Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-31, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. oktober 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 31. oktober 2011 · Nr. 126 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Eitt av teimum fimm nýggju andlit­unum í nýmannaða Løg­tingi­num eigur Rigmor Dam. Hon kemur frá einari politik­ara familju og varð sjálv vald á Ting leygardagin. Hetta verður ein spenn­ andi avbjóðing. Tá tú stillar upp, kanst tú ikki vænta nak­ að, men eg eri glað fyri tær at­kvøð­ur­nar, eg havi fingið, sig­ur Rigmor Dam. Nú ætlar hon sær at liva upp til álitið, sum veljarin hev­ur víst henni. Eg ætli mær at verða eitt gott og virki umboð á Løg­ tingi fyri vinstravongin. Og so vóni eg ikki, at alt bara fer at snúgva seg um rúsdrekkapromillu ella abc’ið. Eg ætli mær at verða við til at skapa breið­ar semj­ ur, og tað, sum liggur fyrst fyri, er kommunu­sam­an­leg­ g­ing og skúla­sam­an­legging, sig­ur Rigmor Dam. Hon bleriv vald sum numm­ar fýra á listanum hjá Javn­að­ar­flokkinum við 270 at­kvøð­um, framman fyri so kend nøvn sum Helenu Dam á Neystabø, Hans Paula Strøm og John Johannesen. Eg ætli mær at vera við til at fáa samfelagið aftur á rætta kós. Tað mugu takast tung tøk og eg ætli mær at gera mítt til, at tey verða tik­ in. Tá tú játtar at stilla upp til val, mást tú verða til reið­ ar at gganga allan vegin, og tí hevði eg ikki sagt nei takk til ein landsstýrissess, skuldi hann staði mær í boði, sig­u­r Rig­mor Dam, nývald javn­ aða­r­kvinna á Tingi. Leo Poulsen Klaksvík hevur víst seg at vera fólkafloksstaður burt­ ur av, og hesaferð fekk býur­ in tvey umboð á Ting fyri flokk­in. Elsebeth Mercedis Gun­ leygs­dóttir er nývald og gjørd­ist nummar fimm á lista­num við 345 atkvøðum. Eg havi sitið knapt trý ár í býráðnum, har eg eri for­ kvin­na í sosialu nevnd. Eg havi fingið sera stóra upp­ bakk­ing her í økinum, og eg haldi, at fólk seta prís á tað arbeiði, eg geri í býráðnum, sig­ur Elsebeth Mercedis Gun­leygs­dóttir. Men umframt sosialu mál­ini hevur nývalda fólka­ floks­kvinnan eisini stóran áhuga fyri fiskivinnuni. Vinnan í heila tikið er mill­um míni hjartamál. Bæði fiskiflotin og ikki minst útróðrarflotin hava mín stóra áhuga, og tað er ikki nøkur góð ger, sum Ting­ið gjørdi móti út­róðr­ ar­monnum við at skerja fiski­dag­ar­nar so nógv, sig­ur Else­beth Mercedis Gun­leygs­ dóttir. Hon sigur, at tað ganga menn í Klaksvík, sum alt sítt lív hava verið ídnir útróðr­ar­ menn, men sum nú næstan ikki fáa drivið útróður. Fiskidagarnir verða tiknir frá teimum, og teir sleppa held­ur ikki av við bátarnar, tí tað fæst eingin prísur fyri teir, sigur Elsebeth Mercedis Gunleygsdóttir. Eitt annað mál, sum ný­ valda løgtingskvinnan eisini hev­ur áhuga í, eru úti­ar­beið­ andi føroyingarnir. Vit eiga at seta prís upp á hesar menn, sum sigla undir øðr­um fløggum ella arbeiða í frálandavinnuni. Í staðin fyri at leggja eyka skatta teir eiga vit at virðismeta tað vitan og tað keypiorku, sum hesir útvega okkum, sigur Else­beth Mercedis Gun­leygs­ dóttir. Gott og virkið umboð fyri vinstravongin Tá tú bjóðar teg fram í politikki mást tú taka av øllum avbjóðingum, og eg hevði ikki sagt nei takk til ein møguligan landsstýrissess, sigur Rigmor Dam, nývald løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin Rigmor Dam gjørdi eitt gott val leygardagin og kom á Ting sum nummar fýra á Javnaðarlistanum Seta prís á býráðsarbeiðið Elsebeth Mercedis Gunleygsdóttir er nýtt andlit í tingmanningini hjá Fólkaflokkinum, sum nú telur tvær kvinnur Leo Poulsen Higartil hevur verið hild­ ið, at Finnbogi Ísak­son er yngs­ti valdi ting­lim­ur­in nakran­tíð, men ein eftir­ kann­ing vís­ir, at Jákup í Jákups­stovu, sum varð vald­ur á Ting í 1945 fyri Javn­að­ar­f­lokkin er yngst valdi tinglimurin. Hann var 23 ár og fýra mánaðir, tá hann varð valdur á Ting. Á valinum leygardagin gjørd­ist Hanus Samró næst­yngst­ur við sínum 23 ár­um og seks mánaðum, með­an Finnbogi var 23 ár og níggju mánaðir, tá hann varð valdur á Ting í 1966. Í veljarakanning í Sosi­ al­i­num fríggjadagin stóð Hanus Samró til at koma á Ting, men hesum tordi hann ikki at líta. Tølini vóru jú so smá, og tí var óvissan so stór. Eg haldi, at tað nústaðni er við at siva inn, at eg eri kom­in á Ting, sigur Hanus Samró í morgun. Hann sigur, at sambært veljara­num stendur tað til eina borgarliga stjórn, men flokkurin hevur fund klokkan 13 í dag, og har fer hann so at lodda dýp­ið. Umstøðurnar hjá teim­ um lesandi hevur verið høvuðs­temaið hjá mær í val­s­tríð­num, og tað fyrsta eg ætli mær undir, er at fáa mótrokningina hjá teim­um lesandi burtur. Men skatturin í heila tikið skal niður, sigur Hanus Samró. Hann dugir sjálvandi ikki at siga, hvør hev­ ur valt hann, men hann heldur kortini, at megin­ part­ur­in av at­kvøð­un­um eru komnar frá ung­dómi­ num. Hetta er óveruligt, men eisini spennandi, og hetta er nakað, eg havi ar­beitt fram ímóti í longri tíð. Málið er sjálvandi at koma í eina samgongu, men nú má eg vita, hvat flokk­ urin sigur, nú vit fara til arbeiðis klokkan 13, sigur Hanus Samró. Næstyngsti tinglimur nakrantíð Við sínum 304 atkvøðum rakk Hanus Sanmró akkurát inn um tinggátt sum nummar átta á listanum, og gjørdist samstundis næstyngsti valdi tingmaður nakrantíð Hanus Samró er við sínum 23 árum og seks mánaðum næstyngsti valdi tinglimur nakrantíð 345 atkvøður sendu Elsebeth Mercedis Gunleygsdóttir upp á fimta plássið á listanum hjá Fólkaflokkinum