Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-02, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. november 2011síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 2. november 2011 · Nr. 127 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Strendur: – Næsta summar skuldu vit helst verið komin í gongd við at byggja tað nýggja missiónshúsið, sigur Bartal Danielsen, ið er for­ maður í stýrinum fyri missi­ óns­húsið á Strondum. Í nøkur ár hevur verið ar­ beitt við eini ætlan at byggja eitt nýtt: Tekningarnar vóru gjørdar og økið var nærum komið uppá pláss. Men nú er støðan broytt. Stýrið fyri missiónshúsið hevur ístaðin avgjørt at keypa bygningin, har hand­il­ in Strandacentrum helt til í síni tíð. Bygningurin er tikin niður, og á hesum staði er ætlanin at byggja tað nýggja missiónshúsið. – Vit hava tær gomlu tekn­ingarnar, men tær mugu broyt­ast nakað. Hetta økið er held­ur minni og er haraftrat øðrvísi háttað, sigur Bartal Danielsen við Trúboðan. snorri@sosialurin.fo Fara skjótt undir nýtt missiónshús Tvøroyri: Í gjár vóru liðin 40 ár síðani Signar Dam byrjaði sum kommunulækni. Hann arbeiddi fyrst á Landssjúkrahúsinum, men síðani á Tvøroyri. Sandoy: Útróðrarmenn lata illa at fiskiskapinum í heyst. Hjá onkrum var hetta ringasta heystið í 36 ár. Hesa vikuna lovar hann vind. Klaksvík: Fríggjadagin fer sálarfrøðingurin, Eyðun Joensen at hugleiða um heimbý sín við hugnaløtu í Christianskirkjuni. Hann tosar eisini um sorg. Klaksvík: Hesa vikuna er missiónsvika í KFUM/K. Farið eisini í dýpdina við ávísum evnum, millum annað um hjúnalagið. Nógvur góður matur fæst úr havinum. Vit ætla at læra tey bæði at veiða og hagreiða matin. (Birgir Enni, skipari á Norð­lýsinum, sum nú siglir við ungum fólki) Nógv meiri skattur í oktober Vestmanna: Í oktober fekk  kommunan góðar 2,8 milliónir kórnur  í kommunuskatti í ok­tob­ ur í ár. Hetta er væl hægri enn sama mánað í fjør, tá kommunan fekk slakar 2,5 milliónir krónur inn. – Munurin er 332.428 krón­ur ella  13,4%, upp­ lýsir kommunan. Í Vestmanna komm­ unu eru tey, sum vera man sera væl nøgd við úrslitið, tí tað er væl hægri enn miðal skatta­hækkanin, sum var 3,13%. – Einans tríggjar komm­unur høvdu størri framgongd enn vit. Orsøkin til hækkanina er helst, at virksemi hevur verið á Vestmanna Seafood, og at oktobur í fjør var heldur lakur, sigur Vestmanna komm­ una. snorri@sosialurin.fo Miðvágur: Við familju­guds­ tænastuna í kirkjuni sunnu­ dagin, fingu miðvingar høv­ið at stuðla tiltakinum Christ­mas Child. Nógv var gjørt burtur úr í Miðvági, í samband við stuðuls tiltakið Christmas Child. – Tí varð rættiliga góður stemmningur í kirkjuni og Missiónshúsinum í Miðvági, verður sagt haðani. Presturin, Inga Poulsen Dam skipaði fyri hesi familju­gudstænastuni, har Jónl­eyg á Løg­mansbø eisini for­taldi eina søgu, og barna­ kórið úr Missiónshúsinum hevði eina góða framførslu. Aftaná gudstænastuna var drekka í Missiónshúsinum. Jólapakkarnir í ár verða lætnar børnum í fátæka landinum Kirgistan. Og tá upptalt var eftir guds­ tæn­astuna var greitt, at miðvingar lata 121 gávur til hetta tiltakið í ár. snorri@sosialurin.fo 121 gávur til børnini kring landið Øvugt í Vestmanna Í Vestmanna er støðan júst hin øvugta sum á Strond­ um. Her hevur ein bygt nýtt missiónshús, og herfyri gjørdist greitt, at tað gamla missiónshúsið í framtíðini skal brúkast sum handil. NIÐURTIKIÐ Gamla Strandacentrum er nú niðurtikið GÁVUR Børnini vóru øgiliga spent at lata gávur til onnur børn, ið tey ikki kenna, men sum tey kortini hava hjarta fyri Mynd: Mikkjal Olsen