mikudagur 2. november 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. november 2011 · Nr. 127
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Lagt til rættis: Árni Joensen
Grønlendsk virkir, sum virka
svartkalva til útflutnings,
siga, at tað kann fáa álv
arssamar avleiðingar, um
keypararnir fara at krevja,
at vøran hevur ta sokallaðu
MSC-góðkenningina,
sum
sigur, at fiskurin er veiddur á
burðardyggum grundarlagi.
Qeqertaq Fish er eitt av
virkjunum, sum kenna seg
hótt. Erik Nielsen, nevnd
arformaður, sigur við kring
varpið í Nuuk, at eitt krav
frá keyparunum um MSC-
góðkenning kann fara at
kosta felagnum nógvar peng
ar.
– Vit útfluttu umleið 3.000
tons av svartkalva í fjør og
umleið 2.000 tons í ár, og tað
fer at raka okkum meint, um
keypararnir vraka okkara
vøru, tí hon ikki hevur MSC-
góðkenningarmerkið, sigur
Erik Nielsen við KNR.
Í Kangaamiut Seafood,
sum útflytir grønlendskar
fiskavørur,
sigur
stjórin,
Ulrik
Bjerre
Rasmussen,
við KNR, at vørur við MSC-
góðkenning fara uttan iva
at geva betri prís, og at tað
slepst neyvan uttan um
hendan veruleikan.
Í Danmark er Dansk Sup
ermarked, sum eigur hand
ilsketurnar Bilka, Føtex og
Netto, givið at selja fleiri
fiskavørur, sum ikki hava
MSC-góðkenning.
Grønland hevur ikki bið
ið um MSC-góðkenning fyri
svartkalva enn, men lands
stýrið er í ferð við at fyrireika
umsóknina.
Vantandi MSC-góðkenning
kann fáa stórar avleiðingar
Grønlendska svartkalvaveiðan er ikki MSC-góðkend,
og nú stúra virkini fyri avleiðingunum
Nógvar neyð
tøkur í Oslo
Higartil í ár hevur løgreglan í Oslo fingið 49 fráboðanir um
neyðtøku. Tað er tvær ferðir so nógv um alt árið í fjør
Teir
seinastu
tilburðirnir
vóru um vikuskiftið. Tá tók
løgreglan ikki færri enn átta
menn, sum vórðu skuldsettir
fyri kynsligan ágang, og hon
hevur biðið almenningin um
hjálp til at finna fleiri.
Sunnunáttina varð ein
kvinna fyrst í 20'árunum
neyðtikin, og seinni tók løg
reglan ein norskan ríkis
borgara
av
srilankiskum
uppruna og ein svenskan
ríkisborgara av iranskum
uppruna. Um somu tíð fekk
løgreglan boð um, at ein
norðmaður hevði neyðtikið
eina 20 ára gamla kvinnu.
Kvøldið fyri hevði løg
reglan eisini úr at gera. Á
høvuðsjarnbreytarstøðini í
Oslo vórðu fimm ungir menn
úr Pakistan og Afghanistan
tiknir fyri at hava gjørt seg
inn á tvær gentur. Tveir aðrir
tilburðir av kynsligum ágangi
vórðu eisini fráboðaðir, men
enn er eingin tikin í tí sam
bandi.
Men tær ungu kvinnurnar
í
norska
høvuðsstaðnum
ætla ikki at seta seg inn at
kúra. Tvørturímóti hava fleiri
teirra valt at brynja seg út,
so tær kunnu verja seg ímóti
álopsmonnum. Eitt nú hava
handlarnir selt eina rúgvu
av máling í sprayblikkum,
og onkur handil sigur seg
hava havt vitjan av ungum
kvinnum, sum spyrja seg fyri
um knívar. Men í handlinum
mæla tey kvinnunum frá at
ganga við knívi í býnum.
Íslendingar
arbeiða minni nú
Tøl hjá OECD vísa, at
íslendingar
arbeiddu
munandi meiri undan
fíggjarkreppuni, enn teir
gera nú.
Tølini vísa, at í fjør
arbeiddu
íslendingar
1.697 tímar, og tað er
væl minni enn árini
frammanundan. Í 2007
og 2008, tá kreppan tók
seg upp, arbeiddu ís
lendingar 1.807 tímar.
Í Finnlandi arbeiddu
tey eisini 1.697 tímar í fjør,
og íslendingar og finnar
eru teir norðurlendingar,
sum arbeiða mest. Sviar
arbeiddu 1.624 tímar í
fjør, danir 1.554 og norð
menn 1.414 tímar. Føroy
ingar eru ikki uppií.
OECD-tølini vísa, at
norðmenn og týskarar
eru teir, sum hava ta
stytstu
arbeiðstíðina,
meðan fólk í Kili, Ungarn
og Russlandi hava flest
arbeiðstímar.
Biðið Interpol
um hjálp
Løgreglan
í
Íslandi
hevur nú biðið altjóða
løgreglusamstarvið
Interpol
um
hjálp
til at finna tríggjar
póllendingar, sum eru
undir illgruna fyri at
hava verið við í vápn
aðum ráni hjá ursmið
inum Frank Michelsen
í Reykjavík fyri fjúrtan
døgum síðani.
Talan er um tann
34 ára gamla Grzegorz
Marcin Novak, tann 36
ára gamla Pawel Jerzy
Podburaczynski og tann
33 ára gamla Pawel Artur
Tyminski.
Íslendska løgreglan
er sannførd um, at men
ninir komu til Íslands
við tí fyri eyga at ræna
handilin, og at tríggir
teirra fóru til Danmarkar
beint aftaná. Ein fjórði
maður, sum var saman
við teimum trimu, er
tikin í Íslandi.
Fáa framvegis
nýggjar limir
Á skrivstovuni hjá norska
Arbeiðaraflokkinum og
ungdómsdeildini
AUF
hava tey havt úr at gera
við at skráseta nýggjar
limir, og áhugin fyri
limaskapi hevur verið
serliga
stórur
síðani
sorgarleikin
tann
22.
juli.
Tíðindastovan NTB
skrivar, at Arbeiðara
flokkurin hevur fingið
11.000
nýggjar
limir
higartil í ár, og at 8.000
teirra eru komin upp í
flokkin síðani tann 22.
juli. Herumframt hava
umleið 4.000 ungfólk
meldað seg upp í AUF
síðani tann 22. juli.
Jan Bøhler, sum er
formaður hjá Ap-val
felagnum í Oslo, sigur við
NTB, at í høvuðsstaðnum
er limatalið vaksið 40
prosent, og so stóran
vøkstur hevur felagið
ongantíð havt fyrr.