mikudagur 2. november 2011síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 2. november 2011 · Nr. 127
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nú er krútroykurin um at reka burtur í Libya. Har hava
flokkarnir hjá Edmund og Sjúrða verið í kríggi, og hvør
vann so?
Sigurharrarnir boða nú frá, at muslimska sharialóg
gávan skal setast í verk í Libya.
Hesum kann eingin forða teimum í, tí danska stjórnin
hevur ongar treytir sett fyri at fara upp í kríggið. Tað er
bara nógv fyri at eitt ikki-muslimskt land skal leggja uppí
eitt innlendiskríggj fyri at fáa slíka lóggávu setta í verk.
Men hetta er kanska tað sum Sambandsflokkurin og
Javnaðarflokkurin standa fyri?
Zakarias Wang
Stuðul til
sharialóggávu
Dagfinnur Danbjørg
Róð verður nú framundir, at tjóðveldisflokkurin skal í
samgongu við fólkaflokkin eftir valið.
Við øðrum orðum, at mín atkvøða á tjóðveldisflokkin
soleiðis
indirekta
skal
stuðla
fólkaflokkinum
og
fólkaflokspolitikki komandi 4 árini.
Undir
hesum
umstøðum
kann
eg
ikki
lata
tjóðveldisflokkinum mína atkvøða at umsita.
Tað kann als ikki koma upp á tal.
Nú kann tað
vera nokk!
Kjak
Zakarias Wang
Tað var eitt áhugavert val vit
høvdu.
Ført verður fram, at Sam
bandsflokkurin
var
tann
stóri sigursharrin.
Tað er rætt, at hann vann
ein tingmann og fekk 8. Men
hinir flokkarnir fingu 25
tingmenn.
Men hvat var tað sum Sam
bandsflokkurin førdi fram fyri
at fáa henda tingmannin?
Tað var tann mest skamm
leysa valpropaganda, sum
hugsast kann. Sjálvt teirra
egnu valevni hava eftir øllum
at døma havt vaml. Eitt av
teimum var síðsta kvøldið
fyri valið í fjølmiðlunum og
førdi fram, at vit kunnu ikki
liva yvir evni fyri at senda
rokningina
til
onnur
at
gjalda. Men tað var júst tað,
sum flokkurin førdi fram í
hesum valstríði. Hann legði
allar árar út fyri at royna
at billa veljarunum inn, at
bjarging okkara var at fáa
danir at gjalda okkum meir
av deyðans stuðli.
Hetta hevur eydnast fyrr,
og hví skuldi tað ikki eydn
ast hesaferð? Metingar út
frá úrslitinum av fólkatings
valinum kundu bent á, at
hesin biddarapolitikkur kundi
givið einar 11 tingmenn.
Men hvat hendi?
Allir
hinir
flokkarnir
vendu sær frá hesum yvir
bjóðingarpolitikki.
Tað
gjørdu veljararnir eisini. Vit
fingu tí eina fólkaatkvøðu
um danskan stuðul til Føroya,
og bert fjórði hvør veljari
vildi hava, at vit framvegis
skuldu vera pinkubørn.
Við at royna at bluffa seg
til ein veldugan valsigur,
sum teir ikki fingu, hevur
Sambandsflokkurin isolerað
seg í føroyskum politikki.
Nú hevur flokkurin so
møguleika fyri at viðurkenna
sítt tap og biðja hinar flokk
arnar um náði, so at teir
sleppa at vera við at stýra
landinum.
Her eru ávísir møguleikar.
Sambandsflokkurin
hevur
sjálvandi í stóran mun verið
samtakið av teimum í Føroy
um, sum vildu fáa aðrar
at gjalda fyri seg, men tað
eru tó aðrir streingir í søgu
floksins.
Taka vit navnið sjálvt,
sum Fríðrikur Petersen skeyt
upp í 1906, so sigur tað nakað
heilt annað enn bidding.
Samband merkir nevnliga
ikki, at vit skulu gerast ein
partur av Danmark, soleiðis
at danir ráða yvir okkum.
Samband er hin vegin
millum eins partar, sum hvør
ræður yvir sær sjálvum.
Hjúnalagið er eitt sam
band millum tvey. Sambands
ríkið USA er eitt samband
millum fimmti ríki.
