mánadagur 31. oktober 2011síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 31. oktober 2011 · Nr. 126
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Í gjár vóru vágskvinnur á vitjan í
Havn, men hóast tær fylgdu væl
við ein part av dystinum, megnaðu
heldur ikki tær at hótta Neista
kvinnur, ið tykjast hava neyðuga
yvirskotið, ið gevur stig og sigrar.
VB byrjaði betur og var fyri tað
nógva á odda fyrsta korterið av
dystinum, men so tók Neistin sær
um reiggj, javnaði og fór framum.
Og restina av dystinum var tað
stórt sæð bara ein spurningur um,
hvussu stórur og greiður sigurin
hjá heimaliðnum fór at verða.
So skjótt sum Neistin hevði
vunnið seg nóg nógv framum
ímóti endanum á dystinum, bleiv
spælt eitt sindur róligari, tí nú var
vunnið tað, sum skuldi vinnast.
Helst verður hetta gongdin í
fleiri av komandi dystum eisini, tí
Neistin sær út til at hava munin á
øllum hinum.
VB má annars metast sum ein
av frægastu avbjóðarunum hjá
Neistanum, og undan dystinum í
gjár høvdu vágskvinnur bast bæði
Stjørnuni og Tjaldri, sum hava verið
bestu liðini seinnu árini. Hvørki
teirra hevur somu styrki longur,
men tað nertir ikki við, at VB er eitt
gott boð upp á ein avbjóðara heilt
har frammi.
Tað verður tó ringt hjá nøkrum
av hinum at gera tað stóra við
Neistan, sum hevur nógvar góðar
spælarar og haraftrat hevur eina
breidd í hópinum, hini ikki kunnu
gera nakað við. Longu í hesum
fyrstu dystunum eru nýggir spæl
arar slopnir framat, so Neistin sær
út til at hava góð ár fyri sær.
Hilmar Jan Hansen
Kyndil var í gjár á vitjan hjá StÍF
á Skála, og endin var, at tær grønu
kundu taka sigurin og stigini við
sær aftur til Havnar. Munurin var
tó ikki so øgiliga stórur, og tað var
ikki fyrr enn seinasta korterið,
at Kyndil fekk lagt eitt sindur av
sjógvi millum seg og StÍF.
Allan fyrra hálvleik og fyrra
helming
av
seinna
hálvleiki
bylgjaði spælið aftur og fram og
liðini skiftust um at skjóta málini.
Men tá tað gjørdist málturkur
hjá StÍF í næstan níggju minuttir,
gjørdi Kyndil sær dælt av hesum og
skjeyt seg so mikið framum, at StÍF
ikki fekk svarað aftur.
StÍF valdi at mansverja Jórun
Ludvig allan dystin, men tað gav
bara øðrum so mikið meira pláss,
og hetta verjuvápnið var ikki nóg
mikið til at steðga Kyndli, sum nú
liggur væl fyri á triðja plássi við
fimm stigum fyri fimm dystir.
Sostatt sær tað rímiliga gott út
hjá Kyndli, ið helst ætlar sær meira
enn bert av og á at arga liðini, sum
eru omanfyri á stigatalvuni. Um
dygdirnar eru til tað, má tíðin vísa,
men dysturin í gjár vísti ikki so
nógv av tí spælinum.
Hóskvøldið
vann
StÍF
á
heimavølli 37-26 á Tjaldri, sum er
viknað nógv, men tað kundi givið
ábendingar um, at strandakvinnur
eru í ferð við at taka seg so mikið
fram, so tær møguliga eisini kunnu
arga onkur av hinum liðunum.
hilmarjan@sosialurin.fo
Neistakvinnur koyra á
Neistin - VB 28-20 (15-10)
Hondbóltur Við fullum stigatali eftir fimm dystir, eru kvinnurnar hjá Neistanum farnar avstað
við fullari ferð, og í løtuni er ilt at ímynda sær nakra veruliga hóttan ímóti teimum bláu
STERKUR NEISTI
Ikki er óhugsandi, at Neistin og VB fara at kappast
langa leið í hesi kappingini, men í fyrsta umfari eru
kvinnurnar hjá Neistanum sterkari enn øll hini
StÍF - Kyndil 25-28 (15-16)
Kyndil liggur framvið
Hondbóltur Kyndilskvinnur, sum fleiri ferðir í fjør
argaðu tey fremru liðini, ætla sær meira í ár, og eftir
fyrstu fimm dystirnar eru so fimm stig komin í kassan
Mynd: Álvur Haraldsen