fríggjadagur 28. oktober 2011síða 70
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 125 · 28. oktober 2011
14
VIKUSKIFTI
Val og tøl
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Tað er møguleiki fyri, at talan í morgin
kann gerast um heilt merkisvert úrslit
fyri løgmann og Sambandsflokkin, sum
Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður,
er formaður fyri.
Síðani heimastýrisskipanin sá dagsins
ljós í 1948, hava seytjan løgtingsval ver
ið, og tað hevur ikki verið nógv at sæð
til stjórnarleiðaraávirkanina, sum tað
aðra staðni plagar at verða tikið til, tá ið
flokkurin hjá forsætismálaráðharranum
vinnur eitt val. Tølini siga, at tað hevur
verið regulin heldur enn undantakið, at
flokkurin hjá løgmanni hevur tapt, og at
tað harvið heldur enn positiva ávirkan á
valúrslitið hevur havt negativa ávirkan
á úrslitið hjá løgmansflokkinum.
Tað kostar at sita við landsins leiðslu,
hevur løgmaður so ofta staðfest, tá ið
floksformenninir hava tikið saman um
valkvøldið.
Tað eru tvey undantøk, har løgmaður
er komin burtur úr valinum við størri
lutfalsligari styrki millum veljararnar,
og tey eru bæði fyri einari hálvari øld
síðani.
Tað fyrra var á valinum 8. november
1962. Eftir valið í 1958 skipaðu Javn
aðarflokkurin, Sambandsflokkurin og
Sjálvstýrisflokkurin samgongu. Peter
Mohr Dam var løgmaður, og á løg
tingsvalinum í 1962 gekk tað framúr
hjá Javnaðarflokkinum, sum vann 1,7
%. Longu á valinum í 1958 var hann
størstur við 25,8%, og nú vaks hann til
27,5 %. Hetta er – saman við valinum
í 1990 – størsta lutfalsliga undirtøkan,
sum Javnaðarflokkurin nakrantíð
hevur havt.
Tingmannatalið broyttist tó ikki. Á
valinum í 1958 fekk Javnaðarflokkurin
átta tingmenn, og tað fekk hann eisini
á valinum í 1962.
Hitt undantakið var á løgtings
valinum í 1966. Samgongan millum
Fólkaflokkin, Tjóðveldisflokkin og
Sjálvstýrisflokkin við stuðli frá Fram
burðsflokkinum hjá Kjartani Mohr
mannaði landsstýrið eftir valið í 1962.
Hákun Djurhuus úr Fólkaflokkinum
var løgmaður, og á løgtingsvalinum 8.
november í 1966 vunnu løgmaður og
Fólkaflokkurin 21,6 % av atkvøðunum,
sum var 1,4 % meiri, enn Fólkaflokkurin
hevði vunnið á valinum í 1962.
Tingmannatalið broyttist ikki.
Fólkaflokkurin vann seks tingmenn í
1962, og hann vann eisini seks tingmenn
á valinum í 1966.
Tvær ferðir hevur tað eydnast løg
manni at økja um tingmannatalið, hóast
talan var um lutfalsliga afturgongd í
undirtøku millum veljararnar. Fyrra
ferðin var í 1950, tá ið Sambandsflokkurin
og Andrass Samuelsen vunnu ein
tingmann, og seinna ferðin var, tá ið
Javnaðarflokkurin og Atli P. Dam í
1978 vunnu ein tingmann. Í báðum
førum gjørdu serlig viðurskifti seg
galdandi, sum tað verður komið nærri
inn á longri niðri á síðuni.
Nú benda tølini á, at tað fyri fyrstu
ferð í 63 ára longu søguni undir heima
stýrinum skal eydnast løgmansflokk
inum at vinna framgongd millum
veljararnar, sum eisini ber við sær, at
tingmannatalið hjá løgmansflokkinum
økist.
Skrædlini
Størsta tapið hjá løgmansflokkinum
var tað hjá Javnaðarflokkinum í 1994.
Á valinum í 1990 var undirtøkan hjá
Javnaðarflokkinum 27,5%, sum saman
við henni í 1962 er tann størsta, sum
flokkurin nakrantíð hevur vunnið.
Meðan flokkurin í 1958 vann átta av
tredivu tingmonnum, so vann hann í
1990 tíggju av 32 tingmonnum.
Í hesum valskeiðnum – frá 1990
og til 1994 – var Javnaðarflokkurin
fyrst í samgongu við Fólkaflokkinum
og síðani við Tjóðveldisflokkinum og
Sjálvstýrisflokkinum. Atli P. Dam var
løgmaður fyrra partin av skeiðnum, og
seinnapartin av skeiðnum var Marita
Petersen løgmaður.
Tað var í hesum valskeiðnum, at
samfelagið kollsigldi, og Marita Petersen
løgmaður og Javnaðarflokkurin mistu
í 1994 12,2 % av atkvøðunum og fimm
tingmenn. Millum teir, sum ikki vórðu
afturvaldir, var Atli P. Dam.
Næststørsta tapið hjá løgmansflokki
var tað hjá Sambandsflokkinum í 1998.
Um úrslitið í morgin lagar seg soleiðis, sum allar veljarakanningarnar í
ár hava bent á, og sum fólkatingsvalið í september var staðfesting av, so
verður Sambandsflokkurin sigursharri, og harvið verður tað fyri fyrstu
ferð í søguni undir heimastýrinum soleiðis, at flokkurin hjá løgmanni fær
framgongd bæði í lutfalsliga býtinum av atkvøðum og í tingmannatali
Kaj Leo hevur
møguleika at
skriva søgu
Andrass Samuelsen
Sambandsflokkurin
1948-1950
Kristian Djurhuus
Sambandsflokkurin
1950-1959
Peter Mohr Dam
Javnaðarflokkurin
1959-1963
Hákun Djurhuus
Fólkaflokkurin
1963-1967
Peter Mohr Dam
Javnaðarflokkurin
1967-1968
Kristian Djurhuus
Sambandsflokkurin
1968-1970
Atli P. Dam
Javnaðarflokkurin
1970-1981
Pauli Ellefsen
Sambandsflokkurin
1981-1985
Atli P. Dam
Javnaðarflokkurin
1985-1989
Jógvan Sundstein
Fólkaflokkurin
1989-1991
Atli P. Dam
Javnaðarflokkurin
1991-1993
Marita Petersen
Javnaðarflokkurin
1993-1994
Edmund Joensen
Sambandsflokkurin
1994-1998
Anfinn Kallsberg
Fólkaflokkurin
1998-2004
Jóannes Eidesgaard
Javnaðarflokkurin
2004-2008
Kaj Leo Holm Johannesen
Sambandsflokkurin
2008-
Løgmenn síðani 1948 tá ið heimastýrissk. sá dagsins ljós