Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-28, síða 72
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. oktober 2011síða 72

‹ fyrra síða allar 72 síður

Tekstur á síðuni

nr. 125 · 28. oktober 2011 16 VIKUSKIFTI Bøkur Randi Kúrberg post@sosialurin.fo Harriet Poulsen Vágadal hevur bæði lærara- og listútbúgving. Navnið er kanska onkrum kent, tí hon hevur havt málningaframsýningar kring land­ið, eins og hon eisini hevur havt verk á vár- og ólavsøkuframsýningum. Hetta er tó fyrstu ferð, hon roynir seg sum leikrithøvundur. Harriet hevur verið lærari í útivið 10 ár, og í vár setti hon leikin Eitt døkt kamar upp saman við næmingum á námi X, ið vóru á films- og dramabreytini. Tey sýndu leikin í Sjónleikarhúsinum fyri øðrum næmingum í framhaldsdeild, eins og foreldur og vaksin eisini fingu høvi at síggja leikin – eini 500 fólk mundu hava sæð leikin eftir at hava verið »á tapetinum« í eina viku. Mongum dámdi so væl leikin, at tey heittu á Harriet um at fáa hann útgivnan, og tað er so hent í samstarvi við forlagið Sprotan. Á tann hátt kundu onnur eisini fáa gagn av til­farinum. Verkætlanin var á mangan hátt mennandi fyri næmingarnar, tí um­framt at leika og læra seg ymiskt uttan­bókar høvdu teir eisini ein ábyrgd av palli og ljósi. Døkka kamarið í stuttum Leikurin snýr seg um 16 ára gomlu Elisu og floksfelagar hennara. Elisa er vorð­in happað í longri tíð, og nøkur hava lagt til merkis, at alt ruggar ikki rætt. Tey hava boðið sær at hjálpa, men í døpur­ huga, sum Elisa er, fær hon hvørki tikið móti hjálp ella bitið frá sær. Í staðin gongur hon fyri seg sjálva, fer aftur, gerst bleik og byrjar eisini at skera seg. Samhugin er hjá Elisu, men leikurin lýsir eisini viðurskiftini – tað trýst – sum eru millum happara og happaða og ikki minst tey, ið eru í vanda fyri at verða happað. Av neyð fara tey mang­ an í happarakórið, tí tankin um at vera offur, er so ræðandi. Elisa fær júst hetta svik at kenna, tá besta vinkona hennara hoknar undir trýstinum frá happ­aranum. Ein lítil síðusøga er eis­ ini í leikinum, um vinmannin Ólav, ið ikki reiðiliga fær hjálpt Elisu, tó at hann vil, tí hann er hóttur og eisini í skotmála, tá tað snýr seg um happing. Ja, alt er ein grúilig fløkja, og leikurin byrjar eisini in medias res (mitt í øllum ruðu­leikanum), men sum leikur fer, fæst greiði á viðurskiftunum við hjálp av baklitum og samrøðum. Tey ungu kenna ábyrgd og vilja loysa málið, men tey noyðast at fara til myndugleikar sum foreldur og lærarar, tí hesir eiga í grundini størst ábyrgd og hava eisini mest ávirkan, tá tað snýr seg um at loysa slíkar knútar. Happing, men nortið verður eisini við onnur evni Kjarnin ella høvuðsevnið í leikinum er happing millum ungdóm. Hetta er álvar­smál, tí ung eru sum kunnugt bæði viðbrekin og tykkin. Viðurskiftini, sum tey eru lýst í leikinum, kunnu møgu­liga tykjast einføld og grunn, men sum lærandi frálærutilfar til næm­ingar sjálvar at arbeiða við, fær hann neyvan verið nógv øðrvísi, uttan so at mist verður á øðrum mótum, t.d. at hann ikki er nóg áhugavekjandi ella ov tor­greiddur at skilja og leika. Leikurin er ætlaður til ung, tann­ár­ ingar, og eigur at verða mettur út frá hesum. Hann hevur ein týðiligan boð­ skap: happing hevur einki gott við sær, og til ber at koma henni til lívs. Fleiri træðrir ella smáevni eru, sum kunnu virka sum lopfjøl til kjak, sum hevur áhuga og/ella rørist millum tey ungu. T.d. verður ein hóttur við myndum, sum kunnu leggjast út á netið, og avdúka, at hann er samkyndur. Her ber til at tosa um ungdóm og seksualitet, og hvat fyrilit fólk eiga at hava, tá tey breiða myndir og aðrar upplýsingar út um allar geilar. Í leikinum tegir Elisa um happingina, tí hon vil verja lítlusystrina. Í hesum viðfangi ber til at tosa um tagnarskyldu og fráboðanarskyldu (bæði alment og millum vinir og floksfelagar). Viðhvørt er ikki altíð so lætt at gera av, nær tú slatrar, og nær tú vendir tær til røtt fólk at fáa tey at tala at, tí ávís viðurskifti eru vorðin so ótolandi, at nú er farið um mark. Fleiri tættir eru í leikinum, sum kunnu leiða í ymsar ættir; eitt nú kær­leiki og vinalag millum gentur og dreingir, og síðst men ikki minst tey, ið gera sær sjálvum skaða við vilja. Elisa er so sálarliga illa fyri, at hon roynir at linna pínuna við at skera seg, men tað er ein ússalig fyribils loysn, sum eisini kann vera trupul at koma sær úr. Etingar­ólag ella ótálmaður hugur til eitt ella annað, t.d. fjesbók og telduspøl eru eisini evni, ið kunnu vera havd á lofti saman við fyribrigdunum hógv, aga, vina­lag, kærleika, ábyrgd, o.ø. Samanumtikið: fittligur ung­dóms­ leikur, ið bæði ber til at lesa og framføra, eins og hann vísir á fleiri mál og evni, ið eru viðkomandi fyri ung. Við leikinum Eitt døkt kamar (2011) tekur Harriet Poulsen Vágadal evnið happing millum ung upp til viðgerðar. Innlit fæst í fløkjuna, ið kennist tung fyri happaða høvuðspersónin, eins og viðurskiftini millum teirra, ið onkursvegna eiga lut í happingini ella eiga at koma henni til lívs, eru lýst sum trupul og møtimikil Ljós varpað á trupul ungdómsviðurskifti Ungdómsleikurin Eitt døkt kamar eftir Harriet P. Vágadal fæst á sprotin.fo og í bókabúðunum.