týsdagur 17. februar 2004síða 16
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 32 - 17. februar 2004
31
31
30
Nr. 32 - 17. februar 2004
C
M
Y
K
30
Hóast tað higartil ikki
er komið fyri, at fleiri
enn eitt valevni hava
verið til formanssess-
in í Fótbóltssambandi
Føroya, so kundi
aðalfundurin leygar-
dagin bent á, at nú
skulu fleiri valevni
skjótast upp
FSF FORMAÐURIN
Jákup Mørk
Tað er ongantíð komið fyri
áður. Men á aðalfundinum
hjá FSF leygardagin var tað
okkurt, sum bendi á, at nú
eru tað fótbóltsfeløg, sum
vilja hava eina broyting í.
– Vit vilja hava nakað at
velja í.
Tað segði Atli Gregersen,
sum umboðaði SÍF, og sum
segði seg sita við somu
kenslu, sum formaðurin í
VB hevði givið til kennar.
Tá ið tað verður sagt, at
feløgini vilja hava nakað at
velja í, so kann tað ikki
skiljast øðrvísi, enn at tað
skulu vera fleiri enn eitt
valevni til formanssessin.
Um tað verður soleiðis, tá
ið fundurin verður tikin
uppaftur leygardagin 20.
mars, so verður støðan øðr-
vísi, enn hon hevur verið á
øllum aðalfundunum, sum
hava verið, síðani FSF varð
stovnað í 1979.
Á fyrsta aðalfundinum
varð Christian Olsen valdur
til formann. Eingin stillaði
upp ímóti honum. Í 1981
varð Tórleif Sigurðsson
valdur til formann. Eingin
stillaði upp ímóti honum.
Tá ið Tórleif fyri eitt
sindur meiri enn tveimum
árum síðani hevði boðað
frá, at hann ikki fór at taka
við afturvali, eftir at hann
hevði verið valdur uttan
mótvalevni í 20 ár, vóru
fleiri møguligir formans-
kandidatar nevndir. Men tá
ið freistin at skjóta for-
mansvalevni var farin, var
bara eitt uppskot til for-
mann. Tað var Dánial
Andreasen, sum aðalfund-
urin fyri tveimum árum
síðani valdi uttan atkvøðu-
greiðslu.
Hesa ferð var eitt valevni,
men hann varð ikki valdur.
Fundurin varð útsettur. Um
talan var um misálit á
Frithleif Olsen, sum var
tann einasti í uppskoti, ella
um talan var um misálit á
teir, sum høvdu skotið
Frithleif Olsen upp og teir,
sum stuðlaðu, at valið
skuldi vera leygardagin, ber
illa til at siga nakað um.
Frithleif Olsen boðaði
sjálvur frá, at hann hevði
einki ímóti, at fundurin
varð útsettur. Hann tóktist
ikki vera serliga fegin um,
at hann møguliga fór at
verða valdur til formann
bara við undirtøku frá
einum parti av feløgunum.
Eftir fundin skiltist tað á
fleiri fundarluttakarum, at
teir tóku undir við uppskot-
inum um at útseta formans-
valið og nevndarvalið, tí
teir vónaðu, at tað tær
næstu vikurnar fer at bera
til at mýkja støðuna, so-
leiðis at Fótbóltssamband
Føroya og harvið føroyski
fótbóltsheimurin ikki skal
ganga í tveimum nærum
eins stórum bólkum.
Eftir drúgvt orðaskifti
um formanssessin og
uppstillingina varð
samtykt við teprum
meiriluta at útseta val
av formanni og
nevndarlimum
FSF FORMAÐURIN
Jákup Mørk
Fótbóltsfeløgini fóru sum
av torvheygum úr FSF hús-
inum leygardagin. Í hvussu
so er tey, sum høvdu rokn-
að við, at nevndin fór at
verða
mannað,
og
at
nýggjur nevndarformaður
fór at verða valdur á árs-
aðalfundinum. Punktið hes-
um viðvíkjandi varð útsett
til leygardagin 20. mars. Tá
verður aðalfundurin tikin
uppaftur, og tað verður
einki annað á skránni enn
punktið, sum hevur við
nevndarval at gera.
Fyri uppskotinum um at
útseta valini atkvøddu tólv.
Ímóti vóru níggju og ein
atkvøða – ivaleyst tann hjá
FSF – var blonk.
