mikudagur 2. november 2011síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. november 2011 · Nr. 127
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Á framløgufundi hjá grann
skoðarafelagnum
Nota
herfyri,
segði
Andrass
Kristiansen, fulltrúi í Fiski
málaráðnum, at landingar
virðið av makreli í ár helst
liggur millum 500 og 600
miljónir krónur. Her hugsaði
Andrass ivaleyst um sjálvt
landingarvirðið av umleið
120.000 tonsum av makreli,
sum føroysk skip sluppu
av fiska í føroyskum sjógvi.
Samlaða føroyska kvotan
í ár var 150.000 tons, harav
russar fingu makrel í býti
fyri tosk. Hetta er soleiðis
toskavirði, sum makrelurin
hevur skapt.
Keldur í uppisjóvarvinnu
ni vísa á, at hesi tøl eisini eiga
at roknast upp í virðið av
makrelinum.
Í byrjanini av vertíðini
undir
Føroyum
seint
í
summar, fekst ikki so góður
landingarprísur fyri makrel
in, men sum tíðin leið, og
fiskurin gjørdist betri, øktist
virðið, og skipini fingu meiri
fyri hvørt kilo.
Varðin í Gøtu, sum eitt nú
eigur Trónd í Gøtu og Finn
Fríða, hevur sagt, at miðal
prísurin, sum teirra skip
fingu í makrelvertíðini í ár,
var umleið 5,50 krónur fyri
kilo.
Um øll makrelkvotan er
farin fyri ein slíkan miðal
prís, gevur hetta meiri enn
700 miljónir krónur.
Virðið er størri
Men virðið av makrelinum er
væl størri enn sjálvt landing
arvirðið.
Norðborg í Klaksvík, sum
er einasta framleiðsluskip,
sum føroyingar eiga, hevur
selt 14.000 tons av makreli
í ár fyri ein miðalprís á 10
krónur fyri kilo. Hetta gev
ur eitt útflutningsvirði á
140 miljónir krónur. Har
aftrat
kemur,
at
Faroe
Pelagic í Kollafirði kanska
hevur keypti eini 30.000-
40.000 tons, og tá ið virkið í
Kollafirði fekk mest fyri fisk
in, var prísurin uppi á 14-15
krónum fyri kilo.
Hesi tøl skulu sjálvandi
ikki leggjast saman við land
ingarvirðið av makreli, men
skjótt er at síggja, at makrel
urin í 2011 hevur skapt sam
felagnum eitt velduga stórt
virði.
Keldur í uppisjóvarvinnu
ni eru sannførdar um, at
hevði øðrvísi verið fyriskip
að, høvdu tey 150.000 tonsini
av makreli, sum Føroyar kun
du fiskað í ár, verið uppi á
einari miljard krónum.
vilmund@sosialurin.fo
Landingarvirðið helst
omanfyri 600 miljónir
Verður makrelurin, sum Føroyar lata
í býti við tosk úr Barentshavinum,
íroknaður, liggur landingarvirðið
av makreli í ár helst millum
600 og 700 miljónir krónur
Skála: Allir bátarnir leysir
Teir tríggir ísfiskatrolararnir, Fram, Bakur og
Stelkur, sum seinastu tíðina hava staðið á
bedingini á Skála, eru nú allir komnir aftur
Vilmund Jacobsen
At fáast við upptøku og sjó
seting av skipum er ikki, sum
at draga eitt áttamannafar
oman ella niðan. Tey størru
skipini viga nøkur hundrað
tons og svíkur vognurin, tey
standa á, er beinanvegin tal
an um eina stóra og krevjan
di uppgávu, har loysnin skal
leggjast neyvt til rættis.
Hetta gjørdist eisini støð
an á bedingini á Skála, tá
vognurin, sum skuldi taka
ísfiskatrolaran Fram upp,
gjørdist fastur. Tað, sum hen
di, var, at teir aftastu tveir
triðingarnir av eini sektión
av trimum vognum, partvís
fóru av skinnaranum. Skip
ið stóð í sjóvarmálanum og
fekst hvørki niðan ella oman.
Eitt slíkt mál gerst náttúrliga
eisini ein tryggingarspurn
ingur, og tað tekur tíð at fin
na út av, hvussu málið kann
loysast og tryggasta og besta
hátt.
Málið er loyst
Mánakvøldið eydnaðist so
skipasmiðjuni á Skála at fáa
Fram av aftur og teir báðir
ísfiskatrolararnir, Bakur og
Stelkur, sum hava staðið á
bedingini og vórðu lidnir har
í endanum av seinastu viku,
sluppu av aftur týsdagin.
Mouritz Mohr, stjóri í
skipasmiðjuni Mest, sigur,
at arbeiðið at loysa málið við
Fram gekk væl.
- Vit fingu fýra hundrað
tons stórar lyftir úr útlandi
num, lyftu skipið upp aftan
og settu ein fjórða vogn – ein
spesialvogn - undir aftasta
partin av Fram.
Skipasmiðjustjórin sigur,
at Fram fór beint av beding
ini og í dokkina á Skála, har
skipið helst verður liðugt í
kvøld.
Fram var nevniliga á veg
upp til onkrar umvælingar,
tá hann gjørdist fastur á bed
ingini.
Stjórin í Faroe Origin,
Dávid Jacobsen, sum eigur og
rekur Bak og Stelk, segði við
Sosialin fríggjadagin, at skip
ini fara beint til fiskiskap, tá
tey eru leys av Skála.
vilmund@sosialurin.fo
hevði øðrvísi verið fyriskipað, høvdu tey
150.000 tonsini av makreli, sum Føroyar kundu
fiskað í ár, verið uppi á einari miljard krónum
Fram fór beint av bedingini og
í dokkina á Skála, har skipið helst
verður liðugt í kvøld
MOURITZ MOHR
Tey 14.000 tonsini av
makreli, sum verksmiðju
Norðborg hevur fiskað
í ár, eru seld fyri umleið
140 miljónir krónur
Mynd: Dávur Winther
Meðan Fram hevur staðið fastur á bedingsvogni
á Skála, hevur Vestmenningur ligið á Kollafirði
og bíðað. Nú kunnu skipini loysa aftur
Mynd: Karstin Vang