mánadagur 31. oktober 2011síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 31. oktober 2011 · Nr. 126
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
- Løgtingsvalið er ein ábend
ing um, at Føroya Fólk vil
hava borgarligan politikk.
Tað staðfestir Kaj Leo
Holm Johannesen, løgmaður.
Men hann heldur, at valið
er sanniliga eisini ein greiður
dómur yvir leiðsluna í sam
gonguni í farna skeiði.
- Tann dómurin er, at
Føroya Fólk heldur, at Sam
bandsflokkurin er best egn
aður at hava leiðsluna í eini
nýggjari samgongu.
Kaj Leo Holm Johannesen
sipar til, at Sambandsflokk
urin hevði stóra framgongd
á valinum.
Sjálvur var hann stóri at
kvøðuslúkurin í flokkinum
og setti met í atkvøðum, tí
onki valevni hevur nakrantíð
fingið so dygga álitisváttan
frá veljarunum, sum hann
fekk.
Sum formaður í Sam
bandsflokkinum kom Kaj
Leo Holm Johannesen ógvu
liga styrktur burtur úr vali
num og er sjálvsagt løgmans
evni floksins.
Sum løgmaður og stóri
vinnarin á valinum, er tað
sjálvandi eisini Kaj Leo Holm
Johannesen, sum tekur stig
til samráðingar um nýggja
samgongu.
Tosa við allar
Hann hevur ikki sett seg á
nakra ávísa samgongu enn,
men ætlar at lodda dýpið hjá
øllum flokkum.
- Vit fara at hava fund við
allar hinar floksformenninar
í dag og í morgin og so verð
ur úrslitið av teimum fundu
num avgerðandi fyri teimum
víðaru samráðingunum.
Hann sigur, at á hesum
fundunum
við
floksfor
menninar skal greiða fáast
á, hvørji hjartamál, teir ymsu
flokkarnir hava og um tað
ber til at finna semju um
tey stórmál, sum liggja fyri
framman.
Hann sigur, at tað veldst
eisini um, hvussu teir ymsu
flokkarnir eru mannaðir.
- Vit hava longu hoyrt um
treytaleys krøv, men slíkur
hugburður kann ikki góð
takast. Teir flokkar, sum eru
við, teir skulu vera við og tað
verður ikki góðtikið, at ávísir
tinglimir javnan fara at seta
treytaleys krøv.
- So mugu teir heldur fara
aðrar vegir
Fleiri nýskipanir
Sjálvur sigur Kaj Leo Holm
Johannesen sagt, at tað
fyrsta hálva árið má ein
nýggj samgonga avgreiða
fleiri nýskipanir.
Ein nýskipan, sum skal
avgreiðast, er at leggja allar
Føroyar í sjey til níggju
kommunur og at leggja
eldraøkið undir kommunur
nar at umsita.
Ein onnur nýskipan, sum
skal fremjast, er at leggja
skúlar saman í størri eindir
og ein triðja nýskipan, sum
skal fremsast nú, er ein nýggj
eftirlønarskipan.
Harafturat
skal
semja
fáast um eina nýggja fiski
vinnuskipan.
-
Spurningurin
er,
hvørjum flokkum, tað ber
til at gjøgnumføra hesar
nýskipanirnar
og
annars
hvørjum flokkum tað ber til
at føra ein politikk saman
við, sum fær hallið burtur á
fíggjarlógini, uttan at ganga
vælferðarsamfelagnum
ov
nær.
- Samstundis verður tað
ein avbjóðing at miðsavna al
mennar stovnar og fyrisiting
í størri eindir fyri at skilbøta
raksturin.
Tað er eisini greitt, at
Sambandsflokkurin
hev
ur heldur ikki gingið í takt
í
spurninginum
um
ein
fiskivinnupolitikk, tí Bjørn
Kalsø er mangan gingin
ímóti samginguni og Sam
bandsflokkinum.
Men í andglettinum í
Kringvarpinum vissaði Kaj
Leo Holm um, at Sambands
flokkurin er heilur í tí máli
num.
Seks ella sjey aðalráð
Hvussu nógv aðalráð verða
næsta landsstýrið?
- Tað verða undir øllum
umstøðum færri enn nú.
Aðalráðini verða seks ella
sjey í tali í næsta landsstýri.
Ein máti er at skipa seks
aðalráð við eini løgmans
fyrisiting afturat, men so
skal greiða fáast á, hvørji
málsøki, løgmaður skal um
sita.
