týsdagur 17. februar 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 32 - 17. februar 2004
23
Hóast sín unga aldur
er 19 ára gamla Ingun
Midjord ein av ber-
andi kreftunum á lið-
num hjá steypavinn-
arunum av Tvøroyri.
Hon var sum vera
man ovurfegin, tá ið
vit hittu hann við
gullkrónu um hálsin í
høllini á Hálsi leygar-
dagin
FLOGBÓLTUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Hon var ein av bestu leikar-
unum á vøllinum í finaluni
leygardagin, og tey mongu
smashini hjá henni vóru við
til at tryggja aldursforset-
anum innan føroyskan ítrótt
enn eitt steyp leygardagin.
So tað var eingin at siga til,
at 19 ára gamla Ingun
Midjord var pávastolt, tá ið
vit fingu orðið á hana.
Heilt góður dagur
Vit spurdu Ingun, hvussu
tað bar til, at tær eina viku
framman undan kundu tapa
greitt fyri Drátti, og nú í
finaluni vinna sannførandi:
- Vit vóru øgiliga uppsettar
til dystin í dag, og vit vildu
prógva, at dysturin í Vág-
um herfyri var eitt mistak,
ið vit bert gera einaferð. Vit
tóku eisini dystin í Vágum
upp á band, og tað hava vit
sitið og hugt eftir í vikuni,
og út frá tí hava vit gjørt
fleiri rættingar, ið eisini
hjálptu okkum í dag, sigur
Ingun Midjord.
Somuleiðis sigur Ingun,
at eftir hennara tykki hevur
TB eisini ein breiðari hóp
enn Dráttur, og tað kemur
til sjóndar í slíkum dystum,
har nógv stendur upp á
spæl. At enda sigur gull-
vinnarin av Tvøroyri, at
sjálvur finaludagurin var
ein heilt góður dagur hjá
TB, har tær veruliga raktu
dagsformin, og hetta gevur
teimum ein ordiligan íblást-
ur av sjálvsálitið undan
seinastu
umførunum
í
landskappingini.
Ingun
sigur eisini, at Dráttur
spældi langt frá upp til sítt
allarbesta, og tí gjørdist
sigur rættuliga tryggur.
Hóast tapið fyri
tvørakvinnum í
steypafinaluni, so
sigur liðskiparin hjá
Drátti, Herborg á
Mýrini, at kappingar-
árið hjá teimum er alt
annað enn liðugt
FLOGBÓLTUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tað var ein ikki sørt vón-
brotin liðskipari hjá Drátti,
Herborg á Mýrini, ið
Sosialurin hitti beint eftir at
ÍSF-forsetin, Heðin Mort-
ensen, hevði handað heið-
ursmerkir og steyp leygar-
dagin.
Alt ov nógvar nervar
Bert eina viku undan
finaluni
hevði
Dráttur
vunnið trygt á júst TB, so
hvussu kann tað bera til, at
TB vann so sannførandi í
finaluni spurdu vit Her-
borg: - Vit høvdu alt ov
nógvar nervar undir dystin-
um, og av tí sama vóru tað
fleiri, ið eisini vóru bang-
nar fyri at spæla. Nógvi
gangurin í høllini nervaði
okkum eisini, tí vit fingu
næstan ikki tosað saman
undir dystinum, sigur Her-
borg.
Eisini sigur liðskiparin
hjá Drátti, at eftir hennara
tykki blivu alt ov fáir
spælarar brúktir í dystinum,
og alt ov stór ábyrgd lá á út-
lendsku
stjørnuni
hjá
liðnum, Nicolinu Alter.
Hetta sást eisini aftur í
spælinum, tí tey allarflestu
uppleggini
lógu
til
Nicolinu, sigur Herborg á
Mýrini.
