Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-17, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. februar 2004síða 13

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 32 - 17. februar 2004 25 Landsliðsleikarin Jóan Petur á Stongum úr SÍ var ógvuliga skuffaður eftir sann- førandi tapið móti ÍF í steypafinaluni á Hálsi leygardagin FLOGBÓLTUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Hann sat og hekk við høvd- inum á útskiftaraplássun- um, Jóan Petur á Stongum, bert lítla løtu eftir seinasti bólturin var sligin í mans- finaluni, tá ið vit fingu orðið á hann. Høvdu satsað upp á steypakappingina Jóan Petur segði beinan vegin, at stórur munur var á liðunum báðum í final- uni. Spurdur hví so var, sigur hann, at hann sjálvur og liðfelagarnir úr Sørvági ongantíð fingu glið á spælið hjá sær. Í byrjanini av dystinum var tað heilt galið við móttøkunum hjá okkum, sigur Jóan Petur, og tá ið tað batnaði, fór tað at ganga av skriðuni í álops- partinum. - Vit gjørdu alt ov nógvar feilir, og vit kunnu spæla so nógv betur, enn hvat vit gjørdu í dag, sigur Jóan Petur og leggur afturat, at tá ið tað er sagt, so skal eisini sigast, at ÍF spældi ein sera góðan dyst í dag, og vit komu ongantíð fyri okkum. At enda sigur Jóan Petur, at teir í SÍ eru ógvuliga vónbrotnir um tapið, tí teir høvdu veruliga satstað upp á steypakappingina, nú møguleikin í landskapping- ini var fokin, og teir høvdu vónað at komið vestur aftur til Sørvágs við steypi og gullkrónum, men so var ikki, og tí er bert at royna aftur næsta ár, sigur lands- liðsleikarin úr Sørvági. Liðskiparin hjá steypavinnarunum úr ÍF, Bartal Eliasen, var av teirri áskoðan, at avrikið hjá ÍF í steypafinaluni leygar- dagin var nærum optimalt FLOGBÓLTUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Hann strálaði sum ein sól, nú hann saman við sínum liðfeløgum hevði givið sør- vingum eina lektión í flog- bólti, tá ið hann er bestur, fuglfirðingurin Bartal Elia- sen, og hann var ógvuliga errin av avrikinum hjá liði sínum. Vit vóru øgiliga góðir Bartal hevði nærum ikki orð fyri, hvussu væl spælið hjá ÍF hevði koyrt í final- uni. - Vit raktu av álvara dagsformin í dag, og tá er tað eingin, ið kann steðga okkum. Vit mundu verða ógvuliga stutt frá at spæla optimalt, heldur Bartal. Undan dystinum var ivi um fleiri av leikarunum hjá fuglfirðingum, og onkur helt at tað kanska bert var fyri at lumpa sørvingar, men tað avsannar Bartal. - Vit fingu ikki okkara menn endaliga klárar fyrr enn í dag, sigur Bartal, og eg haldi, at allir menn hjá okk- um vóru hundrað prosent klárir bæði sálarliga til at spæla hesa finaluna. Eisini vil eg takka mongu við- haldsfólkunum hjá okkum, tey vóru heilt ótrúlig, sigur liðskiparin hjá ÍF: Áðrenn Bartal og liðfe- lagarnir fóru norður at feira steypasigurin, skoytti hann uppí, at hann heldur tað verða sera stuttligt, at tað ikki eru tey størstu plássini, ið eru umboðaði í steypa- finalunum í flogbólti, men at tað ístaðin eru Sørvágur, Miðvágur, Tvøroyri og Fuglafjørður, ið mynda elit- una í føroyskum flogbólti. Fingu ongantíð glið á spælið Vit koyrdu næstan optimalt Liðskiparin hjá ÍF, Bartal Eliasen, við steypinum. Bartal helt eftir dystin, at