fríggjadagur 28. oktober 2011síða 61
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 125 · 28. oktober 2011
5
VIKUSKIFTI
Hurum, sum í mong ár hevði havt
áhuga í at miðla vísind til almenningin,
eitt nú umvegis sendingar í norska kring
varpinum NRK, hevði frammanundan
havt sera stóra eydnu at skapa umrøðu
um eitt stórt ókent dinosaurfossil á
Svalbard. Hann valdi at samstarva
við History Channel, ið framleiddi
ein dramatiskan dokumentarfilm við
heitinum Predator X, sum var at síggja
kring allan heim.
– So við og við havi eg lært hvat
riggar og hvat ikki riggar. Vilt tú hava
okkurt á forsíðuna, so mást tú læna frá
filmum, tekniserium ella tónleiki. Við
Ida-fundinum søgdu vit, at hetta var
sum at finna »the lost ark«, og tað var
jú at sipa beinleiðis til Indiana Jones.
Somuleiðis við Predator X, ið er ein
superhetja í Marvel alheiminum, sigur
Jørn Hurum.
Uppmerksemissøkjandi
granskari
Spurdur, hvat hann svarar teimum, ið
siga, at hann bert vil hava uppmerksemi,
og nýtir vísund til egnan vinning, svar
ar Jørn Hurum beint út:
– Eg vil hava uppmerksemi, tað skal
ongin ivi vera um tað. Uppmerksemi er
alneyðugt fyri at draga fígging til verk
ætlanina og eisini at draga tey bestu
fólkini til.
Hann tvíheldur tó um, at hann fær
ongan pening persónliga burtur úr
granskingarverkætlanunum, sum hann
stendur fyri, hvørki úr dinosaurunum í
Svalbard ella Ida-fossilinum. Hetta er
hann eisini blivin kannaður fyri.
Uttanhýsis fíggjarligur stuðul –
Hurum er tó ikki bangin fyri at nýta
orðið »sponsorat« – er umráðandi,
vilt tú sum granskari hava frælsi til
at granska í tí, sum tú sjálvur metir er
týdningarmikið.
Og tað hevur eisini eydnast Hurum
væl at fáa sponsorar til sínar verk
ætlanir. Oljufeløgini eru sera áhugað í
tí uppmerksemi, sum Predator X dino
saurgranskingin á Svalbard gevur, og
tær amerikonsku sjónvarpsrásirnar
vilja fegin vera við at gera dramatiskar
dokumentarsendingar um hesar risa
stóru og óhugnaligu dinosaurarnar,
sum granskararnir finna.
Finn gylta lutin
Jørn Hurum mælir granskarum, ið vilja
út við sínum granskingarúrslitum, til
eisini at granska journalistiska arbeiðs
gongd. Eitt nú kanna hvat kemur á
forsíðuna og hvussu tað verður orð
að. Umframt at fylgja við hvat eitt nú
bloggarar á netinum taka upp. Somu
leiðis er umráðandi at hava gott sam
band við ávísar journalistar, ið hava
skil og áhuga fyri nettupp tí, sum man
tekst við.
Spurdur um tað ikki er lættari hjá
einum fornverufrøðingi, ið arbeiðir
við sjónligar lutir, eitt nú nakað so for
kunnugt sum dinosaurleivdir og aðrar
fornverur, at miðla hetta til almenningin,
sigur hann, at søgufrøðingar og onnur
innan hugvísind eisini kunnu gera sítt
fak meira spennandi fyri almenningin.
Granskar tú eitt nú í miðaldarsam
feløgum, kanst tú hava eina eina bøðils
øks við tær, tá tú skalt siga frá tínum
úrslitinum, heldur Jørn Hurum.
– Tað snýr seg um at finna gylta
lutin. Og at arbeiða við hvussu hetta
kann miðlast víðari á skilabesta hátt,
sigur Hurum.
Hann viðgongur tó, at ikki øll
granskingarøki kunnu hava ágóða av
hansara boðskapum um miðling.
– Tað sigur seg sjálvt, at tosa vit
um gransking í heilivági og líknandi
gransking, ið hevur við mannalív at
gera, so er best ikki at veipa ov nógv
við ørmunum, sigur Jørn Hurum. Hann
heldur kortini, at granskingarstovnar
og universitet gera alt ov lítið við at for
telja vanligum fólki hvat teirra gransk
ing gongur út uppá.
Setið samskiftiskrøv
til granskarar
Granskingarstovnarnir hava tveir
møguleikar at bøta uppá støðuna,
heldur Jørn Hurum. Antin kunnu teir
seta samsskiftisfólk í starv, sum kann
arbeiða saman við granskarum um
miðling soleiðis, at ein miðlastrategi
liggur klár hvørjaferð okkurt úrslit skal
út, ella kunnu stovnarnir seta gransk
arum sínum samskiftiskrøv longu í
starvssetanini.
Granskingarstovnar og universitet
hyggja nógv at, um eitt nú Ph.D
umsøkjarar hava nakrar sonevndar
»peer-reviewed« útgávur á ævilýs
ingini. Hesar eru greinir útgivnar í
viðurkendum tíðarritum við fakligum
ritstjórum. Men sambært Jørn Hurum
áttu universitetini og stovnarnir eisini at
hugt at, um viðkomandi er dugnaligur
til at miðla sína gransking eisini uttan
fyri granskingarumhvørvið.
– Ein møguleiki er eisini at seta
granskarum tey krøv, at hesi skulu nýta
90 prosent av síni tíð uppá granskingar
verkætlanina, og hini 10 prosent uppá
miðling, sigur Jørn Hurum.
Í øllum førum, um granskarar vilja
hava síni granskingarúrslit út, so mugu
teir hugsa um hvussu hetta best kann
miðlast, og tá er umráðandi at skilja
arbeiðsdagin og arbeiðslagi hjá journa
listum.
Jørn Hurum endar prátið við eini
søgu, ið hann metir lýsir væl trupul
leikan, sum granskarar hava í samskift
inum við journalistar.
– So seint sum í dag seinnapartin
ringdi ein norskur journalistur til mín,
og spurdi, um eg ikki hevði okkurt til
hansara. Hann ætlaði sær kanska at
skriva eina hálva síðu um Idu. Men
brádliga sigur hann: Tú, kann eg ikki
ringja aftur um einar tveir tímar, tí her
eru so nógv morð, sum skulu skrivast.
– Ein møguleiki er at seta granskarum tey krøv, at hesi skulu nýta 90 prosent av síni tíð uppá
granskingarverkætlanina, og hini 10 prosent uppá miðling, sigur granskarin Jørn Hurum