Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-28, síða 65
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. oktober 2011síða 65

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 125 · 28. oktober 2011 9 VIKUSKIFTI Boudoirmyndir Eydna Skaale eydnaskaale@hotmail.com Tað hevur vundið nógv uppá seg uttan­ lands, men vit hava ikki hoyrt serliga nógv um tað her heima. Ikki fyrr enn Miriam, sum er onnur helvtin av foto- toym­inum Miriam&Janus, fór undir at lýsa við sensuellum boudoirmyndum. Hetta eru myndir, sum lýsa kvinnuliga vakurleikan. Ofta eru kvinnurnar lætt ílætnar, og myndirnar eru sensuellar og vakrar. Miriam Gunnarsson, sum er 25 ára gomul og sjálvlærdur fotografur, er, saman við manninum Janusi, ein av mest eftirspurdu fotografunum í Før­ oy­um. Seinastu árini hevur hon eis­ ini rikið Miriam Boudoir, sum gevur føroyskum kvinnum møguleika at fáa flottar myndir av sær sjálvum. – Áhugin hevur verið sera stórur heilt frá fyrsta degi. Eg gekk annars við tank­anum í eini tvey ár, áðrenn eg tordi at fara undir tað. Eg ivaðist í, um vit vóru klár til slíkar myndir í Føroyum, greiðir Miriam frá. – Eg væntaði, at tað fór at vera miss­ kilt, og at fólk fóru at síggja myndirnar sum fúlar og erotiskar heldur enn vakrar og sensuellar. Men eg fór skeiv. Og síðani eg byrjaði, haldi eg, at mørk­ ini eru flutt langt, og fólk halda tað vera fínasta slag. Síðani hon byrjaði, hevur Miriam tikið útvið hálvthundrað myndir av løtt­ kløddum føroyskum damum. Og tað er allatíðina ein ávísur eftirspurningur. Smædnar føroyskar kvinnur Men hóast undirtøkan hevur verið góð, so heldur Miriam, at tað er eitt serligt smædni, sum dominerar í Før­ oy­um. – Vit hava tikið nógar myndir uttan­ lands, og føroysku genturnar eru nógv smædnari, enn til dømis tær donsku. Tað tekur eina góða løtu at fáa føroy­ ingarnar at slappa av, meðan tær donsku skifta frammanfyri okkum og standa púra naknar uttan nakran trupul­leika. – Donsku genturnar geva mær fríari teymar, tí tær vilja hava eina ordiliga lekra mynd. Og tær eru ikki bangnar fyri at siga tað. Men í Føroyum er tað mest­sum flóvisligt at viðganga, at tú gjarna vilt síggja ordiliga lekkur út. Vakurleikafyrimyndirnar úti í heimi, sum siga, at kvinnur skulu vera klænar og perfekt proportioneraðar, hava eisini sett síni spor í Føroyum. Miriam greiðir frá, at tað fleiri ferðir er komið fyri, at kvinnurnar ikki síggja sín egna vakurleika. – Eg havi roynt at tikið myndir av damum, har vit hava fingið ótrúliga flottar myndir. Men tær hava verið keddar, tí ein lítil della kemur undan onku­staðni, ella ein bugla eina aðra­ staðni. Tær hava heilt einfalt ikki havt eina realistiska mynd av sær sjálvari, og hava bara fokuser­ að uppá tað, sum ikki er per­fekt. – Tær hava biðið meg redigerað alt burt­ur, sum ikki samsvarar við idealið. Men tað geri eg ikki. Sjálvandi fínpussi eg myndirnar, og eg kann gott gera ávísar broytingar, men kvinn­ urnar skulu hava eina mynd av sær sjálvari, og maðurin skal kunna kenna kon­una aftur á myndini, sigur Miriam flenn­andi. Tað er tí eitt mark fyri, hvussu nógv hon vil broyta aftaná. Hon leggur afturat, at tær flestu eru vorðnar sera glaðar fyri myndina við tíðini, og fleiri eru komnar aftur til henn­ara og hava takkað henni fyri vøkru myndirnar. Tað eru tó eisini dømi um tað øvugta. At nakrar verða sera illa við, tá tær síggja myndirnar av sær sjálvari, tí tær duga ikki at síggja seg sjálvar sum sen­su­ellar. – Fleiri hava reagerað við at siga: Er hatta veruliga eg?, og eisini tær hava ofta brúk fyri tíð, fyri at venja seg við myndirnar, greiðir Miriam frá. Hon slær tó fast, at føroyskar kvinnur eru serstakliga vakrar. - Tað er relativt lætt at taka myndir í Føroyum, tí tað eru vakrar gentur allastaðni. Og hóast allar kanska ikki líkjast modellum, so hava allar kvinnur – Tað eru sera nógv konufólk, sum ynskja at eiga eina mynd av sær sjálvari, har tær eru ordiliga lekrar. Summar vilja geva manninum myndina, summar vilja bara eiga hana fyri seg sjálva. Men allar kvinnur eru vakrar, og tað er teirra vakrastu síðu, eg vil hava fram á myndunum, sigur Miriam Gunnarsson, sum tekur sensuellar myndir í Føroyum