Um tað verða eitt ella
fleiri evni til formanssess-
in, og um tað verða fimm
ella færri ella fleiri evni til
teir tríggjar sessirnar í
nevndini, sum skulu mann-
ast, ber ikki til at siga nakað
um enn. Um eingin av
teimum, sum vóru í upp-
skoti til fundin leygardagin,
tekur seg aftur, so verða teir
eisini í uppskoti til fundin
20. mars. Inntil hóskvøldið
11. mars á midnátt ber til at
koma við nýggjum upp-
skotum.
Fram til aðalfundurin
verður tikin uppaftur, er
Dánial Andreasen konstitu-
eraður formaður í FSF, og
nevndarlimirnir, sum hava
verið í nevndini, sita í sín-
um sessum. Sagt verður, at
støðan líkist henni, tá ið
løgtingsval hevur verið,
eftir at løgmaður hevur lagt
frá sær, og tað verður bíðað
eftir nýggjum løgmanni og
landsstýri. Tá ber til ikki til
at taka stórvegis politiskar
avgerðir. Tað ber tað heldur
ikki til hjá nevndini í FSF,
inntil formaðurin og tríggir
nevndarlimir eru valdir
leygardagin 20. mars.
Kroystur frá
Tá ið aðalfundurin leygar-
dagin kom til punkt fýra, og
orðstýrarin, Jógvan Arge,
hevði staðfest, at bara eitt
uppskot til formann var, og
at Frithleif Olsen tískil eftir
øllum at døma varð valdur,
bað VB formaðurin, John
Hendrik Holm um orðið.
Hann fjaldi ikki yvir, at
hann ikki var serliga væl
nøgdur við støðuna, sum nú
var íkomin. Hann vísti á, at
Dánial Andreasen ikki var í
uppskoti, tí formaðurin
seinastu tvey árini hevði
kent seg kroystan at leggja
frá sær. Hann visti eisini at
siga, at Rúni Heinesen
hevði tikið seg aftur sum
formansevni, tí at hesin
hevði fatan av, at hann ikki
fór at fáa undirtøku.
VB formaðurin gav týðu-
liga til kennar, at hann als
ikki var nøgdur við telving-
ina, sum hevði havt við sær,
at Frithleif Olsen at enda
varð einasta valevni, sjálvt
um hann undirstrikaði, at
hann einki persónligt hevði
ímóti einasta formansval-
evninum.
John Hendrik Holm setti
uppskot fram um, at málið
um val av formanni og
nevndarlimum varð útsett.
Vil breiða undirtøku
Spurningurin varð við-
gjørdur eina góða løtu. Fyri
teir, sum høvdu skotið
Frithleif Olsen upp, vísti
Eli Hentze, formaður í B71
á, at alt hevði gingið fyri
seg innanfyri tað, sum er
ásett viðvíkjandi vali av
formanni og nevndarlim-
um. Hann mælti til, at
fundurin valdi Frithleif
Olsen til formann, og at
atkvøtt varð millum teir
fimm, sum vóru í uppskoti
til teir tríggjar nevndar-
sessirnar.
Christian
Andreasen,
sum hevur verið nevndar-
limur, men sum ikki hevur
ynskt at vera í uppskoti at
halda fram í nevndini, duldi
ikki, at hann metti tað vera
týdningarmikið, at nevndin
nú beinanvegin varð ar-
beiðsfør, tí tað liggja nógv-
ar uppgávur og bíða eftir
nevndini.
Fleiri aðrir tóku orðið,
men talan varð ikki um at
viðgera
fráfarandi
for-
mannin
og
áralagið
í
nevndini og samstarvið
millum nevndina og umsit-
ingina.
Áðrenn tað varð atkvøtt,
bað Frithleif Olsen um
oðrið. Hann umboðaði ikki
nakað felag, men orðstýr-
arin játtaði honum, sum tað
eisini var rímuligt í hesi
støðuni, orðið. Frithleif
Olsen segði seg væl skilja,
um tað varð meiriluti fyri at
útseta formansvalið og
valið av nevndarlimum.
Hann segði seg vilja vera
formann fyri øll feløgini í
FSF, og at hann ikki hevði
mett tað heppið, um bara
helmingurin av feløgunum
høvdu tikið undir við hon-
um.
Tá ið orðstýrarin setti
uppskotið frá VB for-
manninum til atkvøðu-
greiðslu, varð staðfest, at
tað fór at verða samtykt,
um meirilutin av fundinum
tók undir við tí. Tólv at-
kvøddu fyri, og harvið var
málið, sum undan fundin-
um hevði verið mest við-
gjørt, útsett.
