mánadagur 31. oktober 2011síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 31. oktober 2011 · Nr. 126
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
arbeiðið at tryggja
skip og beding hevur
gingið væl, og nú nærk
ast so løtan, til Fram
verður flotaður aftur
MOURITZ MOHR
Vilmund Jacobsen
Á veljarafundum í Suðuroy
kom fram, at ikki færri enn
tvey uppisjóvarvirki eru í
umbúna í oynni, eitt í Vági
og eitt á Tvøroyri.
P/F Delta Seafood hevur
keypt fiskavirkið, sum Faroe
Seafood
átti
á
Tvøroyri
og Marner Lisberg, stjóri
í felagnum, váttar, at teir
umhugsa møguleikan við
innfrysting av makreli.
Hann heldur, at tað av
gjørt er ein møguleiki at gera
fiskavirkið á Tvøroyri til eitt
uppisjóvarvirki.
Í makrelvertíðini í heyst
keypti TG Seafood í Hvalba
nakrar lastir av makreli, sum
varð fryst í Hvalba.
Marner Lisberg sigur, at
skal eitt uppisjóvarvirki ger
ast veruleiki, er neyðugt, at
skil kemur á markrelveiðina.
- Tað má skipast so fyri, at
hvørt skip fær sína kvotu, so
til ber at fáa sum mest burtu
úr makrelinum, sigur Marner
Lisberg, nevndarformaður í
P/F Delta Seafood.
vilmund@sosialurin.fo
Suðuroyingar fara at frysta makrel
Marner Lisberg, nevndarformaður
í P/F Delta Seafood á Tvøroyri,
sigur, at teir umhugsa møguleikan
at frysta makrel á Tvøroyri
Tað er ikki óhugsandi, at fiskavirkið á Tvøroyri fer at frysta makrel, tá vertíðin byrjar aftur
Mynd: Vilmund Jacobsen
Hetta hevur verið
myndin á bedingini á
Skála seinastu dagarnar,
har Fram hevur staðið
í sjóvarmálanum –
og Bakur og Stelkur
á bedingini