Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-17, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. februar 2004síða 15

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 32 - 17. februar 2004 29 29 28 Nr. 32 - 17. februar 2004 C M Y K 28 Hóast tað tók eina løtu hjá Stjørnuni at koma í gongd í lands- kappingardystinum móti Søljuni í KÍ- høllini sunnudagin, so var talan um ein avgreiðslusigur til Stjørnuna HONDBÓLTUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Í løtuni sær tað út til, at av- gerðin um føroyameistara- heitið hjá kvinnum fellur í Vági í næstseinasta leiku- fari tann 27 mars, tá ið oddaliðini bæði VB og Stjørnan hittast. Sum leikur gongur í løtuni, eru tað eingi av hinum liðunum, ið ger nakað við tey, uttan møguliga VÍF ið fær vitjan av Stjørnuni í Vestmanna stutt frammanundan. Dyst- irnir hjá oddaliðunum báð- um móti øllum hinum lið- unum tykist bert verða ein spurningur um avgreiðslu, og so var eisini, tá ið klaks- víkskvinnurnar høvdu vitj- an av vágakvinnum sunnu- dagin. Søljan helt tørn fyrstu løtuna Tað gekk tó ein løta, áðrenn heimaliðið av álvara fekk gongd á sítt spæl. Heldur hinvegin vóru tað kvinnur- nar úr Vágum, ið settu sín dám á dystin. Søljan byrj- aði heilt væl, og tað mundi koma eitt sindur óvart á tey flestu, at tá ið fyrri hálv- leikur var gott og væl hálv- runnin, høvdu gestirnir úr Vágum lagt seg á odda 9-7! Nú tóku vertirnir time- out, og eftir at venjarin hjá Stjørnuni, Svein Rógvi Nielsen, hevði sagt sínum leikarum nøkur borgarlig orð, kom betur stýr á spæl- ið hjá Stjørnuni. Serliga vóru tað Joan M. Djordje- vic og Annika Ljóstein, ið fingu glið á spælið hjá sær. Í hinum endanum bleiv verjan hjá Stjørnuni eisini tøtt, og síðstu trettan minuttirnar av fyrra hálv- leiki fekk Søljan bert tvey mál! Hetta gjørdi, at tá ið komið var til hálvleiks, høvdu vertirnir úr Klaksvík lagt seg á odda 17-11, og so var tann dysturin avgjørdur: Tamur seinni hálvleikur Eftir steðgin var støðan at kalla tann sama. Stjørnan hevði allatíðina munin, uttan at tær tó spílaðu seg út, og munurin millum liðini øktist spakuliga. Joan M. Djordjevic hevði ein av sínum heilt góðu døgum sunnudagin, og tá ið hon hevur ein góðan dag, hevur liðið eisini ein góðan dag. Joan skoraði ikki færri enn tíggju mál, og tað er als ikki gerandiskostur hjá henni. Bæði liðini tókust bara at vilja hava tíðina at ganga, og tá ið dómararnir báðir, Høgni M. Joensen og Brandur Johansen, bríksl- aðu seinasta bríkslið í dystinum, hevði heimaliðið Stjørnan vunnið við tólv málum á Søljuni, 32-20, framman fyri trúføstu áskoðarafjøldini í KÍ- høllini. Sum áðurnevnt tykist av- gerðin um føroyameist- araheitið at falla í Vági í næstseinastaleikumfari, men Stjørnan hevur ein truplan dyst í Vestmanna eftir um góðar tvær vikur. Tá ið klaksvíkskvinnurnar vóru og vitjaðu VÍF í grundspælinum, eydnaðist tað teimum við bit og slit at vinna við einum máli, so tað verður neyvan nøkur løtt uppgáva, ið bíðar eftir teimum í Vestmanna. Dysturin í tølum Stjørnan-Søljan 32-20 (17-11) Stjørnan: Joan M. Djor- djevic 10(4), Annika Ljós- stein 6(1), Alina Olaru 5, Bára Skaale Klakstein 4, Catarina Stepanov 3, Una Olsen 2, Anna Kristina Samson 2 Søljan: Fía Selma Nielsen 6, Nicoletta Radu 4(1), Heidi Maria Akselsen 4, Arnleyg Haraldsen 3, Hertha Simonsen 2, Petra Thomassen 1 Brotskøst: Stjørnan: 8(5), Søljan 2(1) Útvísingar: Stjørnan 1, Søljan 6 Dómarar: Høgni M. Joen- sen og Brandur Johansen Heldur ikki á heima- vølli móti StÍF bar til hjá Kyndli, og nú ber