Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-02, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. november 2011síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 2. november 2011 · Nr. 127 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Kjakið um fiskivinnuna tyk­ ist hava sera trongan sjón­ ar­ring og er harafturat sera lítið ítøkiligt, og hóast fiski­ daga­skipanin hevur fingið mangt høggið, sýnist ongin tora taka nakað alternativ uppá tungu. Kvotuskipanin, ið bleiv smoygd niður yvir okkum eftir kreppuna fyrst í nítiáru­ num, fekk ringast hugsandi royndarumstøður, við einum ekstremt skjótt vaksandi toskastovni, og bleiv tí skjótt kolldømd til frama fyri eina heimagjørda dagaskipan. At dagaskipanin er okkara eygna, er helst orsøkin til, at hon ikki fyri langari tíð síðan er vrakað, tí at hon hevur rigga væl, er synd at siga. Úrslit­ini hjá heimaflotanum tala fyri seg. Í samband við møguligar fiskivinnureformar skulu vit tora at taka dagaskipanina upp til viðgerðar og spyrja, um ikki ein kvotuskipan hevði hóska okkum líka væl, ella betur. Tann stillandi skipanin, hvør hon so enn er, skal tryggja eina burðar­dygga fiski­­­vinnu - búskap­ar­liga, sosi­alt, lív­frøði­liga og umhvørvis­­liga. Mær tykir, at mest verður tosa um, hvussu væl ein skipan avmarkar veiðu­trýst­ ið, men tað er ikki tann lív­ frøðiligi burðardyggleikin, ið eigur hægstu raðfesting. Vit fiska ikki fyri at verja stovnarnar, men vit fiska fyri at fáa eitt búskaparligt avkast til samfelagið. Tí skal ein skipan fyrst og fremst tryggja størst møguligt av­ kast til samfelagið, ella við øðrum orðum vera búskapar­ liga- og sosialt burðardygg, uttan tó at ganga lívfrøðini og umhvørvinum ov nær. Tann lívfrøðiliga- og um­ hvørvis­liga burðardygdin er sekund­er, men tó ein treyt fyri, at vit áhaldandi kunnu fáa mest møguligt avkast úr fiskastovnunum. Ein dagaskipan, er hon røtt stillað, verjir óivað fiska­ stovn­arnar eins væl og ein kvotu­skipan, og líkur tá kravið til lívfrøðiliga burðar­ dygd. Men, sum omanfyri nevnt, tað er ikki tað, vit fyrst og fremst skulu stremba eftir. Málið er mest møgu­ ligt búskaparligt avkast til samfelagið, og fáa vit tað við eini skipan, sum við binding­ um tryggjar, at fiskivinnan ikki megnar at fiska meira enn lívfrøðiliga ráðiligt? Vildi ikki ein floti, sum megnaði tað dupulta, ella kan­ska væl meira, men ikki slapp vegna kvotuav­mark­ ingar, fiska bíligari, og harvið givið størri avkast? Hví fiska eina ávísa nøgd gjøgnum eitt heilt ár, um tú kanst fiska hana bíligari, við effektivari skipum og reiðskapi, uppá styttri tíð? Harafturat kundi yvir­ skots­­orkan verðið bjóða fram á øðrum leiðum ella til ann­an fiskiskap, sum ikki er reguleraður av somu skipan. Enntá aðrar uppgávur, enn fiskiskapur, kundu komið uppá tal. Ein dagaskipan og ein kvotuskipan kunnu óivað eins væl tryggja lívfrøðiliga burðardygd, men hvør tryggjar størri búskaparligt av­kast? Tað er tann altavger­ andi spurningurin. Nú ljóðar frá búskapar­ frøðingum og politikarum, at ein fiskidagauppboðssøla skal tryggja fiskivinnuni búskaparligt avkast, tí teir mest effektivu tá veruliga sleppa framat. Trupulleikin er tó tann, at dagar ikki uttan víðari kunnu seljast á eini uppboðssølu, tí tað er so sera ymist hvat virði teir hava fyri tey ymsu skipini. Størstu trolararnir kunnu fáa tíggjutals ferðir meira nøgd burtur úr hvørj­ um degi samanborið við tey smæstu skipini ella bátar­nar. Tilfeingisgjaldið pr. kg verður sostatt tíggjutals ferðir størri hjá teim smáu, um teir skulu bjóða á líka føti. Undir eini dagaskipan mugu dagarnir tí fyrst být­ ast út á bólkar, og so verður uppboðssøla hildin í hvørjum bólki sær, og umroknings­ faktorar nýttir, um dagar verða fluttir millum bólkar, har tað er loyvt. Slíkar uppbýtingar og áset­ingar av umroknings­ faktorum eru alt samalt skrivi­borðs­reguleringar, ið ongan­tíð verða rætt stillaðar, og sum darva fríu kappingini, ið skal fremja effektivitetin. Vórðu harafturímóti kvot­ ur seldar á uppboðssølu, var ikki neyðugt at býta upp í bólkar og brúka