
leika, eitt nú kundi skeið-
undirvísing verið eitt til-
boð. Tað kann væl lata seg
gera. Tað ræður um at fáa
tað besta fram í teimum nú,
meðan tey eru ung. Undir-
tøkan og hugurin hjá teim-
um er í øllum førum til
staðar,
staðfestir
Eivør
Pállsdóttir at enda.
UNG Í FØROYUM
Orð: Eydna Skaale
Myndir: Jens Kr. Vang
& Hallur Helmsdal
60 ungdómar, í aldrinum 13
til 18, vóru í vikuskiftinum
savnað í Norðurlandahús-
inum, har triðja listastevn-
an fyri ung varð hildin. Har
arbeiða tey við 6 ymiskum
listagreinum í smáum verk-
smiðjum við 10 luttakarum.
At hvørji verksmiðju er
knýtt eitt yrkislistafólk,
sum skal vegleiða og leggja
lag á. – Hetta er ikki ein
listaskúli, men heldur eitt
høvi at seta fokus á tey
ungu, teirra áhuga og teirra
list. Ein møguleiki hjá
teimum at føra fram egin
listarlig hugskot og at sam-
starva við onnur ung, sum
hava sama áhuga, sigur
Rakel Helmsdal.
Tey ungu skulu sjálv
Stórur dentur verður lagdur
á, at tað eru tey ungu, ið
seta dagsskránna. Intiativið
og hugskotini skulu koma
frá teimum sjálvum. Verk-
staðsleiðarin skal so, við
sínum royndum og vitan,
geva teimum íblástur til at
broyta hugskotini til ítøki-
ligar verkætlanir, sum so
verða framførdar síðsta
dagin á stevnuni. Og sam-
bært Rakel Helmsdal er
ikki trot á hugskotum:
– Tey ungu hava eina
ótrúliga stóra skapandi
orku. Í hasum aldrinum
verða tey ofta sett í bás,
sum verandi ómøgulig og
torfør at hava við at gera,
men í veruleikanum tykist
tað, sum um teimum bara
tørvar okkurt at nýta alla
sína orku til. Tey mugu fáa
spennandi avbjóðingar og
møguleikar. Tað er sera
týdningarmikið, at vit vísa
teimum, at hóast tey ikki
eru vaksin og roynd lista-
fólk, so hava tey stóran
týdning, tá tað kemur til
listina her í landinum. Tey
mugu takast í álvara, so tey
fáa hug at mennast og halda
fram.
At stevnan verður hildin í
Norðurlandahúsinum,
at
tað er mentamálaráðharrin,
ið setir stevnuna og at tað
eru yrkisfólk, sum arbeiða
við teimum, ger, at stevnan
fær ein høgan status. Tey
ungu kenna seg tikin í álv-
ara, og hetta veksur um
ábyrgdarkensluna.
– Eg eri púra ovfarin av,
hvussu nógv evnarík lista-
fólk eru her. Og tey kýta
seg veruliga, ynskja at ger-
ast betur og tey hava eitt
ómetaligt árræði. Tey mugu
stuðlast og eggjast nú, so
listin ikki dettur niðurfyri,
men kann gerast ein náttúr-
ligur partur av teirra fram-
tíð, sigur Rakel Helmsdal.
Tørvurin sera stórur
At tørvurin á slíkum tiltøk-
um er alstórur sæst á øllum
brøgdum. Til hesa lista-
stevnuna fingu tey yvir 100
umsóknir, men pláss er
bara fyri 60 luttakarum, so
bíðilistin er langur. Tey, ið
saman
við
umsóknini
greiddu frá onkrum, sum
tey ætlaðu at framføra
fyrsta kvøldið av stevnuni,
vórðu tikin framum. Luks-
us trupulleikin hjá fyrireik-
arunum var bert tann, at tað
vóru fleiri enn 60, ið høvdu
fyrireikað eina framsýning
av onkrum slag. Hetta
gjørdi tað sera ringt hjá
teimum at velja og vraka
luttakararnar til stevnuna.