illa til at ímynda sær nakra aðra lagnu enn botnsessin HONDBÓLTUR Jákup Mørk Talan var um uppgerð mill- um tvey av avgjørdu botn- liðunum, tá StÍF vitjaði Kyndil í kvinnudeildini. StÍf byrjaði annars árið væl, men frágongd hevur rakt liðið, sum spakuliga er dottið alt longur niður á talvuni. Somikið langt, at Kyndil nú hevði møguleika at taka tær mest sum aftur, um tær vunnu dystin sunnudagin. Hjá StÍF ráddi hinvegin um at fáa stigini við sær, so fjarstøðan niður kundi økjast nakað, og hetta eydnaðist teimum eisini. Rættvísur sigur Tað var alla tíðina StÍF, sum hevði betra spælið í dystin- um. Tær megnaðu at spæla skjótari í álopinum, og verjan hekk betri saman, og longu fyrsta korterið høvdu tær av álvara møguleikar at skapa sær eina hampuliga leiðslu. At hetta ikki hendi, kann Kyndil helst bara takka Fríðu Petersen í málinum fyri. Hon hevði fleiri fram- úr bjargingar, men so hvørt sum hálvleikurin leið, fingu skjúttarnir hjá StÍF tó alt betri tak á henni, og tí fór munurin so spakuliga at kvinka uppeftir. Seinna umfarið var at kalla sama søgan. StÍF sýndi ongan tíð nakað sum helst tekin um at tveita leiðsluna frá sær, og tó at Kyndil royndi við ymsum snildum, so megnaðu tær ongan tíð at vinna tað mista innaftur. Enda á botni Tað tykist heldur ikki, sum um Kyndil longur hevur nakran møguleika at sleppa av botnsessinum, sum liðið hevur hildið heitan alt árið. Sjálvandi ber tað til í teoriini, at liðið kann vinna Søljuna aftur, men sum avrikini hava verið seinastu vikurnar hjá hesm báðum liðum, so er í øllum førum væntandi, at Kyndil heldur ikki ta ferðina fer at fáa nakað stig við sær. Dysturin í tølum Kyndil-StÍF 20-24 (9-13) Málskjúttar Kyndil: Randi Wardum 6, Linda Weihe 3, Ann-Mari Wang 3, Annika Thomsen 2, Anja Heinadóttir 2, Lotte Sørensen 2(1), Sabine Frølund 1, Hildur Mikkel- sen 1 StÍF: Poula D. Olsen 6, Anna B. Danielsen 6, Mili- ca Ergic 4, Ninna K. Jo- hansen 4, Sunfríð B. Jacob- sen 2(2), Beinta Joensen 1, Paula B. Høgnesen 1 Brotskøst: Kyndil 4, StÍF 6 Útvísingar: Kyndil 1, StÍF 2 Dómarar: Kristian Johan- sen & Sámal Hansen. Høvdu ongar trupulleikar av nøkrum. Kyndil-StÍF 20-24 (9-13): Kyndil avbyrgt Avgreiðslusigur hjá Stjørnuni Nú verður bert bíðað eftir dystinum millum VB og Stjørnuna Savnsmynd Randi Wardum og hinar í Kyndli noyðast helst at ásanna, at tær ikki koma av aftasta plássi í landskappingini í ár Mynd: Álvur Haraldsen Hondbóltsstøður 1. Deild kvinnur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Stjørnan 6 5 - 0 - 1 481 364 117 21 2 VB 5 5 - 0 - 0 453 345 108 18 3 VÍF 5 3 - 0 - 2 439 357 82 15 4 Neistin 5 3 - 0 - 2 432 390 42 14 5 StÍF 5 1 - 0 - 4 381 440 -59 7 6 Søljan 5 1 - 0 - 4 321 431 -110 4 7 Kyndil 5 0 - 0 - 5 280 460 -180 1 1. Deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Kyndil 3 2 - 0 - 1 381 348 33 13 2 Neistin 2 2 - 0 - 0 345 311 34 10 3 StÍF 3 1 - 0 - 2 316 307 9 9 4 VÍF 3 1 - 0 - 2 345 326 19 8 5 KÍF 2 1 - 0 - 1 292 342 -50 5 6 H71 3 1 - 0 - 2 314 359 -45 4 Kvinnur Simona Dziugyte Neistin 145 (24) Aukse Vysniaskaite VB 124 (33) Nicoleta Radu Søljan 121 (23) Ioana Rápa VÍF 104 (25) Katarina Stepanov Stjørnan 100 (20) Daiva Tuomaite VB 98 (16) Sóley Mikkelsen VÍF 91 (20) Milica Ergic StÍF 85 (10) Gurið Mortensen VB 84 (6) Nikolina Eyðbjørnsdóttir VÍF 82 Irina Rodevici VÍF 81 Joan M. Djordjevic Stjørnan 80 (28) Annika Ljósstein Stjørnan 79 (19) Heidi Maria Akselsen Søljan 75 (5) Lina Andriulyte Neistin 68 Menn Halgir D. Olesen H71 93 (9) Blagoje Buha Neistin 90 (22) Dragisa Stojovic