Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-02, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. november 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. november 2011 · Nr. 127 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Snorri Brend Eitt av teimum støðunum, har ein serliga hevur tørv á at minnast sjófólk okkara, er í Klaksvík. Í fiskivinnuhøvuðsstaði okk­ara er býarlívið full­komu­ liga bundið at fiskivinnuni á sjógvi og landi. Og her vita tey tí alt um, at sjógvurin bæði gevur og tekur. Við minningarhaldið fyri teir sjólætnu í gjár, var tó eingin klaksvíkingur millum teir fimm, ið vórðu mintir henda dagin. Hetta nevndi Rógvi Joensen eisini í síni røðu. – Tað hevur sín týdning at vísa á, at tá ein hevur starv sítt á sjónum, har tað mangan kann vera bæði ótrygt og vandamikið, - at ein tá hevur okkurt sum er trygt og gott at halda seg til. – Neyðugt er eisini at hava eina trygga havn at koma til, tá illveður leikar í, bæði tá ein hugsar bókstaviligt, og tá ein hugsar um ta andaligu havnina, Himmalin, vísir Rógvi Joensen á. Hann virkar sum præ­ diku­maður, men kennir eisini alt til lívið á sjónum, sum dekkari, stýrimaður og sum skipari. – Eg havi tó ongatíð verið í vandasjógvi, men havi verið við skipi í ringasta veðri, greiðir hann frá. snorri@sosialurin.fo Skótahús í vøkrum um­hvørvi Ein dagur fyri sjófólkið Runavík: 500 fermetrar stóra skóta– og ung­ dóms­húsið við Løkin nærk­ast nú av álvara. Í løtuni er støðan hon, at 75 prosent av fígg­ing­ ini er fingin til vega, og væntað verður, at tey seinastu 25 prosentini verða funnin um stutta tíð. Tað eru fleiri ár síð­ ani fólk byrjaðu at tosa um eitt slíkt hús. Og í dag kunnu fólk við egnum eygum stað­festa, at grundøkið er byggi­ búgvið og er nú so at siga klárt at fara undir byggingina. Samlaði kostnaðurin er mettur til 7,2 mió krónur, har Lokale- & Anlægs Fonden hevur játtað íalt kr. 2 mió. kr. snorri@sosialurin.fo Húsavík: Leygarkvøldið skipar ungmannafelagið fyri eydnuhjóli. Góðir vinningar eru, millum annað eitt gott veðrakrov. Byrjað verður klokkan 19. Vágar: Kommunuskatturin hjá Vágafólki er hækkaður rættiliga nógv. Fyri Sørvágs kommuna er talan um eina øking uppá 6,88%, og Vága kommuna 9,4% Klaksvík – Tað krevur sjálvandi nakað at skula flyta fram røðu ein slíkan dag. Men tá eg varð biðin, so kundi eg ikki annað enn játta, sigur Rógvi Joensen úr Klaksvík kring landið Sunda kommuna: Í yvirlitinum yvir skattainntøkurnar, sum TAKS hevur gjørt, hevði Sunda Kommuna eina afturgongd uppá 6,58%. Argir: Árligu heyst­møt­ini í Kirkju- og missións­hús­in­um verða um vikuskiftið. Presturin Derhard Jógvans-son talar øll kvøldini. MINNAST Hóast veðrið var eitt sindur illfýsið, vóru nógv fólk til minningarhaldið í Vágstúni í Klaksvík í gjár. Rógvi Joensen, innsettur, flutti fram røðu Myndir: Norðlýsið Onkutíð kann tað tykjast sum um, at lærarar hava ein skugga sum teskar, at onnur duga betri enn lærararnir sjálvir. (Tóra við Keldu, lærari í lesarabrævi)