mikudagur 2. november 2011síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 2. november 2011 · Nr. 127
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kirkjuráðið á Argjum hev
ur leingi havt ætlanir um
at byggja nýggja kirkju á
Argjum og tey hava víst á,
at hon fer at standa best á
einum 4000 fermetra stór
um stykki ímillum Støðla
gøtu og Sandá.
Tey halda, at kirkjan,
tey hava á Argjum nøktar
ikki so væl tørvin longur.
– Hølini eru ótíðarhósk
andi til ymsu endamálini
og nýggj tiltøk í kirkjuni
lata seg illa gera.
Harafturat er kirkjan
slitin og farin við aldrinum
og krevur ábøtur.
Men Kirkjuráðið heldur
eisini, at kirkjan er ikki so
prýðilig, sum ein kirkja nú
á døgum eigur at vera og
hon hevur heldur ikki ta
kirkjuligu tign, ein kirkja
eigur at hava nú a døgum.
Samstundis er trongligt
rundanum kirkjuna og tá
ið tiltak er í kirkjuni, elva
teir
mongu
parkeraðu
bilarnir til trupulleikar
í ferðsluni í grannalag
num.
Hesum eru nógv argja
fólk ósamd í og tí hava tey
mótmælt byggingini.
Tey vísa á, at talan er
um sera náttúruvakurt
øki, sum eigur at varðveit
ast, sum eitt stað av nær
um óspiltari náttúru mitt
í býnum.
Tey vísa eisini á, at
talan er um eitt øki, beint
við
eina
av
landsins
størstu áum, og sum sum
verður nógv brúkt av
gongufólki, og at tað tískil
eigur at fáa frið.
Áki Bertholdsen
– Byggi- og býarskipanar
nevndin blandar ósaklig og
óviðkomandi viðurskifti upp
á ætlanina at byggja nýggja
kirkju á Argjum og tað góð
taka vit ikki.
Heðin Mortensen, borg
arstjóri í høvuðsstaðnum,
er alt annað enn fegin um,
at meirlutin í byggi- og býar
skipanarnevndini hjá Inn
lendismálaráðnum
hevur
mælt frá, at nýggj kirkja
á Argjum verður bygd við
Sandá.
Av tí sama hevur Tórs
havnar Kommuna mótmælt
avgerðini hjá meirilutanum
í býarskipanarnevndini og
hevur mælt Innlendis-mála
ráðnum til at havna henni
og heldur taka undir við
minnilutanum ístaðin.
– Vit halda, at niðurstøðan
hjá meirilutanum er litað av
øðrum enn tey fakligu sjón
armið, sum er tað, ein slík
nevnd eigur at byggja sín
ar avgerðir á, sigur komm
unan í kæruskrivi til Inn
lendismálaráðið.
Persónligar áskoðanir
Í
Tórshavnar
Kommunu
halda tey, at niðurstøðan
hjá meirilutanum byggir á
eina persónliga áskoðan í
eini roynd at seta til býar
skipanarligu heimildirnar og
skyldurnar hjá kommununi
til viks.
Tórshavnar
Kommuna
heldur,
at
býarskipanar
nevndin eigur at halda seg
til ítøkiligu umsóknina, utt
an at blanda seg upp í, um
atkomuviðurskiftini kanska
eru betri onkra aðrastaðni.
– Vit halda, at býarskip
anarnevndin ger seg inn á
kommunala sjálvræðið sum
byggimyndugleiki.
Kommunan heldur eisini,
at fyri tað um nógv fólk hava
mótmælt, er hetta ikki tað
sama sum at staðsetingin er
vánalig.
– Tað er skilligt, at fólk
mótmæla, tá ið ein broyting
hendir so nær við, men tað
merkir ikki, at staðsetingin
er vánalig.
Tórshavnar
Kommuna
staðfestir eisini, at niðast við
er bygt tætt í ánna, men tað
ber framvegis til at ganga
framvið ánni eftir gøtum.
– Tað er eisini skeivt, tá
ið meirilutin í býarskipanar
nevndini førir fram, at tað
ikki fer at bera til at ganga
framvið ánni, har kirkjan
verður bygt, tí vit leggja
stóran dent á at varðveita
gøturnar, sigur kommunan
við Innlendismálaráðið.
Óviðkomandi
Somuleiðis
staðfestir
kommunan, at bæði frið
ingarnevndin og yvirfrið
ingarnevndin halda ikki, at
kirkjan er eitt so stórt inntriv,
at tað eigur at verða noktað.
Annars heldur kommunan,
at tað er óviðkomandi fyri
málið, at atkomuviðurskiftini
kanska eru betri aðrastaðni.
– Tvørtur ímóti hevur
kommunan lagt dent á, at
tað skal vera lætt at koma til
kirkjuna og tað endamálið
verður
rokkið
niðri
við
Sandá.
