Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-28, síða 60
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. oktober 2011síða 60

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 125 · 28. oktober 2011 4 VIKUSKIFTI Samrøða Sámal Soll post@sosialurin.fo Herfyri helt kendi norski forn­veru­frøð­ ingurin Jørn Hurum fyrilestur í Norður­ landahúsinum um, hvussu granskarar eiga at samskifta sína gransking til al­ menningin. Tað er Granskingarráðið, ið bjóðaði honum higar í sambandi við Vísindavøkuna, sum nú varð hildin fjórða árið á rað. Eg hitti Jørn Hurum áðrenn fyrilesturin til eitt prát um miðling. Granskarar kunnu læra frá fót­bólts­ hetjum og poppstjørnum, tá tað snýr seg um at fáa talitíð í miðlunum, heldur Jørn Hurum. Serliga er tað ein trupul­ leiki, at granskarar og vísindafólk ikki tosa sama málið sum vanliga fólkið. – Granskarar og vísindafólk tosa eitt stammumál. Tað er so torskilt fakmál, at mangan skilir eitt lið av granskarum ikki stammumálið hjá øðrum gransk­ arum. Og hvussu skal so nakar annar skilja tað, sigur Jørn Hurum, sum eis­ ini hevur hildið fleiri fyrilestrar fyri journa­listlesandi í Noregi. – Hetta stammumálið er kortini neyð­ugt í granskingarumhvørvinum, tí samskiftið skal vera so nágreiniligt sum gjørligt. Men hetta málið hóskar ikki til miðling út eftir, staðfestir Jørn Hurum. Uppmerksemi alneyðugt fyri fígging Jørn Hurum heldur, at granskarum tørv­ar fígging til tær verkætlanir, sum teir standa fyri. Tí er mangan neyð­ugt at skapa umrøðu um júst teirra verk­ ætlan. Men møtið millum vísinda­ fólk og fjølmiðlafólk er mangan fult í misskilj­ingum. – Teir flestu granskarnir koma sera ernir aftur á granskingarstovnin eftir fyrstu samrøðuna við ein journalist, men tá greinin kemur í blaðið, finna teir eina villu fyri og aðra eftir. So verða teir hartaðir av starvsfeløgunum fyri at hava sagt okkurt skeivt, sigur Jørn Hurum. – Mangan hevur hetta lítið uppá seg og stendst ofta av tí journalistiska arbeiðsháttinum. Journalistar noyðast at vinkla søgur soleiðis, at dentur verður lagdur á eitt avgerðandi evni, með­an aðrir smálutir als ikki verða nevndir. – Tú fært ikki broytt journalistar­ nar. Tí er umráðandi, at granskarar gev­ast við at halda, at teir skulu miðla til aðrar granskarar. Skal man røkka vanliga fólkinum, so skal man fara heilt til markið til undir­halds­vinn­ una. Boðskapurin skal vera ein­faldur og stuttur, tí allar tær vísinda­ligu fót­ noturnar sleppa ikki við í tíðinda­søg­ una, sigur Jørn Hurum. Granskarin viðgongur, at hansara meiningar um miðling hava gjørt hann til ein umstríddan mann í norska granskara­umhvørvinum. – Ein eldri professari á uni­versi­tet­ inum segði einaferð soleiðis við meg: Tú mást gevast við at vulgariserað títt fak. Veitst tú ikki, at tað, sum tey ikki skilja, tað verða tey imponerað av, for­ telur Jørn Hurum. Ein miðlameistari Jørn Harald Hurum er føddur 4. nov­ ember í 1969 í Drammen í Noregi. Long sum seks ára gamal fór hann undir at savna krystallir og fossilir og skipaði fyri fram­sýning og fyrilestri um hesar lutir fyri øllum, ið høvdu áhugað. – Eg havi havt eina trongd at miðla vísind, síðani eg var 6 ára gamal. Eg helt mín fyrsta almenna vísindafyrilestur, tá eg var 16 ára gamal. Eg haldi, at hetta, sum eg takist við, er so ótrúliga áhugavert, at eg havi altíð viljað fortalt øðrum um tað, sigur Jørn Hurum. Hann fór undir lesnað á Oslo uni­ versiteti í 1987. Eftir loknan lestur í 1993 fór hann undir eina doktararitgerð, sum hann lat inn í 1997. Síðani tá hevur hann starvast á Oslo universiteti sum forn­verufrøðingur og hevur staðið fyri nógv­um av kendastu verkætlanum teirra. Ida-fossilið og Predator X Kendast man Jørn Hurum vera fyri sonevnda Ida-fossilið, ið hann upp­ kallaði eftir dóttir síni Ida, tí dóttirin var til aldurs við fornapuna, tá hendan doyði. Ida-fossilið fekk eyknevnið »the link«, sum er eitt navn, ið leggur seg upp at kenda hugtakinum »the missing link«, men sambært Hurum er tað ikki »missing« longur, tí nevnir hann tað bert »the link«. – Tá man letur eina so stóra søgu frá sær sum Ida, tá fær tað skjótt sítt egna lív, men har gjørdi vit eitt umfatandi fyri­reikingararbeiði fyri at tryggja okkum, at miðlaáhugin fór at vera so stórur sum gjørligt. – Umframt sjálva vísundaligu grein­ ina, ið skuldi leggjast fram, høvdu gransk­ararnir eisini fyrireikað eina heima­síðu, eina bók og eina doku­ mentar­røð at nýta at marknaðarføra gransk­ingar­úrslitini. Somuleiðis høvdu teir skipað fyri stórum hátíðarhaldi í New York har Bloomberg borgarstjóri avdúkaði fossilið fyri heimspressuni. Samstundis fingu teir Google at broyta sítt eyðkenda búmerki í ein dag til eitt sermerkt búmerki, ið nýtti Ida-fossilið sum partur av bókstavunum í Google- navninum. Hesi átøk góvu heimasíðuni hjá verkætlanini heili 1,2 mia klikk uppá 26 tímar. Jørn Hurum, sum er fornverufrøðingur og sjálvlærdur serfrøðingur í vísindamiðling, heldur at granskarar hava eina skyldu at samskifta síni granskingarúrslit greitt og einfalt til almenningin, eitt nú av tí einføldu orsøk, at tað í flestu førum er skattgjaldarin, sum rindar fyri gransking teirra Granskarar skulu duga betur at miðla Ida-fossilið, ið Jørn Hurum uppkallaði eftir dóttir síni