mánadagur 31. oktober 2011síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 31. oktober 2011 · Nr. 126
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Landsliðsvenjararnir báðir, Kári
Nielsen og Dia Midjord, hava tikið
út 16 spælarar til U23-kappingina,
sum verður í Limerick í Írlandi frá
fríggjadegnum 4. til sunnudagin
6. november, har spældir verða
tilsamans tríggir dystir. Hetta er
ein Challenge Trophy-kapping, sum
føroyingar ofta hava staðið seg sera
væl í.
Ferðalagið
fer
úr
Føroyum
hósdagin 3. november og kemur
heimaftur
sunnukvøldið
6.
november,
og
dystirnir
verða
spældir soleiðis, at fríggjadagin er
mótstøðuliðið Írland, leygardagin
Ongland og sunnudagin Georgia.
– Málið hjá okkum er, at vit
ætla at vinna kappingina. Vit
vita ikki so nógv um Georgia,
men Ongland og Írland ætla vit
við vissu at vinna á, og so fara vit
eisini eftir at vinna síðsta dystin.
Greiði málsetningurin er at gerast
nummar eitt, sigur annar av
landsliðsvenjarunum, Kári Nielsen,
í samrøðu við heimasíðuna hjá
Hondbóltssambandinum.
Hugagóðir menn
Hann
letur
væl
at
ungu
spælarunum, sum eru sera spentir
upp á uppgávuna og tí eisini hava
verið stak ídnir til venjing. Teir hava
møtt væl upp, tá tað hevur borið
teimum til og dystir í heimligu
kappingini ikki eru komnir í vegin,
og annars møta allir upp, so ofta
sum teir kunnu.
– Eg haldi, at tað hevur gingið
øgiliga væl hjá okkum, og hesa
ferð eru vit eisini byrjaðir tíðliga at
fyrireika okkum, tí vit longu í vár
fingu at vita um hesa uppgávuna,
sigur Kári Nielsen.
– Síðani hondbóltskappingin
byrjaði, hava vit havt regluligar
samlingar mánakvøld, og annars
hava
vit
lagað
okkum
eftir
dystarskránni. At vit hava verið
saman eina ferð um vikuna, er
kanska meira, enn vit nakrantíð
hava gjørt fyrr, men menn eru
spentir og ganga høgt upp í tað.
Um vikuskiftið spældi U23-
landsliðið ein venjingardyst ímóti
oddaliðnum í Atlantic Airways-
kappingini, KÍF, og í annaðkvøld
verður seinasta venjingin, áðrenn
kósin verður sett ímóti Írlandi
hósdagin.
hilmarjan@sosialurin.fo
StÍF-Kyndil 25-28 (15-16)
StÍF: Fríðrún Danielsen 9, Rebekka Justinussen 9, Jóhanna í Króki 3,
Binna T. Johannesen 1, Súnfríð Johansen 1, Asgerð Káradóttir 1, Birita
Poulsen 1
Kyndil: Turið Arge 8, Anja Heinadóttir 5, Edith Hansen 4, Annika
Sigurðsdóttir 3, Guðrið G. Eystberg 2, Jórun S. Ludvig 2, Birita
Mortansdóttir 2, Randi S. Wardum 2
Neistin-VB 28-20 (15-10)
Neistin: Barbara Brauer 7, Jacklin Durhuus 5, Nicoleta Radu Hansen 4,
Annika Thomsen 4, Bára Hansen 3, Eir Berg 2, Anja Eliasen 1, Nanna í
Stórustovu 1, Birita Wardum 1
VB: Bára K. Mortensen 4, Gurið K. Mortensen 1, Natasha Ivanovski
4, Laila Jespersen 3, Rannvá Johannessen 2, Helga E. Kjærbo 2, Una
Egillsdóttir 1
Atlantic Airways Deildin menn