Men hóast nøkur sita eftir
sum við sviðið soð, og ikki
sluppu við, er tó ein fyri-
munur við hesi skipan:
– Tað er heilt greitt, at
støðið er hækkað síðan
fyrstu stevnuna. Tey ungu
vita nú, at tað er avmarkað
pláss og torført at koma
inn. Tí royna tey veruliga at
gera sítt besta fyri at fáa
júst teirra íkast til fram-
Bjørt listarlig framtíð
Eivør Pállsdóttir, skeiðleiðari og fyrrverandi skeiðluttakari:
Alt ov fá tilboð til ung!
– Hvøjum verkstaði hevur tú verið á?
– Eg havi verið á skriviverkstaðnum.
– Hvussu hevur tær dámt stevnuna Ung 2004?
– Mær hevur dámt sera væl. Hugnakvøldið var ordiliga
gott. Tað hevur eisini verið spennandi at læra nýggj
fólk at kenna.
– Hvat hevur tú fingið burturúr?
– Eg havi lært okkurt nýtt um skriving, tað havi eg. Og
so eri komin at kenna fleiri fólk.
– Eru tað nóg mikið av tilboðum til ung listaáhugaði?
– Nei, tað manglar. Tað burdi verið fleiri møguleikar.
Barbara Vang
13 ár úr Havn
– Hvørjum verkstaði hevur tú verið á?
– Eg havi verið á skriviverkstaðnum.
– Hvussu hevur tær dámt stevnuna Ung 2004?
– Mær hevur dámt væl. Tað hevur verið spennandi at
skriva. Vit skrivaðu leikin til sjónleikaraverkstaðin, tað
dámdi mær ordiliga væl.
– Hvat hevur tú fingið burturúr?
– Eg lærdi nógv av at skriva handan leikin. Og at arbeiða
saman við fólki, sum hava aðrar meiningar. Havi fingið
nógv burturúr.
– Eru tað nóg mikið av tilboðum til ung listaáhugaði?
– Nei, tað átti at verið meiri. Og hendan stevnan átti at vart í eina viku, ikki bert
eitt vikuskifti.
Birita í Dali
16 ár úr Havn
– Hvørjum verkstaði hevur tú verið á?
– Sjónleikaraverkstaðnum.
– Hvat hevur tær dámt stevnuna Ung 2004?
– Tað hevur verið mega stuttligt. Sera læruríkt!
– Hvat hevur tú fingið burturúr?
– Eg havi lært nógv. Vit hava roynt alt møguligt, sum eg
ikki havi roynt fyrr, t.d. fleiri mátar at upptraðka. Men
vit vóru kanska eitt sindur for nógv á holdinum, í mun
til talið av rollum í leikinum, sum skriviverkstaðurin skrivaði til okkum.
– Eru tað nóg mikið av tilboðum til ung listaáhugaði?
– Tað veit eg ikki ordiliga, tað kundi kanska verið meiri. Eg haldi í øllum førum,
at listastevnan skuldi verið longri. Arbeiðstíðin er ov stutt, tá tað bara er eitt
vikuskifti. Kanska kundi hon eisini verið fleiri ferðir um árið.
Finn Haraldsen
15 ár úr Havn
– Hvørjum verkstaði hevur tú verið á?
– Eg havi arbeitt við tónleiki.
– Hvussu hevur tær dámt stevnuna Ung 2004?
– Mær hevur dámt væl at arbeitt saman við øðrum. Og
at vit hava funnið uppá alt sjálvi, uppá so stutta tíð.
– Hvat hevur tú fingið burturúr?
– Eg havi lært nógv, t.d. at gera løg. Havi eisini roynt
okkurt, sum eg aldrin havi roynt fyrr. Eg havi upptraðk-
að við rocktónleiki og sungið á konsertini. Vanliga spæli
eg elektriska violin.