Um tað verður Frithleif
Olsen ella onkur annar,
sum verður FSF formaður,
fæst ikki at vita fyrrenn 20.
mars. Men tað er greitt, at
Dánial
Andreasen
ikki
verður í uppskoti:
– Mín tíð er farin. Eg
havi boðað frá, at eg ikki
ætli at halda fram sum FSF
formaður, og ta avgerðina
fari eg ikki at broyta, segði
Dánial Andreasen.
Sannleikans tími útsettur í FSF
Lagt er upp til fyrsta valið
Ongar útskiftingar vórðu
gjørdar í nevndini hjá FSF
hesuferð, tí nevndarvalið
bleiv útsett
Silvurvinnararnir
ætlast í síðsta umfar-
inum at fáa vitjan av
bronsuvinnarunum,
og hundrað ára gamla
KÍ skal í síðsta um-
farinum spæla á
heimavølli ímóti ÍF
LANDSKAPPINGIN
Jákup Mørk
Tað kann vera, at onkur
hevði roknað við, at HB og
KÍ, sum í hesum árinum
bæði fara um tey hundrað, í
átjanda og síðsta umfarin-
um skuldu bresta saman.
Úrslitini hjá øllum tíggju
feløgunum á vøllinum frá
fyrsta umfarinum, sum
verður á skránni flaggdagin
og til átjanda umfarið, sum
verður á skránni 2. oktober,
høvdu gjørt av, um tey bæði
mest
vinnandi
feløgini
skuldu spælt um FM heitið.
Men tað verður eingin
finala millum HB og KÍ. Í
hvussu so er ikki sambært
tí uppskotinum til lands-
kapping, sum FSF á aðal-
fundinum leygardagin legði
fyri fótbóltsfeløgini.
Sambært hesum uppskot-
inum verður spælt soleiðis í
átjanda umfarinum, sum er
á skránnni 2. oktober: B36–
B68, EB/Streymur–Skála,
KÍ–ÍF, GÍ–VB og NSÍ–VB.
Tá ið kappingin verður so
gomul sum ájtan umfør,
kann tað fara at vísa seg, at
allir dystirnir fara at verða
áhugaverdir. Í fjør vann
B36 silvur, og B68 vann
bronsu. Í fjør megnaði
Skála í síðsta umfarinum
við heimasigri ímóti EB/
Streymi at lyfta sær av
aftasta plássinum. Tá ið KÍ
í 1999 fyri higartil síðstu
ferð ognaði sær FM heitið,
vunnu
teir
í
síðsta
umfarinum á heimavølli og
í áarføri ímóti ÍF. Tá ið HB
vann FM í fyrraárið, var tað
við sigri í Runavík, at teir
tryggjaðu sær meistara-
skapin, og dystirnir millum
GÍ og VB eru altíð spenn-
andi.
Áhugaverd kapping
Enn ber sjálvandi ikki til at
tosa um stórdystir, odda-
dystir
og
botndystir.
Hvussu feløgini eru fyri,
fara ábendingar at vera um,
tá ið steypakappingin verð-
ur á skránni. Fyrstu venj-
ingardystirnir hjá fleiri fe-
løgum vóru nú um viku-
skiftið. Leygardagin vann
B68 2–0 í Runavík, og
sunnudagin vann VB, sum í
vikuskiftinum var á venj-
ingarlegu á Svangaskarði,
4–2 á NSÍ í Runavík.
Fyrsta umfarið í lands-
kappingini verður flagg-
dagin. Tá skulu júst NSÍ og
VB spæla í Runavík. KÍ fær
vitjan av B68, ið sum oftast
hevur staðið seg væl í
Klaksvík, ÍF skal í fyrstu
royndini í bestu deildini í
hesum umfarinum spæla í
Gøtu, og B36 fer at fáa
vitjan av EB/Streymi, sum
árstalsfelagið í Havnini
hevur fingið fleiri spælarar
frá síðani síðsta kappingar-
ár.
Níggjunda og síðsta um-
farið undan summarsteðg-
inum verður spælt 27. – 30.
juni. 27. juni fara VB og GÍ
at spæla á jóansøku í Vági,
og tá fara ÍF og KÍ og Skála
og EB/Streymur at spæla.
28. juni skulu B68 og B36
spæla, og 30. juni fær HB
vitjan av NSÍ. Tann dyst-
urin verður spældur seinni
enn hinir, tí NSÍ skal spæla
Intertoto Cup 26. juni.
