mánadagur 31. oktober 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 31. oktober 2011 · Nr. 126
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Tá Sosialurin tosaði við
stjóran á skipasmiðjuni Mest
í morgun, hevði hann góðar
vónir um, at ísfiskatrolarin
Fram verður leysur aftur av
bedingini á Skála í kvøld ella
í morgin.
Mouritz Mohr sigur, at
arbeitt hevur av øllum alvi
fyri at loysa málið, og neyð
ugt hevur eisini verið at havt
eitt nú tryggingarfelagið við í
planleggingum og avgerðum
um, hvussu fram skuldi far
ast.
Hann leggur aftrat, at alt
gongur sum ætlað, og nú eru
teir mest sum klárir at flota
skipið aftur.
- Gongst, sum ætlað, verð
ur Fram flotaður í kvøld ella í
morgin, sigur Mouritz Mohr.
Fýra lyftarar
Stjórin í Mest sigur, at teir
hava fingið fýra stórar lyftar
ar úr útlandinum, sum kun
nu lyfta 100 tons hvør.
- Tað er soleiðis, at vogn
urin undir Fram er sett
ur saman av trimum sek
tiónum, og tað var aftasti
parturin, sum var farin av
skinnaranum. Nú hava vit
lyft afturskipið upp og hava
sett ein spesialvogn undir
aftan. Hetta arbeiði hevur
gingið væl, sigur hann.
Mouritz Mohr sigur, at
skipasmiðjan Mest hevur
sjálv gjørt hetta arbeiði sam
an við kavarum og veitarum,
sum hava hjálpt til.
- Eg vil siga, at arbeiðið at
tryggja skip og beding hevur
gingið væl, og nú nærkast so
løtan, til Fram verður flotað
ur aftur, leggur hann aftrat.
Sleppa avaftur
Tá Fram er leysur, sleppa ís
fiskatrolararnir, Bakur og
Stelkur, sum standa uppi á
bedingini, eisini avaftur. Teir
vórðu lidnir á Skála í enda
num av síðstu viku og bíða
nú bara eftir at verða flotaðir,
soleiðis at teir kunnu sleppa
aftur til fiskiskap.
vilmund@sosialurin.fo
Fram flýtur
aftur í kvøld
ella í morgin
Teir bíða
eftir Fram
Stjórin í Faroe Origin, Dávid
Jacobsen, sigur seg hava góðar
vónir um, at Bakur og Stelkur
fara at sleppa av aftur bedingini
á Skála ein av fyrstu døgunum
Vilmund Jacobsen
Ísfiskatrolarin Fram, sum
hevur staðið fastur á bed
ingsvogninum á Skála
seinastu dagarnar, er ikki
komin av aftur enn.
Tað var, tá bedingin
skuldi taka skipið upp, at
partar av vognunum fóru
av skinnarunum, meðan
skipið enn stóð í sjóvar
málanum.
Mouritz Mohr, stjóri
á skipasmiðjuni MEST,
hevur áður sagt, at Fram
vigar eini 700 tons og at
teir, síðan óhappið hendi,
hava arbeitt við ymiskum
loysnum um, hvussu skip
ið kann fáast av aftur.
Longur uppi á beding
ini standa ísfiskatrolarar
nir, Bakur og Stelkur, sum
hava fingið aksiltrekk,
samstundis sum skrúvur
nar eru umvældar á verk
smiðju í Danmark. Bakur
og Stelkur sleppa nevni
liga ikki av aftur, fyrr enn
Fram er fingin av vogni
num og á flot.
Stjórin í Faroe Origin,
Dávid
Jacobsen,
sum
eigur Bak og Stelk, sigur,
at skipini hjá teimum eru
liðug og klár at fara av aft
ur, men sum er sleppa tey
ongan veg.
- Um alt var, sum van
ligt, høvdu skipini verið
flotað aftur í endanum av
seinastu viku, sigur hann.
Dávid Jacobsen sigur,
at skipasmiðjan MEST ar
beiðir bæði dag og nátt við
málinum, og hann sigur
seg hava góðar vónir um,
at Fram fæst leysur aftur
ein av komandi døgunum,
soleiðis at eisini Bakur og
Stelkur sleppa av aftur
bedingini - og aftur til
fiskiskap.
vilmund@sosialurin.fo
um alt var, sum
vanligt, høvdu skipini
verið flotað aftur í
endanum av seinastu
viku
DAVID JACOBSEN
Bakur og Stelkur bíða eftir, at Fram sleppur
leysur av bedingsvogninum og verður flotaður
Mynd: Vilmund Jacobsen
- Vit arbeiða við málinum, og alt
gongur sum ætlað. Vit vænta,
at Fram flýtur aftur í kvøld ella í
morgin, sigur stjórin á skipasmiðjuni
Mest, Mouritz Mohr, sum eigur
og rekur bedingina á Skála
Sild: Føroysk metsøla
Finnur Fríði fekk
herfyri hægsta
prís fyri sild,
sum nakrantíð er
seld um Norges
Sildesalgslag
Vilmund Jacobsen
Finnur Fríði hevur verið
á sildaveiði norðanfyri og
landaði 700 tons í Kollafirði
í endanum av síðstu viku.
Teir høvdu eisini eitt kast
á Fugloyartunguni, har teir
eisini fingu góða sild. Miðal
støddin táttaði í 400 gramm.
Tað sigur skiparin Andre
Hansen, við heimasíðuna hjá
Jóanisi Nielsen.
Á heimasíðuni hjá Varða
num í Gøtu verður sagt, at
Finnur Fríði herfyri landaði
1.300 tons av sild í Værøy í
Noregi. Hetta var hin 24. og
25. oktober.
- Tað, sum var so serligt
við hesi landingini, var, at
Finnur Fríði fekk hægsta prís
fyri sild, sum nakrantíð er
seld um Norges Sildesalgslag.
Hetta snýr seg um miðalprís
fyri eina heila last av sild.
Prísurin, sum Finnur Fríði
fekk, var heilar 7 norskar
krónur fyri kilo.
Sagt verður, at Finnur
Fríði fekk sildina í føroyskum
sjógvi á leiðini 64 stig norður
og 4 stig vestur.
- Tað er nógv sild at fáa í
føroyskum sjógvi og støddin,
sum skipini fáa, er nógv betri
enn sildin í norskum sjógvi.
Hesi 1300 tonsini høvdu eina
miðalvekt á 390 gram, og stór
sild gevur vanliga betri prís,
verður sagt á heimasíðuni
hjá Varðanum í Gøtu.