mikudagur 2. november 2011síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 2. november 2011 · Nr. 127
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Hilmar Jan Hansen
Tá seks minuttir vóru eftir av dyst
inum í ítróttarhøllini í Runavík í
gjárkvøldið, skoraði Adina Petrea
sítt fjúrtanda mál og legði Tjaldur
á odda 29-23. Fyri teir fáu áskoðar
arnar í høllini mundi hetta tykjast
sum mønustingurin, og lítið var
hugsandi, at VÍF fór at koma afturí
aftur.
Men so tók VÍF-venjarin, Kári
Mortensen, eina avgerð, ið legði botn
undir ein ótrúliga góðan endaspurt,
tá hann gav sínum spælarum boð
um at mansverja Adinu Petrea og
Alinu Olaru Anghel, sum høvdu
skotið meira enn helvtina av mál
unum hjá heimaliðnum, men eisini
vóru álitið í verjuni og høvdu
bundið væl fyri.
Henda avgerð helt so mikið væl,
at VÍF fekk hildið Tjaldri frá at fáa
eitt einasta mál aftrat, samstundis
sum VÍF fekk júst so mong mál, at
tað rakk til javnleik, 29-29. Helvtina
av hesum málunum slapp Liljan
Djurhuus at skjóta, hóast hon hevði
verið mansvard tað nógva av seinna
hálvleiki.
Ótrúliga væl komið aftur av
VÍF, ið annars fyri tað nógva hevði
runnið aftaná í dystinum, og hóast
hetta gjørdist fyrsta stigið hjá
Tjaldri hetta kappingarárið, var
gleðin um tað ikki so stór, tí í roynd
og veru var heimaliðið á veg ímóti
sínum fyrsta sigri, men misti alt
á gólvið í endaspurtinum, tá alt
steðgaði upp og VÍF royndist mun
andi betur.
hilmarjan@sosialurin.fo
Tjaldur - VÍF 29-29 (17-15)
VÍF kom sterkt aftur
Hondbóltur Tjaldur var á veg ímóti sigrinum, men við einastandandi verjuspæli
seinastu seks minuttirnar fekk VÍF latið málið aftur og bart seg upp á javnt
Sunset Deildin kvinnur
nr. Lið
Dystir
Vunnin mál
Tapt mál
Munur
Stig
1 Neistin
5
165
104
61
10
2 Stjørnan
5
122
109
13
6
3 Kyndil
5
121
118
3
5
4 VB
3
76
73
3
4
5 VÍF
4
101
105
-4
4
6 StÍF
5
110
143
-33
2
7 Tjaldur
5
123
166
-43
1
Tjaldur - VÍF 29-29 (17-15)
Tjaldur: Adina Petrea 14, Heidi Sevdal 6, Alina Olaru Anghel 3, Sólfríða Pattinson 2,
Ansy Sevdal 2, Ranva Jacobsen 1, Hansina Joensen 1
VÍF: Liljan Djurhuus 8, Agnas Olsen 7, Elisa Leo 6, Tóra Seloy 5,
Torgunn Johansen 2, Linda Davidsen 1
STÍGUR KOM Í
Tjaldur var væl á veg ímóti
sínum fyrsta sigri, men steðgaði
fullkomuliga upp ímóti endanum á
dystinum ímóti VÍF, sum hinvegin
hevði ein ótrúligan endaspurt
og fekk bart seg upp á javnt
Mynd: Álvur Haraldsen
Hilmar Jan Hansen
Seinnapartin í gjár frættist, at
samstarvið millum NSÍ og Paula
Poulsen sum venjara var endað í
øllum góðum, eftir at Pauli hevði
verið í Runavík síðani 2007 sum
fyrst hjálparvenjari í eitt ár og
síðani høvuðsvenjari í trý.
Men ikki gekk long tíð, so
frættist eisini, at Pauli hevði
fingið nýggjan arbeiðsgevara
í fótbóltshøpi, tí 38 ára gamli
skálamaðurin skrivaði undir við
ein tvey ára sáttmála við grann
arnar í B68.
– Vit í Tofta Ítróttarfelag eru
sera fegin um, at Pauli hevur
játtað at vera høvuðsvenjari hjá
felagnum komandi tvey árini,
sigur Jógvan Højgaard, formað
ur í B68, við heimasíðuna hjá
felagnum.
Pauli fer ikki heilt tómhentur
út á Toftir, tí við sær hevur hann
23 ára gamla landsliðsspælaran
hjá NSÍ, Einar T. Hansen, sum
eisini hevur skrivað undir sátt
mála við B68.
Einar hevur síðani 2004 røkt
plássið sum vinstri vongverji hjá
runavíkingum, umframt at hann
í fleiri ár hevur spælt á fótbólts
landsliðnum, men nú skal hann
so venja seg við at vera B68-ari.
hilmarjan@sosialurin.fo
Pauli og
Einar til B68
Fótbóltur Toftamenn hava tryggjað
sær undirskrift frá bæði venjaranum
og landsliðsspælara hjá NSÍ, nú B68
fyrireikar seg til komandi kappingarár
Hilmar Jan Hansen
Í gjár kom fram, at fyrrverandi
landsliðsvenjarin, Páll Guðlaugsson,
vendir aftur til føroyskan fótbólt,
tí hann komandi kappingarár skal
venja Vodafone-liðið hjá KÍ. Páll
er 53 ára gamal og hevur drúgvar
royndir innan venjarayrkið, men
hann hevur ikki verið at sæð í før
oyskum fótbólti síðani 1997.
– Eg hugsi stórt, so eg gleði meg
at koma aftur til Føroya at vera
fótbóltsvenjari. Í mun til tær upp
gávur, eg havi havt fyrr í Føroyum,
er KÍ ein sera stór uppgáva, sigur
Páll, sum síðani tíðina í Føroyum
hevur verið bæði í Íslandi, Onglandi,
Bermuda og nú aftur hevur verið í
Íslandi.
Íslendingurin
hevði
eisini
aðrar møguleikar, tí hann hevur
síðstu tíðina havt samrøður við
fleiri feløg, men tá avtornaði, var
tað KÍ, ið dróg mest og fekk Páll
at seta undirskriftina á ein eitt
ára sáttmála við søguríka felagið í
Klaksvík.
– Her er talan um eitt felag, sum
heilar 17 ferðir hevur vunnið før
oyameistaraheitið, so mín uppgáva
verður at finna fram til tað serliga
DNA-tilfarið, sum er í fólkinum her
á staðnum, so KÍ aftur kann teljast
millum tey fremstu. Eg fari so at
gera mítt ítarsta, fyri at fáa KÍ upp
millum teir bestu her í Føroyum,
sigur Páll Guðlaugsson, ið tekur við
eftir Aleksandar Djordjevic, ið hev
ur stjórnað KÍ-monnunum síðstu
árini.
Í løtuni er Páll í Íslandi, men í
næstum kemur hann hendavegin,
og ætlan hansara er, at venjingin
hjá Vodafoneliðnum í Klaksvík skal
byrja um ein mánað ella so.
Páll skal venja KÍ
Fótbóltur Eftir útlegd frá føroyskum fótbólti síðani 1997,
er Páll Guðlaugsson aftur klárur at taka eitt tørn – hesa
ferð sum høvuðsvenjari hjá KÍ komandi kappingarár
AFTUR Á SLÓÐINA
Páll Guðlaugsson er nú aftur í føroyskum fótbólti, tí komandi
kappingarár skal hann venja Vodafoneliðið hjá KÍ
Mynd: Álvur Haraldsen