ÍF hevði spælt nærum optimalt í finaluni Mynd: Álvur Haraldsen Jóan Petur á Stongum úr SÍ var als ikki nøgdur við teirra avrik leygardagin Mynd: Álvur Haraldsen 25 24 Nr. 32 - 17. februar 2004 Tað gjørdist ongantíð serliga spennandi í steypafinaluni hjá monnum millum ÍF og SÍ, tí fuglfirðingar vóru snøgt sagt nógv betur og høvdu munin allan dystin FLOGBÓLTUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tvídysturin millum tví- burðabrøðurnar, Borko Ilic, venjara hjá SÍ, og Boban Ilic, venjara hjá ÍF, gjørdist ikki eins spennandi, sum nógv annars høvdu væntað. Fuglfirðingar settu seg á dystin beinan vegin, og tá ið sørvingar ongantíð fingu glið á spælið hjá sær, var kósin sett. Sørvingar óskipaðir Í fyrsta settinum løgdu fuglfirðingar væl út og løgdu seg á odda 8-2, men sørvingar svaraðu beinan vegin aftur. Hjá fuglfirð- ingum vóru tað serliga teir báðir útlendingarnir, Boban og Dragan, ið gjørdu um seg í álospartinum, meðan Bartal Eliasen var ógvuliga stinnur í móttøkunum. Hinumegin netið var spælið ikki eins polerað sum hjá fuglfirðingum, og hóast sørvingar komu upp á 15-18, komu teir ongantíð av álvara til at hótta fugl- firðingar. Ein av orsøkun- um var kanska tann, at leik- andi venjarin, Borko Ilic, tóktist hava stórar trupul- leikar av at halda høvdið kalt, og menninir á eyka- bonkinum fingu av grov- fíluni, tá ið onkur misskilj- ing var í sambandi við onkra útskifting. Tað sást eisini týðuliga á spælinum, at hjá ÍF vóru menn nógv greiðari yvir, hvør átti hvat øki, og allar avtalur blivu hildnar. Sør- vingar hinvegin tóktust fyri ein stóran part at renna runt sum flugur í fløsku, og eitt dømi um hetta var einu ferðina, tá ið allir seks leik- ararnir hjá SÍ fóru eftir einum langum bólti frá fuglfirðingum, við tí úrsliti, at tá ið bólturin bleiv sligin fram móti netinum var eingin sørvingur har, ið kundi heva til ein viðleik- ara! Við sínum vælskipaða spæli var tað lætt hjá fugl- firðingum at tryggja sær fyrsta sett 25-17, og frustratiónirnar vóru sjón- ligar hjá sørvingum. Dragan var øgiligur Umframt leikandi venjaran, Boban Ilic, hava fuglfirð- ingar ein útlending afturat. Hann eitur Dragan Mari- janovic, og hann spældi ein fínan dyst leygardagin. Í øðrum setti hevði Dragan eina rúgvu av góðum smashum, sum ruku í gólvið so tað sang eftir í, uttan at sørvingar vóru nær námind av teimum. Við honum á odda fekk ÍF eina stak góða byrjan upp á annað sett, og tá ið blokk- urin hjá ÍF við Jan Áka Olsen og Kenneth Nes- hamar á odda eisini var komin í gongd, sá tað einki serligt út hjá sørvingum. Men knappliga kom lív í SÍ, og spakuliga nærkaðust teir fuglfirðingum, og tá ið bert tað eina málið var á muni, 15-16, kendi venjarin hjá ÍF seg noyddan til at taka time-out og fáa skil upp á støðuna. Tað fekk hann eisini, tí lítla løtu seinni høvdu eysturoying- arnir lagt seg á odda 19-15, og nú var aftur luft niður til SÍ. Sørvingar nærkaðust aftur og komu upp á 20-23. Í næsta bóltinum hendi tað, at beint tá ein sørvingur smashaði, slóknaði ljósið í høllini, men dómarin segði, at bólturin var komin í gólvið uttan fyri vøllin, áðrenn tað bleiv myrkt, og tískil vann ÍF tann bóltin og hevði fýra settbóltar. Sør- vingar góvu