Fríðrikur visti hvat ið
orðið merkti, og við at skjóta
hetta navn upp segði hann tí,
at hann ynskti samstarv við
Danmark, men tað skuldi vera
á jøvnum føti. Hann hevði
fingið sítt studentsprógv í
Reykjavík, so hann visti hvat
hann tosaði um tá hann setti
fram hetta uppskot.
Í sjálvum navninum ligg
ur tí eitt ynski um at vit
skulu hava eitt samstarv við
Danmark, sum er á jøvnum
føti. Hetta er eisini í besta
samsvari við tann framvegis
galdandi sambandssáttmála,
sum vit hava við Danmark, tí
har verður beinleiðis sagt, at
vit eru javnlíkar.
Vansin við sambandspoli
tikkinum er, at teir sum ráða
í Danmark ikki vilja halda
tann sambandssáttmála, teir
hava gjørt við okkum. Teir
halda hinvegin, at teir skulu
ráða yvir okkum og harvið
oyðileggja sambandið.
Fyri
Sambandsflokkin
er so spurningurin: Hvussu
skal samband fáast í lag við
Danmark, tá danir ikki vilja
hava samband, men bert
innliming í sítt ríki?
Ein møguleiki er sjálvandi
at Sambandsflokkurin skift
ir navn til Innlimingarflokk
urin, soleiðis at hann fer
at virka fyri, at vit gerast
ein fullkomin partur av
Danmark.
Ein annar møguleiki er, at
hann sigur, at hann stendur
við sítt navn og førir fram,
at tá tað ikki ber til at fáa
samband á jøvnum føti við
Danmark sum er, so er einki
annað at gera enn at vit skipa
okkum sum eitt sjálvstøðugt
ríki.
Nú valið hevur víst, at
verandi leið hjá Sambands
flokkinum ikki førir fram,
er øll orsøk til at taka upp
annan tátt og fara at virka
fyri veruligum sambandi í
tráð við floksins navn.
Hetta er lætt at seta í
verk.
Danska stjórnin hevur
sagt, at vilja vit siga upp
verandi sambandssáttmála,
so vil hon hjálpa okkum við tí.
Á hvønn hátt henda hjálpin
fer at verða givin fáa vit bert
at vita við samráðingum við
stjórnina, men tá semja er
um úrslitið, er lætt at finna
gongda leið.
Nær skal tað vera?
Fyrst í januar tekur Dan
mark við formanssessinum
í ES. Tá hevur stjórnin so
nógv um at vera, at hon ikki
hevur tíð til samráðingar
við okkum. Helst er tí best
at nýggja skipanin fæst í lag
fyri 1. januar 2012.
Valið 2011
Hanus Samró
Fyrst og fremst vil eg takka øllum, ið stuðlaðu mær
og flokkinum gjøgnum valstríðið. Serliga til tey 304,
ið sýndu mær neyðuga álitið við at atkvøða fyri
mær. Tit hava gjørt mín dreym til veruleika, og fari
eg tískil at arbeiða fyri, at álitið verður afturgoldið.
Takk fyri
Leygardagin bleiv løgtingið mannað
av nýggjum. Tillukku við valinum øll
somul.
Flokkar og persónar hava lagt dent á
ymiss viðurskifti til tess at blíva valdir
í tingið.
Summi hava lovað, at fiskidagarnir
ikki skulu gerast færri í hesum valskeiðn
um. Hesi hava, sum tað sær út, gjørt eitt
gott hál, og eru komin syngjandi inn.
Tey hava fingið atkvøður úr økjum
har fiskivinnan verður rikin. Fiski
vinnan, sum er í sandasorli, tí vit hava
ov nógvar fiskidagar. Tænastan sum
hesir politikkarar geva sínum veljarum,
má av sonnum sigast at vera ein Bjarna
tænasta.
»Vel okkum! So verða fiskidagarnir
ikki færri.« var sloganið. Trupulleikin
er, at vit fiska ikki fiskidagar. Vit fiska
fisk. Og fyri at fáa nógvan fisk, mugu
fiskastovnarnir verða só stórir, sum
møguligt. Fiskastovnarnir, serliga Toska
stovnurin eru níðurpíndir av ov nógv
um fiskidøgum.
Úrslitið er at veljararnir fáa nógvar
fiskidagar, men ongan fisk og onki
livibreyð.
Ein kann siga at nøkur fá valevni
fingu eitt livibreyð, meðan veljarar í
hópatali fingu armóð.
What a mess!!
Atli Gregersen Viðmerking til val
úrslitið, fiskidagar
og fiskiveiðu