Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-02, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. november 2011síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 2. november 2011 · Nr. 127 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Hvørki John Johannessen, Hel­ena Dam á Neystabø ella fyrrverandi lands­stýr­is­mað­ urin, Hans Pauli Strøm, vórðu aft­urvald á løgtingsvalinum leygardagin. Tað heldur John Johannessen er ein avleiðing av, at fólk ikki vilja tær broytingar, sum Javn­ aðarflokkurin heldur verð­a neyðugar. - Skúlareformurin er neyð­ ug­ur, tí vit mugu fáa meira fyri pengarnar á økinum, nevn­ir John Johannessen sum eitt dømi. Hann vit tó ikki gera nakr­ ar metingar um, hvørt kósin hjá flokkinum er farin út av lagi. - Vit mugu bara staðfesta, at velj­arin hevur felt dóm, og tann dómin mugu vit so bara taka til eftirtektar, sigur John Johannessen. Hann viðgongur, at Javn­ að­ar­flokkurin hevði eitt vá­n­ a­ligt løgtingsval, og tað hevði hann eisini seinast. - Men hvussu tað ávirkar Javn­að­arflokkin ­haldi eg, at vit skulu lata okkum um at meta, sigur John Jo­hann­e­s­ sen. Hann heldur tó, at veljarin ikki tekur undir við teimum broyt­ingum, sum flokkurin hev­ur hildið eru neyðugar. - Broytingar sum at fáa skúl­a­verkið at verða eitt gott skúla­verk innan fyri ver­andi fíggjar­karm. At fáa heilsu­ verk­ið at verða eitt gott heilsu­verk innan fyri verandi fíggj­ar­karm. At vit hava lagt upp til broytingar har er eitt greitt tekin um, at fólkið vil ikki tær broytingarnar. Trup­ ulleikin er bara tann, at hallið á fíggjarlógini er eina hálva mill­iard í ár, so spurningurin er, um tað ikki er rætt at gera nakr­ar umstruktureringar. Nú er tað so upp til onnur at gera av, sigur John Jo­hann­ es­sen. Tíð heima Hann heldur tó ikki tað var ein politiskt taktisk skeiv av­ gerð at skjóta upp, at tey trý sjúkr­a­húsini skulu hava eina leiðslu. - Nei, tað haldi eg als ikki. Eg haldi framvegis, at vit eiga at samankoyra sjúkr­a­ húsverkið­, tí vit skulu minn­ ast til, at vit eru bara 50.000 fólk. Vit hava trý fullkomiliga sjálv­støðug sjúkrahús, sum nær­um einki hava við hvørt annað at gera, sigur John Jo­ hann­es­sen. Hann heldur, at tað ber ikki til í einum so lítlum landi. - Vit hava brúk fyri at styrkja fakligheitina í heils­ uv­erkinum, og vit hava brúk fyri at fáa so nógv burtur úr teimum peng­u­ num, sum verða játtaðir til sjúkrahúsverkið sum yv­ir­ høvur gjørligt, sigur John J­o­hann­e­ssen. Nú hann skótt leggur frá sær sum landsstýrismaður og fyribils er farin úr pol­ i­tikki, ætlar hann sær at brúka nakað av tíð heima. - Nú verið eg heima í hvussu er fram til jóla og kanska eisini eftir tað, og so taki eg tað harfrá, sigur John Jo­hannessen. politikkur John Johannessen angr­ar ikki, at hann kom við upp­skoti um at leggja tær tríggj­ar sjúkrahúsleiðslurnar saman stutt undan valinum Mynd: Jems Kristian Vang 95 nýggj afør Lova Akseli V. Johannesen fullan stuðul Rætt við einari leiðslu Løgtingsval Eitt av landsstýrisfólkunum, sum ikki kom inn aftur á Ting, er John Johannesen, men hann angrar ikki, at hann kom við uppskotinum um at tey trý sjúkrahúsini skulu hava eina og somu leiðslu Aksel fær ongar trupulleikar av Hen­rik, Gerhard og Kristini. Hesum boðar Javnaðarflokkurin frá í kvøld. Tingbólkurin boðar frá, at tey nú eru farin til verka. – Nýggi tingbólkurin hjá Javn­að­ ar­flokkinum hevur verið á fundi á Gamla Apoteki í dag og fyr­i­reik­að seg til møguligar sam­gong­u­sam­ráð­ ingar komandi dagarnar. Ein saml­ að­ur tinbólkur slær fast, at Javn­að­ ar­flokkurin enn sum áður er klárur at taka ábyrgd. Politikkur er at fáa á­virk­an og tí er málið sjálvsagt aft­ur at sita við landsins leiðslu, tá sam­ g­ong­u­samráðingarnar eru av, sigur nýggja tingmanningin hjá Javn­að­ ar­flokk­i­num. Og tey vilja eisini vísa aftur allar git­ingar um, at Aksel V. Johannesen fer at fáa tað stravið við nýggju ting­mann­ingini: – Fjølmiðar og onnur hava síð­ani leygardagin róð fram undir, at for­ maður floksins fór at hava trupul­ leikar av nýggju tingmanningi. Ting­bólkur Javnaðarfloksins ger við hesum greitt, at tingmanningin stend­ur 100 prosent aftanfyri Aksel V. Johannesen, sigur ting­bólkur Javnaðarfloksins í tíð­ind­a­skriv­i­ num. 95 nýggj akfør Í farna mánaði vórðu 95 nýggj akfør skrá­ sett hjá Akstovuni.   Av hesum 95 eru so mangir sum 76 persónbilar og átta v i ð ­f e s t i s ­v o g n a r . Í mun til oktober mán­ að í fjør er talan kort­ ini um eina øk­ing uppá eitt akfar. Hetta kann tó ikki vika tann veruleika, at mun­andi fleiri akfør eru skrásett í ár enn í fjør - 1051 higartil í ár, móti 975 í fjør. Vit eru 7 milliardir fólk   Í dag fer heimsins fólk­ a­tal um eitt vegamót. Um mid­náttarleitið varð borgari nummar sjey milliard borin í heim. Hetta hendi, tá Danica May Cam­ acho varð borin øí heim á einum sjúkr­ a­húsi í Manila á F i l ­i p s ­oyg g j u nu m . Av ST er nýborna gen­ t­u­barnið sett sum heøimsborgari numm­ ar 7.000.000.000. Bæði dagurin og barnið eru útvald. ST kann bert við vissu siga, at heimsborgari numm­ar sjey milliard verður bor­in í heim innan fyri 12 mánaðir. Men EITT er kortini vist: H e i m s i n s íbúgvaratal økist ógv­ us­ligt. Tað eru bert lið­in 13 ár síðani, vit gjørd­ust seks milliardir fólk í heiminum. Og sam­bært ST røkka vit næstu milliardini í 2025.