mánadagur 31. oktober 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 31. oktober 2011 · Nr. 126
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Orð/myndir: Snorri Brend
Kvívík: Líkt er til, at tað er
fyrstu ferð at ungi maðurin
skal greiða atkvøðu. Hann er
komin inn í gongina í bygd
arskúlanum, har valstaðið
er.
Inni í fimleikarhøllini eru
tvær kvinnur í ferð við at
gera sína borgarliga skyldu.
Tær práta við limirnar í val
stýrinum, og geva sær góða
tíð.
Um tað er av kurteisi ella
fávitsku, at hann ikki fer
innar, er ikki gott at vita.
Eingin ivi er um, at hetta er
ein stórur dagur fyri hann
eisini. Hann er komin higar
við unnustu síni, sum fær
høvið at hyggja eftir gomlum
myndum av skúlabørnum í
Kvívík, meðan hann greiðir
atkvøðu.
Hetta er ein serstakur
dagur, eingin ivi um tað.
Hann setur tuflurnar frá sær
í gongini, fer við unnustuni
niðan í gongina, har mynd
irnar hanga. Høvdu nú bara
hasar báðar damurnar gjørt
seg lidnar. Typiskt konufólk,
at geva sær sooo góða tíð ein
slíkan dag, nú hann skal á
val.
Umsíðir hava tær roksað
seg lidnar, og nú er tað hans
ara túrur. Hann fer yvir til
teir fýra limirnar í valstýrin
um. Heilsar fyrst uppá Jonnu,
síðani Guðny og Tummas
Marna, áðrenn hann fær eitt
vinarligt bros frá Randi, sum
er formaður í valstýrinum.
Tey greiða honum stutt
frá, hvat skal ganga fyri seg.
Ikki bara stutt, men eisini
greitt:
– Tú skal bera seta ein
einstakan kross á atkvøðu
seðilin. Hvar, tú setur hann,
tað bestemmar tú sjálvur.
Hann fær seðilin, fer inn
í atkvøðuboksina, og hevur
løtu seinni sett sín kross,
latið seðilin í kassan við øll
um hinum atkvøðunum í, og
fer síðani út aftur.
Hann fer eisini niðan
í gongina, har myndirnar
hanga, og fer løtu seinni
fylgjandi út aftur við unn
ustu síni. Nú verður bara
spennandi at vita, hvussu
valúrslitið kemur. Um hans
ara valevni ger eitt gott val.
Og ikki minst, um hann og
hini í bygdini mugu innstilla
seg uppá at fáa ein nýggjan
prest, meðan teirra egni situr
á tingi.
Teimum dáma væl prestin,
men nú er so spurningurin
um hann er eins væl um
tóktur kring landið sum
politikari.
Dagurin er ikki meiri enn
hálvur, og veðrið er framvegis
gott. Ein kann náa at gera eina
rúgvu, áðrenn valsendingin í
Kringvarpinum byrjar.
Einki valsvik
Fyri at alt skal ganga rætt og
skjótt fyri seg hevur Kvívík
eisini sítt egna valstýri. Tey
hava í góðari tíð framman
undan lagt alt væl og virði
liga til rættis, soleiðis at
eingin skal kunna taka orðið
"valsvik" uppá tungu í teirra
bygd.
Fýra fólk sita í valstýrin
um, og tey hava øll royndir
sum slíkt: Jonna Nielsen,
Guðny Jacobsen, Tummas
Marni Joensen og Randi Ja
cobsen, sum er formaður og
hevur verið í valstýrinum í
sjey ár.
Uppgáva teirra er at taka
ímóti valkortinum, geva velj
aranum atkvøðuseðil sín og
tá alt er yvirstaðið at telja at
kvøðurnar, boða Kringvarp
inum frá og síðani goyma alt
undir tryggum umstøðum.
At tað er neyðugt við
royndum í hesum starvinum,
fáa tey skjótt at sanna.
Miðlarnir
Ein heilt onnur uppgáva hjá
einum valstýri er at taka
ímóti fjølmiðlafólki, um tey
altso vísa bygdini tann áhug
an.
At valið í Kvívík veruliga
hevði áhuga prógvaði leygar
dagurin so sanniliga. Ikki
færri enn tríggir - um enn
ikki fýra - ymiskir fjølmiðlar
vitjaðu bygdina innanfyri ein
og sama tíma. Ein spurningur
sum varð umrøddur í einum
heilt fjórða miðli, var tá ein á
Portalinum kallaði hetta ein
søguligan dag í Kvívík við
sínum 375 íbúgvum. Hetta
komst av at ikki færri enn trý
valevni vóru hiðani - Petra
Iversen fyri Sambandsflokkin
og Theodor E.D. Olsen og
Súsanna
Mortensen
fyri
Javnaðarflokkin.
Fyrstir í Kvívík vóru tó
sjónvarpsfólkini. Tey høvdu
sett sær fyri at lýsa spurn
ingin, hvat fólkið segði til
at prestur teirra, Theodor
E.D. Olsen ikki bert var upp
stillaður, men kanska eisini
hevði ein møguleika at verða
valdur.
Spurningur
teirra
var,
hvørt tey vildu velja hann,
tí hann var so væl umtóktur.
Men, sum víst á omanfyri,
kundi hetta eisini føra við
sær, at tey komu at liggja í
prestaloysi. Hetta málið tók
sjónvarpið sær av.
Tey
úr
sjónvarpinum
vóru ikki meiri enn farin av
valstaðnum við síni útgerð,
so var Sosialurin á vitjan við
einum heilt øðrum vinkli.
Umboðið
hjá
Sosialinum
Navnið spillir
Kvívík Klokkan er farin at nærkast tvey. Valhølið hevur longu verið opið í slakar fýra
tímar, og nógv hava longu greitt atkvøðu. Nú kemur tann næsti veljarin á gátt
VELJA
Stór valluttøka var í Kvívík leygardagin, men alt var væl og virðiliga skipað av valstýrinum
Men her kemur tann
lokali kunnleikin øllum
til góðar
Typiskt
konufólk,
at geva
sær sooo
góða tíð ein
slíkan dag,
nú hann
skal á val