Neistin 88 (3) Hans Áki Dal-Christiansen Kyndil 82 (29) Agnar Joensen VÍF 65 (7) Ingi Olsen VÍF 65 (22) Petur Martin Poulsen KÍF 64 Artur Johansen StÍF 57 (11) Áki Mørk Neistin 55 (8) Damir Oros KÍF 55 (19) Sámal Joensen VÍF 54 (7) Alexandur Johansen StÍF 54 (21) Jacob Jónsson Kyndil 52 Høgni Klein Kyndil 51 (2) Josef Abrahamsen Kyndil 51 (8) Sunnudagin skuldu vágskvinnur reisa seg eftir steypatapið, tá ið Neistin kom suður á vitjan, men tað var ikki nøkur løtt uppgáva HONDBÓLTUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Neistakvinnurnar vóru ikki farnar suður um fjørðin fyri at leggja rygg til eitt tap, nei teir vóru farnar fyri at vinna dystin, og hetta kom kanska eitt sindur óvart á heimaliðið, ið helst hevur "finaludystin" móti Stjørn- uni um góðan mánað fremst í huganum. Gekk javnt á Fyrri hálvleikur gekk rættuliga javnt á. Liðini skiftust um at hava leiðsl- una, og ikki fyrr enn tað nærkaðist hálvleiki, fór heimaliðið nakað frá gest- unum, millum annað takk- að verið trimum brotskøst- um, ið tær fingu síðstu átta minuttirnar fyri steðgin. Neistin var á odda 8-7 undan teimum seinasu átta minuttunum í fyrra hálv- leiki, men so var tað sum um at VB gjørdi ein ordans vørr, so tá ið farið var til hálvleiks, høvdu tær lagt seg á odda 13-9. Hálvleikurin var rættu- liga væl leiktur, men VB átti munin við nøkrum góð- um skjótálopum, ið tær dugdu væl at umseta til mál, hóast málverjin hjá Neistanum, Helena Dam Poulsen, spældi ein sera góðan dyst í høllini í Vági sunnudagin. Í hinum endanum koyrdi álopið hjá Neistanum eisini væl, men gestirnir vóru ikki altíð nóg neyvir, tá ið høvi beyðst, og alt ov nógv skot blivu brend. VB helt tørn Í seinna hálvleiki hildu liðini fram, har tey sleptu fyri steðgin. Leikur gekk javnt á, men vágskvinnur høvdu allatíðina munin við nøkrum fáum málum. Spælið hjá føroyameistar- unum koyrdi væl, men hinvegin vildu gestirnir úr Havn ongantíð sleppa end- anum. Unga neistaliðið tók dystin upp við VB, og hóast heimaliðið eitt skifti í seinna hálvleiki legði seg á odda við átta málum, 24- 16, kom spenningur aftur í dystin, tá ið Neistin fór at satsa. Venjarin hjá Neistanum, Sophus Dal-Christiansen, valdi at mansverja báðar út- lendingarnar hjá VB, og tað gav úrslit, tí tveir minuttir fyri leiklok var munurin komin niður á trý mál, og VB var á odda 25-22. Henda góða løtan hjá gest- unum kundi roynst enn bet- ur, tí tær loyvdu sær enntá at brenna eitt brotskast, og tær fingu eisini eina dupult- útvísing hesa løtuna. Tað eydnaðist tó vágs- kvinnum at gera sær dælt av offensivu verjuni hjá Neistanum síðstu tveir minuttirnir, og tær hildu tí tørn og vunnu dystin 28-23. Um dystin kann sigast, at tær serliga vóru málmenn- inir báðir, Asta hjá VB og Helena hjá Neistanum, ið gjørdu vart við seg, tí báðir spældu stak væl. Sum skilst kundi talan eisini blivið um ein enn meiri spennandi dyst, høvdu neistakvinnur- nar ikki verið so mikið óneyvar í sínum atsóknum á málið hjá VB. VB-Neistin 28-23 (13-9) VB: Daiva Tomaite 11(2); Aukse Vysniaskaite 7(3), Gurið Mortensen 5, Rannvá Augustinussen 2, Margreth Augustinussen 2, Eydis Kjærbo 1 Neistin: Ása Dam á Neystabø 6, Simona Dzi- gyte 5(1), Lina Andriyte 4, Marjun Tróndarson 2, Su- san Brockie 2, Lív Søren- sen 2, Vivian Unadóttir 2 Brotskøst: VB 5(5) Neistin 2(1) Útvísingar: VB 3, Neistin 6 Dómarar: Christian Joen- sen og Karstin Joensen Neistin gav VB skarpan gang Marjun Tróndarson og hinar í Neistanum noyddust at boyggja seg fyri Daivu og VB í Vági sunnudagin Máltindarnir