Umstøðurnar hjá fót-
bóltsspælarunum at halda
Ólavsøku verða ikki nakað
serligar. Longu 1. august
verður farið undir seinna
partin av landskappingini.
Tá fara mótstøðuliðini at
vera tey somu, sum tey
vóru í fyrsta umfarinum.
Tey feløgini, sum í fyrsta
umfarinum høvdu heima-
vøll, fara at hava útivøll, og
tey, sum høvdu útivøll, fara
at hava heimavøll.
Rættulig finala
Í næstbestu deildini verður
lagt upp til, at tað fer at
verða spælt so at siga somu
vikuskifti, sum tað fer at
verða spælt í bestu deildini.
Í 2. deild tykist tað verða
lagt upp til rættuliga finalu.
Í síðsta umfarinum, sum
verður á skránni 2. oktober,
skal TB spæla á heimavølli.
Mótstøðuliðið verður FS
Vágar. TB tapti í fjør
endaspælið um uppflyting í
bestu deildina ímóti Skála.
FS Vágar flutti niður úr
bestu deildini.
Umframt hesi bæði fe-
løgini eru tað fýra onnur,
sum kunnu flyta upp. AB
spælir í síðsta umfarinum í
Klaksvík, LÍF og Sumba
skulu spæla í Leirvík, og
B71 og Royn skulu bæði
spæla á útivølli. B71 ímóti
B36 og Royn ímóti VB.
Fyrsta umfarið í 2. deild
verður spælt leygardagin
24. apríl. Tá er lagt upp til,
at skráin skal síggja soleið-
is út: B36–VB, TB–B71,
LÍF–FS Vágar, Royn–AB
og KÍ–Sumba.
Í skrivi til feløgini sigur
FSF, at um feløgini hava
nakrar viðmerkingar til
leikdagarnar, so skulu hes-
ar sendast FSF skrivliga,
soleiðis at tær verða FSF í
hendi í seinasta lagi 23.
februar.
Silvurvinnararnir í
B68 seta seg ikki førar
fyri einsamallar at
manna lið í bestu
deildini
KVINNUKAPPINGIN
Jákup Mørk
Tað gongur skjótt upp og
niður í kvinnufótbóltinum.
Tað hava tað verið so nógv
dømi um, og fyribils kapp-
ingarskipanin fyri komandi
árið undirstrikar, at tað
vendir skjótt hvønn vegin.
Í fjør vunnu B68 kvinn-
urnar fyri fyrstu ferð
silvurkrónur í landskapp-
ingini. Í ár eru tær ikki nóg
nógvar
einsamallar
at
manna lið í bestu deildini.
Avtala er gjørd millum B68
og GÍ um, at hesi bæði
feløgini í felag skulu
manna lið í bestu kvinnu-
deildini.
Hvussu tað verður við
venjing og dystum skilja vit
á lagnum valdast eitt sindur
um, hvussu áhugin og
undirtøkan verður á Toftum
og í Gøtu. Í fyrstu atløgu er
ætlanin at venja aðru hvørja
viku á Toftum og aðru
hvørja viku í Gøtu og at
skiftast um at spæla heima-
dystirnar á Svangaskarði og
í Sarpigerði.
Gongdin hjá B68 og GÍ
vísir, at kvinnufótbólturin í
Eysturoy hevur so langt í
frá somu støðu, sum mann-
fólkafótbólturin hevur tað.
Umframt samansetta liðið
av Toftum og úr Gøtu verð-
ur bara eitt lið úr Eysturoy í
bestu deildini. Tað er EB/
Streymur.
Samlaða talið av liðum í
bestu kvinnudeildini verður
átta. Umframt GÍ/B68 og
EB/Streym verða hini liðini
AB, B36, FS Vágar, HB, KÍ
og Sumba.
Í fyrsta umfarinum, sum
er sett at vera flaggdagin,
verður
spælt
soleiðis:
GÍ/B68–B36, FS Vágar
–Sumba, AB–HB og KÍ–
EB/Streymur. Síðsta um-
farið er sett at vera 18.
september. Tá verður spælt
soleiðis: GÍ/B68–Sumba,
FS Vágar–HB, AB–EB/
Streymur og B36–KÍ.
Summarsteðgurin er ætl-
aður at vera frá 27. juni og
inntil 15. august.
Meistararnir runda av í Runavík
Bárður Johannesen og HB enda komandi kappingarár við einum truplum útidysti í Runavík
Eysturoyggin leggur saman
Til tess at manna lið hevur
verið neyðugt hjá B68 og GÍ
at lagt síni kvinnulið saman