Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-28, síða 71
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. oktober 2011síða 71

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 125 · 28. oktober 2011 15 VIKUSKIFTI Eftir valið í 1994 skipaði Edmund Joensen samgongu saman við Javn­ aðar­flokkinum, Sjálvstýris­flokk­inum og Verka­mannafylkingini. Í 1996 fór Javnaðar­flokkurin úr samgonguni, og Fólkaflokkurin loysti hann av. Á valinum í 1998 misti Sambandsflokkurin 5,3% av atkvøðunum. Tað kostaði tveir ting­menn – úr átta og niður í seks ting­ menn. Tríggjar ferðir varð Kristian Djurhuus av veljarunum vigaður sum løgmaður, og hann misti hvørja ferð – í 1954, 1958 og aftur í 1970, tá ið hann hevði sitið sum løgmaður seinna partin av valskeiðnum. Peter Mohr Dam, sum doyði í 1968, var løgmaður fyrra partin av valskeiðnum. Við Kristiani Djur­huus sum løgmanni megnaði Sam­bands­flokkurin – hóast lutfals- ligu afturgongd­ina í undirtøku – tó hvørja ferð at halda tørn um ting­ manna­talið: 7 í 1954 og 7 í 1958 og 6 í 1970, ið var sama ting­manna­tal sum í 1966. Fýra ferðir varð Atli P. Dam av veljarunum vigaður sum løgmaður, og hann misti hvørja ferð – í 1974, 1978, 1980 og í 1988. Við Atla P. Dam sum løgmanni megnaði Javnaðarflokkurin – hóast lutfalsligu afturgongdina í undir­tøku – tó eina ferð at økja um ting­manna­talið. Tað var í 1978, tá ið vallógin varð broytt. Frammanundan vóru 20 valdømisvaldir tingmenn og upp í tíggju eykavaldir. Á valinum í 1978 og fram til og við valinum í 2004 vóru 27 valdømisvaldir tingmenn og upp til fimm eykavaldir. Á øllum hesum val­unum var samlaða tingmannatalið 32. Í 1974 vann Javnaðarflokkurin 7 tingmenn, og í 1978 vann hann 8 ting­ menn. Í 1980 misti Javnaðarflokkurin ein tingmann, og tað gjørdi hann eisini í 1988. Tvær ferðir varð Anfinn Kallsberg av veljarunum vigaður sum løgmaður, og hann tapti báðu ferðirnar – í 2002 og í 2004. Fyrru ferðina misti Fólka­ flokkurin ein tingmann – úr 8 og niður í 7 – og seinnu ferðina helt hann tørn um 7 tingmenn. Andrass Samuelsen og Pauli Ellefsen vórðu sum sambandsløgmenn vigaðir á valunum í ávikavíst 1950 og 1984. Báðu ferðirnar var talan um afturgongd í undirtøkuni millum veljararnar. Í 1984 misti Sambandsflokkurin ein tingmann – úr 8 og niður í 7. Í 1950 økti Sambandsflokkurin um sína umboðan, hóast undirtøkan mink­ aði úr 28,7 og niður í 27,3 prosent. Á valinum í 1946 vann Sambandsflokkurin 6 tingmenn, og á valinum í 1950 vann Sambandsflokkurin 7 tingmenn. Orsøkin var, at samlaða tingmannatalið í 1946 var 20, og at samlaða tingmannatalið í 1950 var 23. Jógvan Sundstein varð vigaður sum fólkafloksløgmaður í 1990. Í tvey ára valskeiðnum frá 1988 var hann løg­ maður fyri tveimum samgongum. Fyrst í fimm mánaðir í samgongu millum Fólkaflokkin, Tjóðveldisflokkin, Sjálv­ stýrisflokkin og Kristiliga Fólkaflokkin og so í samgongu millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Tjóðveldisflokkin. Fólkaflokkurin misti – úr 23,2 og niður í 21,9 prosent – og Fólkaflokkurin misti ein tingmann – úr 8 og niður í 7 ting­ menn. Kaj Leo og sambandsmetið Í morgin fer Kaj Leo Holm Johannesen á veljaravektina saman við Sam­bands­ flokkinum. Fimm ferðir áður eru sam­ bandsløgmenn vigaðir av veljar­unum, og hvørja ferð hevur talan verið um afturgongd: Andrass Samuelsen misti undirtøku í 1950, Kristian Djurhuus misti undirtøku í 1954, 1958 og 1970, Pauli Ellefsen misti í 1984, og Edmund Joensen misti í 1998. Kaj Leo Holm Johannesen setti seg í løgmanssessin 26. september í 2008. Turbolensurin hevur ofta verið øgiligur, og í vár viknaði parlamentariska grund­ ar­lagið, tí Fólkaflokkurin tók sín stuðul til løgmann og samgonguna aftur. Allar veljarakanningarnar, sum eru gjørdar í ár, hava víst, at Sambands­ flokkurin fer at hava framgongd. Størsta undirtøkan var í kanningini, sum Gallup í februar gjørdi fyri Dimma­lætting. Tá søgdu 31,2 prosent av veljarunum, at teir høvdu atkvøtt fyri Sambandsflokkinum, um val hevði verið tá. Á fólkatingsvalinum í september var undirtøkan 30,8 prosent. Síð­ani tá hava tvær kanningar víst, at talan ikki verður um so stóran sigur, men báðar kanningarnar í síðstu viku boðaðu frá, at Sambandsflokkurin fer at økja um undirtøkuna. Í blaðnum í dag og í Norðlýsinum í síðstu viku reið tað um snarið, um Sambandsflokkurin fær átta ella níggju tingmenn og harvið ríður tað um snarið, um Kaj Leo Holm Johannesen og Sambandsflokkurin fara at skriva søgu! Søgan lærir okkum, at valið er ikki avgjørt, fyrr enn atkvøðurnar eru taldar upp. Verfaðir Helle Thorning-Smidt, fyrrverandi formaðurin í Labour, Neil Kinnock, minnist aftur á valið í 1992, tá ið hann í miðlunum varð endurgivin fyri at siga – undan valinum – at hann hevði vunnið, og so tapti hann, og Uffe Elleman Jensen varð í Ekstra Bladet á sjálvum valdegnum í 1998 endurgivin fyri at siga, at Den er hjemme. Hann hevur ofta síðani sagt, at tað var ein fullur tíðindamaður, sum fann upp á hesa yvirskriftina. At Uffe ikki vann tað valið, komst av at Sambandsflokkurin misti fólkatingsmannin í Føroyum! Og Kaj Leo Holm Johannesen kann eisini minna føroysku veljararnar á, at góðar veljarakanningar hjá Sam­ bandsflokkinum ikki altíð bera gott val við sær. Sambandsflokkurin og Lisbeth L. Petersen vóru í 2004 – sambært veljarakanningunum – á veg ímóti stórsigri. Uppteljingin vísti, at Sam­ bands­flokkurin misti 4,3 prosent av at­kvøðunum og ein tingmann. Tað bar for­mansskifti í Sambandsflokkinum við sær. Lisbeth L. Petersen fór frá, og nýggj­ur formaður var Kaj Leo Holm Johannesen! A 20,1 19,4 16,8 19 15,9 17,1 19 23,5 19,3 B 21 31,2 28,1 25,7 27,9 25,7 30,8 25,4 23 C 19,3 12,8 14,7 17,2 18 18,4 21 17,4 18,8 D 7,2 5,9 3,9 5,3 5,4 6,5 2,3 4,3 6,1 E 23,3 25,5 24,7 23,6 20,7 22,7 19,4 18,9 21 F 3,5 2,5 4,4 2,7 3,3 5,7 3,8 H 8,4 5,2 8,2 6,8 7,6 7 4,2 4,9 7,9 Miðnám 0,7 100 100 99,9 100,1 99,9 100,1 100 100,1 99,9 Valið Gallup Gallup Fynd Gallup Gallup FV Gallup Fynd 19. jan. '08 feb. '11 apr. '11 aug. '11 aug. '11 sep. '11 15. sep. '11 okt. '11 okt. '11 Úrslitini á løgtingsvalinum í 2008 og fólkatingsvalinum í 2011 og veljarakanningar í 2011 VAL OG TØL '50 '54 '58 '62 '66 '70 '74 '78 '80 '84 '88 '90 '94 '98 '02 '04 '08 Broytingin hjá løgmansflokkunum á valunum frá 1950 til 2008 A 1,4 -1,3 -0,5 -0,2 -2,9 B -1,4 -1,3 -2,3 -2 -2,7 -5,3 C 1,7 -1,4 -3,5 -0,6 -1,8 -12,2 D E F H