Men er kappingarárið hjá
Drátti nú komið at enda,
ella hava tær nakað at
berjast fyri framvegis? -
Árið er als ikki liðugt fyri
okkara viðkomandi, sigur
Herborg og leggur afturat,
at einki av hinum liðunum
skal rokna við at fáa nakað
sum helst forerandi frá
teimum í teimum umførun-
um, ið eru eftir at leika.
Gott fyri sjálvsálitið
Árið er ikki liðugt
23
Nr. 32 • týsdagur • 17. februar 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Eingin tekur TB, tá
tað ræður um steypa-
kappingina. Triðja
árið á rað gjørdust
kvinnurnar av Tvør-
oyri steypavinnarar,
og harvið vunnu tær
sær steypið til ognar
FLOGBÓLTUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Eina viku undan steypa-
finaluni hjá kvinnum hitt-
ust finaluliðini bæði, Drátt-
ur og TB, á Giljanesi, og
tann dystin vann Dráttur
sannførandi á føroyameist-
arunum. Tí var roknað við
einari javnari og spennandi
finalu í høllini á Hálsi
leygardagin, men hóast
Dráttur gjørdi eitt sprell við
at vinna annað sett, so vann
TB ein tryggan steypasigur.
Vágakvinnur nógvar
nervar
Fyrsta sett gjørdist ongan-
tíð spennandi. Tað var týðu-
ligt, at spælararnir hjá
Drátti vóru ógvuliga ner-
vøsar, og kommunikatión
millum leikararnar á lið-
num var nærum ikki til
staðar.
Hinumegin netið lá væl
fyri hjá tvørakvinnum. Væl
stuðlaðar av sínum ótrúligu
viðhaldsfólkum, sum veru-
liga eiga eina tøkk fyri at
seta sín heilt serliga dám á
steypafinaluna, runnu tær
Drátt um koll í fyrsta sett-
inum. Áskoðarafjøldin hjá
TB er nakað heilt serligt, og
tað var stórt spell, at tey
ikki
vóru
verandi
til
mansfinaluna, tí tá var
rómurin í høllini als ikki
tann sami, og tað sjáldsama
hendi, at tað vóru færri
áskoðarar til mansfinaluna
enn til kvinnufinaluna.
Fyri at venda aftur til
sjálvan dystin og fyrsta
settið, so var nógv meiri bit
í álopinum hjá TB enn hjá
vágakvinnum. Nógv meiri
vilji og kraft var í smashun-
um hjá TB, og tær dugdu
sera væl at finna tómrúmini
í móttøkuni hjá Drátti. Ikki
minst lá væl fyri hjá Ingun
Midjord, sum ferð eftir ferð
fekk upplegg á miðjuni,
sum hon langaði í gólvið
hinumegin netið. Dráttur
megnaði ongantíð at fóta
sær í hesum settinum, og
áðrenn tær vistu av, hevði
TB vunnið settið 25-11!
Dráttur ger ein vørr
Fyrsta settið gav óivað
vágakvinnum ein ordans
hvøkk, og tað skal sigast, at
tær megnaðu væl at reisa
seg í øðrum setti, tá tær
fingu munandi betur skil á
spælið hjá sær. Hóast TB
byrjaði settið betur, kom
Dráttur spakuliga fyri seg,
og tá so stóra stjørnan hjá
Drátti, Nicolina Alter, kom
fyri seg, kom Dráttur eisini
fyri seg, samstundis sum
TB ikki var eins sannfør-
andi sum í fyrsta settinum.
Nú
gjørdist
dysturin
knappliga ein heilt annar.
Móttøkan hjá Drátti batn-
aði munandi, og servirnar
sótu eisini væl. Settið tískil
væl meiri spennandi enn
tað fyrsta, og undirhalds-
virði hækkaði tilsvarandi.
