týsdagur 17. februar 2004síða 14
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 32 - 17. februar 2004
27
27
26
Nr. 32 - 17. februar 2004
Strandingar høvdu
allar møguleikar at
taka stigini sunnu-
dagin, men tá teir ikki
tóku av, so gjørdi
Kyndil tað
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Hans Áki Dal-Christiansen
hevði leikbann, ogJacob
Jónsson hevði ein brotnan
fingur. Økslin hjá Finnuri
Hansson kundi als ikki
nýtast at skjóta við, og so
hevði Janus Einar Sørensen
eisini verið ivasamur upp til
dystin.
Tað vóru fortreytirnar,
sum Kyndil mátti virka
eftir, tá teir sunnudagin
skuldu gera seg til at taka
ímóti steypavinnarunum úr
StÍF, sum samstundis eru
eitt av liðunum, sum av øll-
um alvi berjist fyri at broyta
myndina av føroyska hond-
bóltsoddinum.
Misnýttir møguleikar
Her var Kyndil á odda und-
an dystinum sunnudagn, og
tann støðan stendur við.
Eisini hóast tað í longum
løtum tóktist so, at her
kundi endin bara gerast
tann, at StÍF skuldi fara við
stigunum.
Hóast strandingar eisini
hava fingið skert munandi
um sín hóp, so man hópurin
hjá teimum teljast millum
teir breiðastu í landinum,
og tí hava teir higartil í sera
stóran mun megnað at byrgt
fyri missinum av serliga
Sveini Justinussen og Mari-
an Cirloganescu.
Tað tóktist hinvegin ikki,
sum megnaði Kyndil at
koma seg yvir missin av
sínum
stuðulsspælarum.
Janus Einar tóktist vera
klárur, men í aðrar mátar
stóð illa til. Finnur var á
vøllinum, men hóast hann
fleiri ferðir hevði møgu-
leikan, so var eingin skot-
roynd at síggja, tí økslin
vildi ikki loyva honum
hetta. Jacob sat á beinkin-
um, og tað bendi leingi á, at
her skuldi hann verða ver-
andi, og so var tað upp til
aðrar at taka yvir.
Og júst í hesum hevur
Kyndil havt sín kanska
størsta trupulleika í ár. Tað
er eingin ivi um, at teir
fyrstu sjey á vøllinum telj-
ast millum teir allar stinn-
astu leikararnar í føroysku
kappingini, men breiddin í
hópinum hevur latið nógv
eftir at ynskja.
Og hetta sá eisni út til at
kosta heilt nógv. Hóast
strandingar als ikki fingu
glið á sítt spæl, so megnaði
Kyndil í alt ov lítlan mun at
hótta gestirnar, og meira
enn nakað, so tóktist alt
bara vera ein spurningur
um, nær StÍF av álvara kom
ígongd. Tí møguleikarnar
høvdu teir. Ikki minst sein-
asta triðingin av seinna
hálvleiki megnaðu teir ferð
eftir ferð at bróta álops-
spælið hjá Kyndli, soleiðis
at eyðkeynda kontra-spælið
kundi setast í verk, men
fleiri ferðir á rað vórðu
gyltir møguleikar misnýttir,
soleiðis at munurin ikki
gjørdist tann heilt stóri
kortini.
Spælskiparar gjørdu
mun
Misnýttu møguleikarnir hjá
StÍF saman við til tíðir
beinleiðis vánaliga spælin-
um frá Kyndli førdu við
sær, at dysturin í nógvar
mátar var um at rura áskoð-
ararnar í svøvn, tó at væl
mannaðu
strandingarnir
royndu at halda lagnum
uppi við tankanum um stig-
ini, sum tóktust vís.
Spakuliga byrjaði Kyndil
tó at koma fyri seg. Jacob
Jónsson treiskaðist boðini
úr fingrunum og fór kortini
inn á vøllin, og saman við
Jónleif Sólsker var hann
við til at seta eitt sindur av
skili á spælið hjá Kyndli.
Strandingar tóktust tó alla
tíðina at halda fast um
leiðsluna, og við góðum
tíggju minuttum eftir á
klokkuni vóru gestirnir
framvegis tvey mál framm-
anfyri, men so kom av
álvara vend í.
