fríggjadagur 28. oktober 2011síða 66
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 125 · 28. oktober 2011
10
VIKUSKIFTI
onkra vakra síðu. Og tað er hana, eg
skal royna at fanga á myndini, greiðir
Miriam frá.
Góð vegleiðing og tryggleiki
Av tí, at føroysku kvinnurnar eru
smædnari, krevur tað eisini meiri av
fotografinum. Fyri at myndirnar kunnu
gerast góðar, er neyðugt, at tær kenna
seg tryggar og tora at folda seg út.
– Áðrenn vit byrja, tosa vit altíð um,
hvar teirra mark gongur. Hvat tær vilja
vera við til og ikki. Og eg vegleiði og
tosi við tær allatíðina, sigur Miriam.
Tað verður góð tíð sett av til eina
slíka myndatøku – umleið tveir tímar.
Tann fyrsti hálvi tímin fer ofta til, at
kvinnan skal kenna seg trygga og væl
til passar. Miriam veit, at tað er nýtt
fyri tær flestu at standa hálvnaknar
frammafyri einum myndatóli.
– Men ofta vísir
tað seg, at tá vit eru
komnar í gongd, so verða
mørkini, sum hon setti
frammanundan, spaku
liga flutt. Hon dugir tá at
síggja, at um eg til dømis
biði hana fara úr bróst
haldaranum, so er tað tí, at
tað veruliga ger myndina
betri og meiri sensuella. So
taka vit nakrar myndir, og
hon sleppur at síggja tær.
–
Tá
tær
síggja
myndirnar, duga tær flestu
at síggja, at tað riggar betri,
um tær flyta síni mørk eitt
sindur, men um tær framvegis standa
við sítt, so virði eg sjálvandi tað, og
so verða tær myndirnar slettaðar aftur,
sigur Miriam, og slær samstundis fast,
at hon ikki vil gera fúlar myndir, men at
tær skulu vera vakrar og sensuellar.
Heimligt og avslappað
Boudoirmyndirnar hjá Miriam kunnu
takast allastaðni, men Miriam setur tó
nøkur krøv til location.
– Um tær hava eini vøkur hús, so er
tað perfekt, men eg kann eisini skaffa
locations, um tær ikki vita nakað stað.
Eg leggi stóran dent á, at tað skal vera
heimligt og heitt, so stemningurin verð
ur so avslappaður, sum gjørligt.
Miriam møtir av og á kvinnum, sum
kundu hugsað sær at tikið boudoir
myndir, men sum hava fingið strekk
merkir eftir barnsburð, sum hava
okkurt stórt arr ella sum av øðrum or
søkum ikki halda seg framat. Men hetta
er eingin trupulleiki.
– Um tær siga mær tað framman
undan, so kann eg hava tað í huga, tá
eg taki myndirnar. Tær skulu ikki kenna
tað sum um, at tær posera síni strekk
merkir. Tað eru nevniliga nógv ting,
sum man kann gera, fyri at tað, sum
tær eru keddar av, ikki kemur í fokus,
men verður dempað niður.
– Um hon hevur tað gott og er trygg,
meðan vit fotografera, so sæst tað eisini
aftur á myndunum. Tað mest frustrer
andi fyri meg er, um hon ikki torir at
sleppa teymunum. Tí allar kvinnur eru
vakrar á sín hátt, og tað er mín uppgáva
er at fáa tað fantastiska við kvinnuni
fram.
Boudoirmyndirnar, sum her verða vístar, eru tiknar við tí fyri eyga, at verða vístar fram. Tað er sostatt við samtykki
frá kvinnunum. So tú skalt ikki vera bangin fyri brádliga at enda í Sosialinum, um tú tekur Boudoirmyndir.
myndir: Gvøðny Miriam Gunnarson / info@miriamjanus.com
Miriam
boudoir
• Myndatøkan tekur einar tveir tímar
• Málið er, at tað skal vera ein góð uppliving, tí er
tryggleikin í hásæti.
• Til ber at keypa ein pakka, har hár og make-up eisini
verður ordnað til høvið. Hetta er í samstarvi við Lailu
Carlsen og Barbaru Chaparro.
• Kvinnan verður biðin um at taka hópin av undirklæðum
og lingeri við til myndatøkuna, og saman við Miriam
verður so gjørt av, hvat riggar best til júst tær
myndirnar, sum kvinnan ynskir.
• Ein hópur av myndum verða tiknar, og eftir
myndatøkuna verða síðani millum 10 og 16 myndir
valdar út, sum kvinnan fær.
• Miriam hevur valt at seta 18 ára aldursmark á
Boudoirmyndirnar, men uppeftir er einki aldursmark.
• Eingi krøv verða sett til útsjóndina yvirhøvur.
• Sí meiri á facebook, undir »Miriam Boudoir«
Fakta
um Miriam
• Gvøðny Miriam Gunnarsson
• 25 ár
• Hevur í sjey ár verið gift við Janusi, sum er hin helvtin
av foto-toyminum Miriam&Janus
• Sjálvlærdur fotografur við óteljandi tímum handan
myndatólið
• Tekur mótamyndir, lýsingar, brúðarmyndir,
konfirmatiónsmyndir o.m.a.
• Hevur seinastu tvey árini eisini arbeitt við Miriam
Boudoir, sum eru vakrar og sensuellar myndir av
konufólki.
• Besta við starvinum er at sleppa at folda seg út
kreativt og fáa fríar teymar
• Sí meiri á www.miriamjanus.com ella á facebook undir
»Miriam & Janus photography«