mánadagur 31. oktober 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 31. oktober 2011 · Nr. 126
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Klaksvík: Í eina tíð hevur
pensjónistafelagið Hugni ar
beitt við eini ætlan at útvega
sær egin høli.
Tey halda til í leigaðum
hølum, men hava í eitt áramál
savnað inn pening til hetta.
Nú felagið fór um tey
40 fyrr í mánaðinum, var
hátíðarhald í hesum sam
bandi. Og her luttók millum
mong onnur eisini borgar
stjórin í Klaksvík, Gunvá við
Keldu (innsetta myndin).
Í kvøðu síni til felagið
vísti hon á týdning tess, og
fegnaðist eisini um ætlan
irnar.
– Vit síggja positivt uppá
eitt slíkt mál, upplýsti hon
fyri mannfjøldini. - Hetta fer
at geva tykkum umstøður til
enn fleiri tiltøk fyri tey eldru,
og harvið eisini betri trivnað
í kommununi.
snorri@sosialurin.fo
Mugu fáa egin høli
Hoyvík: Omanfyri 200 børn og
vaksin vóru til skrúvugudstæn
astuna í Hoyvíkar kirkju miku
kvøldið. Henda gudstænastan
verður aftur um ein mánað.
Nes: Sev fer í næstum at seta upp
tríggjar vindmyllur aftrat í Neshaga,
umframt tær fýra sum longu eru har.
Oyri: Ætlanin er at flyta mold
plássið í Nesvík út í grótbrotið
á Oyri, ella at gera moldvolla
við fótbóltsvøllin í Streymnesi.
Oyrarbakki: Arbeitt verður við
eini ætlan at víðka Norðskála-
Oyrar skúla. Bøtast skal eisini um
umstøðurnar hjá musikkskúlanum.
Tey rundan um
hjálpa mær eitt
sindur við at
hoyggja. Annars
klári eg nokkso
nógv sjálvur
at hoyggja
á sløttum
(Aksel Jacobsen (88), traðar
maður og fyrrv skómakari,
Havn, við Óðalstíðindi)
Kava eina
heila nátt
Kaldbaksfjørður: Aftur í
ár fara føroyskir kavarar
at geva sítt íkast til eina
roynd at seta heimsmet
í náttarkaving.
Hetta hendir hós
kvøldið, tá kavarar úr
Føroyum og 24 øðrum
londum leypa á sjógv
somu tíð - í hesum føri
kl. 20:11, tá einir 3000
kavarar verða á sjónum
somu tíð.
Í Føroyum fer tiltakið
fram á Kaldbaksfirði, og
er hetta fjórðu ferð at vit
eru við.
Endamálið við tiltak
inum "Diver's Night" er
at vísa á, hvussu avbjó
ðandi hesin ítrótturin
er og at savna kavarar
kring allan heim til eitt
felags tiltak.
snorri@sosialurin.fo
Keypmannahavn: Eitt sum
tey ið ganga regluliga til
tiltøk í Kristnastovu síggja
fram til, er tann árliga
legan.
Á hesi leguni eru tey
saman bæði til gaman og
álvara, eins og bíbliutím
arnar sum Jógvan Jacobsen
av Argjum helt.
Okkurt um 100 fólk vóru
til árligu leguna. Tey flestu
vóru úr Keypmannahavn,
men nøkur vóru úr Hirts
hals og úr Føroyum.
– Veðrið var av tí allar
besta, sum hugsast kann
hesa ársins tíð, verður sagt
úr Kristnastovu.
Legan varð hildin á
Nordsjællands Efterskole
i Helsinge.
snorri@sosialurin.fo
kring landið
100 fólk hugnaðu sær á leguni
SAMFELAG
Tey 100 á árligu Kristnastovu-leguni hugnaðu
sær óført. Her eru nøkur teirra