mánadagur 31. oktober 2011síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 31. oktober 2011 · Nr. 126
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fyrisitingarstjórin er ovasti leiðari fyri fyrisiting Fróðskaparsetursins
innan teir karmar, sum stýri og rektari seta. Fyrisitingarstjórin
er samstundis skrivari í stýrinum og skal í samráði við rektaran
fyrireika og geva tilmæli í málum, sum verða løgd fyri stýrið.
Fyrisitingarstjórin hevur ábyrgd av, at øll fyrisiting verður løgliga
og skynsamliga avgreidd og í samsvari við fyritreytirnar fyri
játtanini. Fyrisitingarstjórin skipar og fremur eisini menningar -
ætlanir Fróðskaparsetursins saman við rektara og dekanum.
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava hóskandi hægri útbúgving á kandidat- ella
masterstigi. Góður førleiki at skriva og tala føroyskt og enskt er ein
fyritreyt, og innlit í útbúgvingar- og granskingarøkið er ynskiligt.
Setanartreytir og umsóknir
Starvið sum fyrisitingarstjóri verður lønt ájavnt við deildarleiðara-II
sambært sáttmála hjá BLF ella Akademikarafelagnum. Starvið
verður áramálssett í 5 ár.
Umsóknir við avritum av viðkomandi skjølum skulu
sendast til rektaran á sigurdj@setur.fo ella til:
Setursskrivstovan
att.: Sigurð í Jákupsstovu
J.C. Svabos gøta 14
100 Tórshavn
Umsóknarfreistin er 21. november 2011.
Meiri kunning
Meiri kunning fæst við at venda sær til rektaran á
sigurdj@setur.fo ella á 352500/352503.
Á heimasíðuni setur.fo/um_setrid/regluverk ber
eisini til at kunna seg við skjølini: Fyriskipan fyri
fyrisitingarstjóra, Løgtingslóg um Fróðskaparsetur
Føroya og onnur skjøl.
Vitan er pallurin. Forvitni er drívmegin.
Fróðskaparsetur Føroya er eitt universitet, har gransking og undirvísing eru kjarnin í virkseminum. Endamálið hjá Fróðskaparsetri Føroya
er sambært løgtingslóg at inna gransking, geva frálæru á hægsta stigi og breiða út kunnleika um vísindalig úrslit og háttaløg.
Fyrisitingarstjóri til Fróðskaparsetrið
Starvið sum fyrisitingarstjóri á Fróðskaparsetri Føroya er leyst at søkja.
Rannvá G. Fossaberg
Elding flytur úr Miðlon og
í hølini, har Grón helt til.
Hetta merkir, at handilin,
ið er partur av el-ketuni El-
Giganten, nú fær 1600 fer
metrar til handilsvirksemið.
Mads A. Winther, stjóri,
fegnast um nýggju hølini og
metir, at broytingin hevur
fleiri fyrimunir fyri kundan:
-At vit fara frá 700 til 1600
fermetrar merkir eitt nú, at
vit hava møguleika at bjóða
kundum okkara størri úrval
í mun til áður. Serliga úrvalið
á teldu- og sjónvarpsdeildin
er økt munandi. Harafturat
kunnu vit bjóða tey vælum
tóktu myndatólini við spegl
refleksi.
Sambært stjóranum er
Elding nú á hædd við aðrar
handlar, sum eins og Elding
eru partur av El-Giganten og
Dixons, ið er heimsins størsta
keta innan el-lutir.
Elding í nýggj høli