Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-02, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. november 2011síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. november 2011 · Nr. 127 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen Ein nýggj kirkja á Argjum, eigur ikki at verða bygt við Sandá. Tað heldur meirilutin í býarskipanarnevndini hjá innlendismálaráðnum. Sostatt hevur ætlanin at byggja nýggja kirkju á Argj­ um niðri við Sandá, fingið eitt álvarsligt skot fyri bógvin. Samstundis hava tey, sum hava mótmælt ætlanini, fing­ið nýggjar vónir um, at ætl­anin verður av ongum. Meirilutin mælir frá Tórshavnar Býráð hevur sam­tykt at broyta byggi­ sam­tyktina fyri økið fram­ við Sandá so at kirkja kann byggjast har, men Inn­lendis­ málaráðið skal góðkenna broyt­ingina, áðrenn hon er endalig. Innlendismálaráðið hevur ikki tikið støðu enn. Og spurningurin er, um tumm­ilin fer at venda upp ella niður tá ið av­tornar, tí ein meiri­luti í býar­skipanar­ nevndini hevur mælt Inn­ lend­ismálaráðnum frá at góð­kenna broytingina. Í niðurstøðuni hjá nevnd­ ini, sum Sosialurin hevur fingið innlit í, verður staðfest, at tað eru fleiri orsøkir til at vera sera varin í slíkum málum. Opna, sermerkta lendið við Sandá er onki undantak, kanska tvørtur ímóti, heldur meirilutin. – Skal hol setast á, má far­ast sera varisliga fram, sigur býarskipanarnevndin og í øllum førum fer ein bygn­ingur á stykkinum at síggjast. Nevndin heldur eisini, at frástøðan frá ánni er ein trupulleiki og hon heldur, at tað verður gingið ánni so nær, at tað fer ikki longur at verða opið framvið ánni. Tú heldur ein meiriluti, sum eru tríggir av fimm nevndarlimum í býar­skip­ anar­nevndini, at Kirkjan stendur ikki væl á ætlaða stykkinum við Sandá. – Talan er um serstakt lendi, tætt upp at einari av størstu áum í landinum. Hon eigur at fáa frið og áarbakkin liggja opin, sigur meirilutin. Nevndin staðfestir, at á Argjum hevur rákið ver­ið, at bygt verður niðan eftir og hon heldur, at atkomu­ viðurskiftini eru eins góð, ella betri, aðrastaðni í bygdini. – Og har verða nátturu­ kvalitetir ikki á sama hátt órógvaðir. Lýkur treytirnar Hinvegin heldur minnilutin í nevndini, at kommunan hevur lokið tær treytir, sum settar vórðu og tí mælir hann Innlendismálaráðnum til at góðkenna broytingina. Minnulutin staðfestir, at komm­unan er plan og byggi­ myndugleiki og at kommun­ an heldur, at nýggja kirkjan hóskandi kann setast við Sandá. Minnlutin vísir eisini á, at yvirfriðingarnevndin friðaði ikki stykkið, hóast talan er um bygging tætt við ánna. aki@sosialurin.fo Nýggja kirkjan á Argjum í vanda NÝGGJ KIRKJA Meirilutin í býarskipanarnevndini hjá Innlendismálaráðnum mælir frá at nýggj kirkja á Argjum verður bygd við Sandá NÝGGJ KIRKJA Tríggir av fimm limum í býarskipanarnevndini halda ikki, at nýggj Kirkja skal byggjast við Sandá. Her er ein modelmynd, harkirkjan er húsið við høgari reising, men ongin sigur, at hon fer at síggja soleiðis út. Einasta endamál við myndini er at vísa, hvar hon stendur Skal hol setast á, má farast sera varisliga fram Hon eigur at fáa frið