umrokn­ings­ faktorar, tí sjálvt ein seksær­ ingur við 4 snellum hevði kunna bjóða ímóti størstu trolarum. Ei heldur nýttist okk­um reglur við kubikki, hesta­ kreftum og kvadrat­rótum, í samband við útskifting av skipum. Nei, har vóru øll skip væl komin, bara tey hildu seg til ásettu kvoturnar. Nýggir aktørar kundu eisini bjóða seg fram. Vóru so allar óhepnar bind­ingar við reiðskapi eis­ ini tiknar burtur, síggi eg fyri mær sera effektivan fiski­­­skap. Til dømis kundu skip á stødd við Enniberg og Gadus fiskað stóran part av upsa­kvotuni uppá nakrar mánaðir, um teir partrolaðu við flótitroli. Havbotnurin hevði verið spardur fyri slit, og olju­ nýtslan pr. kg lítil og ongin í mun til sum er. Og hví ikki fiska ein stóran part av toskinum við gørnum. Harvið spara vit havbotnin, minka um oljunýtsluna og verja ungfiskin. Í slíkum føri kann mann siga, at teir mest effektivu sluppu framat. Kanska í ov stór­an mun, vildi onkur hildið, men mikið lættari er at taka serlig sosial- ella landafrøðilig atlit, tá ið um kvotur umræður, tí stilli­ skrúv­urnar ella skriviborðs reguleringarnar eru so fáar og ein­faldar í mun til í eini dagaskipan. Afturvendandi útsøgnin um, at rætt stillað veiðitrýst tryggjar maksimalt avkast, er ein stór lygn. Skulu vit hava størst møgu­­ligt avkast, mugu vit fiska bíliga, og tað gera vit bert við at lova teim mest effektivu veiðutólunum fram­ at uttan nakra aðra binding enn mest loyvda veiðu. Fiskar onkur meira enn kvota er til má gjaldast, ant­in til annan reiðara, ið hevur nakað at lata, ella til tað almenna. Óneyðugt er at siga, at tað verður dýrt keypt kvota. At miða eftir størst møgu­ ligum avkasti, vil í síðsta enda skapa burðardygg arbeiðs­­pláss, um ikki øll í fiski­vinnuni. At seta málið um arbeiði til allar hendur fremst, har­ afturímóti, vekir óunnilig minnir frá 80’unum bæði heiman- og eystaneftir. Skulu reformeringar ger­ ast í fiskivinnuni, muga vit tora at taka allar møguleikar upp til viðgerðar, fyri síðani at síggja hvat stendur eftir, sum hildin vera frægasta loysn. Thormund Johannesen Skipsførari & Skipsverkfrøðingur M.Sc. (ikki uppstillaður, men vil geva íkast til kjakið um fiskivinnupolitikk) Hugleiðingar um kvotur í mun til fiskidagar Trettandi partur Paulus er nú komin uppá land í Europa, tað má sigast at vera ein søgulig hending. Hesin lítli spírurin, í byrjar við eina á uttanfyri Fillippi, har Paulus talar við nakrar kvinnur, sum eru komnar saman á einum stað, har tey plægdu at koma saman til bøn, vaks til eina veldia vakning í Europa, og hevur lyft Europa upp. Her hava fleiri vekingar verið upp í gjøgnum øldirnar, stórir gudsmenn hava stigið upp her, og hevur hetta lyft Europa uppá støði, sum bara sannur kristindómur kann gera. Ikki tí, her hevur nógv ónt farið fram um somu tíð, m.a. av at stórur partur av tí, sum hevur verið kallað kristindómur, hevur verið rangur kristindómur, sum bara hevur verið tað av navni ikki av gavni. Men ávirkanin av at orð Guds hevur verið hámett og lært, hóast ikki altíð fylt, hevur verið góð. Nú gongur niðureftir í Europa, og tað hevur tað gjørt í mong ár. Fylgjurnar av at orð Guds er vrakað, og av mongum mynduleikum kanska ikki verður mett meir, enn at tað er ein átrúnaður millum aðrar átrúnaðir, sæst aftur so sanniliga. Gudloysi vindur bara meiri og meir uppá seg, eisini her hjá okkum í Føroyum. Men Europa kemur at svíða fyri tað. Skýggini síggjast longu at stíga upp ógvuliga døpur at síggja, tað sær ikki gott út fyri framman, men tað samsvarar við tað, sum tær heilagu skriftirnar spáa um Europa. Tí er tað so álvarsligt at vera ein europeari, og ikki bara tað sjálvandi, tað er so álvarsamt at vera ein heimsbúgvi, tað hevur tað altíð verið. Skunda tær tí í bjargingarbátin, sum er Kristus, hann er einasti útvegurin burturúr hesi neyð, vit eru stødd í. Niðurlagið til sang nr. 200 í Songbók Guds fólks: Far í bátin, bjargingarbátin, meðan Jesus rættir fram tær hjálparhond! Drála ei longur, far í bátin, set í dag tú kós mót føgru himmalstrond! Framhald Hugleiðingar úr Ápostlasøguni Richard Danielsen