Avgerðin í hesum settin-
um kom helst, tá ið støðan
var 18-19 til Drátt. Næsti
bólturin gjørdist ein sera
long duell, sum vágakvinn-
ur til endans vunnu og
komu á odda 18-20! Hetta
gav teimum neyðugu inn-
spræningina
til
síðstu
bóltarnar í settinum, og tær
komu á odda 19-24, men
TB vann næsta bóltin og so
var 20-24. Men so servaði
Winnie hjá TB bóltin út, og
harvið
hevði
Dráttur
tryggjað sær næsta settið,
og støðan í settum var 1-1,
og dysturin púra opin.
TB betur skipað
Í triðja settinum var ongan-
tíð nakar ivi um, hvat var
betra liðið. Tvørakvinnur
høvdu alt settið munin á
Drátti, og tað var týðuligt,
at TB var væl betur skipað
enn mótstøðuliðið. Tað
tóktist sum um at spælar-
arnir hjá TB vóru meiri
greiðar yvir sínar uppgávur
og sítt øki á vøllinum,
meðan spælið hjá Drátti
ofta var rættuliga óskipað.
Nú var liðskiparin hjá
TB, Gudrid Nolsøe, eisini
komin fyri seg eftir eina
heldur trilvandi byrjan upp
á finaluna, og tað gjørdi
ikki støðuna verri hjá
aldursforsetanum í føroysk-
um ítrótti.
Hjá Drátti hinvegin fór
spælið aftur út av lagi. Alt
ov nógv ábyrgd bleiv løgd á
Nicolinu Alter, og hóast
hon er ein framúr spælari,
so megnar hon ikki at vinna
finaluna einsamøll. Bróð-
urparturin av uppleggunum
hjá Drátti vóru til Nicolinu,
meðan hinar vóru statistar.
Tað gjørdi ikki støðuna hjá
Drátti betur, at hevingarnar
hjá teimum alt ov ofta vóru
nógv ov óneyvar, so at illa
bar til at fáa ordilig smash
ígjøgnum.
TB hevði leiðsluna alt
settið sum tað var, og tað
var eisini rættuliga sigandi
fyri settið, at seinasti bólt-
urin, ið vann TB settið, var
eitt kiks frá Drátti. TB vann
settið 25-16.
TB tryggjaði sær
steypið til ognar
Í fjórða setti skifti spælið
nokk so fitt. TB legði best
út og legði seg greitt á
odda, men Dráttur kom
sterkt aftur. Liðini gjørdu
skiftust um at gera nøkur
hál og ogna sær eina trý til
fýra stig á rað, men so
hvørt sum settið leið, gjørd-
ist tað truplari hjá Drátti at
halda tørn við TB.
Tvørakvinnurnar tevjaðu
gull, og samstundis fóru
høvdini hjá vágakvinnun-
um at hanga. Stóra fjøl-
broytni í álopsspælinum hjá
TB gjørdi eisini, at verju-
spælið hjá Drátti bleiv al-
samt meiri og meiri stress-
að, og nógvar misskiljingar
vóru millum leikararnar. At
Dráttur samstundis eisini
fór at kiksa fleiri servir,
kostaði teimum dýrt, og tað
var bara ein spurningur um
tíð, áðrenn TB-leikararnir
og stóra áskoðarafjøldin av
Tvøroyri
kundu
hevja
armarnar í sigursrúsi.
TB var á odda 23-17,
men Dráttur vann bóltin og
roynt at verða at gera eitt
síðsta sprell. Men ógvuliga
hóskandi fyri gongdina í
dystinum fór servin hjá
Sólgerð út um vøllin, og
harvið hevði TB ognað sær
ikki færri enn seks dystar-
bóltar. Tað eydnaðist Drátti
at verja fyri tí fyrsta av
teimum, men í næstu
royndini tryggjaði TB sær
steypið til ognar. Tær
svørtu og hvítu av Tvøroyri
tóku ímóti servuni hjá
Drátti, og uppleggið til
Marinu Popovic sat har tað
skuldi, og hon langaði bólt-
in umvegis blokkin hjá
Drátti og heim. Harvið
hevði TB vunnið fjórða
settið 25-19, og finaluna 3-
1 í settum. Steypið var á
veg suður um fjørðin aftur,
og nú kemur tað ongantíð
norður aftur, tí TB hevur nú
ognað sær tað!