Løgmaður
ásannar,
at
veljarin hevur valt borgarligt
og hann heldur eisini, at tað
er eitt gott boð upp á eina
samgongu.
- Men onki er avgjørt og
tað veldst alt um, hvønn
flokk, tað ber til at føra ein
politikk við.
Nú fór Fólkaflokkurin úr
samgonguni í summar. Ber
tað til at fara í samgongu við
flokkin longu aftur nú?
- Í politikki ber alt til. Eftir
eitt løgtingsval er borðið
ruddað og talvan rein, so tað
ber væl til.
Fólkaatkvøða um
samanlegging
Tað skerst ikki burtur, at
Fólkaflokkurin hevur víst
eini ætlan um tilfeingisgjald
frá sær og samstundis vilja
fleiri tinglimir hjá flokkinum
heldur ikki vilja vita av eini
ætlan um at tvinga kommu
nur og skúlar saman?
- Fólkaflokkurin gekk á
odda at taka inntøkutrygdina
úr landskassanum og leggja
hana undir partarnir í vinnu
ni at umsita og rinda. Fólka
flokkurin hevur eisini tikið
undir við tilfeingisgjaldi við
tað, at serstakt avgjald er
lagt á eitt serstakt avlop.
Kaj Leo Johannesen sigur,
at tað veldst alt um um tað
ber til at skrúva eina skipan
saman, sum ein samgonga
kann semjast um.
- Tað er tað sama við
kommunusamanlegging.
Spurningurin er um vit
kunnu semjast um eina skip
aða tilgongd. Spurningurin
er um vit skulu gera tað við
lóg, ella um vit skulu hava
eina fólkaatkvøðu um alt
landið um kommunubygn
aðin og sostatt lata fólksins
vilja ráða.
- Men tað skal henda
skjótt, tí málið er avgjørt
framvegis
at
broyta
kommunubygnaðin til næsta
kommunuval, sum verður
seint næsta ár
- Tað eru avgjørt møgu
leikar, leggur Kaj Leo Holm
Johannesen afturat.
Men hann staðfestir, at
hetta eru alt nýskipanir, sum
tann næsta samgongan verð
ur noydd at fremja.
Hann staðfestir eisini, at
spurningurin um at tiðna
donsku ríkisveitingina fyri at
typpa holið í landskassanum,
er eitt ógvuliga avgerðandi
mál fyri Sambandsflokkin.
Mangla 200 milliónir
Hinvegin hevur Fólkaflokk
urin lagt stóran dent á at
umskipa skattin, so at vit fáa
eina flatskattaskipan, har øll
rinda 40% í skatti. Er tað nak
að, tú kanst taka undir við?
- Skulu vit hava flatan
skatt eftir uppskotinum hjá
Fólkaflokkinum, má flokk
urin í øllum førum koma við
230 milliónum, tí eftir teirra
uppskoti, fara 200 milliónir
at mangla í hjá landskassa
num.
Tær vil Fólkaflokkurin
finna við at skatta pensjónir,
tá ið tær verða goldnar í pen
sjónsskipanir, ístaðin fyri at
skatta tær, tá ið eftirlønin
verður útgoldin.
- Hatta er als ikki so
einfalt so hatta má kannast
út í æsir. Spurningurin er,
hvørjar avleiðingar, tað fær
fyri pensjónirnar, tá ið tær
verða útgoldnar og fyri
skattainntøkurnar hjá landi
num tá.
- Tað er ikki so einfalt at
skumpa rokningina 20 ella 30
ár fram í tíðina fyri tað, um
vit eru svong nú, sigur Kaj
Leo Holm Johannesen, løg
maður.
aki@sosialurin.fo
Kaj Leo skal halda
fram sum løgmaður
NÝGGJ SAMGONGA Løgtingsvalið var eitt greitt tekin um, at Føroya
fólk vil, at Sambandsflokkurin eisini skal hava løgmann í eini
nýggjari samgongu, heldur Kaj Leo Holm Johannesen
Føroya Fólk heldur,
at Sambandsflokkurin
er best egnaður at hava
leiðsluna í eini nýggjari
samgongu.
Tað
verður ikki
góðtikið, at
ávísir ting
limir seta
treytaleys
krøv
Fekk dóm
- Vit hava fingið fólksins dóm og tann dómurin
er, at veljarin heldur, at Sambandsflokkurin skal
eisini hava løgmann í samgonguni, sum nú verður
skipað, sigur Kaj Leo Holm Johannesen