Við Jacob og Jónleif inni
á vøllinum hevði Kyndil í
eina lítla tíð sýnt, hvussu
stóran týdning tað kann
hava at hava kanska besta
strikuleikaran í landinum á
liðnum. Janus Einar fekk
fleiri ferðir bóltar spældar
inn hálvgum í loyndum, og
altoftast megnaði hann
eisini at fáa antin mál ella
brotskast burturúr, og so
var tað, at verjan hjá StÍF
av álvara fór at halta.
Kontraspælið
koyrdi
sjálvsagt heldur ikki av tí
sama, og tí gekst nú meira
enn striltið hjá StÍF at fáa
nakað sum helst burturúr.
Í sjálvsving
Og nú vaknaði Kyndil eis-
ini. Eyðkendi stríðsviljin,
sum hevur borið liðið so
langt higartil í ár, var nú
aftur at síggja. Fyrstu trý
korterini tóktist annars,
sum trúðu menn lítið uppá,
at hetta á nakran hátt skuldi
bera til, men nú var tað eins
og eitt pendul, sum var um
at fara í sjálvsving. Hóast
Josef Abrahamsen misnýtti
brotskast, tá Kyndil loksins
hevði møguleika at javna,
so tóktist hetta á ongan hátt
at nerva liðið.
Heldur settu menn enn
meira ferð á, og tá Jónleif
Sólsker so eisini sýndi, at
hóast ferðin á beinunum
kanska er nakað minni, so
megnar fótskiftið fram-
vegis at seta verjuleikarar
av, kom sjógvur av álvara í.
Strandingar royndu sum
seinasta vápn at mansverja
bæði Jónleif og Jacobn, og
fingu eisini eftir lítlari løtu
minkað niður í 24-21.
Mønustingin fingu teir tó,
tá Kyndil tveir minuttir fyri
tíð fekk tríggjar metrar.
Dómararnir høvdu armin á
lofti, og Jacob mundi
ásanna, at tað var nú ella
ongantíð, tá hann uttan
nakað fet yvirhøvur støkk
upp sum ein fjøður og lang-
aði bóltin í meskarnar.
StÍF var nú snøgt sagt
knekkað. Seinastu minutt-
irnar fánaðu herrópini frá
viðhaldsfólkunum burtur í
einki, samstundis sum tey
hjá Kyndli gjørdust alt
meira ljódlig við sínum
klappum. Og ikki uttan
orsøk. Kyndil hevur nú lagt
seg trý stig á odda í bestu
mansdeildini, og tó at tann
leiðslan væl kann vera
minkað niður í eitt stig
longu mánakvøldið, so
heldur liðið framvegis fast
um oddasessin. Og hann
man vera tað, sum vigar
mest av øllum.
Dysturin í tølum
Kyndil-StÍF 27-21 (8-9)
Málskjúttar
Kyndil: Josef Abrahamsen
6(2), Ken Zachariasen 5(1),
Janus Einar Sørensrn 5(1),
Jónleif Sólsker 3, Hanus
Johansen 2, Finnur Hans-
son 2, Jacob Jónsson 1,
Høgni Klein 1, Gunnar
Wardum 1, Hans Arni
Thomsen 1
StÍF: Artur Johansen 8(1),
Leivur
Justinussen
3,
Sverri Justinussen 3, Andre
F. Danielsen 3, Jón Ras-
mussen 1, Mihai Marinescu
1, Pauli Hansen 1, Borgar
Danielsen 1
Brotskøst: Kyndil 7, StÍF 1
Útvísingar: Kyndil 3, StÍF
3
Dómarar úr Neistanum:
Kristian Johansen & Sámal
Hansen. Fylgidómar rest-
aðu nakrar ferðir. Millum
annað eitt klokkuklárt reytt
kort ta einu ferðina.
