mánadagur 31. oktober 2011síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 31. oktober 2011 · Nr. 126
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge – Liverpool
Tey vóru mong, ið settu spurnar
tekin við Arsenal venjaran undan
kappingarbyrjan. Felagið hevur ikki
vunnið nakað steyp av týdningi
síðani 2005 og óðar røddir hava í
eina tíð vilja sæð bakið á Arsene
Wenger. Tá so Cesc Fabregas og
Samir Nasri valdu at skifta felag
heglaði kritikkurin niður yvir
Arsene Wenger. Men eftir eina ringa
byrjan, er Arsenal nú aftur at finna
á ovaru hálvu í Premier League
og stendur seg væl í Champions
League.
Tríggjar ferðir Van Persie
Leygardagin stóð Arsene Wenger
frammanfyri eini stórari avbjóðing.
Chelsea á Stamford Bridge er ikki
at spæla við og tvær ferðir var
Chelsea eisini á odda. Men báðu ferð
svaraði Arsenal aftur og stutt inn í
seinna hálvleik legði Theo Walcott
Arsenal á odda. Tíggju minuttir
fyri tíð javnaði Juan Mata, men við
tveimum málum tryggjaði Robin
van Persie Arsenal ein søguligan
sigur á Chelsea. Hetta er fyrstu
ferð í Premier League søguni, at
Chelsea hevur latið fimm mál inn
á heimavølli.
Frelsarin
Høvðusmaðurin aftanfyri sigurin
var hollendski framherjin, Robin
van Persie. Hann er í løtuni frels
arin hjá Arsenal og Arsene Wenger.
Maðurin, sum var mettur sum eitt
sokalla »problem barn« tá hann
kom til Arsenal í 2004, er nú 28-ára
gamal, leiðari og liðskipari á Arsenal
liðnum.
Størsti trupulleiki hjá honum
eru mongu skaðarnir, ið mangan
hava steðga honum í at spæla. Hvat
ger Arsenal um Robin van Persie
verður skaddur? Hin trupulleikin
er, at sáttmálin hjá honum gongur
út eftir komandi kappingarár.
Arsenal hevur fyrr verið tvungið
at selja leikarar, ið ikki eru sinnaðir
at skriva nýggjan sáttamála.
Meg kunnu tit líta á
Tað segði Arsene Wenger, tá Arsenal
í farnu viku hevði aðalfund. Sam
bært bretskum miðlum vóru fleiri
av minni partaeigarunum í felag
num í øðini inn á leiðsluna, meðan
Arsene Wenger royndi at sissa
Arsenal viðhaldsfólkini.
– Eg síggi ótta í eygunum hjá
fleiri av tykkum, men tað er tí vit
eru upp ímóti feløgum við risa
peninga upphæddum, men vit
kunnu verða kappingarførir við
háttinum vit reka felagið upp á.
Vit mugu verða snildir og standa
saman. Tað er torført at avrika
stabilt, men vit hava avrikað stabilt
í15 ár, segði Arsene Wenger.
Arsenal – uttan pengahjálp
Arsenal er eitt av teimum feløg
unum, sum ikki nýtur gott av
pengum frá ríkmonnum. Tað er
fíggjarpolitikkurin hjá felagnum at
bara brúka teir pengarnar, ið felagið
megnar at vinna sjálvstøðugt.
Síðani Arsene Wenger kom til í 1996
hevur felagið megnað at byggja
ein nýggjan leikvøll, umframt at
hava rokkið Champions League
fótbólti at kalla hvørt ár. Nýggi
leikvøllurin ger, at felagið er saman
við Manchester United tað felagið
í tjenar flest pengar rundan um
dystar dag. Fíggjarpolitikkurin er
langsiktaður og varin, og tað er tað
ikki øll, ið hava tol at bíða eftir.
Hvat nú?
Arsene Wenger hevur verið venjari
í 15 ár í Arsenal, men er tolið hjá
viðhaldsfólkunum uppi? Stendur
ov nógv á herðinum hjá Robin van
Persie og hava innkeypini í ár verið
ov vánalig?
Arsenal hevur síðani 2003 verið
upp ímóti pengasterku Chelsea og
nú Manchester City og tað hevur
helst eisini gjørt eitt felag sum
Arsenal veikari í mun til oddin.
Fyri hálvum øðrum árið síðan vildu
Liverpool viðhaldsfólk hava Rafael
Benitez vekk, tí tolið var uppið. Tey
endaðu við at fáa Roy Hodgson. Um
tolið við Arsene Wenger er uppið
hjá
Arsenal
viðhaldsfólkunum,
hvør skal so taka yvir?
At koyra Arsene Wenger frá
sum nú er – er ørskapur. Tí ongin
er betri egnaður at strýra felagnum
enn Arsene Wenger.
Einki óvæntað
Úrslitini hetta vikuskiftið lagaðu
seg soleiðis nøkunlunda sum ein
kundi vænta. Manchester City,
Manchester United, Liverpool og
Tottenham vunnu øll. Chelsea er
einasta av oddaliðnum, ið tapti.
Manchester City mundi komi í
trupulleikar móti Wolves, tá Vicent
Kompany varð vístur av vøllinum,
men megnaði at vinna. Manchester
United reisti seg eftir 6-1 ósigurin
á grannunum við at vinna 1-0 á
Everton á útivølli.
Liverpool og Tottenham vunnu
eisini sínar dystir og bæði hava
eyguni eftir eini topp fýra plasering,
sum gevur Champions League fót
bólt komandi kappingarár.
Uppflytarnir frá í fjør hava
klárað seg væl higartil í ár. Norwich,
Swansea og QPR liggja ávíkavist
nummar átta, tíggju og tólv.
trondur@sosialurin.fo
Enska Barclays Premier League
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
mál
stig
1
Manchester City
10
9
1
0
36-8
28
2
Manchester United
10
7
2
1
27-12
23
3
Chelsea
10
6
1
3
23-15
19
4
Newcastle
9
5
4
0
12-6
19
5
Tottenham
9
6
1
2
18-14
19
6
Liverpool
10
5
3
2
14-10
18
7
Arsenal
10
5
1
4
20-21
16
8
Norwich
10
3
4
3
14-15
13
9
Aston Villa
10
2
6
2
13-13
12
10 Swansea
10
3
3
4
12-15
12
11 Stoke
9
3
3
3
7-11
12
12 Queens Park Rangers
10
3
3
4
8-17
12
13 West Bromwich
10
3
2
5
9-13
11
14 Sunderland
10
2
4
4
14-12
10
15 Fulham
10
2
4
4
13-12
10
16 Everton
9
3
1
5
10-13
10
17 Wolverhampton
10
2
2
6
9-17
8
18 Blackburn
10
1
3
6
13-23
6
19 Bolton
10
2
0
8
13-27
6
20 Wigan
10
1
2
7
6-17
5
Premier league
Fótbóltur
So greiður var
boðskapurin hjá
Arsene Wenger á
aðalfundinum hjá
Arsenal í farnu
viku. Leygardagin
vann Arsenal 5-3 á
Chelsea á Stamford
Bridge, men kunnu
tey í Arsenal líta á
Arsene Wenger?
Meg kunnu tit líta á!
ÁLÍTANDI ELLA EI
Hóast 5-3 sigurin á Chelsea leygardagin, er spurningurin, um viðhaldsfólkini hjá Arsenal
skjótt hava mist tolið við venjaranum síðstu 15 árini, Arsene Wenger