Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-02, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. november 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. november 2011 · Nr. 127 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rannvá G. Fossaberg Á Tjóðpalli Føroya eru tey farin undir seinastu fyri­reik­ ingarnar til leikin Reinsan, sum Hans Tórgarð hevur týtt til føroyskt. Tað eru tey bæði danirnir Kim Dambæk, ið leikstjórnar, meðan Oana Constantineanu stendur fyri pallmyndini. Um leikin Søgan gongur fyri seg í tveim­ um tíðarskeiðum í Estlandi: Í 1940'unum og 1950’unum, tá Est­land varð hersett av Stalin, og estar í túsundatali vórðu tvangsfluttir til Sibiria, og í 1992, eitt ár eftir, at Estland varð sjálvstøðugt. Ein summarmorgun í 1992 finn­ur gamla estiska konan Aliide Tru eina unga og út­ lúgvaða kvinnu uttan fyri hús­ini hjá sær úti á bygd í Estlandi. Unga kvinnan Zara er blivin lumpað frá sín­ um heimi í Vladivostok til skøkju­levnað í Europa. Hon er endað í Tallinn saman við sín­um alfonsi og er rýmd hig­ani. Báðar kvinnur bera ræðu­ligar loynidómar, og sum leikur fer, verða hesi loynd­armál og sambandið kvinnurnar ímillum avdúk­ aði. Pallmyndin setir krøv Leikurin, ið kann lýsast sum ein psyko-trillari, setir stór krøv til leikararnar, tí pall­ myndin er heldur øðrvísi enn vannligt. Ein av leikarunum, Barbara Christophersen, ið hevur leiklutin sum Zara, dám­ar væl pallmyndina: – Hóast ymisk ljóð, skugga­ spæl og films­brot verða nýtt, so er pall­urin rætti­liga mini­ malistisk­ur og nak­in, og tað setir krøv til okk­um leikarar. Vit skulu veru­liga liva okkum inn í søg­una fyri at kunna for­telja søguna á besta hátt. Tað er júst hesin mini­mal­ istiski stílurin sum saman við teimum ymsu effektunum, ið ger, at áskoðarin fær eina serliga uppliving, heldur Birita Mohr, sum spælir Aalide Truu í leikinum: – Á pallinum sært tú ikki eitt veruligt rúm við til dømis vindeyga, hurð og veggum. Bæði leikarar og áskoðarar mugu sjálvi skapa hetta rúmið. Áskoðarin fer automatiskt at nýta hug­ flogið til at skapa rúmið, tá leik­ararnir á pallinum eisini gera tað. Fyri at hjálpa áskoðarun­ um at fylgja við í søgu­gongd­ ini skiftast leikararnir um við at vera frásøgufólk, ið greiðir frá og útdjúpar tað, ið gongur fyri seg á pallinum. Evnini eru viðkomandi Hóast søgan gongur fyri seg í 1940unum, 1950unum og í 1992, so halda tær báðar Barbara Christophersen og Birita Mohr, at leikurin inni­ heldur evni, sum eisini eru við­komandi í dag. Sambært Barbaru Christophersen kunnu tey flestu fyrihalda seg til evni sum skuld og trygg­leika, ið eru at finna í leik­inum: – Hetta er ein søga, sum ikki bert lýsir nøkur sam­fe­ lagslig og politisk evni, men fortelir okkum eisini um ym­ iskar mannalagnur og hvat vit menniskju gera, tá vit eru undir trýsti og royna at yvirliva. Tað er nakað, sum eg rokni við, at tey flestu kenna aftur. Leikurin er serliga ætlað­ ur vaksnum, men er eisini áhugaverdur fyri tey ungu og skúlaflokkar, heldur Birita Mohr : – Søgan fer fram í Estlandi, bæði meðan tað var hersett av Stalin, og so tá landið varð sjálvstøðugt, so hetta er eitt petti av søgu. Støðið er høgt Sambært leikstjóranum Kim Dambæk og Oana Con­ stan­tineanu, ið stendur fyri pallmyndini, hevur sam­ starv­ið við Tjóðpall Føroya og leikararnar gingið væl. Leik­stjórin er jaliga ovfarin av føroysku leikarunum: – Leikararnir eru á einum høgum støði, og vit arbeiða øll væl saman. Samstarvið millum meg og leikararnar krevir í stóran mun, at vit stóla upp á hvønn annan, tí leikurin er jú á føroyskum. Barbara Christophersen er samd við leikstjóranum: – Vit hava vant í umleið sjey vikur, og tað hevur ging­ið ótrúliga væl. Kim er behagi­ligur og dugir væl at hjálpa og rósa leikarunum. Kim Dambæk og Oana Constantineanu eru á einum máli um, at samstarvið hevur riggað so mikið væl, at ikki er óhugsandi, at tey bæði og Tjóðpallur Føroya fara at arbeiða saman aftur í framtíðini. Psyko-trillari á Tjóðpalli Føroya Leygardagin 5. november verður frumframførsla á Tjóðpalli Føroya av finska leikinum Reinsan eftir Sofi Oksanen. Áskoðararnir kunnu vænta sær eina heilt serliga uppliving, tí teir skulu nýta hugflogið og sjálvir skapa rúmið. Leikarar: Birita Mohr Gunnvá Zachariasen Barbara Christophersen Bárður Persson Hans Tórgarð Hjálmar E. Dam Á myndini síggjast Birita Mohr, Hjálmar E. Dam og Hans Tórgarð Mynd: Álvur Haraldsen