Kyndil-StÍF 27-21 (8-9):
Slitnir Kyndlarar halda fast
Jón Rasmussen og hinir í StÍF noyddust sunnudagin at lúta fyri Kyndli í høllini á Hálsi
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
26
Vestmenningar
høvdu vitjan av
hoyvíkingum í høllini
í Vestmanna sunnu-
dagin, og hóast fyrri
hálvleikur helst var
ein tann vánaligasti,
ið VÍF hevur leikt
leingi, so eydnaðist
tað kortini vest-
menningum undir
leiðslu av einum
stórspælandi Sámal
Joensen at vinna ein
sannførandi sigur
HONDBÓLTUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Kravið til vestmenningar
undan dystinum móti H71
sunnudagin var stutt og
greitt ein sigur, um VÍF
yvirhøvur skal hava nakran
sum helst møguleika fyri at
gera seg galdandi í odda-
stríðnum. Hinvegin var
støðan eisini tann, at vunnu
hoyvíkingar dystin fóru teir
fram um vestmenningar á
stigatalvuni, og tað hevði
verið ein vanlukka fyri sið-
vanda liðið úr hondbólts-
bygdini Vestmanna.
Eingin Levi í
hoyvíksmálinum
Undan dystinum var greitt,
at H71 noyddist at verða
ein týðandi leikara fyri
uttan. Landsliðsmálverjin
Levi Nybo hevði meitt seg,
og tískil høvdu hoyvíkingar
einans Bjarna Arnason at
dúva upp á millum stengur-
nar. Gaman í sat Levi á
beinkinum og var inni til
eitt brotskast, men tað var
alt.
Nú Jákup á Borg hevur
sagt hondbóltinum farvæl
fyri í ár, og H71 eisini
noyddist at verða Niels
Viggo Niclasen fyri uttan,
vóru hoyvíkingar noyddir
at seta ein nýggjan mann
inn í álopið, og tað fall
unga Esberni Patursson í
lut. Esbern spældi bæði á
høgra bakki og á miðjuni,
og tað kom hann bara væl
frá. Í verjupartinum bleiv
Esbern avloystur av Bárði
Brimvík. Hjá vestmenn-
ingar var støðan tann, at
Áki Olsen sat á beinkinum,
men har bleiv hann sitandi
allan dystin.
Hoyvíkingar
løgdu
bragdliga fy ri. Fyrstu
longu løtuna vóru teir klárt
við yvirluta, og serliga var
tað í høgru álopssíðu, at teir
fingu nógv mál. Henrik
Gerster ella Esbern Paturs-
son fór inn móti VÍF-
verjuni, ið rykti saman fyri
at verja, og tá so Gerster
ella Esbern beindu bóltin
víðari, var gott pláss hjá
vonginum ella bakkinum at
fara ígjøgnum og skora.
Sum heild kann sigast um
fyrra hálvleik, at verjan hjá
VÍF als ikki fekst at virka.
Tað bøtti tó nakað um
støðuna, tá ið Daniel Rapa
kom inn, tí hann er stórur
og sterkur leikari, ið var
førur fyri at taka nærdystir-
nar við eitt nú Gerster,
Halgir, Olaf og aðrar krops-
sterkar leikarar hjá hoyvík-
ingum.
Spælið gekk ógvuliga
skjótt úr enda í enda í fyrra
hálvleiki, og til tíðir gekk
spælið eisini ov skjótt, so at
bólturin fór út av vøllinum
ella endaði hjá einum mót-
støðumanni. H71 tóktist tó
at hava munandi betur stýr
á sínum spæli, meðan einki
lukkaðist hjá vestmenning-
um. Til dømis fingu hoy-
víkingar ein mann útvístan,
tá
ið
knappir
níggju
minuttir vóru leiktir, men
skoraðu tó nærum beinan
vegin. Beint eftir hetta mál-
ið reyk enn ein hoyvíkingur
út, so at VÍF vóru 6 móti 4,
men enn einaferð eydnaðist
tað H71 skora, og vest-
menningar fingu ikki mál!
Fyrri hálvleikur var ikki
hálvrunnin, og H71 hevði
lagt seg á odda 9-4. Nú
kendu vestmenningar seg
noyddar at taka time-out,
og eftir hetta batnaði spælið
nakað hjá heimaliðnum, so
teir hildu tørn og nakað
afturat fram til hálvleik. Tá
ið komið var til hálvleiks,
høvdu gestirnir úr Hoyvík
eina leiðslu upp á trý mál,
17-14, og trúfastu áskoðar-
arnir hjá vertunum tóktust
ikki at hava tær stóru
vónirnar um, at gongdin fór
at venda eftir steðgin.