– Og tað, at bygt verður
ovarliga á Argjum, merkir
ikki, at ætlanin er at flyta
bygdina niðaneftir, leggur
kommunan afturat.
aki@sosialurin.fo
Ósakligt og
óviðkomandi
ARGJA KIRKJA Tórshavnar Kommuna heldur, at
býarskipanarnevndin blandar ósaklig og óviðkomandi
viðurskifti upp í ætlanina at byggja nýggja kirkju á
Gamalt ynski
Tað er eisini skeivt, tá
ið meirilutin í býarskip
anarnevndini førir fram,
at tað ikki fer at bera til
at ganga framvið ánni, har
kirkjan verður bygt
Rannvá G. Fossaberg
Tey, ið ætla sær at fara á
haruveiðu komandi tíð
ina, kunnu vænta sær at
síggja nógva haru. Tað eru
fleiri ting sum benda á
hetta. – Tey árini, føroyska
summarið
ikki
hevur
verið gott, hevur aloftast
nógv hara verið at fingið,
sigur Jens Kjeld Jensen,
náttúrufrøðingur. Eisini
harumenn á Velbaðstað
og í Trongisvági siga seg
hava sæð rættiliga fitt av
haru seinastu tíðina.
Nógv hara er
at síggja
Ilt er at siga, hvussu haru
stovnurin er fyri, áðrenn
veiðutíðin er byrjað, men
okkurt bendir á, at tað er
nógv hara til. Í Trongisvági
hava menn í Klappjaktini
niðurskrivað hagtøl um
tal á haru, vekt og kyn
síðani 1981, og sambært
Kristiani H. Stórhamar er
stovnurin blivin betri og
betri fyri frá 1990unum:
– Vit gjørdu ymiskt tá
fyri at økja um stovnin,
og tað sær út til at hava
riggað.
Ravnafellurnar
hava uttan iva verið ein
hjálp, men so hava vit
eisini javnan gjørt nøkur
setur.
Veðrið
hevur
stóra
ávirkan á, hvussu haran
sjálv er fyri. Serliga er tað
kavi og frostur, ið er ringt
fyri haru, sigur Jens Kjeld
Jensen:
– Veðrið hevur sera
stóra ávirkan. Tað ringasta
er um veturin, um tað
legst stórkavi, og nógvur
frostur er. Tá fær haran
onga føði, og tað ávirkar
sjálvsagt, hvussu hon er
fyri.
Sambært náttúrufrøð
inginum
er
eitt
gott
summar tekin um eitt
vánaligt haruár, av tí tí at
haran er nógv úti í hag-
anum í góðveðri heldur
enn at sita undir steinum,
har hon er vard fyri eitt
nú ravnum.
Eyðfinnur
í
Búðini,
sum hevur skotið harur í
umleið 20 ár, væntar sær
eisini nógva haru á túr
unum í ár:
– Vit eru seks menn,
ið plaga at skjóta harur í
Havnardali, og vit hava
sæð nógva haru har á
leiðini, so tað boðar frá
góðum.
Fyrireiking er
umráðandi
Veðrið spælir ein avger
andi leiklut, tá farið verð
ur eftir harum, tí best er,
um tað er stilli og klárt,
sigur Eyðfinnur í Búðini:
– Hjá okkum liggur
best fyri, um hann er av
útnyrðingi, og harafturat
skal tað helst vera klárt
í veðrinum, av tí at vit
ganga so ovalaga. Regn og
ov nógvur vindur er held
ur ikki gott haruveður.
Veðurforsagnirnar
boða
ikki
frá
góðum
veðrið komandi dagarnar,
so bæði Eyðfinnur í Búðini
og Kristian H. Stórhamar
vænta, at teir fara á haru
veiðu leygardagin. Tískil
fylgja teir væl við veðri
num í hesum døgum. Júst
veðrið ger tað torført at
fyrireika túrin, heldur
Kristian H. Stórhamar:
– Tá vit fara á klappjakt
her í Trongisvági, eru
vit tilsamans eini 30-35
menn, og hjá okkum er
tað soleiðis, at allir skulu
hava boð áðrenn klokkan
17 dagin fyri. Á henda hátt
kunnu teir sum koma
norðanfjørðs náa at fyri
reika seg.
Hugni skal til
Hóast ilt er at siga,
hvussu
ársins
fyrsti
harudagur fer at hilnast,
so er tað eingin loyna, at
tann sosiali parturin av
haruveiðu, eisini hevur
nógv at siga. Aldursbýti
á teimum, sum eru við á
Klappjaktini í Trongisvági
er rættiliga spjatt, og tað
gevur eitt gott huglag á
haruveiðini, sigur Kristian
H. Stórhamar:
– Klappararnir eru ofta
heilt ungir dreingir, ið
ringja og spyrja, um teir
kunnu koma við, og tað er
øgiliga stuttligt.
Eisini Eyðfinnur í Búð
ini heldur seg hava merkt,
at áhugin fyri haruveiðu
er stórur millum ungar
dreingir. Hann vónar, at
túrurin leygardagin fer at
ganga væl og er ikki í iva
um, at teir fara at fáa ein
góðan dag í Havnardali:
– Vit plaga at hava ta
siðvenju, at vit eta ein
góðan døgurða saman, tá
vit eru komnir aftur av
harutúrinum. Ein væl
kryddað,
fesk
ærsíða
plagar at vera góð eftir ein
langan dag úti í føroysku
náttúruni.
Loyvt er at skjóta haru
til og við 31. desember.
Harufepur
um alt landið
Fyrstu harudagur er í dag, og nógv bendir
á, at tað er nógv til av haru í ár.