– Eru tað nóg mikið av tilboðum til ung listaáhugaði?
– Nei, tað er ikki heilt nøktandi. Ella... eg veit ikki, tað eru nokk nógv tilboð, men
kanska man bara skal taka seg saman og fara til tey.
Jákup Lützen
15 ár úr Havn
– Um hetta er okkara komandi listarliga elita, so sær ógvuliga bjart út. Hetta heldur Rakel
Helmsdal, annar av samskiparunum á listastevnuni fyri ung 2004. – Men skulu tey ungu halda
fram at mennast innan listina, er alneyðugt, at tey verða stuðlað nú, heldur hon
førðsluna fyrsta kvøldið at
ljóða so spennandi og gott
sum gjørligt. Soleiðis vóna
tey at betra um møguleikan
at verða útvald. Hetta ger,
at støðið í ár er heilt ótrú-
liga høgt. Men sum støðið
hækkar, gerst tað eisini
truplari hjá okkum at velja.
Vit royndu at vera so rætt-
vís sum gjørligt, men tað er
torført, tá plássið er so av-
markað, sigur Rakel.
Luttakararnir eru úr øll-
um Føroyum, tó eru flestir
úr Havnini. Hetta kemst av,
at tey ungu í Havn hava
bestu møguleikarnar at
menna seg listarliga. Bæði
kvøldskúlar, musikkskúlin
og dramaverkstøð runt um í
Havnini, eru við til at
hækka støðið. Hetta eru
fyrimunir, ið als ikki mugu
takast fyri givið. Onkrar
umsóknir vóru beinleiðis
neyðarróp
frá
ungum
bygdafólki, sum ikki hava
nakað at fara til í heim-
bygdini, og sum veruliga
sakna mennandi samveru
við onnur ung.
Endamálið
– Okkara fyrsta og fremsta
endamál er at geva teim
ungu, skapandi kreftunum
eitt forum, har tey kunnu
møtast, mennast og hugna
sær saman. Av tí, at tey eru
so ung, eru tey eisini ógvu-
liga frítt hugsandi. Tey hava
ikki fingið ein vanabundn-
an hugsunarhátt enn, og
teirra nógvu øðrvísi hug-
skot skulu virðismetast og
stimbrast. Vit vóna og
vænta, at hetta tiltakið
framhaldandi fer at hækka
um listarliga støðið og ikki
minst áhugan fyri listini,
sigur Rakel Helmsdal.
Roynt verður at »fanga«
møgulig komandi yrkis-
listafólk so tíðliga sum til
ber, áðrenn tey veruliga
leggja sær lívsætlaninar til
rættis. Tá tey gerast eldri
fara tey at hugsa meiri
vanabundið, og velja ofta
eina vanligari, praktiskari
lívsleið. Tey gerast kanska
bókhaldarar í staðin fyri rit-
høvundar.
Fyrireikararnir
vænta
heilt víst, at arbeiðið fer at
síggjast aftur í framtíðini.
Og teir vóna, at listastevn-
an kann vera steinurin, sum
fær ringarnar at breiða seg.
Bæði við at støðið alsamt
fer at hækka, men eisini við
at fleiri listarlig tilboð
koma til tey ungu. Áhugin
er jú ógvuliga stórur og
ynskiligt kundi verið at
fingið bøtt um karmarnar,
sum listaáhugaði ungdóm-
urin í dag arbeiðir innan-
fyri. Nógva staðni eru eingi
tilboð til tey ungu yvirhøv-
ur, og har tilboð eru, eru
sum oftast bíðilistar. Hetta
ger, at ung, evnarík lista-
fólk ofta bara nðta listina til
eitt frítíðarítriv, tá tíðin
loyvir tí.
Rakel Helmsdal er tó
bjartskygd:
– Um hesi ungu fólkini
eru tey, ið fara at mynda
listarligu framtíð Føroya,
so sær tað ógvuliga ljóst út,
sigur hon við einum smíli.
C
M
Y
K
21
20