Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-02, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. november 2011síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. november 2011 · Nr. 127 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Páll Poulsen lærari Nú Tórshavnar Býráð við Heðin Mortensen á odda hevur samtykt at skúla­ garð­urin í Tórshavnar Komm­unuskúla skal nýtast til parkerings­pláss, hava býráðs­limir tikið eitt stig aftrat í ætlan­ini at niðurleggja Komm­unu­ skúlan. Eg undrist ferð eftir ferð á hvat tað er, sum ger, at Tórshavnar Býráð hevur sovorðið for­ treð av skúla­­num, at allar snild­ir verða nýttar til at nið­ur­­­leggja hann. Hølis­ viður­­­skift­­ini og onnur viður­­­skifti hjá skúlanum verða gjørd so ótol­andi, at enda­­­liga loysn­in bert kann verða ein niðurlegging og burtur­bein­­ing av Komm­ unu­skúlan­um. Í summar var tann stóri bygningurin stongdur, tí eigarin ikki hevði syrgt fyri nóg góðum við­líka­­haldi við teirri fylgju, at skúla­bygn­ingurin var koll­­dømdur av heilsu- og arbeiðsmyndugleikum. At støðan í bygningi­num var so vánalig vóru ikki nýggj tíð­indi, starvsfólk, næmingar og foreldur teirra hava gjørt vart við hesi viðurskifti fyri fleiri árum síðani. Um Kommunuskúlin er ein so vánaligur skúli, at hann ikki hevur annað uppi­ borið enn at verða niður­ lagdur, so kundi eg skilt støð­­una hjá Býráðnum, men veru­leikin er heldur hinvegin, at Kommunu­ skúlin er ein av land­sins bestu skúlum, tá tað snýr seg um næmingaúrslit. Henda støða kann sjálv­ andi broytast til tað verra, tá skúlin bert fær eina so neiliga viðgerð frá eigaranum. Tað er ov vánaligt, at Tórs­­­havnar Býráð ikki kann koma við einari greið­­ari út­melding hvør ætlan­in er við Tórshavnar Kommunu­skúla. Eg haldi, at vit borgarar í Tórshavn hava krav upp á at vita hvørja støðu Býráð­ið hevur. Næmingar­nir í skúlanum hava eisini krav upp á vita hvat hendir við teirra skúla. Foreldur, sum hava børn í Kommunu­skúla­num hava so sanniliga eisini krav upp á, at vita hvør fram­tíðin hjá skúlanum verður. Vit eru øll greið yvir, at næstan líkamikið hvør loysnin verður so kemur hon at kosta nógvar pengar. Skal býráðið umvæla tann stóra bygningurin, so hann kemur í nýtiligan stand aftur og líkur øll nútíðarkrøv, kemur tað at kosta nógvan pening og vit fara framvegis, at hava ein gamlan bygning. Skal býráðið ríva bygningin niður og byggja nýggjan nútíðar skúlabygning upp aftur, so kemur eisini tað at kosta nógv. At ríva bygn­ingin niður, javna hann við jørðina og gera parkeringspláss er ivaleyst loysnin, sum er bílig­ast. Fyri mær sær tað út sum um býráðið er farið í gongd við hesari loysnini við longu nú at gera skúlagarðin til parkeringspláss. Eg noyðist tó at gera býráðslimir vart við at har ganga framvegis einir 200 næmingar í Skúla­num í Kongagøtu og teim 6 barakk­unum í grannalagnum, hesir næm­ingar skulu nú víkja frá teirra spæli­plássi fyri parkeraðum bilum. Til seinast vil enn eina­ ferð heita á Tórshavnar Býráð at koma við einari greið­ari útmelding um hvat skal henda við Tórshavnar Kommunu­skúla. Um tit ikki eru førir fyri tí, so er tað eisini ein støða at taka, men dirvið er ikki í henni. Vit skulu kanska fyri­ reika okkum upp á Jarðar­ ferð Kommunu­skúlans. Jarðarferð Kommunu­ skúlans Kortini græt várt land leygar­kvøldið. Siti við varðan á Kirkju­børeyni. 12 tímar farnir, síðan valúrslitið var greitt. Her er grátt og vátt; ikki tað fríða og víða útsýnið í dag. Brádliga lættir mjørkatámið eina løtu; ein glotti er. Tinganes og Ljósavatn síggjast, og “roknistykkið” er har: (Tríatitrý) 33 tingfólk minus 14 B/C-fólk Úrslit 19 »frælslyndis­fólk«!?! Jú, onkrir samgongu­møgu­leikar eru. Annika løg­kvinna!?! E. S.: »Ærgir«, mín heim­­bygd, græt eisini leygar­kvøldið! E. E. S.: Hví eitur okkurt »Bloksbjørg«? Við føroyakvøðu Undir Fullveldisvarða 1. vetrartíðardag 2011 Eyðun á Borg »Sambandssosialisman« fekk »bert« 14 tingfólk