Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-02, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. november 2011síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. november 2011 · Nr. 127 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Í sendingini verður vitjað á Inventar Tænastuni í Havn, har tosað verður við stjóran Jørgen Petersen. Eisini verður vitjað á vaskifyritøkuni Tvátti á Skála, har samrøður eru við Hjalmar og Hans Jacob Kollslíð. Elbilurin Mitsubishi iMiEV verður eisini royndarkoyrdur saman við Egon Øregaard, stjóra á Tekniska Skúla í Havn. * Sendingin er endursending frá seinastu viku Hósdagin kl. 16.10 Vinnu- & bilradio á Egon Øregaard Jørgen Petersen Hans Jacob Kollslíð Parkeringsvørðarnir í Tórshavnar kom­ mu­nu gera vart við, at tað eru fleiri sum hava misskilt okkurt við tíðar­av­mark­ aðu parkeringini. Síðan tíðaravmarkaða parkeringin á Skálatrøð og á parkeringsøkinum við J. Paturssonargøtu byrjaði, eru tað fleiri sum hava misskilt hvussu park­er­ings­ skivan skal stillast, siga parker­ing­s­vørð­ ar­nir í býnum. Tað er nevniliga soleiðis, at á Skála­ trøð er tíðaravmarkaða parker­ing­in 8 tímar, millum kl 9 og 18. ­Um ein bilur t.d. verður settur har kl. 6. um morgunin, skal parkeringsskivan still­ast á kl 9, tá tíðaravmarkaða park­er­ ingin tekur við. Nógv hava fingið bót, og klagur koma dagliga til politistøðina, tí nógv fólk skilja ikki, at tey fáa bót, tá tey hava parkerað bilin og stilla park­erings­ skivuna sum vanligt. Parkerings­vørð­ar­ nir siga, at um skivan ikki verður stillað rætt, verður tað roknað sum skeiv park­ er­ing og parkeringsbót verður givin. Á bilaframsýningini ”Biler For Alle” í Herning, sum var síð­st í oktober, varð nýggi Hon­da Civic sýndur fram. Bilurin er serliga gjørdur til at tekkjast evropearum bæði hvat designi og koyri­ egi­n­leik­um viðvíkur. Honda Civic eru kend­ir fyri sínar sportligu koyri­ egin­leik­ar . Bilurin er longri og breið­ ari enn forgangarin og kemur m.a. við einum dagførdum 2,2 litra i-DTEC dieselmotori við 150 hk og CO2 útláti upp á ein­ans 110 g/km. Honda Civic er ein hatch­ back við 5-hurðum og kemur á marknaðin síðst í januar 2012. Fleiri fáa bót Civic til evropearar Honda Civic 2012 í evropeiskum stíli