TB vann triðja árið á rað
C
M
Y
K
22
J. Broncks gøta 37 · Postsboks 370 · FO-110 Tórshavn
Tlf: 34 59 00 · Fax: 34 59 50 · booking@smyril-line.fo
1
vi
ka
í
Da
nl
an
d-
íb
ú
ð
1
vi
ka
á
S
ka
ll
er
u
p
K
li
t
1
vi
ka
í
D
an
Ce
nt
er
s
u
m
m
ar
h
ú
s
i
2 vaksin og 2 børn við bili
2 vaksin og 2 børn við bili
2 vaksin og 2 børn við bili
Danland
Íroknað er: Ferðin fram og aftur í 4-koyggjukamari,
innan, við wc/bað. Uppihald í Dan land-íbúð í 1 viku
fyri 2 vaksin og 2 børn.
úr 7.950,-
Skallerup Klit
Íroknað er: Sigling Tórshavn-Hanstholm og
aftur í 4-koyggjukamari, innan, við wc/
bað. Uppihald í 1 viku á Skallerup
Klit Feriecenter fyri 2 vaksin og
2 børn við bili.
úr 9.400,-
DANLAND er vorðið eitt hitt best um tókta
ferða málið hjá føroyingum. Dan land frí tíð-
ardeplarnir hava væl innrætt aðar íbúð ir við
køki og nógv frí tíð artilboð eru fyri bæði
vaksin og børn við bili.
SKALLERUP KLIT FERIECENTER er stór ur
nútímans frítíðardepil av høgari góðsku, ið
er við strond ina millum Blokhus og Hirtshals.
Har er subtropiskt baði land, bónda garður,
ítrivshallir og alskyns uttandura hent leikar.
Summarhús
Íroknað er: Sigling Tórshavn-Hanstholm og
aftur í 4-koyggjukamari, innan, við wc/bað.
Uppi hald í 1 viku í summarhúsi fyri 2
vaksin og 2 børn við bili.
úr 7.780,-
1
vi
k
a
á
Pe
rs
H
ot
el
1
v
i
k
a
í
Di
sn
ey
la
nd
i í
P
ar
ís
Pers Hotel
Íroknað kostnaðin: Sigling Tórshavn-Bergen
og aftur í 4-koyggjukamari, innan, við wc/bað.
Hartil 7 gistingar í smáttu, uttan kost, fyri 2
vaksin og 2 børn.
úr 6.890,-
Disneyland
Íroknað er: Ferð fram og aftur í 4-koyggju-
kamari, inn an, við wc/bað. Hartil uppihald 5
nætur á Hotel Santa Fe í Disneylandi á
dupultkamari við 2 upp reiðingum og uppi-
hald 1 nátt á hotelli á út- og heim ferðini.
úr 18.500,-
2 vaksin og 2 børn við bili
Ferðin yvir øllum ferðum
Ferðin yvir øllum ferðum
1
v
i
k
a
á
H
o
t
el
li
í
Ís
la
nd
i
Ísland
Íroknað er: Ferðin fram og aftur í 4-koyggju-
kamari, innan, við wc/bað. Uppihald í dup ult-
kamari við wc/bað á Foss-
hotelli í 7 nætur.
úr
úr
4.108,-
4.108,-
Fyri hvønn ferðandi
S
u
m
m
a
r
h
ú
s
í
H
e
tl
a
n
d
i
Hetland
Íroknað er: Ferðin fram og aftur í 4-koyggju-
kamari, innan, við wc/bað. Uppi hald í 1 viku í
summarhúsi fyri 2 vaksin og 2 børn við bili.
úr
úr
6.980,-
6.980,-
Í risa stuttleikaparkini 40 km
úr París møtir tú kendu
tekni søgu fi gurunum »live«.
2 vaksin og 2 børn við bili