nr. Lið
Dystir
Vunnin mál
Tapt mál
Munur
Stig
1 KÍF
5
143
116
27
8
2 Team Klaksvík
5
128
129
-1
5
3 StÍF
5
121
127
-6
5
4 Neistin
3
80
71
9
4
5 VÍF
4
95
102
-7
4
6 H71
5
127
134
-7
4
7 Kyndil
5
101
116
-15
2
Sunset Deildin kvinnur
nr. Lið
Dystir
Vunnin mál
Tapt mál
Munur
Stig
1 Neistin
5
165
104
61
10
2 Stjørnan
5
122
109
13
6
3 Kyndil
5
121
118
3
5
4 VB
3
76
73
3
4
5 VÍF
3
72
76
-4
3
6 StÍF
5
110
143
-33
2
7 Tjaldur
4
94
137
-43
0
Team Klaksvík-VÍF 33-27 (13-15)
Team Klaksvík: Zarko Pejovic 13, Filiph Jojic 7, Sámal Olsen 5
VÍF: Ingi Olsen 7, Bjarti Hansen 7
Hilmar Jan Hansen
Team Klaksvík, sum bara fekk
tvey
stig
allan
síðsta
vetur,
hevur av álvara bitið frá sær í
ár í mestsum øllum dystunum
higartil, og fríggjakvøldið var tað
vestmenningar, tað gekk útyvir. At
Team Klaksvík enntá vann við seks
málum á VÍF, boðar frá sonnum
avsmurningi.
Higartil
hava
klaksvíkingar
fingið
fimm
stig
og
eru
næstfremstir í Atlantic Airways-
kappingini, men við til søguna
hoyrir sjálvandi eisini, at eitt nú
Neistin og VÍF ikki hevur spælt so
nógvar dystir enn.
Undan dystinum í Badminton
høllini í Klaksvík fríggjakvøldið
var nokk eingin ivi um, at VÍF
var stórfavorittur, hóast bæði lið
hava styrkt seg undan hesum
kappingarárinum. Team Klaksvík
hevur styrkt seg, so liðið ikki
skal verða aftast aftur í ár, men
hinvegin hevur VÍF styrkt seg við
tí í kvittanum, at í øllum førum eitt
FM-finalupláss skal fáast til høldar.
Men fríggjakvøldið vóru tað teir
úr Klaksvík, sum høvdu munin,
og sjálvt um VÍF var á odda við
tveimum málum í hálvleikinum
og tað annars gekk javnt á, so setti
heimaliðið trumfin á seinastu 10
minuttirnar av dystinum og vann
ein greiðan 33-27 sigur.
hilmarjan@sosialurin.fo
Team Klaksvík-VÍF 33-27 (13-15):
Klaksvíkingar koppaðu VÍF
Hondbóltur Fríggjakvøldið legði
Team Klaksvík einki í, at VÍF var
favorittur, men vann greiðan sigur á
heimavølli við heilum seks málum
U23-landsliðið til Írlands
Hondbóltur Hósdagin fer U23-landsliðið í manshondbólti til Írlands at spæla um Challenge Trophy
ímóti Írlandi, Onglandi og Georgia. – Vit fara eftir at vinna kappingina, sigur annar venjarin
Úttiknu spælararnir
Málverjar
Bartal Torkilson Kamban
Neistin
Hanus Andrias Kristiansen
H71
Útispælarar
Rúni Fossdal
VÍF
Bjarti Hansen VÍF
Jóhan á Plógv Hansen
Skanderborg
Tummas Pauli Hanusarson
Ajax København
Joen Pauli Høgnesen
VÍF
Rúni Joensen
KÍF
Andrias Nielsen
Neistin
Høgni Klein Olsen
Skanderborg
Jóannes Prestá StÍF
Niklas Reginsson
KÍF
Hans Eli Sigurdbjørnson
KÍF
Rógvi Sørensen H71
Dánjal Tórgarð H71
Tony Weyhe
KÍF
KLAKSVÍKINGAR KLØKKA
Tað er ikki longur ímóti Team Klaksvík, at hini liðini fáa tey »tryggu stigini« í
vetur, tí higartil hava klaksvíkingar fingið fimm stig í fimm dystum
Savnsmynd: Álvur Haraldsen