mánadagur 31. oktober 2011síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 31. oktober 2011 · Nr. 126
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Spurningurin er altíð, hvussu
vit fáa ein betri fólkaskúla.
Tað, sum tó hevur stóran
týdning er, at skuggin av vón
ini um, at aðrir fakbólkar
skulu gera føroyska fólka
skúlan enn betri, ikki endar
við, at vit standa eftir við
ongum.
Ein lærari er ein lærari
Kjakið um ein betri føroyskan
fólkaskúla átti at verið ankrað
í spurninginum um, hvussu
lærarin best fær verið lærari.
Loyvi mær at ivast í um aðrir
fakbólkar,
námsætlanir,
ársætlanir, virksemisætlanir,
landsroyndir, PISA royndir
ella próvtøkur hevur nakran
týdning, um ankrað ikki
verður í, hvussu læraraleik
luturin skal síggja út.
Heilt einfalt kundi verið
byrjað við virðingini fyri
læraranum. Tað hevur stóran
týdning, at lærarin sleppur at
vera lærari, har hann fyrst og
fremst gevur frálæru og fær
næmingarnir at mennast í
einum góðum og kveikjandi
umhvørvi.
Hundurin og
skuggi hansara
Esop var kendur fyri at siga
søgur, sum lýstu ymisk eyð
kenni úr gerandisdegnum
- eisini kallað fáplar ella
dømisøgur. Fór at hugsa um
Esop og søguna “Hundurin
og skuggi hansara”.
Soleiðis sigur Esop: “Ein
hundur,
sum
gekk
eftir
einum planka yvir um eina
á, bar í kjaftinum eitt stykki
av kjøti, sum sólskinið fekk
at sýnast nógv størri niðri í
vatnunum, enn tað í roynd
og veru var. Hansara ágirnd
fekk hann at vilja fáa tað,
sum hann sá, og hann slepti
tí, sum hann bar, fyri at renna
eftir
hesum
skugganum.
Á hendan hátt varð hann
svikin fyri frekleika sín, og
hann fekk til sín egna skaða
at kenna, at tað er betur at
goyma tað, sum ein hevur,
enn at renna eftir tí, sum ein
ikki hevur.”
Framtíðar skúlin
Hervið er ikki sagt, at vit
bara skulu lata standa til. Vit
hava ein góðan fólkaskúla,
sum eigur at verða mentur.
Við hesum í huga eiga vit at
siga greitt, hvør uppgávan
hjá læraranum er og seta
stórt
spurnartekin
við
lærarauppgávuna í dag. Í
mongum førum er uppgávan
alt ov kravmikil. Hvør megnar
í fullum starvi við 20-25
næmingum í hvørjum flokki,
har kravið er, at hann skal
taka støði í teimum møguliga
100 næmingum hann hevur
tilsamans? Hóast lærarar
gera eitt gott arbeiði, so
eru lærarar ikki maskinur,
sum kunnu innstillast at
vera lærari, skrivstovufólk,
persónligur mennari, ráðgevi
bæði sosialt og sálarliga, í
einum umhvørvi, har tað er
heilt náttúrligt at næmingar
við jøvnum millumbili fara
til ymisk tiltøk, tannlækna,
heilsufrøðing, út at ferðast,
eru burtur av einhvørjari
grund ella tí tey eru sjúk -
bara fyri at nevna nakað.
Hetta
eigur
at
verða
tikið í størsta álvara, at
lærarar ikki eru noyddir at
taka á seg uppgávur, sum
eiga heima aðrastaðni enn í
lærarastarvinum. Ein loysn
eigur t.d. at verða funnin á,
hvar ymisku uppgávurnar,
sum ikki eru fakligar, kunnu
loysast. Tí er rætt at spyrja,
hvussu aðrir fakbólkar við
síni serfrøði kunnu gera upp
gávuna hjá læraranum livilig
ari. Fakbólkarnir eiga ikki at
nerta lærarauppgávuna, men
heldur gera tað møguligt fyri
læraran at vera lærari.
.
Skuggin teskar
Røddir hava verið frammi
um, at aðrir fakbólkar skulu
lyfta støði í fólkaskúlanum.
Onkuntíð kann tað tykist
sum um, at lærarar hava
ein skugga sum teskar, at
onnur duga betri enn lærar
in sjálvur. Um hetta er satt,
og enntá møguliga grund
gevingin fyri ynski um at
fáa aðrar fakbólkar inn í
skúlan, so er ongantíð ov
skjótt at kalla ein spaka fyri
ein spaka. Vit eiga at seta orð
á, hvør læraraleikluturin skal
vera? Tí lærarin megnar ikki
alt, og hevur heldur ikki hug
til tað.
Vert er at hava í huga, at
skuggin kann vera svikafullur
og misvísandi. Latið okkum
standa saman um eitt gott
og vakstrarríkt lærara- og
næmingaumhvørvi,
sum
fær svikafulla skuggan at
hvørva.
