mánadagur 31. oktober 2011síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 31. oktober 2011 · Nr. 126
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge
– Eg eri ikki vísur í, at eg og FSF
hava somu tankar um hvussu
føroyskur fótbóltur kann koma
eitt stig víðari, sigur Brian Kerr við
írska blaðið, Independent.
Brian Kerr hevur verið venjari
hjá
føroyska
landsliðnum
í
áleið trý ár. Millum minniligu
úrslitini eru sigrarnir á Litava og
Estlandi, umframt javnleikin móti
Norðurírlandi.
– Eg gjørdi alt tað sum eg kundi
og eg var nógv burturstaddur. Eg
eri glaður fyri at vit megaðu at
flyta okkum frameftir og vit høvdu
nakrar serstakar dagar, sigur Brian
Kerr víðari.
Forsetin
í
FSF,
Christian
Andreasen, hevur fyrr sagt við
Sosialin, at tað vóru nøkur ting teir
vóru sera galðir fyri, men at tað
eisini vóru økir, sum FSF saman
fyri Brian Kerr máttu betra um,
skuldi samstarvið halda fram.
– Vit í FSF hava verið nøgd við
samstarvið við Brian Kerr. Við
Brian Kerr sum landsliðsvenjara,
hevur føroyska A-landsliðið rokkið
góðum úrslitum. Tí harmar tað
okkum, at tað ikki var møguligt at
gera nýggjan sáttmála við Brian
Kerr, sigur Christian Andreasen,
FSF forseti í tíðindaskrivi, sum varð
sent út mikudagin.
Fyribils
er
ongin
greiður
kandidatur
til
starvið
sum
landsliðsvenjari.
trondur@sosialurin.fo
Fótbóltur Nú fyrrverandi føroyski landsliðsvenjarin er vónbrotin av, at samstarvið
millum hann og føroyska fótbóltssambandið ikki heldur fram
Brian Kerr vónbrotin
Eyðun Klakstein
Heðin Askham hevur verið venjari
í EB/Streymi síðani 2009, men tað
var ivasamt, um hann fór at halda
fram í starvinum. Tað er nú komið
uppá plass, og tað fegnast EB/
Streymur um.
– Vit eru sera fegin um hetta,
tí Heðin er ein góður og dámligur
venjari, sum dugir sera væl at
fáa alt tað besta fram í leikarum
okkara, og við honum á síðulinjuni
hava vit góðar vónir um góð úrslit
komandi ár eisini, skrivar EB/
Streymur á heimsíðuni.
Eisini
verjuspælarin
Marni
Djurhuus heldur fram í EB/Streymi,
har hann er uppvaksin. Marni
hevur síðani 2001 spælt 287 dystir
við besta liðnum hjá EB/Streymi.
Og
EB/Streymur
hevur
eisini gjørt nýggja avtalu við
miðvallarspælaran
Pætur
Dam
Jacobsen, sum kom til EB/Streym
í 2009. Hann hevur hesi trý árini
leikt 94 landskappingardystir við
felagnum. Á ársveitsluni hjá EB/
Streymi fyri viku síðani varð júst
Pætur Dam Jacobsen valdur sum
ársins spælari hjá EB/Streymi í ár.
eydun@sosialurin.fov
Eyðun Klakstein
Jonas Flindt Rasmussen hevur
verið verjuálit hjá B36 í hesum
kappingarárinum, og leiðslan og
venjarar í B36 vóru á einum máli
um, at sáttmálin átti at leingjast.
Leygarmorgunin
undan
HB-
dystinum varð so nýggjur sáttmáli
undirskrivaður. – Fremsta orsøkin
til at eg leingi, er at eg og genta
mín stórtrívast heruppi. Fólk sum
heild, spælarar, venjarar og leiðsla
hava tikið serstakliga væl ímóti
okkum, og í so máta hevur hetta
verið ein einastandandi uppliving
hjá okkum, sigur Jonas Flindt
Rasmussen við b36.fo.
– Ítróttarliga kenni eg meg eisini
fáa bæði avbjóðingar og menning,
og ikki minst gleði eg meg til tær
avbjóðingar,
sum
standa
fyri
framman í 2012. Bæði í heimligu
kappingini, har eg fegin vil royna
at endurvinna meistaraheitið, og
ikki minst í altjóða høpi, har vit
nú skulu spæla undankapping til
Champions League, sigur hann.
Eisini miðvallarspælarin Ingi
Højsted hevur gjørt nýggja avtalu
við B36. Ingi Højsted hevur verið
illa plágaður av skaðum, men hóast
fleiri helst høvdu avskrivað hann
heilt, so byrjaði hann aftur í vár og
var partur av 23 dystum hjá B36.
Um eina viku skal Ingi aftur
undir skurð, og vónandi ger hetta,
at hann verður enn betur fyri til
komandi kappingarár, skrivar b36.
fo.
Eyðun Klakstein
Sigfríður Clementsen gjørdist
venjari í HB, tá ið felagið endaði
samstarvið við Julian Hansen
miðskeiðis í farna kappingarári,
og nú er so greitt, at Sigfríður
eisini verður venjari hjá HB í
komandi kappingarári.
– Hóast gongdin sum so ikki
vendi, megnaðu Sigfríður og
hjálparvenjarin Ingi Rasmussen
at halda liðinum í deildini, og til
tíðir sóust sera góða taktir, skrivar
HB á heimasíðuni.
– At teir høvdu dirvið at seta
fleiri yngri leikarar við, skal telja
til teirra rós, og spennandi verður
at síggja, hvussu hesir ungu menn
fara at fella til komandi ár.
Avtalan millum HB og Sigfríð
Clementsen
er
galdandi
eitt
kappingarár fram.
eydun@sosialurin.fo
Heðin Askham heldur fram
Fótboltur EB/Streymur boðar frá, at Heðin Askham
heldur fram sum venjari, og felagið hevur eisini gjørt nýggjar
avtalur við Pætur Dam Jacobsen og Marna Djurhuus
Verjuskansi eitt ár aftrat
Fótbóltur Jonas Flindt Rasmussen fer aftur at umboða B36 næsta kappingarár,
og Ingi Højsted tekur eisini eitt tørn afturat fyri meistaraliðið
Sigfríður verandi í HB
Fótbóltur – Hóast gongdin avgjørt
ikki hevur verið nøktandi í ár, eru
partarnir samdir um at taka eitt tørn
afturat, skrivar HB á heimasíðuni