tó ikki skarvin yvir, og tveir teir fyrstu settbóltarnar yvirlivdu teir, men triðju ferð eydnaðist tað Kenneth Neshamar hjá ÍF við einum hálvkiksaðum smashi at tryggja fuglfirð- ingar eina 2-0 leiðslu í settum. SÍ nógvar óneyðugar feilir Sørvingar vóru nú aftan fyri við tveimum settum, og tískil var bert eitt at gera hjá teimum, um steypið ikki skuldi gleppa teimum av hondum, og tað var at taka annað skinn um bak og vinna triðja sett. Tað byrjaði tó ikki serliga væl, og fuglfirðingar høvdu allatíðina eina góða leiðslu upp á millum fýra og seks stig. Framvegis var tað Dragan hjá ÍF, ið var mest eyðsýndi leikarin, og hann fekk eisini tey allarflestu uppleggini hjá fuglfirðing- um. Sørvingar høvdu nú hug til at ilskast inn á døming- ina, og tað sást á øllum brøgdum, at fleiri av leikar- unum hjá SÍ høvdu longu mist mótið. Ikki minst venjarin hjá SÍ, Borko, var frustreraður, og tað var ógvuliga sigandi um dystin hjá honum, at hann við støðuna 11-18 til ÍF servaði so beint í netið - væl undir netkantinum. Nú kappaðust sørvingar um at gera feilir, og ikki minst í móttøkuni vóru misskiljingarnar nógvar. Harafturat vóru nógvar kiksaðir servir, ið eisini kostaðu dýrt. Í álopinum var heldur ikki tann stóra variatiónin í hjá SÍ, og næstan allar hevingar lógu úti í síðunum, meðan einki kom inn yvir miðjuna. Fuglfirðingar høvdu alt triðja sett, sum tað var, eina trygga leiðslu, og tey mongu viðhaldsfólkini hjá ÍF, ið veruliga høvdu spílað seg út til finaluna, bíðaðu bert eftir at seinasti bólturin bleiv sligin, so at tey kundu herja inn á vøllin at feira tað saman við sínum hetj- um. Tey bíðaðu heldur ikki so ræðuliga leingi, tí brádliga var ÍF á odda 24- 18 og hevði harvið ikki færri enn seks dystarbóltar, og hóast liðskiparin hjá SÍ, Jón Nielsen, fekk vunnið tveir teir fyrstu, so eydnað- ist tað ÍF at tryggja sær steypasigurin, tá ið leikandi venjarin, Boban Ilic, smashaði bóltin á tvíburða- bróður sín, Borko, og víðari út av vøllinum, so at ÍF vann triðja settið 25-20. Stórur munur á liðunum Sjálvan finaludystin var stórur munur á liðunum hjá ÍF og SÍ. Fuglfirðingarnir vóru nógv betur skipaðir, og teir snakkaðu nógv betur sínamillum. Harafturat tóktist tað sum um, at hvør einstakur leikari hjá ÍF helt gjørdar avtalur í taktikk- inum. Somuleiðis hevði ÍF fleiri spælarar, ið líkasum kundu seta seg ígjøgnum í dystinum, meðan tað hjá sørvingnum hvíldi á alt ov fáum herðum. Her skal tó leggjast afturat, at hjá ÍF bert nýtti sjey spælarar, Dragan Marijanovic, Bo- ban Ilic, Bartal Eliasen, Kenneth Neshamar, Odd Eliasen, Jan Áki Olsen og Árni Petersen allan dystin! Sørvingar tóktust langt frá eins væl skipaðir sum fuglfirðingar, og tá ið teir heldur ikki megna at halda høvdið kalt, tá ið nógv stendur á, sigur tað seg sjálvt, at trupult verður at vinna eina steypafinalu. Alt ov ofta tóktist tað sum um, at spælararnir hjá SÍ ikki vóru greiðir yvir, hvør átti at farið eftir bóltinum, og tað kostar. Samanumtikið kann sig- ast, at í steypafinaluni á Hálsi leygardagin var ÍF væl tað betra liðið, og um spælið hjá teimum fer at koyra eins væl, tað ið eftir er av kappingarárinum, so verða teir ringir at steðga. Mansfinala uttan spenning C M Y K 24