Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-31, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. oktober 2011síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 31. oktober 2011 · Nr. 126 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ynskti at vita, hvussu eitt valstað virkar og hvussu tey duga og megna at taka ímóti teimum ymisku veljarunum. Beint í hølunum kom út­ varpið, sum fylgdi eini ungari gentu úr bygdini, sum á fyrsta sinni skuldi velja til løg­tingið. Valkortið eftir At valstýrið í Kvívík veruliga livir upp til sítt navn, heiti og ábyrgd fekst fullgreið vissa fyri eina løtu seinni. Nú gongur hurðin aftur, eins og so mangan áður henda dagin. Inn kemur ein eldri maður við stavi í hendi. Hann skal eisini velja. Men hann hevur ein trupulleika: Val­kortið lá eftir heima við hús. Hetta er kortini ikki ein trupulleiki sum tey ikki vita ráðini fyri. Her er ein føst mannagongd, ið fylgjast skal. Hóast bygdin er lítil og øll kenna hvønn annan, skal tann fastlagda mannagongdin og kunngerðin um løgtingsval fylgjast. Fyrsti spurningurin til 83 ára gamla mannin er tí sum vera man, hvussu hann eitur. Hetta átti at verið ein ein­faldur spurningur at svara hjá einum og hvørjum. Hóast ein er komin væl til árs, er navnið eins greitt og eins týdningarmikið fyri hin einstaka. Lokali kunnleikin Nú stingur ein trupulleiki seg upp, tí maðurin sigur seg eita Líggjas, men í yvirlitinum finst eingin við tí navninum. Hetta má greiðast fáast á, og tí verður spurt um eftirnavn. Tað er í lagi, men so má ein royna við bústaði. Hann er eisini í lagi, men fornavnið er ikki tað sama: Líggjas og Eli er ikki neyðturviliga sami maður. Teir kundu verið brøður, tvíburar ella feðgar. Men her kemur tann lokali kunnleikin øllum til góðar. Tí tey semjast skjótt um, at maðurin á mannamunni verður nevndur Líggjas, men at føðibræv hansara sigur og skrivar Eli. Hetta forðar honum kortini ikki í, at sleppa at greiða atkvøðu fyri sínum valevni. Og løtu seinni er valið 2011 avgjørt fyri hansara viðkomandi. Her er eingin tíð at spilla. Hann tosar ein løtu við valstýrið, og fer síðani út fyri dyr. Eisini hann man fara at fylgja væl vil úrslitinum úr heimbygdini í kvøld. Tað skuldi helst verið klárt ein tíma eftir at val­ hølið letur aftur. Men verður valluttøkan stór, kann hugs­ ast at tað tekur eitt sindur longri tíð. Sum støðan er nú, skulu kvívíkingar, um ikki okkurt óvæntað hendir, aftur til valborðið um eitt ár, tá nýtt bygdaráð skal veljast. Tann stóri spurningurin er so, um tað valið verður eitt val, har umboð skulu velj­ast til Kvívíkar kommunu – ella eitt val, har bygdin skal umboð til Tórshavnar Komm­ una. Tað fer hetta komandi árið at vísa. (PS. Valúrslitið vísti tó, at kvívíkingar varðveita sín prest. Hóast hann fekk flest­ ar atkvøður á sínum flokki, var tað ikki nóg mikið til at verða valdur.) snorri@sosialurin.fo ongan í Kvívík Ikki færri enn tríggir – um enn ikki fýra – ymiskir fjølmiðlar vitjaðu bygdina innanfyri ein og sama tíma VALSTÝRIÐ Uppgávan hjá valstýrinum er at syrgja fyri, at alt gongur rætt fyri seg. Hesi fýra - Jonna Nielsen, Guðny Jacobsen, Tummas Marni Joensen og Randi Jacobsen, forkvinna – duga síni ting VELJARI Hóast ein hevur gloymt valkortið eftir heima við hús. Hóast ein stendur uppskrivaður við einum navni og verður róptur eitt annað á mannamunni, so fekk hesin 83 ára gamli maðurin eisini gjørt sína borgarliga skyldu