mánadagur 31. oktober 2011síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 31. oktober 2011 · Nr. 126
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Á ferð um fjøll vit sóu teg
so mangan kvikan fara,
har tú so gløggur vísti veg
for stórum mannaskara.
Tey kendu teg sum merkismann
við alski til tað lendið,
sum tú á ferð um fjøll teim fann,
har hvørja kleiv tú kendi.
Um gæva tín nú uppi var,
og lív bleiv skert og strevið,
so vilji tín teg uppi bar,
um helsótt setti stevið.
Tú skóti vart til evsta dag,
tú hollur vart í huga,
tú mongum legði lunn og lag
til vælaverk at duga.
Tó innast tær í hjarta brann
tín kona og tey kæru
sum tú við alsk við henni vann
í lívsins ástarlæru.
Nú tókst tú niður jarðartjald,
nú sløkti tú títt bál,
tó avrik tíni bjørt og bald
oss lýsa vøll og vál.
Vit takka tær for alt tú vart
for oss til síðstu stund,
for trúskap tín og brá tú bart
við hvønn ein vinarfund.
Nú fórst tú tína evstu ferð
at finna fjallið fjara,
har ongin vegur aftur ber,
har sælur tú ert bara.
Verð heilsaður í himnabú
við tøkk frá jarðarfløtu,
for lív títt millum oss í trú,
til tú gekst himnagøtu.
Ein tøkk frá vinum mongu her,
nú tú fanst himnaliðið
á tíni evstu skótaferð.
Vár vinur: “HVÍL Í FRIÐI!”
pmp
TØKK
Nøvn
Kjartan Dalsgaard
*28. juni 1942 - † 28. okt. 2011
in memoriam
Sprotin hevur givið út bókina
"Framtíðin kallar - 50 tekstir
um fólk og samfelag," sum
Uni Arge, journalistur, hevur
skrivað.
Í bókini eru 50 bakgrunds
greinir, søgugreinir, tíðar
greinir, samrøður og vanga
myndir, sum eru skrivaðar
frá 2009 til 2011.
Greinirnar snúgva seg
m.a. um fíggjarkreppu, fólka
ræði, tolsemi, átrúnað, tilver
una, tónleik, søgu, vinnulív,
fjølmiðlar og mál.
Tekstirnir eru upplýsandi
og undirhaldandi lesnaður.
Teir eru skrivaðir á løttum
máli og seta nógvar stórar
spurningar í perspektiv.
Heitið á bókini sipar til,
at í einari og hvørjari samtíð
kallar framtíðin á broytingar.
Bókin gevur íblástur til
kjakið um broytingarnar, vit
nú uppliva.
Kunnu vit læra nakað av
bankaskrædlum?
Kunnu
óheft eftirlit fyribyrgja, at
valdið verður misnýtt í Før
oyum? Er Facebook fimta
statsvaldið?
Tílíkir spurningar verða
settir í bókini, og eisini verður
leitað út í heim og í søguna at
seta rák og hendingar í sam
anhang.
M.a. verður hugleitt um, at
Barack Obama neyvan hevði
komið á politiska tindin í
USA, um John F. Kennedy
ikki lurtaði eftir Martin
Luther King í 1963.
Og fólk hugleiða eisini
um støðuna hjá kvinnunum
í Føroyum, um húkin í Klaks
vík, lívsins dalar og tindar,
kasinobúskap og spurningin,
hvat eydna er.
"Framtíðin kallar - 50
tekstir um fólk og samfelag"
er 325 blaðsíður til støddar.
Hon er prýdd við mongum
vøkrum litmyndum og kostar
249 kr. í bókabúðunum. Hon
fæst eisini á www.sprotin.fo
Framtíðin kallar
– nýggj bók um
fólk og samfelag
Uni Arge