Eykamálverjin hjá H71,
Bjarni Arnason, ið av álv-
ara fekk roynt seg sunnu-
dagin, stóð ein góðan fyrra
hálvleik, men tað skal eis-
ini sigast, at atsóknirnar hjá
vestmenningum
vóru
rættuliga tamar fyri steðg-
in, og harafturat var verjan
hoyvíkingum tøtt, og H71
hevði fleiri góð blokk av
skotroyndunum hjá vest-
menningum.
Sámal og VÍF vakna
úr dvala
Eftir steðgin var dysturin
heilt ein annar. Vestmenn-
ingar vóru sum hamskiftir,
og serliga ein maður skar-
aði framúr. Landsliðsleik-
arin Sámal Joensen, ið
hevði verið ógvuliga ano-
nymur ta løtuna hann var á
vøllinum í fyrra hálvleiki,
var bart út sagt flúgvandi.
Hann gjørdi ikki mætari
enn at skora átta mál fyrstu
20 minuttirnar av seinna
hálvleiki. Tað tóktist sum
um, at alt hann royndi seg
við endaði í málinum aftan
fyri Bjarni Arnason.
Í hinum endanum var
Dejan Lacok komin at
standa fyri Eli Müller, og
tað hjálpti eisini um støð-
una hjá vestmenningum, tí
Eli hevði ikki ein góðan
dag sunnudagin, og hóast
Dejan ikki stórspældi, so
hevði hann tó nakrar góðar
bjargingar.
Hetta gjørdi, at leiðslan
hjá H71 hvarv, og seinni
hálvleikur var bert níggju
minuttir
gamal,
tá
ið
heimaliðið tók leiðsluna.
Nú tóku hoyvíkingar time-
out, og eftir hetta gekk
rættuliga javnt á, hóast
vestmenningar allatíðina
høvdu munin við einum
ella tveimum málum. Tá ið
so okkurt um tíggju minutt-
ir vóru eftir at leika, og VÍF
var á odda 25-23, kom av-
gerandi løtan í dystinum.
Vestmenningar fingu brots-
kast, sum Sámal sendi í
netið, og samstundis reyk
leikandi venjarin hjá hoy-
víkingum, Henrik Gerster,
út í tveir minuttir. Hesar
báðar minuttirnar kostaðu
H71 trý mál eftir reyv, og
VÍF kom tískil á odda 28-
23. Hoyvíkingar vóru ikki
meiri enn blivnir fullmann-
aðir, tá ið teir fingu enn
eina útvísing, hesaferð til
Bárð Brimvík, og aftur
hesaferð kostaðu teir báðir
minuttirnir teimum trý mál
eftir reyv, so nú var støðan
knappliga 31-24 til VÍF, og
dysturin var væl og virði-
liga avgjørdur. Seinastu
tíggju minuttirnar var orkan
farin at ganga undan hjá
hoyvíkingum, og tá var
lagamanni hjá fótfimu vest-
menningunum,
Johnny,
Agnar, Petur Frank og Inga
at renna hoyvíkingarnar
sundur og saman. Tá ið
dysturin bleiv bríkslaður av,
var støðan tann, at heima-
liðið úr Vestmanna hevði
vunnið ein tryggan sigur,
34-26, eftir at teir vóru
aftan fyri 14-17 í hálvleik-
inum. Tað vil siga, at VÍF
vann seinna hálvleik 20-9!
VÍF-H71 34-26 (14-17)
VÍF: Sámal Joensen 9(1),
Agnar Joensen 6, Ingi
Olsen 5, Johnny Joensen 4,
Daniel
Rapa
3,
John
Zachariassen 3, Harald
Bjørgvin
2,
Petur
Fr.
Joensen 1, Áki G. Olsen 1
H71: Henrik Gerster 9(4),
Esbern Patursson 4, Halgir
Dahl-Olesen
4,
Heini
Bendtsen 3, Christian Eli
Zachariasen 2, Olaf Vester-
gaard 2, Johnny Durhuus 1,
Bárður Brimvík 1
Brotskøst: VÍF 3(3), H71
7(4)
Útvísingar: VÍF 3, H71 7
Dómarar: Gunnar Gregor-
iussen og Geir Wardum:
Stýrdu dystinum fyrimynd-
arliga
Sámal leiddi VÍF til sigurs
Undir leiðslu av Sámali Joensen eydnaðist tað VÍF at venda dystin móti H71, so tað, ið líktist einum tapi, bleiv til ein
sannførandi sigur