Ynski um at fáa aðrar
fakbólkar inn í skúlan er við
komandi, tó bert so leingi
tað er fyri at gera læraraum
hvørvið betri. Vandin kann
vera, at skuggin av vónini
um, at aðrir fakbólkar skulu
gera føroyska fólkaskúlan
fakliga enn betri, kann gera
hann veikari.
Kjak
Tóra við Keldu
Lærari
Lærarin og skuggi hansara
Tann 18 oktober skipaði Blái
krossur fyri fundið í miðla
húsinum, bláikrossur vildið
hoyra hvat valevnini sum
bjóða seg fram til løgtings
valið hava til rúsdrekka
spurningin, tað hevði somu
leiðis áhuga fyri Bláakross
um rúsdrekka spurnigurin
vildið koma í eitt møgu
ligt samgonu skjal í eini
komandi samgongu? Tað var
hjarta nemandið at hoyra
hvat starvsfølki hjá Bláa
krossið hevði at berða fram
av støðuni i okkara landið
i samband við hvat árin
rústrekka hevur á følk.
Hagtøl
Atlan mín er ikki at dvølja
við tøl og stadistikkir, tað var
týðuligt at tey tøl sum komu
fram gjørdu inntrik uppá
okkum øll sum komin vóðru
saman í miðlahúsinum. Hesi
tøl umtala familjur, einkult
persónar, og børn, hesi kenna
eina aðra síðu av rúsløðinum.
Tað var full semja millum
tey sum sótu við pallborið
at nakað munagott máttið
gerðast fyri teir viðgerðar
stovnar sum gerða eitt gott
og størt arbeiði fyri hendan
samfelagsbólkin, eg vóni at
tey av politikarum sum sótu
við paneli í miðlahúsinum
hetta kvøldið og sum møgu
liga eru komin inn í løgtingið
at tey fylgja hesum upp.
Ein møguleiki
Tað sum kom fram á fundi
num í miðlahúsinum var
millum anna, at tað vóðru
ikki teir stóðru penganir at
stula viðgerarstovnanar við.
Ein møguleiki kundið verði
at eitt ávíst %tal av hvørjari
fløsku ella hvørjum litri fóðr
i ein rúsdrekkagrunn sum
var við at fíggja viðgerðar
stovnanar og tað upplýsandi
arbeiði sum er neyðugt i
samband við tað arbeiði
rúsdrekka elvir til. Tað er
ikki óðrímulit at rúsdrekka
framleiðarnir eru við til at
berða kostnaðin fyri teir
avleiðingar sum samfelagið
fær av hesum drikki. Mín vón
er at hetta mál má verða tikið
í størsta álvara hjá okkara
politikkarum, vit tosa her
um mannalagnur, vit tosa
her um familjur, vit hava
ikki ráð sum samfelag at lata
baðra standa til. Ein gleðist
yvir tað sum verur gjørt
frá politiskari síðu at veita
penig til tað fyribyrgjandið
arbeiði. Nú kemur ein nýggj
tí, í komandið árið birjar ein
nýggj tí, tá byrjar Føroyar at
framleiða og útflyta sterkt
øl og brennivín, tað er tað
okkara politikkarar hava við
tikið, tí er tað so umráðandi
at teir eisini hugsa um fylgj
unar og teir møguleikar sum
eru í at rúsdrekkan er við
at gjaldað til tey minusini
sum samfelagið Føroyar fær
av rúsdrekka, setið ein rús
drekkagrunn á stovn.
Thomas. J. Askham
Rúsdrekkagrunnur
Hvussu kunnu fólk, ið bjóða seg fram til at stjórna
landinum, fáa seg til at meta Føroya fólk verandi á sama
støði, sum tað í grasið bítur?
Tí annað kann tað ikki vera, ið fær hesu fyrst at skriva
síðu upp og síðu niður um vanstýring seinastu mongu
árini, uttan at skrivað verður eitt orð um ,at flokkur
teirra hevur sitið við valdinum í 15 av teimum seinastu
16 árunum. Fyri síðani at fyrigykla lesarunum loysnir á
hesum mongu sjálvskaptu fløkjunum, sum tey sjálv og
flokkur teirra gjøgnum árini hava vavt okkum inn í. Altíð
fyri egnan vinning.
Hetta boðar frá einum skammloysi og frekleika, sum
átti at verið undir sjálvcensuri, tí veruleikin seinastu 15
árini hevur víst kósina, sum eisini eftir valið - við 100%
vissu - verður sett á sama hátt, sum hon altíð hevur verið
sett: fult til høgru - meðan sungið verður: Vi drikker du
betaler - hurra, hurra, hurra - vi hejser og du haler - hurra,
hurra, hurra.
Dagfinnur Danbjørg
Hvar er
logikkurin?